Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 1997síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ge Nr. 103 — 4. JUNI 1997 tidindabladid b Fr 19 | Biblian og samkynd paraløg BT TA—————— Bíblian um hjúnalag millum mann og konu Gud skapti menniskjað í síni mynd, sum mann og konu skapti hann tey (| Mós. 1,27). Maður og kona hoyra eftir Guds skapanar- skipan saman. Og ikki mað- ur og maður ella kona og kona. Soleiðis er menniskj- að ikki skapt, og soleiðis er tað ikki ætlað at vera. Sálarlæknin, John White, skrivar, at tað kynsligu trá- anina hevur Gud lagt í menniskjað til tess at læra okkum um felagsskap og at hjálpa okkum í einsemi okkara. „Ikki er gott, at maður er einsamallur“. (1 Mós. 2,18). Tann kynsligi kærleikin er ein fyrimynd, sum skal hjálpa okkum at skilja ein djúpar: kærleika og felagsskap, nevniliga tann, sum er millum Kristus og kirkjuliðið. - Menniskju i sankyndum paraløgum eru eisini púra greið um samanhangin millum tað kynsliga, samleguna, og at vinna á einseminum Kynsligur kærleiki er eis ini skapandi. Tá ið menn- iskju fáa børn, hendir okk- urt nýtt við kærleikanum og felagsskapinum teirra mill- um. Soleiðis hevdi Gud ætl- að tað frå fyrstantíð, men hvussu er hetta gjørligt í einum samkyndum para- lagi? Tað er Ogjørligt, tí tað hevur ongantíð verið Guds ætlan. Vit og skil sigur okkum eisini, at so er: Kallskøpini eru gjørd til kvennskøpini og øvugt. Hvat annad enn kallskøpnini kann gera, at eggkyknan í konufólki verður gitin? At konufólk á okkara døgum kunnu fáa sett eitt gitið egg inn í móð- urlívið, mótsigur ikki hesi hugsan. Har hevur so, ið hvussu so er, ein maður ver- ið uppi í leikinum onku- staðni Bíblian um samkynd Píðan 5. tá ið Derrick Sherwin Bailey gav út bók- ina Homosexuality and the Western Christian Tradi- tion, hevur verið røynt at skilja ímillum leysgivin samkynd paraløg i sam- bandi við heidna gudsdýrk- an, sum viðhvert tók seg upp í Ísrael, og samkynd paraløg, sum menniskju annars liva í á okkara døg um, og sum roynt verður at fáa góðtikið bæði á ein og annan hátt Hvar stendur tað? Samkynd paraløg eru nevnd sjey ferðir í Bíbliuni, og er hon hverja ferð ímóti hes um paralagi. Tekstirnir kunnu innihaldsliga verða skiftir í fýra partar a) 1. Mós. 19.1-11 og Dém. 19: Søgan um Sódómu og um Gibeu. (Sódomu varð ikki tó íkki eina lagt í oyði vegna samkynd paralag. Sí Ez. 16,49: „Sí, synd Sódomu systur tínar var dramblæti; hon og døtur hennara høvdu nøgdir av mati og livdu sorgleyst í náðum, men hjálptu tó ikki hinum neydstødda og fátæka.“) b) 3. Mós. 18,22 og 20,13: Forbod, at madur hevur samlegu við mann eins og við konu. c) Róm. 1,18-32: Paulus viðger fylgjurnar fyri tað samfelag, sum vendir Gudi bakið d) 1. Kor. 6,9-10 og 1. Tim. 1,8-11: Tvær syndaskråir hjá Paulusi; - hver nevnir onkursvegna samkynd paraløg Munur á trå og gerð! Tað er umráðandi at fáa sagt, at tað er munur á at hava samkynda trá at liva í samkyndum para lagi. Samkynd trá eins og onnur syndug trá ella girnd hevur við syndugu manna náttúruna at gera, og verður ikki tilroknad tí, sum tryr á Jesus. Men at liva í sam kyndum paralag! ella at liva samsvarandi samkyndarn trá letur seg ikki gera, um ein er trúgvandi Tann kristni má við Guds hjálp stríðast ímóti syndini Fellur hann í synd, má hann játta Gudi sína synd, og ger hann tað, fær hann vegna Jesu krossardeyða fyrigev- ing. Sum tað eisini stendur skrivað: „Um vit játta synd- um okkara, tá er hann [Gud] trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.“ (1. Jón 1,9) og so Ein synd ímillum so mangar aðrar! Í Bíbliuni verður sagt, at samkynd paraløg ikki bara er synd, men eisini ónáttúr- lig. Men hvørki í 3. Móse- bók ella hjá Paulusi verður samkynd paraløg umtalað sum ein størri synd enn aðrar syndir. Tað tykist, at tað er tann avgjørda stødan at vilja og krevja rættin til samkynd paraløg, sum elvir Guds vreiði (Sí Sódomu og Gibeu), ein stóða, sum van- virðir Guds skapanarskipan millum mann og konu Henda leysgivna livsførslan kann verða samanborðin við tað griksk-romverska samfelagið, sum Paulus livdi í, ein levnadur, sum eisini eru uppi á okkara døgum Eru revsingarnar i GT i gildi i NT? Í Gamla Testamenti (GT) lesa vit um deyðarevsing, um maður hevur kynsligt samband við annan mann. Onkur kann tí spyrja: Av tí at GT eisini er Guds orð, og hesin dómur stendur har, er hann so ikki galdandi á okkara døgum? Tríggir tulkingarhættir kunnu verða staðfestir teirra millum, sum trúgva, at Bíblian er Guds orð: a) Øl Móselógin er gingin út i Kristi. „Ég eri kom- Bergur D. Joensen skrivar m at tullføra lógina“, sig- ur Jesus (Matt.5, I 7 ) Tað, sum enn hevur gild- ugleika er tad, sum bein- leiðis verður álagt í Nýggja Testamenti (NT). b) Gjørdur verður munur á lógunum í GT. Sida- lagslógirnar (10 boðini) eru altíð í gildi; men gudstænastulógirnar og samfelagslógirnar = eru uppfyltar í Kristi c) Skilnaður verður gjørdur ímillum jødar og heidningar i Bibli- uni. Móselógin er givin jødum, men bara tær lóg- ir hava vid heidningarnar at gera, sum Guds gav Nóa eftir = syndflóðina. (Gamal rabinskur tulk- ingarháttur) Hvønn av hesum tulkingar- hættum, ein velur, so er GT ímóti samkyndum paralagi, men eftir Kristus er ikki grundarlag fyri at taka revs- ingina við, sum har verður umtalað. Eitt gott dómi úr NT er, tá ið hinir skriftlærdu og Fariseararnir komu við eini konu til Jesu, sum var tikin í hori. Tað, Jesus segði við hesa konu, sum eftir Móselóg átti at verið stein- að, er: „Ég dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur!“ (Jóh. 8,11) Kunnu atvoldir verða staðfestar? Samkynd trá er ikki arvalig Tann vanliga hugsanin mill- um fólk er, at samkynd trá er arvilig, at ein verður fæddur soleiðis, at ein bara er soleiðis frá náttúrunnar hond. Reyndir hava verið gjørdar at prógva, at so er, men tó einki veruligt úrslit Visindaliga ber ikki til at prógva samanhang millum arv og samkynda trå! Tað verður ov drugført at við- gera gjøllari, hvørjar tær royndirnar eru. (Si: Roland Werner: Homoseksualitet og den kristne menigheds fuldmagt, Konvent for Kirke og Theologi, 1995, s. 14-15; Asser Stenbáck: Hvad er homoseksualitet? , 1992, s. 7-9.) Samkynd trå er fingin Tyskarin Roland Werner Ld. var samkyndur, og hev- ur hann eisini livað í sam- kyndum paralagi. Nú hevur hann skrivað fleiri bøkur um tað at vera samkyndur, og í fleiri ár hevur hann eis- ini havt samband við sam- kynd, sum koma til hansara at fáa hjálp. Sjálvur sigur hann seg hava verið igjøg- num eina innvortis grøding, og hevur funnið sær ein nýggjan samleika. (Kristen idag, nr. 2, september 1991, Helsinge, s. 12). Roland Werner skrivar, at hann ikki er samdur vid nógvum, sum er uppi í tíðini um at tað at vera sam- kyndur, er arvaligt. Hann heldur, at tann samkynda tráanin hevur sálarliga at- vold og hevur við familju- viðurskifti at gera Er megulig? Urslitid er at vita atvoldina Elizabeth Moberly, hevur granskað samkynd. Hon heldur, at:atvoldin til sam- kynda trá bæði hjá mann- fólki og konutolk: stavar frá barnaárunum av tørvandi ella ógagnligum sambandi åvikavist við pápan og mammuna Vegurin úr hesu sam- kyndu trá er at hava gott samband við menniskju av sama kyni, sum ein sjálvur/ sjálv, og ikki kynsligt sam- band. Hon heldur, at sam- kynd trá fyrst og fremst er ófullfíggjað menning ella ein djúpur, ónegtaður kensliligur tørvur. Handan ta samkyndu kynsligu tråina er ein sålarligur tørvur, sum bara tykist vera kynsligur. Teirra kynsligi tørvur er nåttårligur, men visir seg bara á ónáttúrligan hátt. Teimum samkyndu er tørvur á kærleika, og djúp- um, varandi vinarlagi við fólk av sama kyni, serliga í kristnum felagskapi. Kær- leiki og bønarfelagsskapur og í samveru annars er tað besta fyri tey. Kærleiki er teirra høvudstrupulleiki, teirra stóri tørvur og teirra einasta veruliga hjálp. Tann kærleiki her er talan um, er kærleiki Krists. Kristin næstrakærleiki Samkynd eru meira enn teirra kyn! Hvat kyn, ella hverja kyns- liga trá eitt menniskja hev- ur, sigur ikki alt um tað. Menniskjað er meira enn tess kyn! Ti er tað skeivt og ókristiligt at geva einum menniskja eitt kynsligt heiti so sum „samkynd“, „av hin- um slagnum“ og so øll tey heitini, sum einum ikki nýt- ist at nevna… Um ein er samkyndur, kann hetta ikki verða brúkt, sum eitt heiti, sum sigur, hver ella hvar ein veruliga er, - bara hvussu ein er kynsliga Tey samkyndu eru menn- iskju, sum hava eitt ødrvisi kynsliv enn tey flestu. Roknað verður við, at tað sambært nýggjari tólum ikki eru fleiri enn I - 2% av mannfólkum og 1% av konufólkum, sum eru uppí hesum bólki. Sagt verður annars mangan, at talið liggur heilt upp á 5 og 10% av fólkinum. Hægri talið er ongantíð betri fyri tey, sum vilja arbeiða fyri stórri rætt- indum til tey samkyndu. I kanning, sum gjørd var almannakundgjørd úr Frak- landi i 1992, har 20.000 fransmenn vóru spurdir, vísti tað seg, at í aldrinum 18-69 ár vóru 4,1% av mannfólki og 2,6% av konufólki, sum høvdu havt kynsligt samband við ein av sama kyni minst eina ferð í teirra lívi. Bara 0,1% av mannfólkum og 0,3% av konufólkum høvdu havt kynsligt samband teir síðstu 12 mánaðirnar (Asser Sten báck) Eru tey samkyndu fá, eru tey menniskju, ikki ómenn- iskjansligar verur, ella ikki petti verri menniskju enn onnur, ella størri syndarar enn onnur. Tað, sum veru- liga kann verða sagt um eitt menniskja, er nógv djúpari enn tess kynslív. Øll menn- iskju eru skapað í Guds mynd at liva ævigt, við virði, sum einki í hesum heimi kann verða sammett við (Matt. 16,26). Gud elskar, vit skulu elska! Fyri Gudi er eitt menniskja eitt menniskja, ti Gud ger ikki mannamun (Matt. 10,34). Menniskjad er ein skapningur, hann elskar, og sum hann gav sitt liv fyri vid Jesu deyða á krossinum: „Tí at so elskaði Guð heim- in [øll syndug menniskju}, at hann gav son sín, hin ein- borna, til tess at ein og hver, sum tryr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.“ (Jóh. 3,16) Tá ið eitt kristið menn- iskja tí er saman við einum menniskja, sum livir ikki eftir Guds vilja, so eigur tað ikki at vísa tí vanvirðing og háð, men virðing og um- sorgan. Gud er við menn- iskjum, hann er ikki ímóti menniskjum. Soleiðis skulu tey kristnu eisini vera. Og tað eru tey, um tey siga teimum samkyndu sann- leikan, sum Bíblian lærir, at tað er ímóti Guds skapan- arskipan at liva í samkynd- um paralagi, og um vit i roynd og veru sýna teimum kærleika og umsorgan, sum teimum er so stórur tørvur á. Flemming Kofod-Svend- sen skrivar einastaðni: „Vit mugu veita teimum sam- kyndu vinalag, hjálp og fe- lagsskap bædi vidvikjandi serligum bólkum, har bæði samkynd og hinkynd hittast í samtalu, bøn og bíbliu- lestri og at hjálpa teimum inn í tann vanliga felags- skapin, sum kirkjuliðið er.“ (Henda grein er vid åvisum broytingum ein úrdráttur úr trimum greinum um evnid, sum stóðu í Trúboðanum nr. I, 2 og 3 í 1996.)