leygardagur 31. mai 1997síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vikuskiftið Ð Vikuskiftið Síða 17
Harðskapur og mann
ODDVØR JOHANSEN
Lat okkum kalla hann Jogv-
an - eitt gott vanligt føroyskt
navn. Jógvan er min heim-
ildarmadur, og hann hevur
sitið í fullibrummuni í nátt
Hann er kanska ein "gam-
al kenningur hjá politi-
num”? Spyrja tygum. Nei,
Jógvan er ikki ein gamal
kenningur hjá politiinum
Hann er ein vanligur ungur
maður, sum var eitt sindur
troyttur av at ganga í skúla
og sum heldur vildi arbeiða
við kroppinum og hondun-
um. Honum dámar sera væl
kríatúr, at vera á floti, og
hann elskar at búgva í Før-
oyum
Tá hann var umleið fjúrt-
an ára gamal, fór hansara
elskaða fødiland "av knór-
anum”. Tey næstu sjey árini
(í hesum aldrinum eru 7 ár
eitt heilt lív) hoyrdi hann
teir føroysku loftmiðlarnar
júka fleiri ferðir um dagin
tíðindi um kreppu, svindil,
fallitt, fiskaloysi, korrupti-
ón, arbeiðsloysi, harðskap,
flyting av landinum etc. Og
ikki skuldi verið undarligt,
um Jógvan fekk tann pínu-
fulla tankan í høvdid: hevur
landið brúk fyri mær og
mínum javnaldrum, ella?
Hann hevur eygu at
hyggja við og hann sær -
eins og eg sjálv - at upp úr
øskuni er risin ein nýggjur
yvirklassi, ein øtiligur yvir-
bygningur í Føroyum. Men
Jógvan er optimistur um ein
háls; hann arbeiðir viðhvert,
fær sosialhjålp viðhvert,
Um nú nakað er um tað, sum eg her havi skrivað, um tað ikki bara er insinua-
tiónir, so hava tygum - harra fúti - eitt ålvarsamt »forklåringsproblem«,
skrivar Oddvør Johansen m. a. í hugleiðingum í dag
roykir (tíverri) eina feita
vidhvørt, ballast, er forelsk-
aður upp um bæði oyru, og
í honum býr ein longsul eft-
ir kærleika, egnum heimi og
eftir at skapa sær lukkuna -
við teimum evnum Skapar-
in gav.Men í gjárkveldið
gekk galið.
Teir (politiid) hildu hann
hava "okkurt" uppi á sær,
hann var haraftrat fullur og
vildi ikki síga, hvussu hann
æt.
Inn í bilin - út á politistød-
ina - inn í fullibrummuna
Úr klæðunum. Í hesum
kalda rúminum lá hann so
um náttina, í T-skjúrtu og
boksarasjortsum.
Hava tygum nakrantíð
sæð hesa umtalaðu fulli-
brummu? Um tygum ella eg
skuldu komið í ta ólukku-
ligu stóðu at verða blakaður
inn higar, so skula vit vita,
at tað er eitt rúm úr betongi.
Lítið vindeyga er í erva -
rímar fyri - og ísakalt er
inni. Har er ein betongbrík
við eini madrassu og tveim-
um teppum. Mitt á gólv-
inum er ein jarnrist, har tyg-
um og eg verða biðin um at
míga i! Gólvið er ikki ný-
vaskað, har er stadnað land
allastaðni, og uppi í einum
horni lúrir eitt elektroniskt
eyga eftir okkum
Oivad er eitt aldursmark
fyri, hvussu ungur ein kann
vera fyri at uppihalda sær í
hesum stinkandi rúminum.
Ég veit um ein,sum bara var
14 ár, tá hann var her eina
nátt
Jú, men, tínir heimildar-
menn munnu ikki vera
Guds bestu børn, siga tyg-
um. Hartil kann eg bara
svara, at ein heimildarmað-
ur er ein heimildarmaður
Heilar doktararitgerðir
verða í dag vardar við van-
ligum heimildarmonnum og
kvinnum sum keldu; tað
verður roknað fyri at vera
nóg gottt, og so statt haldi
eg eisini mínar keldur vera
álítandi
Oftani spyrji eg meg
sjálva, hvar alt hatrið er
byrjað. Allur harðskapur er
hatur. Alt herverk er hatur;
men hatur hevur tað við at
snúgva sær á og raka eina-
mest hann, sum hatar. Hann
verður onkusvegna sjúkur
av tí , so ella so - lukkuligur
er hin hatafulli ongantíð.
Tå ein hcimildarmadur
sigur fyri mær, at politiið
brýtur lógina viðhvert, havi
eg ilt við at trúgva ti.
Eg havi sjálv bara gott at
bera teimum politistum, eg
havi havt við at gera, og eg
havi altíð hildið, at politiid
er nakað, eg kann hava álit
á. Nakað eg trygt kann
ringja til , um á skuldi stað-
ið
Men eingin er fulkomin -
heldur ikki løgreglan, og
hon må tola kritikk av sín-
um arbeiði. Tað mugu øll
onnur í samfelagnum.
Tá ein annar heimildar-
maður (í grønjakka) fyri
fýra árum síðani eina myrka
vetrarnátt við kavaroki fer
tvørtur um vegin í Steina-
túni, meðan ljósið lýsir
reytt, ånar hann ikki, at
hann verður eygleiddur. Bý-
urin er púra oyðin. Men ein
politibilur strýkur knappliga
undir liðina á honum, og
tann stutta samrødan endar
við, at hann verður hivaður
inn í bilin, sum koyrir út á
Norðasta Horn. Har verður
hann blakaður út við orð-
unum: Nú kanst tú sleppa
at ganga heimaftur
Ég má viðganga, at eg
havi ilt við at trúgva honum
Heldur ikki fái eg meg til at
trúgva, at ein politistur hótt-
ir nakran eftir lívinum. Men
ein heimildarmaður mín,
sum skuldi niðan í rættin,
fekk beint áðrenn at vita, at
um hann ikki fortaldi alt,
hann visti, skuldi politist-
urin drepa hann.
Eru vit í Føroyum, spyrja
tygum. Jú, tað eru vit.
Kann tað passa, at politi-
hundarnir leggja á fólk og
bíta tey? Eg veit um ein,
sum bleiv illa bitin, hóast
hann sat stillur - bebba-
ræddur - og onga mótstøðu
gjørdi.
Fólk verða eisini bukað,
hóast eg og tygum íkki fata
tað.Ein gamal kenningur
hjá politiinum sigur, at hann
( fyri uml 3-4 árum síðani)
bleiv tíkin inn í eitt rúm.
Síðani bleiv hann ballaður
inn í eitt teppi, og aftaná tað
bukaður við lurkum.
Fleiri dømi liggja framm-
an fyri mær á børdinum -
lat meg enda við honum,
sum kom við skallabroti og
við ongum viti út á skaða-
stovuna. Læknarnir fingu at
vita, at hann var dottin.
Verða fólk pind i Føroy-
um? Nei, siga vit øll, og vit
hava sera ilt vid at tnigva
slikum, sum eg her havi
greitt frå.
Menniskju hava altid havt
ilt við at trúgva, at onnur
vera illa viðfarin. Tað gav
at bíta undir seinasta heims-
bardaga: eingin vildi trúgva
ræðuleikunum, ið fóru
fram. Tak Jugoslavia. Fyri
bara trimum árum síðani
hevði Europa sera ilt við at
trúgva, at fólkamorð vórðu
framd har. Og hver trýr, at
granni hansara bukar
konuna? Vit muga hava lóg
og landaskil í Føroyum. Tað
haldi eg eisini. Tað skal vera
ólógligt at gera seg inn á
sakleyst fólk, tað er ólógligt
at stjala, at handla við eu-
foriserandi evnum; tað er
eisini ólógligt at svindla við
partabrøvum og at snýta
landskassan, at arbeiða
svart, gjalda undir borðið,
taka móti mutri. Og tað er
betryggjandi, at vit hava
lógir.
Men um nú tygum ella eg
koma at bróta onkra lóg; um
eg stjali, um eg eri avdottin,
um eg hótti onkran eftir
lívinum, um eg berjist við
politiið, so má eg kortini
verða viðfarin sum eitt
menniskja, hetta má vera
mín tryggleiki við at búgva
í Føroyum.
Og her koma mínar krit-
isku viðmerkingar.
Kann henda, at mínir
heimildarmenn eru vorðnir
heilaskaddir av misnýtslu
og hatri og hava fylt meg
við lygn. So kunna tygum
og eg og øll liva trygt víðari
f økkara egna litla paradisi,
har bæði rósur og liljur
grógva væl. Og hesar heim-
ildarmenn hevði eingin,
eingin nakrantíð lurtað eftir
aftur. Teir vóru um ævir
dæmdir - fordømdir - og
fingu ilt við at fóta sær aftur
sum erligir landsmenn.
Men um nú nakað er um
arættindi
tað, sum eg her havi skriv
að,um tað ikki bara er in
sinuatiónir, so hava tygum
harra fúti - eitt álvarsamt
”forklåringsproblem”
Ein fúti må hava góðar
tegnar. Moralskar og pro-
fessionellar tegnar við
miðal hampa intelligensi.
Og um nú hesin harðskapur
fer fram aftan fyri fasaduna
í Jónas Broncksgetu, so må
tað steðgast. Heilt einfalt -
stedgast!
Tad er ti, at eg - eftir at
hava himprast leingi, taki
pennin í hond. Tí hver tryr
einum heimildarmanni, sum
er skeivur, fullur, fåtækur,
heilaskaddur ella ein gamal
kenningur hjå politiinum?
Her er staðið til at slåa fast,
at einhvør ivi skal koma
hesum persóninum úil
gagns.
Fullibrumman skal íkki
vera nakað hotelrúm, men
hon má verða vaskað hvønn
dag og ein w.c.kumma sett
inn. Vit eru ikki í Congo
men i Føroyum.
Buking av menniskjum
vid lurki, vid ella uttan
teppi, må ikki koma fyri. Vit
eru ikki í Burma.
Og at hótta kriminellar
klientar eftir lívinum er óet-
iskt og kann als ikki tole-
rerast!
Sanniliga man tad ikki vera
lætt at vera politistur f eini
ógvusligari løtu, men hógv
og disiplin má vera til stað-
ar. Tað hjálpir einki, at lata
innistongdar agressiónir
ganga út yvir fólk, sum
frammanundan hava ríkiligt
at dragast við.
Disiplin og hjarta. Hevur
ein politistur mist sítt hjarta,
má hann heldur fáa sær ann-
að arbeiði