týsdagur 3. juni 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
" Be
Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: | Dagny Joensen, | Útgevari, uppseting og prent: | Telefon: 11820 |
Jan Múller Randi Jacobsen | Grækaris D. Magnussen | Sp/t Sosialurin Telefax. 14720 |
Fyritaksstjóri: | Eyðun Klakkstein, Bústaður: |
Krisjan Dahl Blaðfólk: | rán | Argjavegur 26. Argjum, | em ns
Lýsingar og sola: | AkiBertholdsen, Ljósm ri: ostadr: Postsmoga 76, sosialur ant fo
Internet: httpJwww.cybernet.dk/faroe-news Marjun Dalsgaard = '' Eirikur Lindenskov, | Jens Kristian Vang | 110 Tørshavn | 1
NI -
TTK
Samgonga uttan nakran politikk
Næstseinasta løgtingsårid í hesum valskeiðnum er nú endað. Samstundis hev-
Hogra
í afturgongd
Oddagrein
FYRI bert fáum árum síðan kundi ein valla
gloppa eitt borgarligt blað, uttan at fáa at vita,
at sosialisman var deyð og jarðað. Allir heim-
sins breckmenn dansaðu í mestsum kronisk-
um sigursrúsi, men hampafólk kring vestur-
heimin stúrdu fyri gongdini. — Nú pakka vit
vælferðarsamfelagið niður einaferð med alla
og venda aftur til teir góðu gomlu dagar, tá
ein og hvor mátti sæta sær.
MEN so vendi aftur — í Noregi, Svøriki, USA,
Bretlandi og nú tvey vikuskifti á rað í Fraklandi.
Tá mentamaðurin, rithøvundin, heimspeking-
urin og statsmaðurin Mitterand fór frá, varð
hann avloystur av einum av Europas mest
hegravendu og stokkkonservativu politikarum,
J. Chirac. Eitt tað fyrsta, ið Chirac gjørdi, var
at taka uppaftur royndarsprongingar við kjarn-
orkuvápnum í Kyrrahavinum. Hetta var fyri at
sýna sína totalu vanvirðing fyri heimsins friðar-
og umhvørviselskandi fólkum.
SÍÐAN fór Chirac til verka saman við sínum
erkikonservativa forsætisráðharra Alain
Juppet við tí endamáli at knasa franska væl-
ferðarsamfelagið. Úrslitið gjørdist skjótt stórt
arbeiðsloysi, sosialur hurlivasi og skjótt vaks-
andi búskapar- og samfelagskreppa.
GONGDIN í Fraklandi er enn eitt av nógvum
prógvum, at borgarilgir ultrakonservativir
flokkar ikki duga at stýra einum nútímans
samfelagi. Hetta var longu prógvað framm-
anundan av Reagan og Thatcher/Major-teggj-
uni. Postídnaðarsamfelagið kann heilt einfalt
ikki rekast við at statsvaldið rekur stættastríð
ímóti fjøldini av fólkinum. Postídnaðarsam-
felagið ella kunningarsamfelagið setir heilt
onnur krev til stjórn og fyrisiting. Hesi krov
eru borgarligir og konservativir flokkar ikki forir
fyri at lúka. Teir eru heilt einfalt íkki kvali-
fiseraðir til hetta starv. Tú kanst ikki takla eitt
nýtt ártúsund, samstundis sum tú hugsar í
teimum banum, ið vóru galdandi fyri 100 árum
síðan. Tú kanst ikki fara við fólki, sum um tey
ikki dugdu at hugsa sjálv.
TAÐ er eitt nú hetta, ið bagir borgarligu flokk-
unum í Europa og tí missa teir nú valdið ein
fyri og annar eftir. Valdið glíður yvir til ta
einastu ideologi, ið er for fyri at takla allar tær
ómetaligu avbjóðingarnar, sum nýggja ártús-
undin ber í fangi, nevniliga ta demokratisku
sosialismuna. Tá junglu- og sigurrópini vóru
sum harðast í Dagblaðnum, spáddu vit hesa
gongd og vit fingu rætt — tíbetur.
Sosialurin
ur sambandska fólkaflokssamgongan við verkamannaspjaðingini og gamla
sjálvstýraranum sum klípi lagt eitt ár aftur um. Men vit hóma framvegis
ongan politikk
Løgtingsårid 1996/97, sum
byrjaði á Glavsøku i fjør,
endaði seinasta fríggjadag.
tá løgtingið helt sin semasta
fund áðrenn summarfrítíð-
ina. Um onki óvanligt hend-
ir, verður løgtingsfundur
ikki aftur fyrr enn á ólav-
søku, tá eitt nýtt løgtingsår
byrjar. Hetta verður eisini
tað seinasta løgungsárið í
hesum valskeiðnum. Val-
skeiðið hjá løgtinginum er
neyniliga úti 7. julí 1998
Í tinginum verður ofta
spurt, hvar samgongan er,
og um vit yvirhøvur hava
nakra samgongu. Hesir
spurningarnir eru skeivir
Vit, sum hvønn dag liva í tí
politiska lívinum. hava ferð
eftir ferð ásannað, at vil
hava eina samgongu. men
tað syndarliga er, at hendan
samgongan hevur als ongan
politikk. Stutt sagt, eru
flokkarnir í samgonguni
bert samdir um eitt, og tað
er, at teir skulu hanga sam-
an. Kosta hvat tað kosta vil
Teir eru so fast klistraðir at
»taburettunum«, at tå alt
kemur til alt, so mynstrar
samgongan sínar 17 ting-
menn.
Tá val hevur verið, og úr-
slitið av valinum er, at ong-
in flokkur hevur fingið rein-
an meiriluta, er manna-
gongdin tann, at tveir ella
fleiri flokkar seta seg við
samráðingarborðið við tí
fyri eyga, at skipa eina sam-
gongu. At kjósa sær ein løg
mann, at byta målsøkini í
landsstýrinum millum
flokkarnar, at útnevna
landsstýrismenn og for-
menn í løgtingsnevndunum.,
er sjálvandi ein partur av
samráðingunum. Men hetta
er ikki tann týdningarmikl
asti parturin. Tann mest av
gerandi parturin av slíkum
samráðingum er, at seta erna
politiska kós út í kortið, sum
allir samgonguflokkarnir
kunnu semjast um og halda
í viðkomandi valskeiði
Tað er júst her at hundur-
in liggur grivin. Samgongu-
samráðingarnar aftan á at
samgongan varð umskipað
seinaskg summar eru ong-
antíð loknar. Flokkarnir
samdust eisini um lands-
stýrismenninar og um for-
menninar í løgtingsnevnd-
unum. Men so er eisini alt
sagt. Tann avgerandi partin
— politikkin — eru teir ong-
antíð komnir ásamt um. Tað
er hetta vit uppliva í løgting-
inum hvønn einasta dag tá
tingfundur er.
Men tá vandi er fyri
»taburettunum« er onki 6-
ført. Tá er samgongan
samd. Kemur eitt uppskot
um misálit á ein landsstýris-
mann leypa teir um hálsin
hver á ødrum og standa
saman sum ein maður. AN
og á finnur løgmadur uppá,
at hann skal gera eitt ella
annað mál ul eitt sam-
gongumål, og tá hóttir hann
við at taka hitt víðgitna
brævið úr lummanum. Og
tá síggja vit aftur sam
gongufólk taka um hálsin á
hvørjumødrum. Sjálvandi.
tí nú eru málsekini, lands-
stýrissessirnir og formans
sessirnir í tingnevndunum í
vanda
Fyribrigdið er kortini ikki
nýtt. Nakrar vikur eftir løg-
tingsvalið í julí 1994 undir-
skrivaðu sambandsflokkur-
in, fólkaflokkurin, mið
flokkurin og kristiligi fólka-
flokkurin eitt eitt av einum
samgonguskjali. Eftir undir-
skrivingina fóru formaður-
in í sambandsflokkinum og
formaðurin í fólkaflokkin-
um til hendurs. Slagsmálið
snúði seg ikki um politikk
Tað snúði seg um målsøkir
og persónar
Men hvat er at vænta, tá
ein av teimum heilt fram-
standandi í samgonguni,
Viðmerking
Vilhelm Johannesen,
løgtingsmadur,
skrivar
neyvan hevur meiri skil fyri
politikki, enn høna fyri
himmiríki og meta vit poli
tikk við eitt handverk, so
hevur viðkomandi fimm
tummilfingrar á hverjar
hond
Fleiri av hinum, sum um-
boða sama flokk, eru polit-
iskt rangstaddir. Vandi er
fyri, at henda rangstødan fer
at gera enn meira vart við
seg í tí seinasta løgtingsår-
inum í hesum valskeiðnum,
sum byrjar á ólavssku 1997
Tann 2. juni 1997
Vilhelm Johannesen
Fóroyingafelagið í Árhus:
Tað virknasta í landinum
Fóroyingafelagið í Árhus er tað stórsta og virknasta fóroyingafelagið í Dan-
mark. Og felagið hevur nógv at bjóða tær, sum ætlar at flyta til Árhus ella
umráðið her á leið í summar
Føroyingafelagid í Århus
hevur seksti år å baki, men
er ikki tyngt av elli. Verri
enn so. Tad hevur nevniliga
ongantíð verið so nógv virk-
semi í felagnum sum júst
nú. Og tú, sum gongur við
ætlanum um at flyta til Ar-
husumráðið í summar, kanst
gera títt til, at virksemið
heldur fram og mennist. Tað
ger tað sama, um tú kemur
í lestrarørindum, til arbeiðis
ella hevur heilt onnur ør-
indi.
Tað búgva einir 600 før-
oyingar í Arhus, og er um-
leið helvtin limur í Føroy-
ingafelagnum. Tað ger, at
Føroyingafelagid í Arhus er
tað størsta av sínum slagt í
Danmark. Og felagið er
rættiliga virkið
Felagið hevur egin høli í
miðbýnum. Og tað er av
sonnum mitt í býnum.
Ongastaðni meira enn trígg-
ir minuttir at ganga til buss-
in. Líkamikið í hverja ætt,
tú ætlar tær. Minni enn tveir
minuttir at ganga til høv-
uðsbókasavnið. Lætt er hj”
lesandi, sum koma nýggj til
býin, at finna. Ikki er meira
enn eitt byrsumál at ganga
frá Kollegiekontoret, sum
tey flestu vitja minst eima
ferð. Telduhandlarnir eru
ikki færri enn fimm beint
fyri úthurðini. Og hóast
virksemið er nógv, bæði dag
og nátt, er kortini stilt og
friðarligt, og einki hoyrist
til gangin úr býnum. An
sonnum ein av stórbýarinn
ar smáu oasum, sum C. V
Jørgensen syngur um.
Felagstiltøk
Felagshølini, sum nevnd
verða Aarstova, eru í Vest-
ergade 48 D, eru opin allar
dagar uttan leygardag og
sunnudag.
Mánadag til hósdag frá
kl. fýra til seks seinnapart
er café í húsinum, har fólk
kunnu støkka inn á gólvið
at fáa sær ein kaffimunn og
práta. Til ber at lesa fóroysk
blað eins og band kemur frå
Sjónvarpinum við m.ø
Degi og viku
Friggjakvøld er opið frá
kl. 21 til kl. 3. Tá er barrin
opin og oftast er tónleikur
afturvið
Ikki er óvanligt. at onkur
tekur eitthvert hjóðferi í
hondina og vísir síni kynst-
ur.
Nevnast kunnu bert nøk-
ur av teimum tiltókum, Før-
oyingafelagið = regluliga
skipar fyri, so sum hátíðar-
hald av féroyskum merkis-
døgum, tonleikaframførsi-
ur, listaframsyningar, fyrr-
lesrar og kjakfundir
Arbeiðsbólkar
Arbeiðið í felagnum verður
alt gjørt sjálvboðið. Skipað-
ir eru serstakir bólkar, sum
taka sær av ymiska virk
seminum. Nevnast kunnu
hugnabólkur, ítróttarbólkur.
blaðbólkur og veitslubólk-
ur, fyri bert at taka nakrar
Einir 12 eru í tali
Og teir eru ikki bara fyri
Framhald á síðu 26