leygardagur 31. mai 1997síða 33
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tema
Thorvald
Stoltenberg:
Tit kunnu
samstarva
við norð-
menn
Mark
Shrimpton:
Brúkið
oljuvinnu
til at
jøltåtta
búskanin
Til Stav-
anger at
lesa olju-
verkfróði
Helgi Joensen:
Sláið kalt
vatn í
blóðið
Stór re-
portasja
úr Florø
* =
jeg z« Þú gl en
ÆG 5 2 2 AÐ
32 sidur
åer -
i på %
LY
| Úrslitið stóran týdning
fyri oljuleiting við Føroyar
tíðindablaðið sosialurin, leygardagur 31. mai 1997
… se0e0os0s090900900090000.00.00 00.00 00.00.00 00 00.00 00.00.00. .00.00.00.00.0. 00.00. 00.00.0900. GSG GSG GQ SSSGSSSZSSS
Um tvær vikur fæst at vita, um BP hevur rakt við olju í tí fyrstu kelduni, sum er borað á
djúpum vatni í norskum øki. JarOfrødiliga er hetta økid - Vøring í Norskahavinum - sera
meinlikt føroysku undirgrundini. Saga Petroleum, sum er sponsor fyri oljurådstevnuni í
Norðurlandahúsinum í næstu viku, er við í hesi spennandi boringini.
Jan Múller
Ein tann mest spennandi oljuboringin á
norska landgrunninum síðani 1980. Soleiðis
verður boringin, sum BP stendur á odda fyri
úti á djúpum vatni út fyri Midnoreg, nevnd
Talan er í nógvar mátar um eima koll
velting í oljuvinnuni. Nú møguleikarnir at
finna nýggj oljufelt í Norðsjónum minka
seta norðmenn og eisini nógv útlendsk olju
feløg sítt álit til tað stóra nýggja ekið,
Vøring- og Haltenbassengini út fyri Mið
noreg ella rættari í Norskahavinum
Kanningar av ymsum slag hava verið
gjørdar í flein ár í hesum jomfrúskinum,
sum tað av góðum grundum verður kallað í
oljumáli, tí enn hevur eingin kelda verið
borað har og tíansheldur nøkur olja
staðfest
Í fjør varð so latið upp fyri tí 15. lisens
runduni, sum fevnir um partar av hesum eki
ið tilsamans er størni enn Norðsjógvurin og
ti kann goyma ómetaliga stórar nøgdir av
bæði olju og gassi
s.109sasSsnSSGSGsGSSssSeILLLLSLESES:=:PSCS6SSSSSSSSSSGGSGGSGSGSGSGSGGgSGGGSGGSGSGSGGGGGGSGSGSOSGSSSS5RSSLSSLS.S..:..
Seta stórar vónir til ekið
Norska stjórnin setir sera stórar vónir til hetta
økid, og í løtuni eru øll eygu vend móti
boriholinum úti á 1274 metra dýpi, umleið
300 kilometrar úr landi
Talan er um fyrstu boringina á djúpum
vatmi í norskum øki nakrantíð. Tað sigur
ikki so lítið, at størsta dýpið borað hevur
verið á higartil, er niðan fyri 800 metrar
Jan Erik Geirmo, kunningarstjóri hjá BP í
Noregi sigur við Sosialin, at teir eru sera
spentir um hesa boringina. Byrjað varð at
bora 19. apríl og longu 23. mei komu teir
3000 metrar niðri í undirgrundini - niður á
sandsteinsreservoir, har teir seta vónir sínar
til at finna olju ella gass. I løtuni eru teir við
at kanna kjarnuroyndir og gera trýstmáting
ar
Tad fer at taka einar 2-3 vikur, áðrenn teir
kunnu siga nakað við vissu um eitt møguligt
fund. BP hevur annars gjørt sítt forarbeiði
væl við sera neyvum seismiskum kanning
um. Nú vóna teir so at treffa við olju. Tað er
tó meira sannlíkt, at teir finna gass. men
einki kann sigast enn. Hini feløgini, sum
eru við í hesi boringini, eru Esso, Statoil og
Saga. Boringin er ætlað at vara í einar 80
90 dagar
Tað er eingin annar enn ein gamal kenn
ingur frá Atlantsmótinum, sum verður
brúktur til boringina, nevniliga boripallurin
Ocean Alliance, sum hevur verið vid at finna
stóru oljukelduna skamt frá føroyska
markinum, Foinaven
Fyri oljufeløgini, sum eru áhugað í at bora
í føroyskum øki, er boringin hjá BP á Ver
ing-håslættanum, ein týðandi brikkur í øllum
tí stóra puslispælinum, sum ber heitið „The
Atlantic Margin“. Tí hildið verður fyri vist
at jarðfreðin á djúpum vatni í Norska hav
inum líkist henni í føroysku undirgrundini
Tí kann úrslitið av boringini fáa stóran
týdning fyri bæði áhugan og virksemi á
føroyska landgrunninum
Men hóast boringin einki gevur, so er hon
bert ein av fleir ødrum boringum, sum ætl
anin er at gera í ár í næsta ár í øllum hesum
nýggja økinum
Mest spennandi boringin á norska
landgrunninum í skjótt 20 ár: