hósdagur 6. november 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 211 - 6. november 2003
Nr. 211 - 6. november 2003
17
Góða SøluRás 2003
Eins og undanfarin ár er sølustevnan SøluRásin 2002 fyriskipað
av Ítróttarfeløgunum á Skála og á Strondum. Tað vil siga, at Skála
ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, Stranda Ítróttarfelag og Ung-
mannafelagið Strálan standa saman um at skipa fyri stevnuni.
Endamálið við stevnuni er at fáa pening til vega, sum skal nýtast
til raksturin hjá hesum fýra feløgunum.
SøluRásirnar, sum hava verið seinastu árini, hava verið serstakliga
væl eydnaðar. Fleiri enn 30 fyritøkur hava sýnt fram og tey bæði
seinastu árini vóru fleiri enn trý túsund atgongumerki seld.
Tí hava vit aftur í ár gjørt okkara ítarsta fyri at øll - bæði
framsýnarar og gestir - skulu vera so væl nøgd við stevnuna sum
tilber.
Vit fara her at takka øllum framsýnarum, lýsarum, teimum sum
undirhalda, teimum vitjandi og øllum tykkum mongu, sum hava
hjálpt til at gera tað møguligt at hava eina stevnu sum hesa.
Við ynskjum um eina væl vitjaða og góða sølustevnu á SøluRásini
2002. Vælkomin!
Fyrireikingarbólkurin
Skála Ítróttarfelag
Skála Ítróttarfelag, sum varð stovnað í 1965, er í dag eitt fótbóltsfelag
burturav. Felagið er umboðað í øllum yngru deildunum. Harumframt
hevur felagið eisini lið í 1. og 3. deild hjá monnum.
Formaður er Hans J. Andreasen.
Stranda Ítróttarfelag
StÍF, sum felagið eitur í dagligari talu, varð stovnað í 1942 og man tí
vera eitt av teimum elstu feløgunum í landinum.
Felagið er hondbóltsfelag burturav, og hevur lið í øllum deildum, bæði
hjá kvinnum, monnum, gentum og dreingjum.
Formaður er Andras Danielsen.
Skála Róðrarfelag
Skála Róðrarfelag varð stovnað í 1993 og er róðrarfelag burturav.
Felagið hevur luttikið í kappróðri við tveimum bátum síðani stovnanina.
5-mannafarinum Svani og 10-mannafarinum Skálabátinum.
Formaður er Dan Petersen.
Strálan
Ungmannafelagið Strálan varð stovnað í 1989. Felagið hevur tikið lut í
kappróðri við 6-mannafarinum Stráluni síðani 1991. Felagið fær nýggjan
bát til komandi kappróðrarár. Umframt róðurin hevur felagið eisini
badminton á skránni
Formaður er Anfinn Gærdum.
C
M
Y
K
17
16