fríggjadagur 6. juni 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
on
Nr. 105 — 6. JUNI 1997
tidindabladid
Ra >
5
Allan Simonsen: Vit mugu
hugsa sum yrkisspælarar
Fótbóltur: Allan Simonsen frøist um, at áskoðararnir eru so spentir til sunnu-
dagin. Hann veit, hvat tey koma at síggja, og ein av høvudsuppgåvunum hjá
honum komandi dagarnar verður at fáa spælararnar at síggja professionelt uppá
uppgávuna
Í morgun klokkan ellivu
metast Allan Simonsen,
landsliðsvenjari, og teir átj-
an landsliðsspælararnir á
Svangaskarði at fyrireika
seg til stóru uppgávuna
sunnudagin
Allan Simonsen kom fyrr
í vikuni til landið, og í gjár
var hann í Gøtu og hugði at
GÍ og NSÍ. Har sá hann Jens
Martin Knudsen, Henning
Jarnskor, Magna Jarnskor
og Helga L. Petersen.
Kanska hevði tað serligan
áhuga hjá honum at síggja,
hvussu gamli liðformaður-
in, Magni Jarnskor, er fyri
Vit tosaðu við venjaran
undan semifinaluni, og tá
staðfesti hann, at fyribils så
tað út til, at allir spælararnir,
sum hann upprunaliga hev-
ur tikid út til hesa upp-
gávuna, meta í morgun, og
nær tað er komið fyri áður,
visti venjarin ikki at siga.
Urslitid fram
um undirhaldið
Tað frøir Allan Simonsen,
at hoyra, at åhugin millum
åskodararnar tykist vera
størri, enn hann nakrantid
hevur verid ådur:
- Eg eri eisini greiður yv-
ir, at áskoðararnir koma á
Svangaskarð fyri at síggja
okkum smyrja maltesar av
Eg rokni við at áskoðara-
stuðulin verður minst líka
góður, sum hann hevur ver-
ið, tá vit áður hava spælt á
heimavelli, og so er tað mín
uppgáva at siga spælarun-
um, hvat tað er, sum eg vil
hava teir at gera, og hvussu
vit skulu greiða setningin.
Hvat fert tú at síga spæl-
arunum?
--Ég fari m.a. at biðja teir
um at brúka áskoðarastuð-
ulin positivt, altso at teir
skulu lata seg lyfta upp av
stuðlinum, men eg fari at
undirstrika so nógv, sum tað
ber til, at tað er alneyðugt,
at vit hava ein professionell-
an hugburð til avbj6dingina.
Tað nyttar einki, at vit leypa
á við høvdinum undir arm-
inum fyri at undirhalda á-
skoðararnar. Gera vit tað, so
økjast møguleikarnir hjá
maltesum at gera nyttu burt-
urúr kontraspælinum, sum
teir so fegnir vilja dúva
uppá, og so ber væl til at
ímynda sær, at úrslitið verð-
ur ikki tað, sum áskoðarar-
nir vilja hava.
På
At sø orne skulu hugsa
professionelt um uppgåv-
una sigur venjarin m.a. bera
f sær, at tad er meiri tydn-
ingarmikid at halda tætt í
verjuni enn at skora mál:
— Vit eru við í einari HM
undankapping, og tað, sum
telur mest fyri meg, er, at
vit verða omanfyri Malta,
tá kappingin verður liðug
seinni í heyst. Megna vit
javnleik sunnudagin. so eru
vit betri enn teir, og so eiga
vit at vera nøgd, men sjálv-
sagt verða vit øll uppaftur
meiri nøgd, um vit vinna
sunnudagin
Málleyst okkara
fyrimunur
Allan Simonsen ivast ikki
í, at maltesar koma henda
vegin fyri at vinna:
— Tá vit vóru har niðri,
var tað eitt fólkakrav, at teir
vunnu á okkum. Teir taptu,
og nú fáa teir einasta møgu-
leikan at gera tað tapið gott
aftur. Tí rokni eg við, at teir
verða ikki nøgdir við javn-
leikin, og tað kann gerast
okkara fyrimunur.
Hvussu tá?
--Um tað er målleyst, tå
komið er nakað út í 2. hålv-
leik, so verða teir ótolnir,
og so kann tað vera, at vit
fáa møguleikar fyri snar-
álopum. At tað verður sera
javnt alla tíðina ivist eg ikki
í. Tá vit vóru har niðri var
tað tætt, men vit vunnu, tí
vit høvdu marginalirnar við
okkum, og teir høvdu teir
ímóti sær. Um tað verður
uppá sama máta við margi-
nalunum hesa ferð, ella um
tað verður mótsatt, ja tað
vita vit ikki, fyrrenn tað er
liðugt
Landsliðsvenjarin fegnast
annars um tær dygðirnar,
sum hann heldur, at hansara
menn vístu síðsta hálva tím-
an niðri á Malta:
— Tað stóð upp til hinar at
undirhalda, men tá ein tími
var farin, vísti møguleikin
hjá okkum seg at vinna, og
ta uppgávuna loystu spæl-
ararnir til fulnar. Tað eru
fleiri, sum hava nógvar
royndir, og teir vístu sanni-
liga, at teir megna at hugsa
professionelt og at gera tað,
sum teir skuldu. Nú hava
teir nógvar áskoðarar aftan-
fyri seg. Tað er frálíkt, men
eg vóni og havi álit á spæl-
arunum, at teir halda høvdid
kalt og gera tað, sum teim-
um verður álagt. Gera teir
tað, so er sannlíkið stórt
fyri, at vit enda omanfyri
Malta í hesum bólkinum, og
tað verða vit øll nøgd við
jh
FSF hevur prentað
fleiri atgongumerki
Fótbóltur: Áhugin fyri landsdystinum ímóti Malta tykist vera stórri, enn hann
hevur verið fyri nøkrum øðrum landsdysti, sum nakrantíð er spældur í Føroyum á økinum, men skulu øll
Mitt í hesi vikuni vóru so
fá atgongumerki eftir av tí
slagnum, sum Postverkið
selur til landsdystin móti
Malta, at teir í Fótbóltssam-
bandinum bóðu Estra prenta
túsund afturat, og eina slík
ari stóðu hava teir í FSF
ongantíð verið í, síðani
landsliðið í 1992 fyri fyrstu
ferð fór at spæla ímóti eðr
um tjóðum á Svangaskarði
- Vit fegnast sjálvsagt yv-
ir, at áhugin tykist vera so
stórur, men at vit hava
prentað fleiri atgongumerki
til posthúsini at selja merkir
ikki tað sama, sum at øll tey
6.000 atgongumerkini, sum
vit í fyrstu atløgu prentaðu,
eru útseld. Postverkið hevur
atgongumerki spjødd kring
alt landið. Tað er serliga í
høvudsstadnum, at:tað fór
at ganga undan fyrr í vikuni,
og vit hava prentað fleiri
fyri at tað skal vera møgu-
leiki kring alt landið at
keypa frá Postverkinum
fram til tað letur aftur
seinnapartin í dag. sigur
Ísak Mikladal, aðalskrivari
í Fótbóltssambandinum
Fyri FSF er tað kærkom-
ið, at nógv keypa atgongu-
merki í forsølu. Og fyri á-
skodaran er tað eisini fíggj-
arligur fyrimunur. Á nógv-
um virkjum og í frítíðar-
feløgum taka tey seg saman,
og um fleiri enn 30 at-
gongumerki verða keypt í
senn, so kosta tey 100 krón-
ur stykkið. Eitt atgongu-
merki kostar á posthúsinum
140 krónur og um
verður til sunnudagin, so er
prísurin á Svangaskarði 150
krónur
12. maðurin
inn
Ísak Mikladal heldur, at ein
stórur partur av frágreiðing-
ini til ógvuliga stóra áhugan
at koma á Svangaskarð
sunnudagin er sjálvandi, at
møguleikarnir fyri føroysk
um sigri eru nógv størri, enn
teir so ofta áður hava verið
Avrikið niðri á Malta
stendur framvegis frískt í
huganum á fólki. Hesa vik
una hevur veðrið verið gott,
og tað skumpar eisini undir
At tað harafturat hevur
eydnast at fáa Strandferðsl-
una í góðari tíð at:lýsa,
hvussu ferdingin er løgd til
rættis sunnudagin ger tad
sjálvsagt lættari hjá fólki at
taka avgerð um at fara á
Svangaskarð, heldur Ísak
Mikladal
Hann ivast heldur ikki í,
at nýggja stuðulsfelagið hjá
landsliðnum hevur sin leik-
lut í økta áhuganum
Eg rokni við, at fleiri
fáa síðsta skumpið, sum
bíðað ”
ofta skal til, tá tað, um eg
so má siga, verður ríkið í
felag. Tá fleiri, sum hava
áhuga hava tikið avgerð um
at fara á Svangaskarð, so
lata tey, sum hava ivast, seg
ríva við
- Signalini, vit hava fing-
ið, eru, at áhugin er stórur
kring alt landið. Tað hevur
ofta verið sagt, at nógv fót-
bóltshugað havnarfólk hava
kent tað tungt at fara inn á
Svangaskarð og at tískil
hevur ikki so nógv skula til,
áðrenn tey eru setst aftur,
men hesa ferð tykist hetta
ikki at vera soleiðis. Vit
hava eisini ábendingar um,
at nógvir suðuroyingar ætla
sær norður. Og har hevur
tað ivaleyst økt um áhugan,
at vågbingurin Pól Thor-
steinsson niðri á Malta var
millum teir fyrstu ellivu.
Eiðismenn eiga ongan
landsliðsmann, men áhugin
har norðuri er stórur alíka-
væl. Posthúsið har norðuri
fekk í fyrstu atløgu hundrað
atgongumerki, og tey vóru
øll seld mikudagin
6000
Tað ljóðar ivaleyst sum søt-
ur tónleikur í oyrunum á
teimum í Fótbóltssamband-
inum, tá tosað verður um,
hvussu nógvir áskoðarar
rúmast á Svangaskarði
8 Skjótasta heimatelda í Europa
Power Macintosh
6400/200 og 6500/250
Æ Power Macintosh 6400/ 200 1
200 MHz PowerPC. 603c RISC-processor
16 Mbyte RAM. kann vidkast til 136 Mbyte
Internur 2 4 Gbyte harddiskur
15" skermur
Knappaborð
Innbygdir hatalarar, subwoofari og
| surround sound
Innbygt CD-ROM-drev við 8dupultari ferð
| | -Innbygt 28.800 bps-modem við fax, tele- |
| | fonsvarara og hondfriari telefonpassing
Appic Internet Connection Kit
| Innbygd multimedia-akscleratión
Descent
Sum vit nevndu í blaðnum
í gjár, so er hægsta áskoð-
aratalið higartil á Toftum
higartil 5.200, og tað kann
gott vera, at tað metið ikki
verður sligið sunnudagin,
men skikkar veðrið sær væl,
so er tað ikki óhugsandi.
A sitiplåssunum kring
grasvøllin råmast 6.000 å-
skoðarar, og so verður sagt,
at alt í alt kunnu 8.000 vera
síggja, hvat gongur fyri seg
á vellinum, so er neyvan
pláss fyri fleiri enn eitt tús-
und áskoðarum, sum
standa. Og so skulu øll
starvsfólkini og hjálparfólk
av ymsum slagi eisini teljast
við
jh
Brekkutún 4 * Postboks 109 * 110 Tórshavn
Tlf 1 1414 * Fax 17534
innb multimedia 3D grafikkakseleratjó
Actua Soccer frå Gremlin Interactive
Acrobat Reader - MacLink Plus - At
Ease - The Grolier Multimedia
Encyclopedia - The Ultimate Human
Things 3 - Volmers Videnskabshus -
Full Throttle - Power Pete - The best
of European Soccer
250 MHz PowerPC, 603e RISC-processor |
32 Mbyte RAM, kann vidkast til 128 Mbyte
Internur 3 Gbyte harddiskur
15" skermur
| Knappaborð
| - Innbygdir hátalarar, subwoofari og
| surround sound
| - Innbygt CDROM-drev við 12-dupultari ferð
| - Innbygt 33.600 bpsmodem við fax, tele-
| fonsvarara og hondfriari telcfonpassing
| - Apple Internet Connection Kit
|
I
|
FARODANE KO