hósdagur 6. november 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 211 - 6. november 2003
Nr. 211 - 6. november 2003
27
Tað, sum plagdi at
verða ein missións-
vika, varðar nú ein
mánað. Fríggjakvøld-
ið verður hol sett á
missiónsmánaðin hjá
KFUM & K í Klaks-
vík. Møti, bíbliutímar,
hugni, tónleikur,
sangur, áhugatímar
og annað stendur á
skránni restina av
mánaðinum
MISSIÓNSMÁNAÐUR
Eyðun Klakstein
Í fjør royndi KFUM & K
fyri fyrstu ferð at víðka tað,
sum tey vanliga róptu
missiónsvikuna, til at varða
ein heilan mánað, og hetta
spældi so væl av, at tey
endurtaka mánaðin – og
ikki vikuna – aftur í ár.
Síðsta
sunnudag
var
fyrsta tiltakið í hesum
missiónsmánaðinum, men
fríggjakvøldið verður av
álvara sett hol á skránna.
– Vit, sum eru trúgvandi í
KFUM & K, vilja bjóða
øllum at verða við. Vit fara
út til nógvar bygdir í Norð-
oyggjum, og vit fara at
boða gleðiboðskapin um
Jesus, sigur Pól Johannes-
sen, sum er skrivari og trú-
boðari hjá KFUM & K í
Klaksvík.
Ein orsøk til, at vikan nú
verður mánaði, er, at við
hesum fáa eitt nú útróðrar-
menn møguleikan at koma
til onkur av tiltøkunum, og
nú øll tiltøkini verða hildin
kring vikuskiftið og ikki
gjøgnum vikuna, ber betur
til at fáa talarar og sangarar
at verða við.
O.K. um andan í
glasinum
Undirheitið fyri missións-
mánaðin er »Fylg mær«, og
tað eru sera ymisk tiltøk á
skránni.
Lagt verður fyri fríggja-
kvøldið við einum møti,
har Regin Høgnesen fer at
tala, og har Magni Christ-
iansen fer at syngja. Leyg-
arkvøldið verður konsert
við kórsangi í Christians-
kirkjuni, og sunnudagin eru
aftur møti og sangur á
skránni í KFUM & K.
Umframt møti og sang
eru eisini nakrar áhugatím-
ar á skránni, og her verður
tosað um ymiskt, sum er
frammi í tíðini.
Leygarkvøldið fer Jør-
mund Foldbo at tosa um at
byggja brýr, og seinni í
mánaðinum fer Peter O. K.
Olofsson at tosa um andan í
glasinum.
22. november verður tos-
að um missión, og tá verður
Gimmi Olsen við live úr
Afrika.
Til øll tiltøkini verður
barnaansing, kaffi verður
aftaná møtini, og møguleiki
verður at keypa bøkur, fløg-
ur og annað.
Eykanummar við kóri
Eitt av tiltøkunum hetta
vikuskiftið er konsert í
Christianskirkjuni. Har fer
kórið, sum var til sang-
skeiðið hjá Heimamissión-
ini herfyri, at syngja.
Sangskeiðið endar altíð
við konsert, men hesaferð
verður eitt eykanummar við
kórinum. Kórið, sum taldi
135 fólk, fer at venja og
syngja í Klaksvík leygar-
dagin, og harafturat fer
barnakórið av sangskeiðn-
um eisini at verða við á
konsertini. Tey hava styrkt
seg við nógvum klaksvíks-
børnum til hesa konsertina.
Konsertin í Christianskirkj-
uni verður leygarkvøldið
kl. 19.30.
Føroyski rockbólk-
urin Týr fer nú á
konsertferð við tón-
leikinum av nýggjastu
fløguni Eric The Red.
Teir spæla í Føroyum,
Russlandi og seinni í
Íslandi og Týsklandi.
Teir hava aftur broytt
manningina í
bólkinum
TÝR
Eyðun Klakstein
Fyrr í ár kom bólkurin Týr
við sínari nýggju fløgu,
Eric the Red, og nú fara
kvæðarockararnir á kon-
sertferð við hesum tónleiki.
Lagt verður fyri í føroy-
um síðst í november mán-
aði, tá ið Týr fer at spæla til
trý tiltøk eitt vikuskiftið.
Hóskvøldið 27. november
spæla teir á Margarin-
fabrikkini í Havn, fríggja-
kvøldið í Klubbanum í
Klaksvík og leygarkvøldið
í VB-húsinum í Vági.
Fyrst í desember gongur
leiðin til Russlands, hagar
Týr er boðið at spæla.
Týr skal spæla á væl um-
tókta Red Club í St. Pæt-
ursborg, og á Santa Lucia
stevnuni, ið er eitt norrønt
tiltak, í Petrozavodsk. Hes-
ar konsertir skulu vera við
til at marknaðarføra Týr, nú
felagið CD-Maximum gev-
ur fyrstu fløguna hjá Týr,
How far to Asgaard, út í
øllum fyrrverandi Sovjet-
samveldinum.
Eisini til Íslands
Týr hevði fyri tveimum
árum síðani eitt ordans hitt
í Íslandi við Orminum
Langa, og íslendingar hava
ikki gloymt føroyska bólk-
in. Tí ætlar Týr sær eisini til
Íslands at spæla.
Hendan
konsertferðin
verður saman við svenska
bólkinum Freak Kitchen.
Týr fegnast um møgu-
leikan at spæla aftur í Ís-
landi, og enn er hetta størsti
marknaðurin hjá Týr.
Konsertferðinar hjá Týr
hava fingið dyggan stuðul
frá Mentanagrunni Lands-
ins,
Atlantic
Airways,
Skipafelagi Føroyar, Norð-
urlandahúsinum, Menta-
málaráðnum og Fitur.
– Hesin góði stuðulin er
avgerðandi fyri framgongd-
ina hjá bólkinum, og vit
fegnast um, at føroyskir og
íslendskir stovnar og feløg
vilja stuðla útflutningi av
føroyskum tónleiki, siga
teir í Týr.
Nógv ummæli
Útgávan Eric The Red
verður enn ummæld um all-
an heim, og serliga gongur
væl í Týsklandi og Fin-
landi.
Finska Inferno Magazine
gevur Eric The Red 8/10 og
fer at skriva um Týr í einari
serligari víkinga útgávu av
blaðnum
í
desember,
LetsMakeSomeNoise gev-
ur Týr 4/5, Desibel.net gev-
ur fløguni 4/5, og Imperi-
umi gevur 8,5/10.
Í Týsklandi eru eisini
nógv góð orð at fegnast um,
og Metal Observer Maga-
zie skrivar, at tónleikurin
hjá Týr er bergtakandi og
íoyrafallandi. Ummælarin
sigur, at hann ongantíð áður
hevur hoyrt slíka blanding
av víkingamáli, fólkatón-
leiki og rocki áður.
Onnur týsk tíðarrit rósa
eisini fløguni hjá Týr, sum
eisini verður ummæld og
spæld í Italia, USA, Portu-
gal, Noregi og Australia.
Sóknast eftir nýggjum
manni
Tað er aftur nú broyting í
manningini í Týr. Gittar-
spælari Terje Skibenæs er
farin burtur úr, og tí sóknast
Týr nú eftir nýggjum gittar-
spælara.
Heri, Kári og Gunnar
spældu tríggir í Keyp-
mannahavn hin 30. august,
og tað gekk stak væl. Teir
hava tí gjørt av at halda
fram sum ein trio til nýggj-
ur gittarleikari er funnin.
Týr sigur í tíðindaskrivi,
at áhugaðir gittarspælarar
kunnu seta seg í samband
við bólkin. Tað er ein fyri-
munur at spæla á 7-
strongdan gittar og at duga
at syngja.
Týr hevur fleiri spenn-
andi uppgávur fyri framm-
an, tí teir eru longu bidnir
til tveir týskar festivalir
komandi summar, Head-
bangers Open Air og Rock-
Town.
Nógvir ummælarar meta,
at Týr standa á gáttini til
altjóða
gjøgnumbrot
í
metal-heiminum.
Vikan varðar nú ein mánað
Kvæðarockur til Russlands
Nógvir ummælarar meta, at Týr standa á gáttini til altjóða gjøgnumbrot í metal-heiminum
Í novmber hevur KFUM & K í Klaksvík missiónsmánað við ymiskum tiltøkum, sum eisini fara út til smærri bygdirnir í
Norðoyggjum
C
M
Y
K
27
26