Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 VARPIÐ 2 VARPIÐ “Sólin er 8!” – Á SvF eru barnasendingarnar av álvara farnar á rull. Garasjan er n‡ggja sendingin til størru børnini, sum er at síggja fríggjadagar og mánadagar. Sendingin hevur vitja› á ymiskum skúlum í Føroyum og fær eisini vitjan frá hesum stø›unum. T.d. hava hevur Garasjan veri› í Gøtu, í Tórshavn og komandi fer› vitja tey í Vestmanna. M.a skulu tey dansa hipp hopp og síggja ein heimagjørdan teknifilm, sum ongin nakrantí› fyrr hevur sæ›. Eisini práta tey í Garasjuni vi› børnini um, hvar tey spæla og um, hvat er at síggja har sum tey búgva. Og sí›an stuttleika tey sær í Garasjuni. Ein onnur sending fyri tey størru børnini er Mi›lingurin Malcolm, i› sn‡r seg um unga og serliga gløgga Malcolm. Honum dámar sera væl rok og rumbul. Mamman strí›ist hvønn dag fyri at halda skil á dreinginum, sum ofta ger ov nógv um seg í skúlanum. Í 50. parti, sum kemur mánadagin kl. 18.30, hevur Malcolm fingi› har›a kapping í skúlanum frá einum n‡ggjum næmingi í klassanum, sum er eitt flogvit. Doug er ein rø› í 22 pørtum til tey stóru børnini og ver›ur send hóskvøld og sunnumorgnar. Doug Funnie b‡r Bluffvík saman vi› mammu og pápa sínum og systrini Judi. Hann gongur í Bluffington skúla saman vi› vinunum. Til tey smærru børnini eru fleiri sendingar. Hanus Ottar er hanin, sum vi› sínum kokkalarikói setir alt í gongd sunnumorgnar, tá SvF endursendir fleiri barnasendingar. Ta› er hann sum gelur í rópi›: “Klokkan er 8!” Men tíman millum 18.00-19.00 hvørt vikukvøld eiga børnini. Pyjamasbananirnar bá›ar B1 og B2 í stríputu pymjamasunum, eru at síggja t‡skvøld og mikukvøld. Saman vi› Lulu, Amandu, Magnus og Rottu hendir altí› okkurt stuttligt. Toktummas er sendirø›in í 26 pørtum um eitt fitt líti› tok. Tummas er raskur, arbei›ssamur og næstan altí› C M Y í gó›um lag. Men onkutí› kemur Tummas illa fyri, tá hann átekur sær okkurt, sum tey stóru tokini heldur áttu at gjørt. Ver›ur víst sunnukvøld og leygarkvøld kl. 18.00. Sofus og hinar bamsurnar uppliva altí› okkurt ordiliga spennandi. Hendan rø›in er í átta pørtum og ver›ur víst hóskvøld og sunnumorgnar. Eddi og Bjørn er ein vir›islønt bretsk rø› til tey smáu, sum ver›ur víst mikukvøld og sunnumorgun. Smádrongurin Eddi og besti vinur hansara Bjørn, ein stór bjørn, spæla ofta saman og læra hvønnannan at kenna. Osvald hetta er ein rø› til minnu børnini, sum ver›ur víst mikukvøld og sunnumorgnar. Osvald er ein fittur bláur høgguslokkur, sum hevur nógv vinfólk. Pingvinurin Henri og blóman Dáa eru millum bestu vinirnar. Men tann allarbesti vinurin er hundurin Villy, sum altí› er vi› honum. Jólakalendarin byrjar eisini skjótt, nú jólamána›urin nærkast av álvara. 1. desembur opnar mann jú fyrstu lúkuna av teimum 24. Heiti› á jólakalendaranum hjá Svf er í ár “Jól á Posthúsinum”. Til ber eisini at koma sjálvur vi› í jólakalendaran. SvF ynskir at hyggjarar senda egnar upptøkur av onkrum fittum á umlei› tveir-tríggjar minuttir inn til jólakalendaran. Bandi› skal ver›a sent innan 15. novembur til Postvarp Føroya, Boks 21, 110 Tórshavn.