leygardagur 31. mai 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Q
Vikuskiftið
D)
Vikuskiftið
S 14
oktararitgerå
og populer-rit
- Vita tey ungu í dag yvirhøvur, hvat jólafundurin var fyri
ein fundur, spyr Finnbogi Ísakson í hesum ummæli. Hann
heldur. at bókin Petur Martin Rasmussen er ein góður
fórningur hjá teimum ungu, sum vilja vita nakað um mál-
ið, sigur hann
IN
Harrin forbi
U ført Á Før ur vr
eg kør
Mone er nr nú
Himlinur r
eg av danskari tungu
> DIE
men fáa vit førovskt! Eg
érji tað her
til Heljar fara tær flest
4
Hesi speisku orðini hjá Pål
F. haldi eg vera væl hósk-
andi inngang til nøkur orð
um bókina „Mangt er í
brøgdum vunnið“ eftir Pet-
ur Martin Rasmussen - ein
bók um tað drúgva strid,
sum var um at fáa føroyskt
inn í kirkju og skúla
Petur Martin Rasmussen
er prestur og doktar! í søgu
Í 1987 kom doktararitgerðin
út á prenti. Hon kallast
„Den færøske sprogrejsn
ing við undirheitinun
med særlig henblik på
kampen om færøsk som
kirkesprog í national og
partipolitisk belysning”
Hetta er drúgt verk, heilar
485 síður - og sum flestu
doktararitgerðir kanska nóg
so turrislig vidhvørt at lesa
hjá leikfólki. Tí hevur høv
undurin nú skrivað ein stutt-
an samandrátt av tí, sum
stóð í doktararitgerdini, og
umframt kirkjumálið viðger
hann eisini stríðið um
skúlamálið í bókini „Mangt
er í bregdum vunnið - um
politisku gongdina í mál
stríðnum.“ Henda bókin er
ikki so drúgv. einans 198
síður - og hon er skrivað
soleiðis, at ein og hver hev-
ur lætt við at lesa hana
Forlagið Sprotin hevur
givið út. Lagt til rættis og
ritstjórnað hevur Jonhard
Mikkelsen, hesin treysti
stríðsmaðurin fyri føroysk-
um máli. mentan og skúla-
skaf
Stríðið kyknaði tíðliga
Í bókin! er yvirlit yvir pol
tísku, mentanarliga, vinn
uliga samfelagsligu
gongdina annars, serliga í
19. eld og fram til 1939
Hetta yvirlit fyllir stivliga
helvtina av síðutalinum
Men høvudståtturin er mál-
stríðið
Mong munna hava ta fat-
an, at á jólafundinum í 1888
vóru menn samdir um at
verja Føroya mål, og at teir
fóru ikki hvor í sína ætt, fyrr
enn tjóðskaparkenslan
gjørdist politisk nøkur år
seinni, serliga frå 1906
Men so er ikki. Longu
áðrenn jólafundurin varð
hildin, tók kjak seg upp í
bløðunum, og tað vardi til
út á várið í 1889. Tað kom
fram longu tá, at menn vóru
ymiskir á máli: fór føroyskt
at troka danskt burtur og
Mangt er
í brógdum
vunnið ;
soleiðis byrgja føroyingar
av frá teirri ríku donsku og
norðurlendsku mentanini?
Í hesum fyrsta umfarinum
kom mestsum ongin bein-
leiðis mótstaða móti før-
oyskum fram, men fleiri
ivadust í, um tað var rætt at
gera undirvísingarmálið í
skúlanum og kirkjumálið
føroyskt. Og longu tå verð-
ur bent á, at Jóannes
Patursson vildi brúka mál-
spurningin politiskt.
Einstakir av teimum, sum
vóru við á jólafundinum,
lupu frá heilt stutt eftir fund-
in
- men fáa vit føroyskt!
Spjaðingin gekk skjótt
Fimm ár eftir jólafundin var
Hammershaimb, sum ber
orð fyri at vera faðirin at
skriftmálinum, og ferðaðist
í Føroyum. Hann hevði
ongantíð verið nakar tjóð-
skaparligur stríðsmaður og
prædikaði ongantíð á før-
oyskum - hann var målfrød-
ingurin. Á ferðini búði hann
hjá læknanum Boegh. sum
var andstødumadur hjá Jó
annes bónda, og vitjað
V. U. Hammershaimb
eigur æruna av føroysk-
um skriftmáli, og tískil
ein stóran part av æruni
av, at føroyskt kundi
mennast, sum tað gjørdi
danskar embætismenn. Aft-
aná kom fram, at tjóðskap-
armenninir vóru vonsviknir
av Hammershaimb.
Havnarprestur Emil
Bruun er eitt dømi um,
hvussu skjótt alt skifti í mál-
spurninginum. Í 1890 skriv-
aði hann, at føroyskt kirkju-
mål kundi verið til „en
mægtig åndelig vækkelse.”
I 1894 - årid eftir vitjan
Hammershaimbs - er vent i
holuni: hann fer í Halgubók
at leita eftir grundgevingum
ímóti føroyskum sum kirkj-
umåli. Dregur fram Paulus,
Bábelstornið og Pætur a-
postul og kemur sambært
Petur Martini til, at ,, Guds
bannlýsing liggur á tjóð-
skaparrørsluni og gøllum
royndunum at fáa føroyskt
til kirkjumál. ”
Niðurstaðan hjá høvund-
inum er, at „féroyskt er
synd“ sambært Emil Bruun
Tann gåtuføri Andrass
Eitt annað dømi um ta Ótrú-
ligu gongdina í málstríð-
num er Andrass Samuelsen,
sambandshøvdingi og fyrsti
løgmaður undir hemastyr-
inum. Hann var í nøkur ár
so føroyskur, at hann skriv-
aði seg Andrass Sámalsson
Men eisini hann skifti
stóðu, tó ikki so brádliga
sum Emil Bruun. Tað vísir
hetta brotið úr bókini
„Tað er í sambandi við
hetta mál á tingi í 1906 og
-07, at ein nýggj stjórna
kemur upp å sambands-
himmalin, og tad er Andr-
ass Samuelsen. I 1890-åru-
num var hann bladstjøri å
Feringatíðindum. Tá ið
málspurningurin var fyri á
tingi í 1906-07 sigur hann,
at hann nú sum tá heldur
tað vera rætt og ynskiligt,
at prestarnir duga føroyskt.
Tí vil hann fegin hava ein
kapellan, sum er førur fyri
at halda føroyska gudstæn-
astu. Hann vónar og gleðir
seg til, at fóroyingar semj-
ast um, at móðurmálið fer
at hoyrast í kirkjunum, „for-
di vort modermál er og bli-
ver den nøgle, der bedst luk-
ker op til følkets hjerte-
rum". Eyguni å Jøannes
bónda strálaðu, tå id hann
hoyrdi Andrass røda og helt
fyri, at nú var hann, sum eg
kendi hann fyrr í tíðini, tá
vit stóðu lið um lið sum góð-
ir førovingar. Konoy frødd-
ist um, at Andrass var „gen-
opstået i forklaret skikkels
e“. Men ikki sluppu Jóann-
es og Konoy at vera leingi í
paradisi, tí Andrass helt
fram, at valdømi hansara
hugsaði ikki sum hann, og
tí fór hann hóast sína egnu
sannføring at atkvøda ímóti
uppskotinum um føroyskt í
gudstænastuni „af partipol-
itiske grunde”. Hetta er
fyrstu ferð, tað verður sagt
hart og týðuliga, at nú er
partapolitikkur komin upp
í spurningin um føroyskt
mál i kirkjuni. ”