leygardagur 31. mai 1997síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 101 — 31. MAI 1997
Ongin fiski-
dagur må
takast
burtur
— Tad ber okkum illa til longur at
taka fiskifrødingar fyri fult, sigur for-
maðurin i Foroya Reidarafelag
GRÆKARIS DJURHUUS
MAGNUSSEN
Formaðurin í Reiðarafel
agnum, Jákup Sólstein
heldur líuð høpt vera í tosin
um um at skerja fiskidagar
nar hjá flotanum við 30 pro
sentum
Tað er fullkomiliga
burtur við at skerja fiskidag
arnar við nøkrum, sum bara
líkist 30 prosentum. Vinnan
tolir als ikki at fara niður í
tali av fiskidøgum. Tá sigla
í hvussu er ongi skip, hverki
stór ella smá. Heldur ikki
útróðrarbátarnir „yvirliva“,
verða fiskidagarnir skerdir,
sigur Jákup Sólstein
Hetta sigur hann í sam
bandi við, at ICES mælir til
at skerja royndirnar eftir
toski við í minsta lagi 30
prosentum. Síðani hevur
landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum, John Pet-
ersen, borið upp á mál, at
neyðugt verður at skerja
fiskidagatalið við umleið 30
prosentum
Ongi álit á
fisk m
Jákup Sólstein heldur onga
orsøk vera til, at taka til
mælini hjá fiskifrødingun
um í álavara
Í sambandi við fiski
skapin eftir toski kann ong
in í vinnuni longur trúgva
fiskifrødingum. Teir hava
so dyggiliga tikið feil áður
sigur formaðurin í Føroya
Reiðarafelag
Hann heldur, at toska
fiskiskapurin um stutta tíð
av sær sjálvum fer at minka
ICES hevði fund fyri
kortum. Har kom fram, at
illa ber til at siga, hvussu
stórur toskastovnurin á
landgrunninum er. Hildið
verður kortini, at hann er
oman fyri lívfreðiliga
minstamakrið
Jákup Sólstein heldur lítið hópi vera í tilmælunum hjá
fiskifréðingum
Kortini verður hildið, at
veiðutrýstið er alt ov høgt,
og lítið burðardygt. Tí mæl-
ir ICES til at minka veiðu
trýstið munandi
Faroe Seafood
3,3 milliónir í halli
Rakstrarroknskapurin fyri 1996 vísir eitt yvirskot upp á 580.000 krónur aftan
á vanligan rakstur, avskrivingar og fíggjarkostnað. Men úrslitið er góðar
triggjar milliónir krónur í halli aftan á óvanligan kostnað
Poul Michelsen, stjóri í
Faroe Scafood, og Sverri
Hansen, nevndarformadur,
síga í tíðindaskrivi, at tad
serliga eru tríggjar orsakir
til hallið hjá Faroe Seafood
Tap upp á partabrøv í P/F
Føroya Fiskavirking, P/F
frå 2. juni 1996, sum er
Roykivirkid i Alakeri, og
avskriving upp å goodwill i
Faroe France S.A. i Bou
logne sur Mer
Teir visa å, at Faroe Sea
food í 1996 keypti sølu- og
Mlutningsneuið hjá Arctic
Sea Fish í Boulogne sur
Mer í Fraklandi, og stovn
aði felagið Faroe France
Saman við Havnar Arb-
eiðsmannafelag stovnadi
Faroe Scafood partafelagið
frå 2. juni 1996 (Roykivirk
ið í Alakeri). Partapeningur
in var I millión krónur, og
500.000 krónur vóru tiknar
í ábyrgdarláni
Víst verður eisini á, at
Faroe Seafood Danmark A/
S hevur víðkað sítt virksemi
við eini pelagiskari deild í
Hirtshals (deild fyri upp
sjóvarfisk). Deildin skal
menna søluna ul eysturev
ropeiska marknaðin. Fyrr
tøkan hevur haraftrat sett á
stovn eina deild í Keyp
mannahavn, sum skal fáa til
vega verur til Samtakið á
altjóða marknaðinum
Faroe Seafood UK Limi
ted hevur í farna roknskap
arári víðkað virksemi fel
agsins og økt talið av starvs
fólkum
Ein partur av hesum í
legum hevur ávirkað Ovanl-
iga kostnaðin í 1996, og fer
etsini at gera tað í 1997, siga
teir báðir, stjórin og nevnd
arformaðurin
Marknadarvidurskiftini
Samlaða sølan hjá Faroe
Seafood í 1996 var upp á
781 milliónir krónur. Til
samanberingar var sølan i
fyrsta roknskaparárinum frå
19. juni til 31. desember í
1995 360 milliónir krónur
Sølan til Evropeiska
Samveldið var 633 milliónir
krónur, ella 81% av saml-
aðu søluni
Vilja á amerikanska
marknaðin
Tey tiltøk, sum Fiskasølu
Samtakið hevur gjørt á
marknaðinum og hevur æt!
anir at gera, er ein avgerandi
og neyðugur táttur i før
oysku marknadarføringini,
har málsetningurin er at
rakka høgu og stødugu pris
leguna. Hetta verður neyð
ugt, um føroyskur fiskur
skal virkast í Féroyum, og
fyri at so stórur partur sum
tilber av virdisøkingini skal
koma føroyingum tilgóðar,
siga stjórin og nevndarfor
madurin
Teir visa å, at sølan til
USA seinastu árini í stóran
mun hevur verið ávirkað av
avmarkaðari veiðu eftir
toski og hýsu. Vend er nú
komin í, og toskur og hýsa
fæst aftur á Føroyagrunn-
unum í stórri mongdum
Vit vilja hava fótafesti í
USA, og eru miðvíst farnir
undir at marknadarføra
FAROE blandadar vørur å
hesum marknaði undir
teimum prís- og valutatreyt-
um, sum marknaðurin setir
Dentur verður lagdur á
botnfiskasløgini tosk, hýsu
og upsa, bæði frá flakavirkj
um á landi og flakatrolar-
um, sum framleiða og frysta
umborð. Seinni verður út
boðið væntandi víðkað til
eisini at fevna um onnur
fiskasløg, siga Poul Michel-
sen og Sverri Hansen um
framtíðarætlanirnar hjá Far
oe Seafood
Fiolkon
Sunnudagin 6. kl
16.00 verdur åhugaverd
fiólkonsert í Listaskål-
anum við næmingum úr
Tórshavnar' Musikk-
skúla. A skránni er tón-
leikur úr frálærutilfarin-
um eftir navnframa jap-
anaran Shinichi Suzuki
Síðstu 2 árini hevur
Sámal Petersen undir-
víst eftir Suzukiskipan
ini og flest allir næm-
ingar hava spælt í 2 ár
ella minni. Næming
arnir eru frá 6 og upp í
15 ára aldur
Í apríl vóru tveir
næmingar niðri í Dan
og slættir
Mynstrutir
sert í
mark og luttóku í einari
stórari kapping fyri øll
klassisk tónleikatól
Kappingin fór fram á tí
kongaliga danska mus-
ikkkonservatorimum og
luttakararnir komu úr
øllum Evropa. Har vóru
tilsamans 107 børn i
aldrinum 6 til 16 år. Jona
Jacobsen fekk 3. pris og
Gudny Næs fekk dip
lom
Ferðina stuðlaðu Før
oya Landsstýri, Tórs
havnar Býráð og Ment
unargrunnur = Føroya
Løgtings
Konsertin er ókeypis
RS
INGA
STÓRT ÚRVAL * SKJÓT LEVERING
Prísir fyri parið
úr kr. 600,-