leygardagur 31. mai 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A rblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi:
Jan Múller Randi Jacobsen
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl | Blaðfólk:
Lýsingar og sola: Aki Bertholdsen,
Marjun Dalsgaard Eirikur Lindenskov,
| Dagny Joensen,
Grækaris D. Magnussen
Eyðun Klakkstein,
Ljósmyndari:
Jens Kristian Vang
fe uppseting og prent:
Sp/ Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
a)
Telefon: 11820 |
Telefax. 14720 |
e-mail:
ialur 8 olivant.fo
Í HESUM døgum er umhvorvisráð-
stevna í Norðurlandahúsinum og
hetta er eitt frálíkt tiltak, sum stig-
takararnir, eitt nú Heilsufroðiliga
starvsstovan, eiga stóra tokk fyri.
Tey seinastu árini eru føroyingar
farnir at rakna við í umhvørvisspurn-
inginum. Vit hava fingið eina um-
hvorvislóg, ið tykist at hóska væl
sum amboð í umhvervsverndini,
ungdómurin tykist at vera umhvørv-
isliga filvitandi og alt fleiri privat virki
eins og almennir stovnar eru farin
at orða sær ein umhvørvispolitikk.
HETTA er sera gott, ti vit vita, at
uttan at oll mannaættin frá minstu
til storstu tjóðir tekur annað skinn
um bak, so kann dálkingin gera
enda á okkum øllum. Ídnaðurin
dálkar, ferðslan dálkar, heimsins
lungu (regnskógurin) eru illa fyri.
Jørdin og hennara atmosfera tykj-
ast troytt og slitin — ja, slítast meira
fyri hvønn dag, meðan nútímans
ídnaðarsamfelagið forbrúkar uttan
fyrilit. Vit fegnast um oljurikidømi eitt
nú í føroysku undirgrundini, og vit
lata samstundis eyguni aftur fyri tí
beiska veruleika, at brenningin av
olju og koli er ein hin storsta hóttanin
móti mannaættini — ein vandamikil
hóttan móti ozonfløguni.
TAÐ er við slíkum viðurskiftum í bak-
sýni, at vit eiga at fegnast um stór
og smá tiltøk, ið kunnu broyta okk-
ara hugsunarhátt og tilvit. Hetta er
galdandi fyri ráðstevnuna í Rio eins
og fyri ráðstevnuna í Norðurlanda-
húsinum. Allur bati bøtir og hug-
skotið við kappingunum um besta
undirvisingartilfar og reinastu
kommunu er eitt frålikt hugskot, ið
eigur at gerast fastur táttur. Vit
ynskja vinnarunum tillukku og gleða
okkum til tiltøkini, ið vónandi verða
í 1998.
Sosialurin
Ein ótomandi kelda
Umróðan og verjan av doktararitgerðini >Fylking< átti at verið á Tvøroyri,
skrivar Sverre Midjord
Ikki vardi tað arbeiðara-
fjøldina á Tvøroyri at teirra
slóðandi verk skuldi føra til
eina doktara ritgerð, men
tað var tað, sum hendi leyg-
ardagin tann 24/5 1997.
Tað at hetta kundi fara
fram er tí at virksemi teira,
sum løgdu stæði, er varð-
veitt í gerðabókum og skjøl-
um. Tað í sjálvum sær er
eitt bragd, tí tey sum heta
hava framt hava ikki havt
ta stóru skúlaútbúgving.
men tey hava haft ansvar
fyri at varðveita og skriva
niður, soleiðis at eftirtíðin
kann hava eina hóming av.
hvussu viðurskiftini vóru,
men tað verður bert ein
hóming. Tí kalda veruleika
fyri tey. sum slóðaðu, hon-
um kann næstan ikki sigast
frá
At verja eina ritgerð sum
hesa, og at verjanin fór fram
í Norðurlandahúsinum. vil
fyri mong verða hildin at
vera beint, at ramman um
stórhendingina skuldi vera
í Tórshavn. Her eri eg ikki
samdur, framløgan og tað,
sum víðari hendi, skuldi far-
ið fram á Tvøroyri
Har sum fakfelags hug-
sjónin festi røtur, søgan
skuldi verið umrødd, har
rótin rann.
Eg var staddur í Tórshyn
henda dagin og leitaði mær
niðan fyri at leggja oyra til,
og lat meg beinanvegin
siga, at rithøvundurin kom
sera væl frá sínari framløgu,
og eg vil ynskja honum til-
lukku við tí heiti, sum hann
grundað á søgu Fylkingar
hevur vunnið sær.
Verkið, sum bókin er
bygd upp um, eru skjøl hjá
Fylking, sum eru varðveitt
í hesi mongu ár, niðurskriv-
aðar hendingar stórar og
smáar, ein ótemandi kelda
um, hvussu vidurskiftini
vóru og stríðið fyri termum,
sum vóru á niðastu rók sam-
felagsins, áðrenn tey sjálvu
tóku róður í hond og bygdu
og stýrdu sínari egnu lagnu.
Og sannast má í dag, at til-
tak teirra hevur so havt við
sær, at tann nidasta rókin
ikki finst meira. Tað er
greitt, at granskanin av hes-
um verki Fylking er íkki
úttómt, tvørtur ímóti, tí bók-
in sum her er skrivað, kann
ikki taka alt vid, og tí verður
tað upp til rithøvundin at
avgera hvat hevur størsta
týdningin, hvat skal takast
við. Og tað í sjálvum sær er
sera torført. Skal eg finnast
at ella rættari sagt harmast
yvir nakað, so er tað, at ikki
meira er tíkið við um hitt
stóra fakfelagid, sum so
sanniliga hevur gjørt vart
við seg og sett síni spor, og
sjálvt um hetta sum er sett
á prent er ein ritgerð um
Fylking. so heyði tað ikki
verið av vegnum, um Fiske-
pigernes Fagofrening var
umrødd eitt sindur meira, ti
tað sum hesi fakfeløg hava
framt í felag fram til dagin
í dag, er fyrimyndarligt, og
tað er iki komið nóg týðu-
liga fram. Samarbeiði teirra
skuldi verið meiri umrøtt.
Fiskepigernes Fagforen-
ing er bert fimm ár yngri
enn Fylking og er líka
áhugavert søguligt at fáa
fram. Tað at tær útiarbeið-
andi mammurnar taka eitt
slíkt stig og frá fyrsta degi
av verður eitt tætt samarb-
eiði ímillum bæði feløgini
Og tað er grundarsteinurin
undir tí, sum seinri hendir á
Tvøroyri, bæði fakfelags-
liga og ikki minni vinnu-
hga
Ta tað í sambandi við
dømingina av verki Jóannes
Dalsgaards var sagt, at fak-
feløgini yvirtóku Mortens-
ens fyritskuna, so er tað
søguliga skeivt, fyritøkan
fór av knóranum og fakfel-
øgini yvirtóku ikki men
keyptu virkir og harvidøgn-
aðu sær síni egnu arbeiðs-
pláss, tey keyptu og løgdu
pengarnar á borðið, tey
guldu kontant fyri tað virk-
10, sum bleiv Arbejdernes
Travlerdrift stuttnevnt A.T.
Tað vóru uppspardir fel-
agspengar, sum tey keyptu
fyri, og helt hetta virkið
fram til fyrst í fimtiårunum
At tad før av knéranum
og eisini orsøkin til tað,
hevur sína syrgiligu søgu.
Tað at fakfeløgini í størstu
niðurgangstíð, heimurin
hevur kent til, at tey kundu
keypa og gjalda, sigur alt
um arbeiðarargrsluna á
Tveroyri.
Tað at vit í dag kunna lesa
og hartil hava fingið eina
doktaraviðgerð av hesum
søguligu hendingum, er tí
at alt er nidurskrivad, tad
sum er farið fram, og tað
sigur okkum, at tey, sum
stóðu á odda, hava verið
skilagóð. Tað er alt gjørt við
hondskriving, ongar teldur,
einki internet, og hetta vóru
vanligir verkamenn og
kvinnur, tey høvdu onga
akademiska útbúgving. Tí
er verkið meira vert, tí alt
er skrivað í bók, og hvert
skjalið goymt.
Tíðindablaðið Føroyatid-
indi sum var blað arbeiðs-
gevarans helt lítið um arb-
cidararørsluna og skýrði tey
í oddagrein >Uenighedens
fugle«. Hetta kom av beisk-
leika teirra, tí at arbeiðara-
fjøldin nú stóð saman. tey
gjørdu sínar skyldur og
kravdu sín rætt. Tí áðrenn
tey tóku seg í felagsskap,
vístu tey ongantíð, hvussu
teirra fíggjarligu viðurskifti
vóru, og heldur ikki hvat og
hvussu nógv teirra arbeiði
var vert í pengum. Tey
høvdu bert eina kontrabók
og í hana varð so tilskrivað
renta, tá hon var negativ,
men einki var tilskrivað, tá
tey áttu tilgóðar.
Hans. J. Debes bar saman
Fylking við eitt fakfelag
sum hevði verið í Tórshavn
og segði frá, at tað mest var
stovnað fyri at arbeiðarin í
Tórshavn eins væl og yvir-
klassin skuldi hava møgu-
leika at spæla kort.
Arbeiðarafjøldin á Tvør-
oyri sum kom úr flest øllum
bygdum her á landi, tey
høvdu annað at gera enn at
spæla kort, her var tað
spurningurin um at yvirliva
Og tað er tað, sum Fylk-
ing hevur framt og við fel-
ags tøkum hevur ført arb-
eiðarafjøldina á sjógvi og
landi, bæði fakfelagsliga og
politiskt á ovastu rók, har
tey hoyra heima
Tað var ikki bara tey fast-
búgvandi men her galt tað
alt samfelag, tað komu fólk
úr landsins bygdum flest
fyri á Tveroyri at lívbjarga
sær og sínum. Tað kunnu
enn tann dagin í dag førast
ættarbond til nærum hverja
bygd her á landi, tey komu
til Tvøroyrar, tí her var sum
skaldið Poul F. so ramandi
sigur tað >Her vóru virkini
og livikorini best«.
Tiverri skilti eg ikki nógv
av tí, sum tann íslendski
dómarin segði, her skuldi
verið tosa á norðurlendsk-
um ella enskum.
Í umrødu síni av bókini
um Fylking, sigur Petur M.
Rasmussen prestur á Tvør-
oyri eitt sindur um tey pol-
itisku vidurskiftini, og tað
er rætt, at suðuroyingar sum
heilt vóru sjálvstýrisfólk.
men við tað at sjålvstyris-
flokkurin ikki vildi góð-
kenna valevnið frá arbeiðar-
afeløgunum, so gjørdu tey
sín egna flokk, ein flokk
sum frá fyrsta degi av hevur
verið ein arbeiðara- og
fiskimannaflokkur, og hev-
ur vart tey áhugamálini. Tað
er ikki beint, tå Petur M
Rasmussen sigur, at arbeið-
arafjøldin vendi kirkjuni
bakið og fór til Brødrasam-
komuna
Tað vil altíð vera ein per-
sónligur spurningur og ikki
ávirkaður av teimum viður-
skiftum, sum fakfelagið
umboðaði, tí har vóru øll í
sama báti
Bókin um Fylking er
ótamandi kelda yvir hend-
ingar, tá arbeidarafjøldin
tók róður í hond og harvið
stýrdu sínari egnu lagnu.
Keldutilfarið vil í fram-
tíðini vera grundarlagið
undir kanning av livikorun-
um hjá verkafólkinum her
á landi, hjá teimum sum tá
vóru á niðastu rók, og sum
frá byrjanini skiltu, at eingin
livir av sjálvstýri ella sam-
bandi
Nú bleiv hetta bókaverk
umrett í Tórshavn og sagt
varð, at hetta var ein søgulig
hending, sum tað eisini er,
men tað hevði verið meira
náttúrligt at umrødan og
verjan fór fram har tað
søguliga hendi á Tvøroyri.
Sverre Midjord
BEITUHÚKAR í ymiskum støddum við
rustfríum svøvlum. Hava eisini 5 og 7
punds LODD. Tilboð verða givin.
Vinarliga ringið tlf. 75259