Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-31, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mai 1997síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2 > Tema tíðindablaðið sosialurin, leygardagur 31. mai 1997 Leidari tíðindablaðið sosialurin temablað um oljuvinnu, leygardagur 31. maí 1997 ábyrgd: jan måiller layout og uppseting: eyðun klakkstein lýsingar og sela: maria brødraberg temablaðið í sambandi við oljuráðsteynuna í Norð- urlandahúsinum er partur av tíðindablaðnum sosialinum leygardagin 31. maí tíðindablaðið sosialurin, box 76, 110 tårshavn telefon: 11820 telefax 14720 e-mail: sosialur 2 olivant.fo Føroya Løgting fer til heystar und- ir viðgerðina av uppskotinum, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur gjørt um ein framtíðar før- oyskan oljupolitikk. Hetta fer at seta stór krøv til okkum polit- ikkarar, tí fyri tað fyrsta er måls- ekið rættiliga ókent og fyri tað næsta, so kenna vit ikki út í æsir tær fylgjur, sum ein slík vinna fer at hava á føroyska samfelagið upp á gott og ringt. Bæði tá tað snýr seg um verandi vinnur. okkara búskap. okkara umhvervið. okk- ara mentan o.s.fr. Men í mun til aðrar, Ld norð- menn, danir og onglendingar, so hava vit tann fyrimun, at vit kunnu læra av teimum royndum, sum aðrir hava gjørt. Her verður sjálv- sagt bæði hugsað um tær góðu royndirnar, men eisini tær óhepnu royndirnar, sum aðrir m.a. okkara grannar hava gjørt. Hetta má eisini verða ein týðandi táttur av tí pol- tísku viðgerðini á tingi Men fremst av øllum mugu vit politikkarar royna at læra so nógv um málið, sum gjørligt er. Fyri eina og hverja politiska ella aðra avgerð er tað av týdningi, at teir, Kunnleiki og orðaskifti BERT tríggjar mánaðir eftir, at tann fyrsta stóra oljuráðstevnan í Føroy- um varð í Norðurlanda- húsinum, verður nú aftur lagt til brots við eini eini oljuráðstevnu. TAÐ er Føroya Olju- ídnaður, sum hevur tikið stig til báðar hesar ráð- stevnur saman við út- lendskum oljufeløgum. SOSIALURIN, sum hevur roynt at fylgja við gongdini í tí stóra og áhugaverda „oljumáli- num“ frá byrjan, gav út temablað til ráðstevnuna í mars. Hetta varð so væl móttikið av lesarum og lýsarum, at vit hava av- gjørt at gera enn eina roynd við einum tema- blað. EFTIR okkara tykki er tað altumráðandi, at før- oyska samfelagið er væl fyrireikað uppá eina so stóra avbjóðing sum ein oljuvinna er. EIN fyrireiking kann vera so nógv. Ein týð- andi partur av henni er tann umrøda og tann å- hugi, sum fjølmiðlarnir vísa málinum. VÓNANDI kann eitt temablað sum hetta tit her hava í hondini vera eitt íkast til hesa fyri- reiking - júst á sama hátt sum ein ráðstevna kann vera tað. VIT hava heitt á fleiri fólk bæði í Føroyum og í útlandinum at siga sína hjartans meining um hetta stóra mál. Ætlan okkara er at fáa vidgjørt málið so breitt sum til- ber. Bæði hvørjar møgu- leikar henda nýggja av- bjóðing hevur við sær - og hvørjir vandar lúra í kjalarvørrinum á einum oljuåtviklingt. TAÐ er so eisini ætlan okkara, at skrrvingin í blaðnum dag um dag og temablað sum hetta kunnu vera ein góð barr- last hjá politikarum, sum skulu til at lóggeva á økinum - men eisini hjá fólki annars í flest øllum liðum í samfelagnum, sum so ella so fara at hava eitt tilknýti til nýggju vinnuna í fram- tíðini. VIT ynskja Føroya Olju- ídnað, Saga Petroleum og annars øllum Føroya fólki eina góða ráð- stevnu. ………… ec scs0202020cs sc cs cs 0 00 cs 0 00 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 00 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 000 GG GS Fáið fyrst skil á høvudsvinnuni, áðrenn oljuvinnan kemur sum avgerðirnar taka, hava eitt grundarlag, sum ger, at teir eru førir fyri at taka tær réttu avgerð- irnar. Men júst hetta mál eigur at verða handfarið so skynsamliga og skilagott, sum tað nú ber til, tí hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri tað land og og tað samfelag, sum vit skulu liva í, og sum vit fara at lata yvir til okkara eftir- komarar. Tað hevur higartil verið ein aðaltáttur í politisku viðgerðini, sum hevur verið um málið, at alt er gjørt í breiðari semju millum tingmenn uttan mun til, um menn sita í samgongu ella í andstøðu. Hetta eigur eisini framyvir at vera okkara mál. Annars havi eg eina stúran fyri, at løgmaður og samgongan bert trýsta málið ígjógnum. sum vit í hesum døgum hava so nógv onnur prógv um. T.d. fólkaskúlalógin, sum avgjørt átti at verið ein log, sum eitt samlað løgting skuldi kunna tikið undir vid, um við- gerðin heyði verið tann rætta. Og skal so henda stóra politiska viðgerð haraftrat skundast igjøg- num, so er úrslitið givið uppá for- hond Hetta má ikki gerast eitt sam- gongu contra andstødumål Um rætt heyði verið borið at, so skuldu tingmenn fingið alla ta upplýsing og tíð, sum neyðug var, umframt at kannað hevði verið eftir, hvussu aðrir skipaðu hesa VINNU Tað er ikki sért av virksemi á oljuøkinum, har oljufeløgini hver í sínum lagi, royna at fáa sambond til politisku flokkarnar og ting- menn umframt onnur. Fyri einari tíð síðan var ein fundur á ting- húsloftinum, har politisku flokk- arnir, formansskapurin á løg- tingið, landsstýrið og Oljufyrisit- ingin vóru við. Har varð m.a. tosað um, hvussu tingmenn og flokkar skuldu fyrihalda seg, tá hesi nógvu oljufeløgini fóru at seta seg í samband við okkum. Ein av niðurstøðunum av hesum fundi, sum eisini var ein skilagóð nidurstøda, var at løgmaður og Oljufyrisitingin skuldu átaka sær eina skúling og kunning av ting- fólki. Hetta tí, at á henda hátt var kunningarstreymurin fult út 6- heftur av ávísum áhugamálum. Tiverri hoyrdist einki aftur um hetta, og nú skal viðgerðin í ting- inum skjótt byrja. Men her mugu vit so við tí sunna skili, hver situr við, royna at fáa sum frægast burturúr. Spell, at einki var gjørt við hetta. Men slíkar rådstevnur sum henda, sum Føroya Oljuídnaður nú á øðrum sinni skipar fyri, kunnu geva okkum rættililga nógva kunning um hetta rúgvis- mikla evnið. Tann fyrsta ráðsteyn- an gav nógv, og tvist eg ikki í, at luttakararnir fingu í hvørfall eitt innlit í, hvussu umfatandi henda vinnan er. Men henda rådstevnan, sum nú stendir fyri durum, er ikki minni áhugaverd og viðkomandi, tá evnid er, hvussu oljuvinnan og okkara høvudsvinna kunnu sam- starva. Ein oljuvinna er komandi og farandi, hóast talan kann verða um rættuliga nógv ár. Men uttan mun til, hvat annars hendur innan olju- vinnuna, so vita vit, at fiskivinnan verður álitið bæði áðrenn og aft- aná Tí er tað so ótrúliga týdningar- mikið, at tann vitan og tær royndir. vit hava í okkara høvudsvinnu, verða varðveittar. Eins týdning- armikið er tað, at tær umstødur okkara høvudsvinna hevur og framyvir skal hava, verða so góðar og óávirkaðar av einari oljuvinnu. Og uppaftur eins týdningarmikið er tað, at tað umhvørvid, sum vit veiða okkara fisk í, ersini undir og aftaná eina oljuvinnu kann kallast heimsins reinasta um- hvørvid. Tað má vera okkara merkissøk. Men eg síggi eitt vandamál fyri okkara fiskivinnu munandi størri í sambandi við eina komandi olju- vinnu. Hetta liggur í, at vit í dag als ongan fiskivinnupolitikk hava. Sitandi samgonga hevur einki sum helst boð uppá, hvussu stóru vandamálini innan okkara høv- uðsvinnu verða loyst. Hetta er galdandi bæði, tá tað snýr seg um stovnsrøkt, øking av virðinum av okkara fiskivørum, endurny ggjan av veiðiflotanum og samanset ingina av hesum. Stórt sæð síggja vit í fiskivinnuflotanum bert teir trupulleikar, okkara útróðrarmenn eru í. Hini málini liggja. Vandamálið, sum eg síggi, er, um vit ikki skjótt, og í hvørfall áðrenn vit koma til eina oljuvinnu, fáa lagt okkara høvudsvinnu í nakrar skilagóðar og haldbarar karmar, so fær flotin trupulleikar við at fáa fólk, og uttan iva fær etsini fiskiídnaðurin somu trup- ulleikar. Hesir trupulleikar verða bert uppaftur stórri, tå oljuvinnan kemur. Vit kunna tá lætt enda í tí stóðu, at tøk arbeiðsmegi heldur leitar sær til oljuvinnuna heldur enn fiskivinnuna. Tað kann lætt blíva okkara ólukka. Tí verður tað alneyðugt at gera høvudsvinnu okkara nógv meira attraktiva, enn hon er í dag. Tað gongst ikki væl í dag hjá henni at fáa fólk við neyðuga førleikanum, og í dag hevur hon ikki serliga nógva kapping. Men tá hon kemur í veruliga kapping við ein ídna, sum vanliga hevur betur lønarlag. so fær hon veruliga trupulleikar. Tí mugu stig nú takast til tess, at vit fyribyrgja nøkrum, sum kann koma okkum aftur um brekku. So skal eg gera nakra nidur- stóðu í hesi grein, so skal hon vera, at vit fyrst fáa skil á okkara fiskivinnu, áðrenn vit fara undir at fáa skil á eini komandi olju- vinnu. Fyrst tá kunnu hesar báðar vinnur arbeiða skilgott saman, og tað skulu tær Jóannes Eidesgaard, løgtingsmadur