týsdagur 3. juni 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102 — 3. JUNI 1997
tíðindablaðið
og 5
SELJA FØROYAR
EIRIKUR LINDENSKON
Sum ein staðfesting av, at
summarið er komið. legði
Norrøna at bryggju í Havn
í gjár. Við vóru ikki færri
enn 440 ferðafólk og einir
110 bilar
Við Norrønu hesaferð
vóru eisini 11 umboðsfólk
úr Hollandi, sum eru komin
higar at kunna seg um Før
oyar sum ferðamannaland
Tad er norðmaðurin Nils
Erik Nilsen frá Troll- Travel
í Hollandi, sum er ferðaleið
ari hjá ferðavinnuumboðu
num úr Hollandi. Hann er
umboðsmaður hjá Smyril
Line í Hollandi, sum á
henda hátt roynir at økja
kunnleikan um ferðamann
alandið Føroyar í Hollandi
Føroyar eru ikki væl
kendar í Hollandi, og av
teimum 350.000 hollend
ingunum, sum ferðast ár
liga, leita bert eini 2% sær
til norðurlond, sigur Nils
Erik Nilsen við Sosialin
Hann heldur kortini, at
hetta er eitt gott potential
fyri Smyril-Line, ið bert
skal hava ein lítlan brotpart
av hesum ferðafólkum
hendanvegin
Vit merkja tyduliga, at
áhugin fyri Norðanlondum
er vaksandi í Hollandi. sigur
Nils Erik Nilsen. — Serliga
er tað Noreg, sum áhugi er
fyri, men eisini Íslandi. Um
leið helmingurin av hol
lendingunum, sum leita sær
til nordurlond at ferðast
vitja Noreg, sigur hann
Vaksa talið 100%
Hetta er fyrstu ferð, at skip
að verður fyri eimi námsferð
til Føroyar, sigur Nils Erik
Nilsen. Tað er bert eitt
umboðunum úr Hollandi
umframt Nils Erik Nilsen
sjálvan, sum fyrr hevur ver
ið í Førovum
Og tey hava longu fing
ið væl burtur úr - bæði á
ferðini við Norrønu og tí
sum vit higartil hava sæð
av landinum, sigur hann
Nils Erik Nilsen væntar,
at talið av hollendingum
sum vitja nordurlond, fer at
vaksa til tað dupulta næstu
Sámal Arnoldson og Áki Jespersen frá Smyril-Line
saman við ferðavinnufólkunum úr Hollandi
fimm árini
Og Føroyar er eitt upp
lagt mál hjá okkum. Hetta
er eitt eksotiskt land við
vakrari, fjølbroyttari og Ó
spiltari náttúru - eitt upplagt
ferðamál hjá strongda hol
lendinginum, sum vil slepp
a burtur frá ørkymlandi
meldrinum í størbynum,
heldur hann
Ferðalagið úr Hollandi
skal á tríggjadaga vitjanini
í Føroyum síggja nakað av
tí, sum landið hevur at
bjóða. Í gjár fór tey norður
til Gjáar, í dag fara tey til
Kirkjubøar og ein tår við
Norðlýsinum. Í morgin
skulu tey undir Vestmanna
bjørgin
Ég ivist ikki i, at tey
verða betur før fyri at »selj
y« Føroyar, tå tey sjálv hava
roynt nakað av tí, ið landið
hevur at bjóða, vísir Nils
Erik Nilsen á
Tey, ið við eru, umboða
bæði ferdaoperatørar - teir,
ið gera túrarnar, og ferða
stovur, sum selja lidnar túr
ar, ið aðrir hava gjørt
Umboð í fleiri londum
Teir hollendingar, ið ferð
ast hendanvegin, koma fyri
tað mesta við bili. Men her
er tað eisini sokallaðu
flúgv-sigl tilbodini, ið teir
eisini royna at selja. Á tann
hátt ber til at sigla annan
vegin og síðani at flúgva
hinvegin. Gott flogsamband
er frá Billund, sum eisim er
nær við Esbjerg, sum er
havnin hjá Norrønu í Dan
mark
Málið hjá Smyril-Line er
annars at selja 50.000 eindir
ár. Tá tey tosa um eindir
er talan um ein cinvegis
ferðaseðil, sigur Sámal Arn
oldson, sum er marknaðar
leiðari á Smyril-Line. Hann
sigur, at umframt í Hollandi
hevur Smyril-Line umboðs
menn í eitt nú Tysklandi,
Frankaríki, Belgía, Halía
Spania bg Sveis
Nils Erik Nilsen. sum
starvast á ferdamannastov
uni Troll-travel er serkønur
í at selja túrar til Noregs
hann er eisini sjálvur norð
maður. Men hann selur cis
I HOLLANDI
Nils Erik Nilsen er
umboðsmaður hjá
Smyril-Line í Hollandi
ini nógvar ferðaseðlar til Ís
land, og har sær hann eisini
møguleikan at fáa fólk at
vitja Føroyar. Serliga åhug
avert er sonevnda >stQp-ov
er< i Føroyum. T. e. at
steðgað verður í Føroyum i
tveir dagar, áðrenn farið
verður víðari til Íslands
Pláss fyri nógvum
ferðafólki afturat
Nils Erik Nilsen letur væl
at gongdini í ferdavinnuni,
og sigur, at teir longu í ár
síggja ein vøkstur í biløgdu
ferðaseðlunum við Norrønu
upp á 25%, og tað heldur
hann verða sera gott, hóasi
talan kanska ikki er um tey
heilt stóru tølini á ferða-
fólkum
Men málið hjá okkum
er at økja áhugan, og tað sær
út til at hepnast okkum, sig-
ur hann
Nils Erik Nilsen ivast ikki
i, at framtíðin sær ljós út,
hvat ferðavinnu viðvíkir
Ahugin fyri at ferðast
nordureftir fer at ekjast
nógv komandi tíðina. Fólk
fara í framtíðini ikki eins
væl at:tíma at ferðast suður
til sól og summar. Tey vilja
heldur hava nøkur náttúr-
upplivilsi, og tey fáa tey í
stóran stíl í Føroyum, sigur
hann
Tit hava jú fjølbroyttu
náttúruna, spor av gomlu
mentanini samstundis sum
tit hava ettt nútímans sam
felag - við sera góðum sam
ferðslumaguleikum. Tað er
nakað tit hava fram um ís
lendingarnar, leggur hann
dent á
Nils Erik Nilsen roknar
ikki við, at Føroyar verða
ovfyltar av ferðafólki
Men tit hava pláss fyri
nógvum afturat, heldur
hann
— by
á CUT AT
„FERÐAST
2 vaksin og 2 børn í bili
3 Danland
íbúðir
I vika í
frítíðaríbúð
Úr einans... 5 e 4 Í I .
DanCenter
summarhús
I vika í
frítíðaríbúð
Úr einans... 5 på 999,-
Feriesenter
I vika í
frítíðarhúsið
Úr einans...
5.8 14,-
And Sigl/Flúgv
Sigit verður annan vegin og flogið hinvegin.
2 Til
Islands
Úr einans... I o 930,-
fyri hvenn
Danmarkar
pe 2.180,
fyri hvønn
Jersey. om
4 nætur i dupultkamari á Havelock Guest
House v./ enskum morgunmati, flutning-
ur millum flogvall og guest house.
Gisting í Danmark ikki íroknað.
2,978,
(Ferdaavgj. ikki irøknad)
ella
Loftvegis
Ring og hoyr meira!
J.Broncksgøta 37