Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 1997síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vikuskiftið Vikuskiftið MÁLTEIGURIN Tann og hin Onkur heyði undrast, um vit høvdu lisið í einari danskari avis, at »han ikke kunne komme, rhi han var syg«. Tað eitur fordi á nútíðardonskum. Orðini, kona, dama, kvinna, kvendi, frúa, teys, madamma, fjóð, sprund, fesj og rippa hoyra til hvert sítt stíllag og/ella hvert til sína tíð. Verða sovorðin orð brúkt hvert um annað, so er í besta føri talan um anakronismu ella stílarmóð, í ringasta føri um nútíðar málpolitikk. ; Í fylgiblaðnum hjá Dimmalætting »Ur luftini« fyri friggj- adagin tann 30. mai verður "hin" fleiri ferðir brúkt sum bundið kenniorð í staðin fyri "tann', sum tað av réttum eitur. Rætt er, at "hin' fyrr hevur verið brúkt sum kenniorð, men tað er langt síðan avloyst av "tann". Í grammatikkini kalla vit tað binding (determinering), tá ið vit gera eitt navnorð bundið (hús-húsið). Og tað gera vit á føroyskum, íslendskum, donskum, svenskum og norskum við ending; vit hava eftirhongt bundið kenniorð: maður-in; mand-en; mann-en. Men á eingilskum, týskum, fronskum, sponskum og ødrum málum gera vit navnorð bundin við at seta tað bundna kenniorðið frammanfyri: the man, der Mann, |'homme, el hombre. So vítt so gott. Men so er tað tað, at summi mål hava tvíbinding (dupultdeterminering). Tey hava, oftast tá ið lýsingarorð er framman fyri navnorðinum, bæði bundið kenniorð og bindandi ending. Hesin grammatiski spesial- iteturin finst í norskum, svenskum og føroyskum (den lange krigen, det lánga kriget, tað langa kríggið). Hendan tví- bindingin er so vanlig í sambandi við lýsingarorð, at onkur kallar hetta kenniorðið fyri adjektivartikel ( >lýsingarkenni orðs) Vit kunnu síga, at tvil adingarskipanin er bundið kenni- orð * lýsingarorð * navnorð. Men uttan fyri hetta systemið hava vit ein hóp av møguleikum vid og uttan bundið ella óbundið kenniord, og har eru variantarnir sera týdnings- berandi: ein kona fær mann, men hon missir mannin; tey høvdu kúgv, men hann rendi á eina kúgv. Og tá ið tann neyðar kúgvin er deyð, so er hon tann deyða kúgvin og ikki hin deyða kúgvin, tí so hevði verið talan um eina aðra deyða kúgv, og so hevði, reint matematiskt, tann vánaligi bilførarin havt rent á tvær kýr. Tann kann eisini vera ávísingarfornavn og hevur tå herding: Tann maðurin, ið har stendur... "Hin' er ikki kenniorð, men åvisingarfornavn (demonstr- ativt pronomen). Leivdir av fornum brúki finnast í stein- runnum formum sum hin óndi, hin versti, Høgni hin gamli, hin rádni, nú hinir gomlu. Vit kunnu eisini í poeuskum stíli siga hin heilagi bardagin og hin sæli morgun Í kvæðum hava vit stundum bæði tann og hin: tann hin reysta svein. 'Hin' eitur á donskum 'den anden”, á eingilskum "the other", á týskum 'der andere'. Um vit nú umseta yvir- skrivtirnar í »Ur luftini« til Ld. danskt, so fáa vit: Hin loyniliga rutan = Den anden hemmelige rute; Hin rætti McCoy = Den anden rigtige Mc Coy; Hin svarti kassin = Den anden sorte kasse. Men hetta gevur onga meining. Tað skuldi sjálvsagt verið Tann loyniliga rutan osfr. Ella óbundið: Loynilig ruta. Tann óbundni formurin virkar ofta lættari enn tann tvíbundni - men tað er aftur eitt spursmál um stilfølilsi og samanhang. Umráðandi er bara ikki at blanda tann og hin saman, tí tey hava heilt ymiskar upp- gávur at røkja í nútíðarfgroyskum. Tann er tað bundna kenniorðið, og hin er eitt åvisingarfornavn júst sum hesin og hasin og hetta og hatta. Tí er talan um rætt valt ávísing- arfornavn, tá ið Elis sigur (tá ið onkur er omandottin): Hygg hatta raska! n Vit hava OPIÐ hóskveld: frå kl. 17.00-24.00 friggjakvøld: frå kl. 17.00-03.30 g Tlf. 0978361 00 Fax 097 83 60 56 leygarkvøld: frá kl. 17.00-03.30 sunnukvøld: frá kl. 17.00-24.00 Casablanca Tórsgeta 11 + 100 Tórshavn Tlf 19696 GBintior men! ER S S ar FI NE] | IA ||} E.R = ER LN - . % (4 3 ro HÉR þí 28 Ææ kA MR S = SR 2 | 898) | | |8 83 | (ÁSI TE Lr ma rn JO TTT SL me EGE 11 JE ar KE KN i Ll 5 K 1 - KROSSORÐAGÁTA Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: STATIONCAR v KA | | JC] i Á C|a|n|v|s| fejkjelstelelelejelæje] | 1mfs! EENGAMANAODDÐ |s] |a|e|r|ulels|v|ale| | | |ela| [i [r[ [RT | [PJalele] Jelu] [ol] el | [4]oø] Jels] |€|1| + K tt ferr ifefa] [Alejoln] [kli] L w[i] Julal [k] wjo]: JR) [1[«le] [PIR[ATTTA] | HARGAÐNUSAANANDI Hvønn er kros: |-J-ja|=|-|-|=|> 2 je] |<|-|>| ES" leygardagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn — og viðmerkið >Krossorðagáta nr. ...< á bjálvan. áta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn- sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hverja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar- orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gåtuni kunngjørdur í blaðnum næsta Vinnari: Beinta L. Rasmussen, á Frælsinum 8, 100 Tórshavn Loysunar- Orðið: ........... Bygdbfur..…...................e6reerernererere Lesið føroyskt — hugsið føroyskt! BOKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS: O Ljósini slókna J Søgur úr Port Janua 2 Liv og gróður 2 Orðaskyn. Min fyrsta orðabók Bøkur og annað tilfar — bæði innan og uttan skúlagátt.