fríggjadagur 6. juni 1997síða 20
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið
Nr. 105 — 6. JUNI 1997
Nýggj floga við | Stevna I
gomlum kvæða-
og visuløgum
Plátufelagið Tuti gevur
í dag eina ljømfløgu út
við heitinum >Flúgv-
andi bidil«. Á fløguni
eru 35 føroysk vísu- og
kvædaløg. Hetta eru
savnsupptekur, sum eru
gjørdar ymsastaðni i
Føroyum, og sum nu
liggja å bandasavninum
å Føroyamålsdeildini
Tær elstu upptøkurnar
eru frå 1902 og tað var
danin Hjalmar Thuren,
sum gjørdi hesar upp-
tøkur. Tær yngstu upp-
tøkurnar vórðu gjørdar
i februar månadi i år, og
tey løgini vórðu kveðin
eftir nótum, sum Hjal-
mar Thuren skrivaði
niður á ferðum sínum í
Føroyum um aldarskift-
id. Ungfólk av Skåla-
fjórðinum hava gjørt
hesar nyggju upptøk-
urnar.
Annars eru kvødar-
amir Bjarni Mohr, Petra
Bergitt Mikkelsen,
Tróndur við A, Niclas
Mikkelsen, Jógvan
Tróndarson, Leifur
Tróndarson, Nicolina
Højgaard, Marin Mal-
ena Eliasen, Martin
Djurhuus, Albert Djur-
huus, Tummas Iversen,
Jóannes Dalsgaard,
Dánjal Petur Splidt,
Mortan á Flettinum,
Jenis á Heyggi, Niklas
TVINGSILSSOLA
Hósdagin
tann 26. juni 1997
kl. 9.00
verður á dómaraskriv-
stovuni C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr.
nr. I gu, Hoyvik, (AS 59/
97).
Talan er um eitt óbygt
grundstykki.
Tvingsilssolan er um-
biðin av Jógvan P. Lass-
en, adv., (j. nr. 4/97),
sum kann geva nærri
upplysingar, eins og av-
tala kann gerast við um
at síggja ognina.
Seluuppgerð kann um-
biðjast frá nevnda advo-
kati ella hyggjast igjøgn-
um á dómaraskrivstov-
uni.
Føroya Fútarættur,
tann 2. juni 1997
Langgaard og Marius
Jóannesarson.
A fløguhusanum eru
stuttar lýsingar av llum
vísunum, bæði á før-
oyskum og enskum, og
fotomyndir og teknaðar
myndir av gomlum før-
oyskum krotmynstrum
prýða húsan
Jónheðin Tróndheim
hevur ljóðredigerað
fløguna í Utvarpi Før-
oya og fløgan er marg-
faldað og prentað í
Týsklandi.
Í sambandi við útgáv -
una var í gjár skipað fyri
einum tiltaki í >Fúta-
stovu< í Havn, har
Plátufelagið Tutl hevur
handil. M.a. varð greitt
frá um útgávuna. Eivind
Weyhe segði vegna
Føroyamålsdeildina
nøkur orå um upptøk-
urnar og um Mortan
Nolsøe, sála, sum hevði
havt fødingardag i gjår.
Mortan Nolsøe hevur
staðið fyri einum stórum
parti av upptøkunum á
>Flúgvandi bidli«. Farið
varð upp á gólv og
»Spælimenninir«
spældu
Tad er Kåri Sverris-
son, sum hevur lagt
»Flågvandi biðil< til
rættis i samstarvi vid
Føroyamålsdeildina.
TVINGSILSSØLA
Hósdagin
tann 26. juni 1997
ki. 10.10
verður á dómaraskriv-
stovuni C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr.
nr, 874 a, Livulåg 3, 100
Pórshagnr (AS 2487)
Ognin er sethús til
víddar 100 kvm í einari
hædd. Kjallari er undir
einum parti av húsunum,
sum eru gjørd av betong,
takt við jarni. Kjallari:
Óinnrættaður.
Stovuhædd: Gongd,
stova, køkur, 3 kømur,
kontor, wc, baðirúm við
brusu og vask.
Vindeyguni eru skift fyri
fáum árum síðani. Ann-
ars treingja húsini til stór-
ar åbøtur. Byggiår 1959.
Stykkið er 699 kvm til
støddar.
Tvingsilssølan er um-
biðin av Fríðu Paturs-
son, advokati, Fr. Pet-
ersensgøtu 9, Tórs-
havn, tif. 11145 (j. nr.
970227), sum kann geva
nærri upplysingar, eins
og avtala kann gerast við
um at síggja ognina.
Søluuppgerå kann um-
biðjast frá nevnda advo-
kati ella hyggjast igjøgn-
um á dómaraskrivstov-
uni.
Føroya Fútarættur,
tann 2. juni 1997
Sól, hiti, fuglasongur og
staralýs. Nú kenna vit, at
ikki er langt til summarfrí-
tíðina, sum hverji sál man
leingjast eftir.
Summarfrítíðin er eitt
hugtak, sum vekir okkara
ferðingarhug: Hugin til at
fara uttanlanda, at fara eina
útferð í hagan, ein túr á flot
ella at fara á stevnu…
Hesin hugur er eisini ein
veruleiki hjá okkum, sum
búgva á flatlondum. Mangir
útisetar fara uttanlanda í
summarfrítíðini og har
munnu Føroyar vera størsta
ferðamið hjá teimum flestu.
Ein útferð í hagan er ikki
møgulig, eins og tað ei held-
ur er serliga viðkomandi hjá
okkum at fara á flot her í
Esbjerg. Men nú hava vit
høvi til at fara á stevnu.
Føroyingafelagid í Es-
bjerg skipar fyri eini stórari
barnastevnu á Blábjerg-
gárdsskúlanum, Grenlands-
parken 300, tann 15. juni kl.
13.00-18.00. Stevnan er
ætlað øllum børnum og
barnsligum sálum í aldrin-
um 0-96 ár.
Høvi verdur at keypa sær
okkurt til matnad og eitt-
hvørt drekkandi å kaffistov-
uni, sum verður bæði innan-
og uttandura.
Vit hava leigað eina stóra
hoppibjørn til børnini og
hava eina rúgvu av aktivit-
etum og kappingum fyri
bæði stór og smá: Rullu-
skoytukoyring, togtogan,
posarenning, fótbóltsdyst
(B94), lagkøkukapping og
mangt annað.
Ætlanin er at fáa fólk at
Esbjerg
baka eina lagkøku heima,
sum tey taka við til kapp-
ingina. Ein dåmsnevnd
verður síðani vald at finna
ta sjålsamastu lagkøkuna,
sum fær virdisløn
Vidvikjandi rulluskoytu-
koyringini, so mugu tey, ið
vilja luttaka, sjálvi hava
rulluskoytur við.
Tilmeldingarseðlar liggja
ymsastaðni til tey, ið tora at
bjóða av og vera við til
kappingarnar.
Skráin fyri dagin verður í
høvudsheitum hendan:
Kl. 13.00: Vit bjóða væl-
komin og lata upp fyri
ymiskum aktivitetum.
Kl. 14.00: Rulluskoytu-
koyring.
Kl. 15.00: Fótbótlsdystur.
Kl. 17.00: Togtogan og
posarenning.
Ki. 17.30: Vinnaralag-
køkan fær virdisløn. Aftanå
verdur lagkøku-uppbods-
søla.
Kl. 18.00: Stevnan endar
og uppruddingin byrjar.
Allan dagin hendir mangt
umframt tað, sum er á
skránni, hvat tað er, fara vit
ikki at avdúka enn, men vit
kunnu bert avdúka at klovn-
ar eisini fara at seta sín dám
á stevnuna.
Væntandi kemur rættiliga
nógv fólk á stevnuna og um
tað skuldi hent at tad fer at
regna, so fara vit inn í høll-
ina við øllum.
Ókeypis atgongd. Øll eru
hjartaliga vælkomin sigur
Føroyingafelagid í Esbjerg
í tíðindaskrivi.
Hjartafelagið til Klaksvíkar
Hjartafelagið skipar fyri blóðtrýst- og kolesterol-
kanningum í Klaksvík týsdagin 10. juni. Månakvøld-
ið 9. juni verða fyrilestrar i Skálanum
Hjartafelagið er felagið, ið
m.a. hevur til endamáls at
geva fólki í Føroyum leið-
beining um at liva soleiðis,
at sjúkur sum eitt nú æðra-
kálking gera sum minst um
seg. Hetta tí at sjúkur í
hjarta og blóðrensli gerast
alt vanligari — eisini her í
Føroyum.
Fleiri doy
Til dømis er hjartasjúka or-
sakað av ædrakålking tí-
verri so vanlig f okkara
samfelag, eins og í øllum
vesturheiminum, at meira
enn helvtin av teimum
monnum, sum doyggja 40-
60 ára gamlir, doyggja av
hesr sjúku. Sjúkan vísir seg
sjáldan fyrr enn um 40 ára
aldur. Hjá fólki undir 50 ár
er lutfallið millum kynini
soleiðis, at átta mannfólk
gerast sjúk fyri hvørt konu-
fólk, og ikki fyrr enn umleið
65 ára aldurin er títtleikin
tann sami hjá báðum kyn-
um.
Mannfólk gerast vid ødr-
um orðum sjúk av æðra-
kálking fyrr enn konufólk.
Hjá konufólki kemur sjúk-
an sjáldan fyrr enn um 50
ára aldurin, t.v.s. ikki fyrr
enn eftir skiftið (klimakteri-
ið).
Varandi brek - fyri-
byrging tí neyðug
Sum nevnt doyggja nógv
fólk í besta aldri av hesi
sjúku og tey, ið koma und-
an, verða brekað á ymsan
hátt restina av lívinum. Í
nógvum fórum ber til at
bøta um fylgjurnar av æðra-
kålking vid heilivågi ella
skurðviðgerð, men brekini
lekjast ikki aftur.
Við tí, sum vit vita nú um
hesa sjúku og aðrar sjúkur,
mugu vit royna at fyribyrgja
teimum, og tað krevur at vit
øll fáa kunnleika um sjúk-
urnar og nýta hesa vitan við
skili og ábyrgd. Vit vita enn
ikki um veruligu orsøkirnar
til allar sjúkur, men vit vita,
at ávísar umstødur vaksa
um vandan fyri at fáa tær.
Í Klaksvík
Og hesar umstødur roynir
Hjartafelagið at greiða á
ymsan hátt. M.a. við fyri-
lestrum og við kanningum
av blóðtrýsti o.ø. Felagið
hevur skipað fyri fleiri slík-
um tiltøkum áður og nú
verður so farið til Klaksvík-
ar.
Mánakveldið 9. juni kl.
19 halda læknarnir bådir,
Erik Norderø og Hedin
Thomsen, og Mariann Pat-
ursson, kostrådgevi, al-
mennar fyrilestrar f Skål-
anum i Klaksvik. Erik
Norderø fer at greida frå um
>Æðrakálking og hjarta-
sjåkur«, Hedin Thomsen
fer at greiða frá úrslitunum
av ymsu kanningunum hjá
Hjartafelagnum, m.a. við-
víkjandi kolesterolinnihald-
inum í blóðinum hjá føroy-
ingum, meðan Mariann
Patursson fer at halda fyri-
lestur um > Kost og heilsu«.
Eftir fyrilestrarnar verður
høvi at seta fram spurning-
ar.
Blóðtrýstmátingar
fyri øll týsdagin
ýsdagin 10. juni skipar
Hjartafelagið fyri tiltaki í
Skálanum, har øll, ið hava
hug til tess, kunnu fáa mált
blóðtrýst umframt koleste-
rol- og sukurinnihald í blóð-
inum. Tað eru fólk úr
Hjartafelagnum og innan
heilsuverkið — Klaksvíkar
Sjúkrahúsi og Landssjúkra-
húsinum — ið nýta frítíð sina
at gera hesar kanningar.
Øll eru vælkomin at vera
við í hesum kanningum, og
er í hesum viðfangi opið í
Skálanum frá klokkan Il
fyrrapart til klokkan 18
seinnapart.
Eisini hava fólk høvi at
hitta kostráðgevan til eitt
prát um kost — um hvønn
týdning kostur hevur fyri
heilsuna.
TVINGSILSSOLA
Hósdagin
tann 26.'juni 1997
ki. 10.20
verður á dómaraskriv-
stovuni C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr.
nr. 147 ø, Leirvik, (AS
45/97).
Ognin er sethus til
viddar 95 kvm í kjallara
og stovuhædd. Gjørd av
timbri å betonggrund,
takt við aluminium. Kjall-
ari: Gongd, 2 kømur, fyr-
rúm/vaskirúm. Stovu-
hædd: Gongd, baðirúm,
kokur, 2 stovur, 2 komur,
hjúnarúm. Byggiår 1977.
Stykki er 608 kvm. til
støddar. Stormskadi er
fråbodadur tryggingini,
góðkendur til kr. 8.664,88
íroknað sjålvsåbyrgd kr.
3.000,00. Eisini er onkur
rútur brotnadur, har
tryggingin rindar eftir
rokning.
Tvingsilsselan er um-
biðin av Fríðu Paturs-
son, advokati, Fr. Pet-
ersensgøtu 9, Tórs-
havn, tlf. 11145 (j. nr.
970227), sum kann geva
nærri upplysingar, eins
og avtala kann gerast vid
um at siggja ognina.
Seluuppgerð kann um-
biðjast frá nevnda advo-
kati ella hyggjast igjøgn-
um á dómaraskrivstov-
uni.
Feroya Fútarættur,
tann 2. juni 1997
Skråseting Føroya
hevur i den
standandi :
Skråset Nr.
P/f 481, P/f Dika, 380
Sørvågur
Vidtøkur broyttar:
15.04.1997
Nytt navn:
Sp/t Usin
Adressa:
Ovaragøta 46, 188 Hoy-
vik
Kommuna:
Tórshavnar Kommuna
Nevnd:
Farin ur nevndini: Jákup
Reðin Leonsson, 380
Sørvågur (formaður),
Julianna Leonsson, 380
Sørvågur og Anna Mar-
tine Trolle Jakobsen, 100
Tórshavn
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Ják-
up Reðin Leonson, 380
Servágur
Innkomin sum stjóri: Joan
Malena Joensen, Ovara-
gøta 46, 188 Hoyvík
Tekningarreglur:
Felagið verður teknað av
stjóranum
Grannskoðari:
Farin frá sum grannskoð-
ari: P/ Inpact, 100 Tórs-
havn
Innkomin sum grann-
skoðari: Sp/f Hermund
Jacobsen, skrásettir
grannskoðarar, J. Paturs-
sonargeta, 100 Tórshavn
Endamál:
Endamál felagsins er at
reka handil og annað
starv í hesum sambandi
Roknskaparár:
01.01.-31.12.
Umleggi r
31.01.1997-31.12.1997
Skråseting Føroya
tann 3. juni 1997