Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UG. internet: http://www.cybernet dk/faroe-news Vit duga um vit vilja Oddagrein TAÐ verður oftani sagt, at blødini og midlarnir sum heild bara dyrka tær negativu søgurnar og alt ov sjåldan geva ti góða og ti positiva i samfelagnum gæt- ur. UM hetta er so skulu vit lata lesararnar avgera. Men i hesum døgum er øll orsøk til at fegnast, nú Tórshavnar Skipasmiðja hevur fingið sáttmála um gerð av trimum politibátum til Grenlands. Um sama mundið frætta vit, at skipasmiðjan inni á Skála hevur fingið uppgávuna at um- væla ein grønlendskan trolara. Hóast hetta kann tykjast lítil uppgáva, so vísir hetta, at áhugi er fyri at brúka okkara smipasmiðjur. Og tað er at fegnast um. Tað er positivt og tað er gott. Tað vísir, at vit eru kappingarførir. TÓRSHAVNAR SKIPASMIÐJA hevur drúgvar royndir og hevur bygt upp eitt álit og eina virðing, sum nú er við at festa røtur í útlandinum eisini. At skipa- smiðjan herfyri fekk sáttmála um gerð av ferju til Svendborg og sáttmála um ger av umhvørvisskipi til Thailands er nakað, sum fløvar og sum eigur at geva okkum øllum, sum i hesum landi bugva, trånna uppå okkum sjålvi - at tad ber til um tå vil. EINGIN ivi um, at fakfólkini á teknistov- uni og á roknskapardeildini á skipa- smiðjuni hava gjørt sítt besta fyri at fáa hesar seinastu sáttmálarnar í hús. Urs- litið vísir, at teirra arbeiði hevur ikki verið til fánýtis. Hetta er so ikki nakað, sum bert gagnar arbeiðsplássinum og teim- um mongu har arbeiða. Hetta setir ringar í vatnið- fyri býin og fyri landið. Tað gevur skattainntøkur, tað gevur virk- semi og ikki minst tað er við til at birta nýtt lív í vónirnar um, at her ber til at búleikast. So talan er ikki bert um ein stórsigur fyri Tórshavnar Skipasmiðju. Tað er ein sigur fyri okkum oll. NÚ vit nema við spurningin um skipa- smíð, so frættu vit nú um dagarnar, at ein nevnd sett av landsstýrinum er komin við einum áliti um ein „nýggjan skipapakka“ ella hvat tað nú eitur. Sagt varð, at tað almenna eigur at stuðla bygg- ing av skipum og varð her hugsað um foroyskt skipasmíð. Spurningur okkara er, um hesin skipapakkin veruliga er ætlaður foroyskum skipasmíð ella um hann bert er ein spurningur um at stuðla teimum sum vilja byggja skip heldur enn at hugsa um okkara skipasmíðidnað! AFTUR til politibátarnar. Vit vilja bert ynskja tykkum ollum á hesum stóra ar- beiðsplássi hjartaliga tillukku við nýggju sáttmálunum. Góðan arbeiðshug oll somul. Gott í tykkum. Sosialurin Lýsingar og sola: Marjun Dalsgaard Ábyrgdarblaðstjóri: Blaðstjórnarfulltrúi: Jan Múller Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov, Dagny Joensen, | Grækaris D. Magnussen | Eyðun Klakkstein, | Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Útgevari, uppseting og prent: Sp/f Sosialunn Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn | Telefon: 11820 } | Telefax. 14720 | Í e-mail: | sosialur 8 olivant fo | j Í Signal á leiðini Hann sendir sínar strálur út í náttarmyrkrið. trúliga hev ur hann staðið á Skansanum og sent strálur sínar eystur í hav. Hann hevur sæð mangt skipið lagt út frá Havnarvåg og hevur víst mongum fari leiðina gjøgnum fjørdin, antin tað so kom sunnan i frá ella norðan í frå i nåttar myrkrinum. Tað skal eitt vakið eygað til á brúnni Siglast má eftir teim réttu ljósunum. annars verður siglt á land, men vitin ger ikki mun á teimum hann sendir signal til, hann sendir sama signal til árabátin sum til Norrønu og Smyril, hansara uppgáva er, at verða álitandi vegvísari, so farið kemur trygt í havn Hann ger ikki nógv um seg í dagsins samfelag, er mest sjónligur í myrkri men tað er eisini tå, at tann siglandi hyggur eftir hon um. Tann vanligi borgarin í havnargøtum gevur honum neyvan ans og tó hann send ir síni signal út í náttar myrkrið uttan mun til, hvor tað er, sum hevur brúk fyri honum Vit fáa ymisk signal hvønn dag í lívi okkara Nærmasti grannin hjá vit anum á Skansanum man verða Fiskasølan, og um eg ikki meti heilt skeivt, so eiga teir at síggja beint á tað reyða ljósið. Um hettar kann vekja nakrar tankar veit eg ikki, men teir hava í hesum døgum sent nøkur signal út, og eftir hvat teir sjålvir siga, er årslitid ikki nøktandi. Ikki kann sigast, at hesi signal bera boð um, at tað lýsir fyri ljósari degi innan hevuðsvinnu okkara, fiskivinnuna, og skulu vit taka signalið í álvara. sum havgranskingarstovnurin sendir út í hesum døgum til okkum frá einum ella eðr um skrivibordi, so er vandi á ferð. Her verður alt ov nógv fiskað verður sagt, men tann vanligi fiskimað urin spyr, hví ikki fiska, medan vit hava fiskin å grunnunum? Hettar tykir mær verða ein góður spurn- ingur. Er veiðitrýstið ov stórt ella rkki, skal signalið, tilrådingin, sum kom sum ein bomba frá ICES fylgjast ella ikki? At tað valdar ein ótryggleiki innan fiskivinn una av hesum ymisku sign alunum, sum komin eru hesa seinastu tíðina er væl skiljandi. Hver kann koma við einum nøktand: svari? Stjórar fara og stjórar koma. Fiskasølan og Fiska virking hava fingið nýggja manning á brúnni, eg vil ynskja tykkum alt tað besta og hegni til at finna nýggjar leiðir, hurðar læsast og hurðar opnast. Eitt -royki- virki saman við ødrum um- stóðum, skal hava kostað dýrt verður sagt frá Fiska- sølumi. Henda nýhugsan bar also heldur ikki til at fáa sum eitt alternativ til flaka- virkir her á landi Framtaksgrunnurin við sínum fimti milliónum setti nýggjan motor í hesa fyri- tóku. Við nógvum hesta- kreftum skuldi skútan Før- oyar leggja lunnar undir eina ljósari framtíð. Vit skuldu sigla okkum burtur úr dimminum, sum hevur valdað innan fiskivinnuna, men tað er tíverri nakað, sum talar fyri, at siglt hevur verið eftir skeivum ljósi, og vit nærkast skergarðinum aftur, um kósin ikki verður broytt og skriftin á veggin- um verður tikin í álvara Men tað skal verða sagt tykkum til troyst, um ein ongantíð ger nakað skeivt verður allar helst ov lítið gjørt. Alternativid til einki skeivt at gera, er at sita hendur í favn, og tað skapar onga nýhugsan Og okkara landsstýri hes ur eisini sent nøkur signal ut, um endurny gjan av fiski flotanum. Hetta eru nyskap andi tónar, men hver torir at leggja rygg til, um fiski veiðan skal skerjast við 30 prosentum? Vit móttaka ymisk signal hvønn dag, eisini tann danska stjórnin hevur sent nøkur signal út um dagarn ar. sum eru ræðandi. Tær fáu milliónirnar hjá Fiska søluni blikna ímót hesi risaupphædd, sum fylgjur ar av rúsdrekka kostar tí danska statinum 11 milli ardir krónur, og teir seta í dag spurning við um tað ikki er alt ov lætt at fáa hendur á rúsdrekka. Her á landi eru eisini ynski frá ávísum síðum um at gera tað enn lættari at fáa hendur á rúsdrekka, sjálvt um allur statistikkur frá grannum okkara vísir á tað skeiva í hesum. Signalið frá vitan- um vísir reytt. Tað er stórur vandi á leiðini, um tann kós in skal haldast Ein nevnd av donskum biskuppum sendi um dag arnar nøkur óhugnalig sign al út um signing av sam kyndum innan kirkjugátt Hetta skal stemmast um seinri í heyst, men tað skilst, at tað er eitt fleirtal fyri í Danmark. Takk skal okkara biskuppur hava fyri ta greiðu stødu hann hevur út talað í hesum ålvarsmåli. Ég trúgvi hann hevur fjøldina aftanfyri seg av Føroya fólki, men trystid, avleið ingarnar av hesi avgerð verða øgiligar. Lott mátti takast við makt út úr Sod oma á sinni, og spurning urin er, um ikki halgidómur okkara má takast burtur úr Sodoma siðloysinum, men vónandi verður tað ikki við makt. Eisini hevur lands styrismadurin, sum hevur hettar málsskið um hendi, givið hesum signali ans Tað eru allar grundir til at taka signalini frá vitanum í størsta álvarsemi og tað ger ein bert við at verða vakin á brúnni og síggja vandarnar. Hann, sum gav okkum lívið, hevur eisini syrgt fyri rættningslinjum, sum okkara lívsfar skal sigla eftir. Um tað skal koma trygt í havn, so stend- ur tað til tann einstaka, um hann gevur vitanum ans Malmberg D. Olsen 490 Strendur Verkfalshóttan er send út Semingsmmaður verður nú helst biðin um at koma upp í samráðingarnar millum Føroya Banka og Starvsfólkafelagið RANDI JACOBSEN Teir báðir semingsmenninir Jógvan Amonsson og Al- fred Petersen kunnu vænta at verða bidnir um at royna at fáa semju í samráðing- unum millum leiðsluna í Føroya Banka og Starvs- fólkafelagið Tað vóru í hvussu er teir, sum fingu í lag semjuna millum partarnar fyri tverm- um árum síðan Neyðugt er við semings manni í samráðingunum, tí tær steðgaðu upp í seinastu viku, og í gjár boðaði Starvsfólkafelagið frá verk falli at byrja 3. juli Sambært reglunum skal verkfall í bankanum boðast frá ein mánað frammanund an TELOGERAKT MI SAFARI TRANSPORT 2222