leygardagur 31. mai 1997síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vikuskiftið Vikuskiftið
Síða 2|
Ilvild
Um måtstøduna hjá Russlandi móti at Nato verður víðkað
eystureftir, visti Útvarpið nú ein dagin at siga, at politikarin
brúkti høvid til at visa »illvild Russlands« móti víðkanini
Nú er tað so, at tad at vera ímóti onkrum og tað at vilja
onkrum ilt ikki er tað sama. Vit kunnu vera ímóti øllum
møguligum, uttan at:tað liggur nakað ilt í tí. Men tað at
vilja ilt er sjálv definitiónin upp á óndskap. Paulus sigur,
at tað góða, sum eg vil gera, tað geri eg ikki, men tað illa,
sum eg ikki vil gera, tað geri eg
Vit hava fleiri sagnheildir av sama slag sum at vilja ilt
lova ilt, biðja ilt, trúgva ilt, fáa ilt, gera ilt osfr
Í orðabókini hjá Chr. Matras og M. A. Jacobsen frá
1961 verður 'illvild" lýst soleiðis: fjendtligt sindelag
fjendskab og 'illvildarmaður': ondsindet person
Sambært útvarpinum er tað av óndskapi, at summi tvast
um, hvussu gott tað er at:fara upp í ein våpnafelagsskap
Aðrar grundir kundu hugsast. Men tað er nokk hvorki
moralfilosofi ella militerstrategi, sum liggur aftan fyrr, tå
ið útvarpið sígur illvild í staðin fyri mótvilji. Orsøkin er
tann einfalda, at mótvilji líkist tí danska modvilje. Ti kann
tað ikki sigast. Hinvegin er einki danskt, sum eitur >ild
vilje« - altso er illvild tað rætta orðið
Eingin vil útvarpinum ilt. Øl vilja hesum henta stovni
væl. Men nógv hava mótvilja móti einum skervum og
mishåttum málburði. Til dømis hava tey avkubbaðu kenni
orðini og tey øvutu hversfallsliðini sitt pláss í serligum
samanhangum (Gamla Anna, mamma mín), og tí er tað so
øgiliga skeivt at vilja breiða tey út til alt málið
Russlands mótvilji móti Nato-víðkan hevur einki við
óndskap at gera. Tað hevur málbrúkið hjá útvarpinum
heldur ikki. Men tað vísir ein kunstigan, ógrundaðan
mótvilja móti at brúka normalt nútíðarfsroyskt; og tí gera
vælmeinandi tíðindafólk ofta tað illa, sum tey ikkt vilja
gera, og ikki tað góða. sum tey vilja gera
hj
Skrivstovustarv
Søkt verður eftir fólki at arbeiða á skriv-
stovu felagsins.
Starvid er fjølbroytt og fatar bæði um
skrivstovuarbeiði og bókhald.
Felagið nýtir bókhaldsskipanina Con-
corde.
Umsøkjarin skal hava royndir innan
bókhald og tekstviðgerð, hollan kunn-
leika til føroyskt mål og duga at ar-
beiða sjálvstoðugt og at samstarva við
onnur.
Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi
hevur læraraútbúgving og hevur áhuga
fyri yrkisfelagsarbeiði, men tað er tó
eingin treyt.
Lønar- og setanartreytir sambært sátt-
mála við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til skrivstovu felagsins,
telefon 16863.
Skrivlig umsókn skal vera Føroya Lær-
arafelag í hendi í seinasta lagi 16. juni
1997.
KROSSORÐAGÁTA
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: ÆTLINGUR
+
|
——
|
an
hs IMR I
+
er kros: áta í um. Drigið verður millum réttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hverja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta
leygardagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn - og viðmerkið »Krossordagåta nr. ...< á bjálvan.
Vinnari: Kathrina Olsen,
Undir Hálsi,
700 Klaksvík
Loysunar-
ON ssssrsessisssarr átaka
NANI: OR
Bústaður:
BYGJDÝUR „ssssskereri ar sbr
Lesið foroyskt — hugsið føroyskt!
Frá
BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
O Ljésini slókna
J Søgur úr Port Janua
Frå
Á FØROYA
SKULABOKAGRUNNI:
DO Samfelagsfrødi 1. Tú og samfelagið
Bøkur og annað tilfar
— bæði innan og uttan skúlagátt.