Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 211 - 6. november 2003 (Sølurásin) Skipasmiðjan. pdf Mazda3, sum enn ikki er komin á evropeiska marknaðin, er longu her hjá okkum bæði sum hatchback og sum sedan. Koyri- eginleikarnir og kvaliteturin á bilinum eru á sera høgum støði BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað at Mazda verða inn- fluttir beinleiðis til Føroya, hevur við sær at teir ofta eru her hjá okkum, áðrenn teir koma á evropeiska marknaðin. Eisini fáast teir í fleiri øðrum útgávum, sum t.d. nú Mazda3 eru komnir bæði sum hatcback og sedan, ið báðir eisini fáast í Sport útgávuni við t.d. xenonlyktum, regnsen- sorum og 17" alufelgum. Hvat útgerð viðvíkur fáast teir í útgávunum LX, GLX og Sport. Allar útgávurnar hava 6 airbag sum standard og aktivar nakkapútur, sum stuðla høvdinum væl, um bilurin verður ákoyrdur aft- anífrá. Bilurin bilurin hevur nógvar innbygdar trygdar- skipanir. Mazda leggja seg eftir at gera familjubilar við sport- ligum designi og koyriegin- leikum. Mazda3 hevur fingið av- bera góð ummælir alla- staðni, og bleiv hann valdur til Ársins bil í Danmark, áðrenn hann er komin á danska marknaðin. Grund- gevingarnar fyri at Mazda3 bleiv ársins bilur í Dan- mark eru fleiri, sum t.d. at hann hevur smart design, sera góðar koyrieginleikar og umfatandi trygdarút- gerð. Sedan og hatchback sama prís Bilurin er nýggjur bæði utt- an og innan og hevur lítið og einki við forgangarin, Mazda 323, at gera. Koyri- eginleikarnir eru góðir og sportligir, bilurin liggur væl á vegnum og koyrir sum ein dreymur í sving- um. Undirvognurin er nýggjur við einum fram- komnum "multilink" upp- hangi aftan, sum ger sítt til góðu koyrieginleikarnar. Bilførarin situr væl í bil- inum, og setrini í øllum út- gávunum eru eins góð at sita í. Instrumentborðið er nakað fyri seg við trimum trakt-formaðum instru- mentum framman fyri bil- føraran. Kvaliteturin á bil- inum er á høgum støði, tað merkist allan vegin ígjøg- num. Eingin prísmunur er á sedan og hatchback, teir kosta tað sama í øllum út- gávunum. Tveir motorar eru at velja ímillum, teir eru 1,6i við 105 hk og 2,0i við 150 hk. Sport fæst tó bert sum 2,0 við 150 hk. Komandi ár fæst Mazda3 við common- rail dieselmotori. Frá Berg Motors verður sagt, at fyrsti Mazda3 bleiv seldur til Vágs, og hetta var fyrsti Mazda3, sum varð seldur í Evropa. Nr. 211 • hósdagur • 6. november 2003 • 77. árg. Mazda3 1,6i LX hatchback Motorurin 1,6 litur 4 syl. bensin 105 hk 0-100 hk 11,0 sek Bensinnýtsla 13,9 km/l Dekkstødd 195/65-15 Stødd og vekt Longd 442,0 cm Breidd 176,0 cm Hædd 147,0 cm Eginvekt 1100 kg Viðførisrúm 300 litrar Prísur kr. 176.700,- Søluumboð Berg Motors Staravegur 1-2 FO-110 Tórshavn Tel. 313535 Mazda3: Hatchback og sedan til sama prís Mazda3 aftan. Eingin prísmunur er millum hatchback og sedan í somu útgávu Mynd: Jens Kristian Vang Her er Jákup Jacobsen, sølumaður hjá Berg Motors, tveimum Mazda3, einum bláum 1,6i sedan við 105 hk, og einum gulum Sport 2,0i hatchback við 150 hk Mynd: Jens Kristian Vang Mazda3 innan. Instrumentborðið er nakað fyri seg við trakt-formaðurm instrumentum framman fyri bilføraran Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 19 18 www.faroeyard.fo Vi› okkurt um 25.000 ymiskum vørum á hyllunum, stendur landsins størsta goymsla av eykalutum til taks hjá føroyska flotanum. Aftanfyri stendur eitt samtak av trimum føroyskum skipasmi›jum og einum mekaniskum verksta›i, i› hevur meir enn seksti ára royndir innan veitingar til skipaflotan - alt frá smærri umvælingum og vi›líkahaldi til um- og n‡bygging av skipum. Gó›kendir tænastuveitarar av: Wärtsilä Deutz-MWM Scania & Valmet Callesen Ulstein Brattvaag ABB-Turbochargers Desmi pumpum Ein depil innan skipatænastur stephanssons hús P/F Tórshavnar Skipasmi›ja Tlf. +298 31 11 55 Fax +298 31 11 25 e-mail: info@faroeyard.fo P/F Skipasmi›jan á Skála Tlf. +298 44 11 55 Fax +298 44 11 25 e-mail: skala@faroeyard.fo Vestmanna Skipasmi›ja Tlf. +298 42 40 10 Fax +298 42 40 05 Runavíkar Mekaniski Verksta›ur Tlf. +298 44 70 36 Fax +298 44 78 34