Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mai 1997síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vikuskiftið Vikuskiftið Stórsti árabátur sum er smíðaður í hesi øldini verður flotaður í dag Vágbingar og norðmenn kveiktu hugin hjá tvøramonnum at smíða ein seksæring eftir gomlum, føroyskum sniði. Seinnapartin í dag verður hann drigin á sjógv Nú KOMIN Í ig KIOKKa € 3 gi Kk Cr € þ smíðað Øs Seksæringurin er smíð aður í gomlum, føroyskum sniði Og ta er samstundis sum kveiktu hugin hjá teim um at fara undir hetta tiltak Vágbingar høvdu gjørt eitt stórt arbeiði at varðverta teir gomlu grindabátarnar og norðanfyri høvdu teir smíðað Greip Men á Trongisvágsfjørði áttu vit ongar, slíkar bátar og satt at siga kendist tað eitt sindur fátæksligt og tómligt. sigur hann Hann sigur, at so hendi tað i 1994, at hann, og nøkur onnur vóru eina ferð inn- anskers í Noregi við tveim- um føroyskum bátum. Har komu teir eisini á onkra træ- båtastevnu — Norðmenn vóru heilt hugtiknir av ti føroyska bát- inum og tað endaði vid, at eitt norskt bátafelag kom higar á Olavsøku árið eftir. Helgi Enni sigur, at tá var tað at tankin av álvara fór at búnast hjá honum og Ernst Petersen um at byggja ein bát og tí endamálið varð bátsfelagið Tjaldrið stovn- að Øll kunnu verða limur í felagnum og fáa ert ogn- arbræv í felagnum fyri 1000 krónur. Í løtuni eru um 70 limir í Tjaldrinum Hele: Enni sigur. at tey vilja hava so nógvar limir sum gjørligt Vildu lata viðin A førova ferðini hjá norð monnum vóru vit onkra út 3 føroyskum bátum va. vóru vit vid 12 før yskum båtum i Hvann haga Tå frættu teir um ætl anina at byggja ein bát og teir settu ordiliga ferð á, tí teir søgdu, at vildu vit byggja ein føroyskan bát skuldu teir lata viðin, tí onk ur teirra átti ein heilan skóg Dy erk Táið norðmenn komu herm- aftur, varð vidurin høgdur og lagdur at turka og tá ið vit fingu hann í fjør, varð hann bæði turrur og sund- ursagaður Felagið heitti so á báta- smiðin Johan Olsen og hann vildi fegin átaka sær at smíða bátin. Fyrst í januar í ár byrjaði hann uppá bátin og í dag er hann so liðugur. Báturin er úr furu, men kjølurin er úr eik. Men til stuttleika eru nøkur bond úr føroyskum viði uppíí.. Hann er 30,5 føtur langur og so vítt tey vita, er eingin stórri árabátur smidadur í Føroyum í hesi øldini, ti vanligur seksæringur er 28 føtur Helgi Enni sigur, at teir hava verið í Sandvik og hugt eftir Norðslýsinum, sum er eitt stórt 10 manna- far, men sum ein rgð afturat Tað er gjøgnumført dygdarhandverk, bátamiðurin, Johan Olsen leggur úr hondum varð sett í. Og nú teir smíð- aðu henda bátin, hava teir skeitt eitt sindur eftir mát- unum á Norðlýsinum Seksæringurin er dømi um føroyskt bátasmíð, tá ið tað er allarbest. Talan er um gjøgnumført dygdarhand- verk og hann er ein fragd fyri eygað. Alt fellur so væl saman, at tað fæst ikki eitt rakiblað inn ímillum nakra- staðni Har eru eisini nógvir smá- lutir við, sum gera, at bát- urin skarar framúr. M.a hevur hann æsingarknæð í báðum stavnum, sum teir gomlu bátasmiðirnir brúktu, men sum nógvir eru ging- nir burturfrá fyri at gera tað lættari Seglið til bátin hava tey lænt frá vikingaskipahøllini i Roskilde, ti seglini, sum Tjaldrid letur seyma å segl- virkinum i Klaksvik, eru ikki liðug enn Fer til Havnar Eitt sindur verður gjørt burturúr nú báturin verður drigin í dag. Tá ið hann er drigin, verð- ur róð vestur í pakkhúsið á Tanganum, har almenn måttøka verður við kaffi og pannukakum Viðrar, er ætlanin at rógva til Havnar í morgin. Har skal báturin dragast og før- ast nidan til Nordurlanda- húsið, har hann skal standa uttanfyri imedan oljuråd- stevnan er Saga Petroleum hevur studlad båtinum figgjarliga og teir vilja fegnir hava båt- in norður at visa fram. Eisini Føroya Spasrikassi hevur stuðlað bátinum, og Gudmund Mortensen hev- ur latið teimum tað gamla pakkhúsið á Tanganum til neyst. Í allán vetur hava tey ar- beitt uppá at umvæla húsið og tað er ein sera stór og týdningarmikil gáva, tí tað er umráðandi at hava neyst. Neystið er stórt, við grundstykkið rundanum Og síðani bátsfelagið fekk húsið, hava tey fingið fleiri aðrar bátar at varðveita og ætlanin er, at tað, sum frálíður skal verða eitt veruligt båtasavn. M.a. hava tey fingið fýramannafarið Skemming úr Sandvík Somuleiðis er eitt fýra- mannafar og eitt seksmann- afar við motori i, komið av Tvøroyri. Og teir hava eis- hjá tverafólkið, sum verður drigin og navngivin í dag, er størsti árabátur, tey vita um, er smiíðaður i Føroyum í hesi øldini ini fingid sermerkta båtin Catch, sum er smidadur vid koparseymi úr furu í 1910 á verkstaðnum Undir Heyg- num á Tveroyri við fyri- mynd í útlendskum kapp- róðrarbátum. Helgi Enni sigur, at onkrir aðrir gamlir bátar eru, sum tey vita um M.a. vónar hann, at sand- víkingar taka sær um reigg) og gera Norðlýsið í stand og varðveita hann í bygdini, har hann hoyrir heima Helgi Enni sigur, at ætl- anin er, at seksæringurin skal verða brúktur so nógv sum gjørligt og øll, sum vilja, sleppa at royna seg