hósdagur 6. november 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 6. november 2003
29
Málið hjá HB er
framvegis at ala
sum mest av egnum
fólki, men møgu-
leikin við Jákupi á
Borg var ov góður,
til at hann kundi
fara framvið
HB-FORMAÐURIN
Jákup Mørk
Sum vera man, so er
formaðurin í HB, Birgir
Enghamar,
sera
væl
nøgdir um, at tað nú
hevur eydnast felagnum
at styrkt um hópin við
einum av avgjørt bestu
leikarunum í heimligu
kappingini.
- Tað er einki at ivast í,
at vit eru fegnir um, at
tað hevur eydnast okkum
at fáa Jákup á Borg í
hópin. Hann er jú ein av
teimum absolutt bestu
føroysku
leikarunum
yvirhøvur, og tað er ikki
so ofta, at tú hevur
møguleikar
at
knýta
slíkar leikarar at liðnum,
sigur Birgir.
B36-formaðurin hevur
borið fram, at HB nokk
hevði givið Jákupi eitt
tilboð, sum hann ikki
fekk sagt nei til. HB
hevur jú vunnið meist-
araheitið tvey ár á rað, og
brutto kastar hetta einar
tríggjar milliónir av sær í
luttøkugjaldi frá UEFA.
Hevur hetta viðvirka til,
at HB so smátt er um at
gerast ein veruligur risi í
stíli við t.d. norska Ros-
enborg. Tað vil siga eitt
felag, sum kann taka
bestu
leikararnar
frá
kappingarneytunum, og á
tann hátt hava eina at
kalla serstøðu?
- Nei. Tað er ein støða,
sum eg ongan tíð rokni
við fer at koma í føroysk-
um fótbólti. Í HB hava
vit í øllum førum fram-
vegis sama politikkin. Vit
skulu fyrst og fremst
uppala okkara egnu leik-
arar, og málið er sjálv-
sagt, at hesir skulu vera
millum teir bestu í land-
inum. Fíggjarliga trúgvi
eg einki uppá, at før-
oyskur fótbóltur kann
bera eitt felag, har liðið
at kalla verður keypt inn.
- Hinvegin sigur tað
seg sjálvt, at vit eisini
royna at styrkja um hópin
so hvørt. Í hesum førin-
um vísti tað seg, at Jákup
var áhugaður í einum
skifti, og tann møguleik-
in var alt ov góður, til at
vit kundu lata hann fara,
heldur Birgir.
Og at enda leggur for-
maðurin afturat, at hann
væl er greiður um, at
hetta er nakað, sum vekir
sterkar
kenslur
hjá
grannunum. Men hann
leggur í sama viðfangi
dent á, at hesar kensl-
urnar í sjálvum sær ikki
vóru nakað mál hjá HB í
hesum.
- Vit hava sjálvir staðið
í støðuni, sum B36 er í
nú. Og vit vóru sera vón-
sviknir, tá eitt nú Julian
Johnsson, Sigfríður Cle-
mentsen, John Heri Dam
og Bárður Mortansson
valdu at skifta til B36.
Har misti felagið nakrar
leikarar á ein hátt, sum
vit framvegis iðra okkum
um, men trupulleikin var
tá helst, at vit ikki gjørdu
okkara heimaarbeiði til
lítar. Tað hava vit roynt at
tikið við læru av, og
sjálvur haldi eg, at vit nú
eru sera væl fyri til árið,
har vit skulu halda 100
ára dag okkara. Hetta
verður í mangar mátar
eitt spennandi ár, og eg
ivist ikki í, at hetta eisini
hevur verið ein av or-
søkunum til, at Jákup á
Borg hevur tikið sína
avgerð.
Nr. 211 • hósdagur • 6. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Einki nýtt
Rosenborg
Spennandi av
- Eg fái eingi hús, men
ein nakað betraðan
sáttmála. Og ikki
minst, so fái eg eisini
nýggjar avbjóðingar,
sum heilt víst kunnu
verða mennandi hjá
mær, sigur Jákup á
Borg millum annað,
nú hann fer at leika í
reyð/svarta HB-
búnanum
LEIKARIN
Jákup Mørk
Jákup á Borg spælir í HB
næsta ár. Boðini mundu
fara sum ein ylur kring alla
Havnina, og fyri tann stóra
partin av føroyingum, sum
hava áhuga í fótbólti, var
talan um ein lítlan skelk.
Ikki so nógv tí talan var um
eitt leikaraskifti, tí tey eru
hóast alt nøkur ígjøgnum
ein drúgvan fótbóltssteðg,
men tí talan var um eina av
absolutto stjørnunum, sum
skifti millum argastu kapp-
ingarneytarnar.
Reyð/svørtu
viðhalds-
fólkini, sum halda til í
norðara
partinum
av
Gundadali mundu vera tey,
sum fegnaðust mest um
hetta. Ikki bara hevur fe-
lagið við hesum fingið ein
góðan leikara, men kanska
minst líka týdningamikið,
so hava tey longu vunnið
fyrsta stóra slagið móti
grannunum úr B36.
Eingi hús
Hóast hetta soleiðis er nak-
að, sum heilt víst vekir
sterkar kenslur í báðum
havnarlegunum, so var tað
tó ein avkláraður Jákup á
Borg, sum vit fingu orðið á,
tá skiftið var veruleiki. Eitt
skifti, sum merkir, at hann
eftir 18 ár í B36 - harav átta
á besta liðnum - fyri fyrstu
ferð skal royna seg í øðrum
felagi.
- Fyrst og fremst, so má
eg siga, at eg ikki havi
nakra ætlan um at klamsa
við hurðini, nú eg havi valt
at skifta felag. Eg havi havt
nógv ótrúliga góð ár í B36,
og í nógvar mátar hevur
felagið verið sum eitt heim
hjá mær. Nógvar av vinum
mínum havi eg fingið her,
og tí kann tað eisini kennast
eitt sindur tungt at fara
avstað, leggur hann fyri.
Men hetta hevur so sjálv-
andi eisini sínar orsøkir,
leggur hann afturat. Úr B36
vóru boðini, at HB hevur
givið leikaranum eitt til-
boð, sum hann illa fekk
sagt nei til, men hesum er
leikarin nú ikki so samdur
í.
- Eg skal nú ikki siga, at
tað er ein vánaligur sátt-
máli, sum eg havi fingið.
Men tað er altso ikki so
gott, sum fólk vilja gera tað
til. Sjálvur rokni eg eisini
við, at eg væl kundi fingið
meira í onkrum felagi úti á
bygd, um eg bara vildi selja
meg sjálvan so dýrt sum
gjørligt, men tað er so ikki
tað, sum hevur vigað mest í
øllum hesum. Og lat meg
so eisini siga alt fyri eitt, at
eg ikki havi fingið nakað
hús frá Høgna Mikkelsen,
soleiðis sum slaturin annars
hevur ljóðað. Sum partur av
leiðsluni í HB hevur Høgni
sjálvandi verið ein av teim-
um, sum eg havi tosað við,
men meira enn tað er tað so
ikki.
- Fyrst og fremst, so haldi
eg, at eg fekk eina sera
góða viðferð, nú eg tosaði
við HB. Teir hava lurtað
eftir mínum sjónarmiðjum.
Leiðslan tykist arbeiða
ógvuliga
miðvíst
móti
komandi kappingarári, og
tað er so ein kensla, sum eg
ikki í eins stóran mun havi
kent, tá eg havi tosað við
Nýggi níggjarin hjá HB. Jákup á Borg hevur longu fingið troyggjuna, sum hann skal spæla í komandi ár
Í hesum førinum vísti tað
seg, at Jákup var áhugaður
í einum skifti, og tann
møguleikin var alt ov
góður, til at vit kundu lata
hann fara, heldur Birgir
Enghamar
B36-formaðurin er
fáorðaður, nú
felagið hevur mist
kanska størstu
stjørnuna. Men
eingin ivi er um, at
annars tryggir
grundvøllurin undir
syðra húsinum í
Gundadali so smátt
er farin at ridla
B36
Jákup Mørk
Í syðra partinum av
Gundadali vórðu boðini
um stóra leikaraskiftið
týsdagin ikki møtt við
somu gleði, sum tey
vórðu í HB. Eitt er, at
felagið við hesum missir
ein av bestu leikarunum í
landinum. Tað hevur fe-
lagið sum so roynt fyrr.
Men tað at talan í hesum
førinum er um kanska
besta leikaran, sum felag-
ið hevur uppalt seinastu
nógvu árini, og at skiftið
er til júst grannarnar úr
HB, er nakað, sum tekur
heilt meint.
Sum vera man, so var
formaðurin í B36, Krist-
ian á Neystabø, fáorð-að-
ur, tá vit fingu orðið á
hann seinnapartin týs-
dagin.
-
Sjálvandi
kemur
maður í mans stað, men í
hesum førinum verður
tað tungt.
- Sum eg skilji tað, so
hevur hann fingið eitt
sera gott tilboð frá HB,
sum hann hevur tikið av.
Og eg fái ikki sagt annað,
enn at eg vísi til tíð-inda-
skrivið, sum HB hevur
sent út. Hvat Jákupi
sjálvum viðvíkur, so er
hann nokk førur fyri at
svara seg, sigur formað-
urin í B36.
Meira enn ein leikari
Men hóast fáu orðini, so
er nokk eingin ivi um, at
hann eins væl og onnur er
greiður um missin, sum
B36 nú hevur verið fyri.
Seinasta góða tíggju-
ára skeiðið hevur B36 -
við Kristian á Neystabø
sum oddamanni - lagt
fortíðina aftur um seg.
Frá at vera fastur partur
av botnstríðinum og við
hvørt eisini skýrt sum
elevator-lið, er felagið í
dag at rokna millum tey
heilt stóru í føroyskum
fótbólti.
Fyri ein stóran part er
hendan framgongdin tó
bygd á leikarar, sum fe-
lagið hevur fingið aðra
staðni frá. Tí hóast eitt
miðvíst ungdómsarbeiði
gjøgnum seinasta partin
av áttati- og meginpartin
av nítiárunum, so hevur
tað í merkiliga lítlan mun
eydnast felagnum at ment
hesar leikarar til berandi
kreftir á besta liðnum.
Nógvir hava verið meira
og minni fastir í hópin-
um, og hava so sanniliga
átt sín part í úrslitunum,
sum felagið hevur vunn-
ið, men tað eru tó fáir,
sum hava ment seg upp til
avgjørda landsliðsflokk-
in. Her hevði felagið ein
slíkan, og í nógvar mátar
hevur Jákup hesi átta
árini, sum hann hevur
leikt á besta liðnum,
verið ein hin størsta fyri-
myndin fyri ungdómin í
felagnum. Hann hevur í
so máta kanska verið
ímyndin av framgongdini
hjá felagnum, og tí má
sigast at B36 við hesum
hevur mist nógv meira
enn ein góðan leikara.
Sjálvrannsakan
Stóri
spurningurin
í
felagnum er tí ivaleyst,
hvussu tað bar til, at
felagið á hendan hátt
spældi sær av við størsta
gimsteinin í goymsluni.
Eingin fæst at siga tað
fyri vist. Men sjálvur
sigur leikarin, at talan
ikki var um nakran super-
sáttmála, sum hann nú
hevur tikið av, og formað-
urin í HB avvísir eisini, at
felagið hevur leitað djúpt
í pengapunginum.
Fíggjarliga er tað so
einki dulsmál, at B36
man vera sterkasta felag-
ið í landinum. Við at
skeita at leikarahópinum,
sum felagið hevði eitt nú
í fjør, er eisini skjótt at
staðfesta, at hesin í peng-
um man hava verið so
nógv tann dýrasti í land-
inum, men kortini kemur
felagið at kalla á hvørjum
ári út við yvirskoti um ta
hálvu milliónina.
Tí tykist svarið vera, at
felagið í ov stóran mun
hevur dúvað upp á loyali-
tetin hjá teimum leikar-
um, sum eru uppaldir í
felagnum, meðan stóru
peningaupphæddirnar
hinvegin eru nýttar at
draga leikarar aðra staðni
frá til felagið. At leikarar
tosa sínamillum um sam-
sýningina, sum teir fáa,
er nokk eingin loyna, og
tí kann tað ivaleyst skapa
misnøgd, um leikarar
lutfalsliga fáa væl minni
enn tað, sum teir halda
seg standa fyri. Ikki so
nógv av fíggjarligum
ávum, tí tað munnu hóast
alt vera fáir leikarar, sum
gerast ríkir av at spæla
fótbólt í Føroyum, men
einamest tí leikarar við
hesum koma at kenna á
sær, at teir verða ov lítið
virdir av felagnum. Sín-
um egna felagið væl at
merkja.
Hvussu er og ikki, so
hevur alt B36 við skiftin-
um hjá Jákupi á Borg
fingið
ein
rættiligan
frammaná, og einki er at
ivast í, at hetta er eitt
evni, sum kemur at fylla
heilt nógv, tá felagi um
fáar vikur skal halda
árliga aðalfundin. Ein
aðalfundur, sum uttan iva
enn einaferð kemur at
vísa eitt stórt yvirskot í
pengum, men sum lætt-
liga kann vísa eitt eins
stórt undirskot í teimum
virðum, sum ikki kunnu
gerast upp á bankabókini.
Ein katastrofa
hjá B36
vbjóðing
B36. Ikki tí at B36 ikki
stílar høgt, men onkurs-
vegna tykist hetta betri
skipað í HB. Og B36 visti
av, at eg ikki ætlaði at
skriva undir nýggjan sátt-
mála beinanvegin. Eg segði
teimum, at útspælið hjá
teimum til nýggjan sátt-
mála var ikki nøktandi,
men eg havi ikki hoyrt
nakað aftur. Kanska kundi
eg pressa sitrónina við at
siga, hvørji onnur tilboð
vóru, men tað valdi eg so
ikki at gera, tí eg tími ikki
at verða skýrdur sum ein, ið
bert hugsar um pengar.
- Og ítróttarliga er hetta
eisini ein stór avbjóðing hjá
mær. HB fyllir 100 ár
komandi ár, og í nógvar
mátar tykist hetta gerast
sera spennandi. Tað kann
vera ein avbjóðing, sum
fær meg at geva meg enn
meira. Sjálvur var eg so
ikki nøgdur við persónliga
avrikið hjá mær í fjør. Tað
er kanska eisini so, at eg nú
havi spælt øll árini við B36,
og at tað tí kanska koyrir ov
nógv í sama spori. Nú skal
eg í øllum førum prógva í
HB, at eg skal hava fast
pláss á liðnum, og sjálvandi
skal eg eisini prógva fyri
B36, at teir burdu hildið
betri fast í mær.
Heit móttøka
Sum nevnt, so vóru øll
helst ikki eins fegin, nú
skiftið gjørdist veruleiki,
og sjálvur viðgongur Jákup
eisini, at boð vóru oftani
eftir honum týsdagin.
- Telefonin ringdi at kalla
út í eitt, og at enda tímdi eg
ikki at taka hana. Eg hevði
hóast alt kunnað leiðslu og
viðleikarar í B36, umframt
tey nærmastu. At onnur so
eisini vildu hava nakað at
vita, fái eg ikki gjørt so
nógv við. Gjørdi eg tað, so
tosaði eg í telefonini allan
dagin, og tað tímdi eg altso
ikki. Hósdagin fari eg niður
at hyggja at FCK og Mal-
lorca, og so fái eg vónandi
eitt sindur av friði, sigur
hann við einum lítlum
smíli.
Men hvussu víkir og
vendir, so er einki at ivast í,
at talan verður um eina
heita móttøku, tá hann
einaferð komandi ár skal
spæla grannauppgerð í
Gundadali. Hesa ferð við
B36 sum mótstøðuliði, og
Jákup tykist eisini greiður
um, hvat tá bíðar eftir
honum.
- Sjálvandi kanst tú ikki
fyrireika teg heilt neyvt til
tað, sum tá fer at henda.
Men nú spæli eg so við HB,
og har ætli eg mær at gera
alt tað, sum stendur í mín-
ari makt, til tess at vinna -
eisini móti B36. Hinvegin
fara tey í B36 helst at gera
sítt til, at dagurin hjá mær
til ta tíð ikki skal gerast so
góður, men tað má eg bara
góðtaka. Rivaliseringin er
ein partur av spælinum, og
eg veit væl, hvussu nógv
hetta hevur at siga fyri
summi, so tað skulu tey
hava loyvi til. Men eg vóni
bara, at tey hóast alt eisini
duga at síggja hetta frá
mínari síðu, sigur Jákup á
Borg at enda.
Kristian á Neystabø var
fáorðaður um júst staðfesta
leikaraskiftið, men eingin
ivi er um, at felag hansara
hevur fingið ein frammaná
frá grannunum
29
C
M
Y
K
28