Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mai 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Å På Tað var við stórum áhuga, úlvar- nir settust at lurta eftir Hans Tór- garð, tá hann las brot úr bókini um Mowgli. Fyri fyrstu ferð kundu teir hoyra frásøgur úr bókini á góðum fóroyskum máli. Framman- undan hava onnur týtt leystliga úr Tey vóru fleiri hetta kveldið, ið ynsktu at fáa bókina um dreingin Mowgli, sum Rodyard Kipling hevur skrivað. Axel Tórgarð hevur umsett bókina til føroyskt, og sonur Axel, Hans Tórgarð hevur teknað mynd irnar í bókini Mynd. Grækans D. Magnussen Skótalið KFUMs hevur júst givið út bókina um søgurnar um Mowgli. Bókin er ivaleyst best kend sum „Junglibók- in“. Axel Tórgarð hevur umsett, og Hans Tórgarð hevur teknað GRÆKARIS DJURHUUS MAGNUSSEN „Junglibókin“ ella Segurnar um Mowgli, sum hon eitur á føroyskum, hevur verið nógv nýtt í skótaarbeiðinum kring allan heim. Hetta eru søgur um dreingin Mowgli, sum livir í „junglini“ mill- um úlvar og onnur djór Segurnar hóska væl til yngri børn, og eru eisini nógv nýttar millum yngru f i Mowgli tyddur til føroyskt skótarnar, úlvarnar Hesir yngstu skótarnar, úlvarnir, sum teir verða råptir, eru slík, ið ganga i | til og við 4. flokki í fólka- skúlanum Fyri mongum árum síð- ani vóru skótar bara slík, ið vóru fylt 11 ár og uppeftir Hildið varð tá, at nakað skuldi gerast fyri at fáa yngri børn við í skótaar- beiðið. Og tí komu úlvarnir inn í myndina. Fyrimyndin, ella nógv av tí, úlvarnir hava fingist við, er tíkið úr bókini um Mow- gli. Allir bólkaleiðarar hava nøvn úr bókini, og somu- leiðis er við úlvunum. Nógv av spølunum og ritualunum hjá úlvunum stava eisini úr „Junglibók- mi” Axel Torgard stovnadi ålvarnar Tað er ikki heilt uttan orsøk, at tað júst er Axel Tórgarð, ið hevur umsett bókina. Hann var nevniliga á ung- um árum virkin í skótaar- beiði, og hann helt tað vera upp á pláss, at eisini yngri børn skuldu sleppa upp í part. Tí var hann ein teirra, ið stovnaði úlvarnar. KFUM -skótarnir skipaðu fyri hugnakveldi í KFUM fyrr í vikuni í sambandi við útgávuna. Til staðar var millum annað Axel Tór- garð. Hann greiddi frá, at hann longu á heilt ungum árum gjørdist hugtikin av søgunum hjå Rudyard Kip- ling. — Longu meðan eg gekk í studentaskúla, hevði eg ætlanir at umseta søgurnar Men so fór eg til Danmark- ar, har eg gjørdi alt annað enn tað, eg skuldi gera. Samstundis vórðu onnur ævintýr givin út, ið líktust eitt sindur søgunum hjá Kipling. So umsetingin varð av ongum tá, greiddi Axel Tórgarð frá á sín vanl- iga, skemtiliga og sermerkta hátt Fyri nøkrum árum síðani fór Axel Tórgarð so av álv- Axel tórgarð hevði úr at gera uppi í KFUM hetta kveldið. Mong vildu hava hann at skriva navn sítt í nýútkomnu bókina „Sógurnar um Mowgli“, sum Axel Tórgarð hevur umsett. Tekningarnar í bókini hevur sonur hansara, Hans Tórgarð, tegknað Mynd: Grækans D. Magnussen ara at umseta Junglibókina Og fyri tveimum árum síð- ani fekk Skótalið KFUMs handritið til „Søgurnar um Mowgli“. Síðani hevur ver- ið arbeitt við útgávuni, og í dag er bókin ein veruleiki Kjartan Dalsgarð, sum hevur verið virkin innan skótaarbeiðið í nógv ár, segði eitt sindur frá tíðini, tá Axel Tórgarð var úlva- leiðari — Eg minnist eina ferðina, vit vóru á ferð vesturi í Vágum. Vit skuldu ein túr út í Mykines við einum 6- mannafari. Men veðrið varð soleiðis, at vit í staðin fóru á land í Tindhólmi, og gingu nakað niðan á Tindhólm. — Eitt sindur vátt var í veðrinum. Tá vit so vóru komin nakað niðan á, spurdi Axel okkum, hver mundi verða fyrstur omanaftur Síðani setti hann seg á eina leðurmappu, og skreiddi allan vegin oman. Og hann var fyrstur — Soleiðis var Axel Tór garð. Altíð hugnaligur, segði Kjartan Dalsgarð Svenning Tausen hevur rættlisið bókina. og Hans Tórgarð hevur gjørt frálíku tekningarnar = í henni Dimmalætting hevur prent- að, og Mentunargrunnur Studentafelagsins = hevur stuðlað útgávuni A samkomuni í KFUM í vikuni takkaði Axel Tórgarð Svenningi Tausen fyri hollan målsligan rættlestur Axel Tórgarð legði dent á, at tær stavivillur, sum nú eru at finna í bókini, hevur hann ábyrgdina av (villurnar eru kortini rættiliga fáar) Palli Mortensen, bólka- leiðari í Havn, er fegin um útgávuna. Nú ber til at lesa søgurnar á góðum føroysk- um máli. „Segurnar um Mowgli“ kostar 130 krónur, og fæst í bókabúðunum.