týsdagur 3. juni 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102 — 3. JUNI 1997
kapping
Forngripafelagadiø,
Fornminnissavnid
og Arkitektafel-
agið eru teirra
millum, ið halda
tað vera av
stórsta týdningi,
at boðið verður
til hugskotskapp-
ing í sambandi
við Múrin
GRÆKARIS DJURHUUS
MAGNUSSEN
Felags fyri fleiri teirra, ið
hava gjørt viðmerkingar til
verkætlanina hjá áhuga
bólkinum við Páll Patursson
o.Ø. er, at at ongin hugskots-
kapping hevur verið. Hildið
verður, at tað ber ikki til í
so týdningarmiklum máli,
bara at lata ein áhugabólk
koma við einum uppskoti
Eins og arbeiðsbólkurin
hjá Fornminnissavninum
vísir á, vilja vit taka undir
við, at ein breitt umboðandi
nevnd verður sett at fyri
reika málið, og útskriving
av einari hugskotskapping
um, hvussu skapið á vernd
artiltøkunum skal skipast,
sigur Føroya Forngripafelag
millum annað í sínum við
merkingum
Arkitektafelag Føroya
sigur millum annað í sínum
viðmerkingum til málið, at
„fyri at lýsa møguleikarnar
so væl til ber, eigur ein
kapping at verða útskrivað
á so breiðum grundarlagi
sum gjørligt, til dømis ein
norðurlendsk arkitekta-
kapping“
A Føroya Fornminnis-
savni eru tey heldur ikki í
iva
Tað ber als ikki til bara
at taka undir við einum upp
skoti, sum verður lagt fram
Í slíkum føri er neyðugt at
hava eina hugskotskapping,
so at fleiri hugskot eru at
velja ímillum, siga Súsanna
Joensen, Símun V. Arge og
Arni Thorsteinson
Múrurin onki vid
festið at
A Føroya Fornminnissavni
vísa tey á, at Múrurin er eitt
friðað fornminni. Talan er
ikki um ein bygning, men
um eina toft. Men tad halda
kortini ikki øll
f einum brævi til lands-
stýrismannin dagfest |
apríl 1997 Páll Paturs-
son, festaf$sav Kirkjubø
garði, um loyvi at umvæla
Kirkjubømårin. Tað ger
hann sambært lóg fra 16
september 1948 um friðing
av fornminnum og bygn
ingum
Páll Patursson vísir í um
sóknini á, at ætlanin er at
umvæla Múrin sambært
uppskotinum hjá áhuga
tíðindablaðið > il
Vilja hava arkitekta-
um Múrin
Múrurin må varðveitast sum fornfrødiligt minni, og ikki sum brúkslutur, síga Símun V
Arge, Súsanna Joensen og Arni Thorsteinson. Tey starvast øll á Fornminnissavninum
bólkinum, sum hann sjálvur
situr í
Arni Thorsteinson og
Símun V. Arge vísa púrasta
aftur, at:talan kann verða
um nakra umvæling. Teir
sláa enn einaferð fast, at:tal
an ikki er um ein bygning
men um eitt fornminni, eina
toft. Og Fornminnissavnið
mælir frá at geva Páll Pat
ursson loyvið at umvæla
Kirkjubómúrin
Múrurin hevur onki við
festið at gera, sigur Arni
Thorsteinson við Sosialin
Thorstein Gunnarsson
Ein teirra, ið gevur uppskot
inum hjá áhugabólkinum
gott skoðsmál, er Thorstein
Gunnarsson, formaður í
nevndini fyri landsins frið-
ingum av bygningum í Ísl-
andi. Hann sigur m.a
Efter mit skøn er der her
tale om et gennemtænkt
projekt, der i konstruktion
og valg af materiale be-
skytter det gamle bygnings-
værk på en naturlig måde
En virkeliggørelse af pro-
jektet ville betyde fremgang
for bygnings-restaurering í
Norden.“
Gunnarsson leggur tó
dent á, at hansara ummæli
botnar í, at hann er biðin at
ummæla júst uppskotið hjá
áhugabólkinum. Hann tekur
tí onga støðu, og veit iva-
leyst heldur onki um upp-
skotið hjá Fornminnissavn-
inum
Símun V. Arge, Súsanna
Joensen og Arni Thorstein-
son vísa etsim á, at Gunn-
arsson er serkønur í varð-
veiting av bygningum
Hann tosar eisini um „byg-
nings-restaurering“
Aftur her vísir Fornminn-
íssavnið á, at talan als ikki
er um ein bygning, men
eina toft
Curt Von Jessen
Fyri nøkrum árum síðani
var Curt von Jessen, lektari
við „restaureringsdeildina“
hjá Listahåskølanum í
Keypmannahavn, limur i
víðkaða arbeiðsbólkinum
hjá Fornminnissavninum
Hann fór úr bólkinum í
1990. Og eitt sindur av „for
nermilsi“ hómast eisini í
hansara ummæli av verk
ætlanini hjá áhugabólkinum
í Kirkjubø. Hann byrjar um
mælið soleiðis
„Fremtvunget af et usæd
vanligt langsommeligt og
permanent = ubeslutsomt
handlingsforløb hos de anti
kvariske myndigheder fore-
ligger nu Múruruin — verk
ætlan 1997.“
Eisini hann ger viðmerk
ingar sínar beinleiðis í
sambandi við verkætlanina,
og sigur sum so onki um
ætlanina hjá Fornminnis-
savninum. Stórtsæð endur-
gevur hann tað, áhugabólk-
urin førir fram: Høvuds-
endamálið hjá áhugabólk
inum
Uttan at siga nakað itøki-
ligt um, hvat hann heldur
um uppskotið; um tað er
gott, ella um møguleiki er
at fáa til vega eitt betur upp-
skot, kemur hann til ta nið-
urstødu, at „med forslaget
er der skabt et arkitektonisk
og historisk afsæt for frem
tiden, for stedets mest mar-
kante fortidsminde og for de
middelalderlige genstande
det knytter sig dertil"
Johannes Exner, profess
ari og arkitektur MAA, ger
eisini viðmerkingar til upp-
skotið hjá áhugabólkinum
eftir áheitan frá J. P. Greg-
oriussen.
Exner setir spurnartekin
við tað skilagóða í at seta
rútar við málningum í vind-
eyguni í Múrinum
„Det kan virke betænke-
ligt, at de med deres meget
stærke virkning og visuelle
ændring af Murens gennem
árhundreder oplevede luft-
ighed vil dominere exteriør
og interiør”, sigur hann
Exner kundi eisini hugsað
sær onkrar broytingar í upp-
skotinum til takkonstruk-
sjón
Kirstin Eliasen, fornfrød-
ingur, og sum starvast við
Keypmannahavnar Byar
savn, ger eisini viðmerking
ar til ætlanina hjá áhuga
bólkinum. Hon sigur m.a
„Tað er eitt sindur trupult
hjá einum, sum dagliga arb
eiðir við mentanarsøgu, har
grundsjónarmiðið er varð
veiting og verja, at meta um
eina verkætlan við heilt eðr
um endamáli.“
Hon vil tí ikki gera við
merkingar til verkætlanina,
men tekur stødi í tí reint
fornfrødiliga
Kirstin visir å fleiri trup-
ulleikar, millum annað súl-
urnar, sum eitt tak onkurs-
vegna skal liggja á. Hon sig-
ur, at gjølligar kanningar
mugu gerast av stødinum
undir verandi gólvi. Okið
má eisini kannast gjølla
fornfrødiliga
Tilikar kanningar taka
tid, sum ikki er avsett í tid-
arætlanini eins og peningur
til hetta heldur ikki sæst ver-
a settur av. Tað er als ikki
nóg mikið, at arbeiðið bert
verður framt undir fornfrød-
iligum eftirliti, sigur Kirst-
in Eliasen
I einum ødrum skrivi til
landsstýrismannin = vísir
Kirstin Eliasen á, at ætlanin
hjá áhugabólkinum í Kirkj-
ubø „stríðir ímóti grund-
sjónarmiðum okkara, sum
arbeiða við mentanarsøgu
Varðveiting og verja.“
Knud J. Krogh, muse-
umsinspektørur, National-
museet, mælir til eina arki-
tektakapping. Men hann
sigur eisini:
skal jeg tilkendegive,
at mit medimemskab af ar-
bejdsgruppen vedrørende
bevaringen af , Muren"
selvsagt ikke på nogen
måde kan indebære, at jeg
skal tage stilling til et pro-
jekt, som er udarbejdet med
et ganske andet sigte end
det, der ligger til grund for
udvalgets arbejde, og som
kun periferisk berører de
grundlæggende, overord-
entlig komplicerede anti-
kvariske spørgsmål om-
kring Murens bevaring”
Håkon Christie, norskur
fornfrødingur, sigur um ætl
anina hjá kirkjubømonnum
„den ville fá som følge,
at Muren ble skadet som
kulturminne.“
NÝGGJAR peer
UPPRSKRIFTIR 2
Sverrisgøta 19
Tórshavn
TIf. 15264
Fax. 19623
Postordrar verða avgreiddir
Til Vágafólk
Rúsevni!
(Alkohol, tablettir, hasj, osfr.)
Hjálp til rúsevnismisbrúkarar
OG/ELLA teirra familjur!
Hósdagin 5. juni er høvi at hava viðtalu
við Jegvan Bæk, sálarfroðing, á Lækna-
miðstoðini í Miðvági.
Ring tlf. 15575 og avtala tíð.
|
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum |
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATROÐ
Berkuvegur, 620 Runavík
TIf. 48480
Opið er månadag-friggjadag frá kl. 9-16 ||