Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-05-31, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mai 1997síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

førum eru Føroyar at meta við eitt laboratorium. Men fyri at koma upp í part er neyðugt at vit hava eitt rímiliga virki granskingar- umhvørvi í Føroyum. Her hugsi eg ikki bert um menniskjaligt til- feingi, men eisini sjålvar karmar- nar í húsum og hølum. Politikarar okkara eiga saman við setrinum og ødrum stovnum at koma ásamt um, á hverjum økjum vit skulu royna at skora á visindaliga vøll- inum, og latið tað, sum tað kostar, tí munurin á tí tað kostar at lata føroyska gransking ana og at fungera rimiliga væl er ikki so stórur, men tað er ein avgerandi upphædd fyri granskingina. Ikki tí onkrir glottar eru fyri stavn. Vit hava fingið eitt Granskingarráð og donsku granskingarráðini hava eisini sýnt áhuga fyri føroyskari gransking Granskingartilfeingið i Føroyum Fyri jól kom út eitt álitið Forsk- ning på Færøerne.) Í hesum áliti verður roknað við at stovnar sum Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Forn- minnissavn, Náttúrugripasavnið íroknað Biofar, Fiskirannsóknar- stovan og Heilsufrødilig starv- stova hava gransking og visinda- ligt arbeiði sum part av virksemi sínum. Á hesum stovnum eru 52 fólk tilsamans í vísindaligum størvum. Størst: parturin er nátt- úruvísindafólk + 34 fólk, men einki fast granskingarstarv er i heilsuvisindi, hóast nógv fólk starvast á herlsuøkinum. Hugvísi ndi og samfelagsvísindi hava til samans 18 fólk, av hesum kortini bert eitt í samfelagsfræði. Roknad um, tá annað arbeiði verður drigið frá, eru 17-22 ársverk til gransking og vísindaligt arbeiði í Føroyum Síggja vit all tey 52 visindastørs ini sum hoyrandi til eina heild, so eru vit rímiliga væl fyri í nátt- úruvísindi, serliga í havfrødi og havlivfrødi, har vit hava fleiri sera dugnalig fólk, eisini á altjóða staði. Tá talan er um søguvisindi og mentanarvísindi eru vit heldur íkki sér. Tað sama er fyri so vítt eisini galdandi fyri mál- og bók- mentafrødi. Har er ein kjarni at byggja rundanum. Í samfelags- fróði er verri stætt. Tað er bert eitt samfelagsvísindafólk í føstum vísindastarvi. Tað er á Søgu- og samfelagsdeild Fróðskaparsetur- sins. Hagstova Føroya framleiðir hagtøl, sum eru grundstødi undir samfelagsligari gransking, og kundi hesin stovnur við eins góð- um rætti og aðrir verið definerað sum granskingarstovnur. Tað nýggja Fróðskaparsetrið Tað eru gott 50 visindastørv til- samans í Føroyum spjadd á fleiri stovnar. Hví ikki blanda kortini heilt av nýggjum og skipa fyri eini samskipan ella samansjóðing av hesum øllum stovnum í ein meginstovn, har tað vísindaliga tilfeingið, sum er, verður brúkt optimalt til gransking. Kortini so at tær serligur uppgåvur, sum ávísir stovnar hava, ikki verða nervaðar av hesum. Tá talan er um so nógvar stovnar er einki at ivast í at tað eru ov nógvar margi- nalar fyrisitingarligar resursir, sum kundu verið brúktar hentari. Ein samskipadur ella saman- sjóðaður stovnur, har granskingin var skipað í fakbólkar, vildi óivað komið at staði nógv sterkari okk- um at taka ímóti teimum avbjóð- ingum sum komandi tíðir bera í sær. Ein stórri kreativitetur á hes- um øki vildi eisini styrkt okkara møguleikar at fara undir hægri útbúgving og eisini granskaraút- búgving á fleiri økjum. Ein sam- skipan vildi helst eisini gjørt att meira fæst burturúr teimum res- ursum, sum ein møgulig oljuvinna fer at kasta av sær. Longu nú eru ikki sért av oljugranskingarpeng- um í eygsjon, sum eiga at verða veittir og beindir soleiðis at sam- felagið sum so fær sum mest burt- urúr Føroyar og oljusamfelagið Hvussu verður í Føroyum, tá olj- an kemur? Hetta eru tankar, sum fleiri fólk seta sær. Tað er ilt at tíðindablaðið sosialurin, leygardagur 31. maí 1997 siga, hverjar og hvussu stórar tær broytingar fara at verða, som koma í føroyska samfelagnum tá oljan møguliga kemur. Ein møguleiki fyri at kunna at gera metingar um hetta er, at vit eftir besta førimuni fara undir at kannað málið, men sum nú er, er tað eingin, mær vitandi, sum ger tað. Vit hava ikki fólk til tað og mær vitandi er ikki nøkur sam- skipan gjørd á hesum øki. Tað sum áhugi hevur verið fyri er hvussu vit føroyngar kunnu fáa lut í tí arbeiði, sum ein møgulig olju- vinna kemur at kasta av sær. Tað kom eitt sera áhugavert álit um oljuútbúgvingar, men orðaskiftið um hetta álit hevur ikki runga nak- að serligt og Náttúruvísindadeild- in á Fróðskaparsetrinum hevur eft- ir førimuni roynd at tilbúgva seg tann vegin, hóast resursirnar eru smáar. Tá talan er um ávirkan hevur mest verið hugsað um hverja ávirkan oljuframleidslan kann koma at hava å fisk og umhvørvi. Tað er sjálvandi sera tydningar- mikið, men tað eru teir mentanar- ligu og samfelagsligu spurning- arnir eisini: Vinnulívið. Hvussu við vinnu- lívinum, fara vit at blakað alt í ein pott, og gloyma eitt vinnuligt margfald? Samleikin. Fara útlendingar at floyma inn yvir landi og gera at okkara samleiki bliknar burtur í einki og vit kámast burtur sum fólk og tjóð? Mentanin. Fer føroysk skapandi mentan at detta burtur í einki av øllum sum oljufólkini føra við sær? Málið. Fara føroyngar at tosa enskt og gloyma føroyskt? Moralurin. Fara oljufólkini at krevja gleðistænastur og barrir av føroyngum, sum ørkymla norm- grundarlagi? Búskapurin. Fara lønir, húsa- prísir, vørir og annað upp, so at tað verður dýrari at liva ? Sosialur ójavni. Fer tað at verða munur á teimum sum hava fingið fótin fastan í oljuvinnuni og teim- Á Tema 13 um sum ikki hava tað? Hvat fara føroyngar at gera um teir fara at tjena nógvar pengar? Trúarlív. Hvussu við gudstrúnni og andaligum lívi, hvussu verður tað ávirkað? Omanfyri er bert trivið í rúgv- una av spurningum, sum vit kunnu seta okkum. Tað ber til at seta bæði skilagóðar og tápuligar - ella ræðandi - spurningar. Í øllum før- um ber til at bera saman við tað sum er hent í øðrum londum. Í Skottlandi, Noreg og Hetlandi t.d. ella New Foundlandi, sum leingi hevur fyrireika seg til oljuvinnu. Framtíðin kemur ikki av sær sjålvum Tad sum rædur um er at vit sjålvi royna gera okkum eina mynd av, hvussu vit vilja hava at okkara samfelag skal koma at siggja ut, tí framtíðin dettur ikki niður úr erva, men verður fyri stóran part formað og skapað burturúr teim- um avgerðum, sum vit sjálvi taka her á landi. Tað ringasta, sum henda kann, er at inntøkurnar fara út aftur í ótálmaðari nýtslu og høpisleysum iløgum. Lat okkum nú beinanvegin gera av, at vit seta ein ávísan part av til menning og EVEAL INTERNATIONAL styrkjan av okkara mentanarliga tilviti bæði í fortid og nútíð. sí leiðis at vit granska okkara egnu søgu, mentan og samfelag, og leggja úrslitini alment fram fólki okkara til gleði og gagn. Ein onnur uppgáva verður framhaldandi at kanna og granska okkara náttúru og lívi í Føroyum og kring Før oyar og tað umhvervi vit liva í gera tað samskiftiligt og til at leggja í tæguna til tey sum koma eftir okkum. Ein triðja uppgáva verður at menna vinnulív og tøkni so vit eisini kunna liva í hesum landi, tá tann seinasti oljudropin er sogin upp úr jarðardýpinum Ein fjórða uppgáva verður at kanna eftir, hvussu ikki bert tey sum liva, men eisini komandi ættarlid á hesum klettum fáa nyttu burtur úr tí, sum ein møgulig olju vinna fer at geva av sær. Ein fimta uppgáva er at skipa fyri at føroyskt skapandi mentanarlív frá byrjan fær sín part av møguligum olju- inntøkum so at leiklist, tónlist og øll onnur list fær menningarmøgu- leikar og part av møguligum olju- rikidømi. Ein sætta uppgáva er at vit geva ungdómi okkara bestu karmar um útbúgving við at geva bæði lærarum og næmingum bestu útbúgving. Tí tað er iløg- urnar í tað menniskjaliga til- feingið, sum fara at hilnast best í longdini. Alt sum her er nevt eigur at verða tíkið av óbýttum. Longu nú eiga við at leggja høvdid í blot og byrja at hugsað um hvat vit skullu leggja av innihaldi í tað at vera føroyingur og búgva í Føroyum. Tí tað er als ikki óhugsandi, at eitt møguligt peningarikidømi fer at føra tað við sær, at fólk yvirhevir ynskja at brúka peningin í londum og um- hvørvi har tað er heitari, fjålgari og stuttligari. Vit eiga onga vissu fyri at framtíðarynskini hjá land- inum eru tey somu sum hjá einstaklinginum. ' Forskning pá Færøerne. Redegørelse fra udredningsgruppen vedr. færøsk forskning. Forskningsrådene. København 1996. * Legal Counse! on Inter- national Commercial Law + Development and/or Review of English Language Business Contracts * Legal Counsel on the Commercial Law of the United States Michael Paul Reveal Juris Doctor - Vágsbotnur - Postboks 1258 - FR-110 Tórshavn tel 4298 16655 fax +298 19536