Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. november 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 210 - 5. november 2003 Nr. 210 - 5. november 2003 3 Nú kemur kendi danski serlæknin, Øivind K. Mathiasen, aftur til Føroya. Hesa- ferð steðgar hann eina viku í Føroyum. Umframt at viðgera fólk við koyrilsbresti, fer hann eisini at halda fyrilestur um nakka- og bleytholds- skaðar HEILSA OG VIÐGERÐ Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Komandi týskvøld fer Øi- vind K. Mathiasen at halda áhugaverdan fyrilestur um nakka- og bleytholdsskað- ar. Fyrilesturin, sum er al- mennur, verður í veitslu- høllini á Landssjúkrahúsin- um klokkan 20.00. Hetta er triðja ferðin hjá Øivindi hiðar, og hesaferð steðgar serlæknin eina viku í Føroyum. Umframt á Argjum, fer hann eisini at viðgera í Eysturoynni, Klaksvík og á Tvøroyri. Ein av teimum, sum hev- ur drigist við ógvusligar plágur orsakað av koyrils- bresti, er Leivur Sørensen í Syðrugøtu. Av tilvild hoyrdi hann um danska læknan og leitaði sær hjálp hjá honum. Eftir fáar viðgerðir, var týðiligur bati hjá Leivi, sum hevði verið sjúkur í 25 ár. Leivur var í viðgerð í Danmark fleiri mánaðir. Heimaftur komin fór hann undir at royna at fáa læknan at koma til Føroya, og var hann her fyrstu ferð í sep- tember. Hjálp at fáa Øivind K. Mathiansen er útbúgvin lækni. Hann sig- ur, at hann hevur ikki funn- ið uppá nakað nýtt, men bert granskað í tí tilfari, sum fanst frammanundan. - Alt byrjaði, tá eg starv- aðist á pínudeildini á in- tensivdeildini í Esbjerg. Tað vóru so nógv, eg ikki fekk hjálpt við tí viðgerð, eg kundi geva, sigur hann. Eftir áheitan byrjaði hann at hyggja nærri at ymiskum alternativum viðgerðar- hættum. Og tá hann hevði tikið øll skeið, ið funnust í danska ríkinum, fór hann uttanlands at læra meiri. Í læknaliga fakliteratur- inum stendur, at varandi koyrilsbrestur er ólekjandi, men hetta er ikki so. - Mínar royndir eru, at øll, sum líða av "piske- smæld", kunnu hjálpast og í nógvum førum lekjast full- komiliga, sigur danski læknin. Ein av trupulleikunum við koyrilsbresti er, at rønt- genmyndir og skanningar sjáldan avdúka skaðan. Hetta kemst av, at broyt- ingar í bleytholdinum ikki kunnu mátast. Tað ber bara til at føla tær við fingrun- um, og til tað krevst venj- ing. Tað er sum at spæla á klaver ella at koyra bil. Tú kanst ikki lesa teg til tað. Flestu gerast frísk Er koyrilsbresturin varandi, er alneyðugt at koma í við- gerð, og tey flestu gerast heilt frísk. Ikki allir sjúklingar hava eins nógvar viðgerðir fyri neyðini. Summi verða frísk eftir heilt fáum viðgerðum hjá Øivindi. Nógv fólk fara ígjøgnum langar viðgerðir hjá fysio- terapeutum. Summi við góðum úrslitum - onnur fáa ikki hjálp. Fysioterapeutarnir í dag eru væl útbúnir, men tey hava eitt øki, sum tey mugu halda seg innanfyri. Um skaðin sitir tætt at hámønuni, skulu tey steðga viðgerðini har. - Sum lækni havi eg ein annan førleika og heimild, og ta ábyrgdina skal eg tora at átaka mær, sigur Øivind. Á ferðunum í Føroyum hevur Øivind K. Mathiasen viðgjørt ein hóp av fólki, og listin av sjúklingum er langur aftur hesaferð. Fyrilestur um koyrilsbrest - Mínar royndir eru, at øll, sum líða av "piskesmæld", kunnu hjálpast og í nógvum førum lekjast fullkomiliga, sigur danski læknin, Øivnd K. Mathiasen. Hann kemur nú til Føroya fyri triðju ferð Mynd: Maria Olsen Er koyrilsbresturin varandi, er alneyðugt at koma í viðgerð, og tey flestu gerast heilt frísk. Ikki allir sjúklingar hava eins nógvar viðgerðir fyri neyðini. Summi verða frísk eftir heilt fáum viðgerðum hjá Øivindi Mynd: Rúna Sivertsen Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at góða svigarinna, mostir og fastir okkara Sofie J. Christensen ættað úr Skopun andaðist í Minneapolis í USA 1. oktober, 93 ára gomul. Familjunnar vegna, Eli Johannessen Partarnir eru positivir Peningastovnarnir og embætisfólk, ið arbeiða við at yvir- taka fíggjarmál, høvdu ein kunn- andi fund seinasta hósdag. Lands- stýrismaður í fíggj- armálum, Karsten Hansen, sigur, at fundurin gekk væl, og partarnir tykist rættiliga positivir KUNNING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hósdagin kunnaðu em- bætisfólk føroysku pen- ingastovnarnar um yvir- tøkuna av fíggjarmál- um. Føroya Sparikassi vísti í farnu viku á, at peningastovnurin metir seg ikki hava fingið nøktandi innlit í ætlaðu yvirtøkuna av fíggjar- málum. Landsstýris- maðurin í fíggjarmál- um, Karsten Hansen, var ikki hjástaddur á fundinum hósdagin, men hann letur kortini væl at fundinum. – Eg havi fingið for- talt, at fundurin gekk rættiliga væl, og báðir partar vóru rættiliga positivir, sigur fíggjar- málaráðharrin. Í løtuni arbeiða tveir arbeiðsbólkar við yvir- tøkuni av fíggjarmálum. Í Føroyum eru fólk frá embætisverkinum og landsbankanum, meðan danir eisini hava sett ein bólk við embætisfólkum at umrøða yvirtøkuna. Landsstýrið hevur sett út í kortið at yvirtaka fíggjarmál á ólavsøku komandi ár. Yvirtøku- lógin kemur eftir ætlan í gildið komandi ólav- søku, og fíggjarmál eru ein partur av yvirtøku- lógini. Evnisdagur um almannalóggávu í Norðurlondum Sølurásin 2003 á Skála EVNISDAGUR Tíðindaskriv 10 november skipar al- mannaráðið fyri evnisdegi um norðurlendska al- mannalóggávu. Á evnis- degnum verður kunnað um, hvussu almannalóggávan í teimum ymisku Norður- londunum verður umsitin og fíggjað. Tað verður eis- ini nortið við innihaldið av hesum veitingum. Evnisdagurin snýr seg um brekaðøkið, dagpening, pensjónir, barna- og fam- iljuveitingar og arbeiðs- skaðatrygging. Hetta eru øki, sum í Føroyum hoyra undir landsstýrismanninum í almannamálum. Harum- framt snýr evnisdagurin seg um øki, sum her heima hoyra undir onnur málsøki, til dømis arbeiðsloysis- trygging, barsilsskipan, sjúkratrygging, primera og sekundera heilsuøkið og heilivág Á evnisdegnum undir- vísa Jan-Åke Brorsson úr Svøríki og Linda Winding- Sørensen úr Noregi. Brors- son er útbúgvin samfelags- og búskaparfrøðingur, og starvast sum búskaparstjóri í svenska Forsåkrings- kasseforbundet. Harum- framt hevur hann í nógv ár verið virkin í norðurlendsk- um samstarvi, m.a. við at halda skeið um almanna- lóggávu. Liv Winding Sørensen er serfrøðingur í pensjónsøk- inum og hevur arbeitt við almannaveitingum í norska Rikstrygdeverket í nógv ár. Eisini hevur hon drúgvar royndir í norðurlendskum samstarvi, umframt at halda skeið um pensjóns- økið og familjuveitingar í Norðanlondum. Kostnaður fyri evnisdag- in er 300 fyri hvønn luttak- ara, sum verður rindað á kontu nr. 6460-407.600.3 í Føroya Banka við tilskilan av navni og viðmerkt "Evnisdagur" Skrá Kl. 9.00-9.15 Landsstýris- maðurin, Páll á Reyna- túgvu, setur evnisdagin Kl. 9.15-10.15 Jan Åke Brorsson: Almannatrygg- ing í Norðanlondum Kl.10.15-10.45 Kaffi Kl. 10.45-11.45 Liv Wind- ing Sørensen: Pensjóns- trygging í Norðanlondum Kl. 11.45-13.00 Frokost Kl.13.00-14.00 Jan Åke Brorsson: Sjúkratrygging í Norðanlondum Kl.14.00-14.30: Kaffi Kl.14.30-15.30: Liv Wind- ing Sørensen: Familju- trygging í Norðanlondum TÍÐINDASKRIV Aftur í ár verður skipað fyri sølustevnu á Skála undir heitinum SøluRásin 2003. Stevnan verður komandi vikuskiftið 8. og 9. novem- ber. Tað eru tey fýra feløg- ini á vestara armi á Skála- fjørðinum, Stranda Ítrótt- arfelag-Strálan-Skála Ítróttarfelag og Skála Róðr- arfelag sum skipa fyri. Stevnan hevur verið sera væl vitjað og hava tey sum hava sýnt fram sínar vørur dámt sera væl. Høllin er full av framsýnarum og er tað ógvuliga fjølbroytt. Her er so møguleiki at fáa keypt sær jólastásið ella fáa avgreitt jólagávurnar í góðari tíð. Umframt mótasýningar verður ymiskt til undir- halds-nevnast kann leygar- dagin 8. nov. kemur Magni Christiansen at syngja. Teir væl umtóktu klovnarnir og búktalarin koma at undir- halda. Kvøldið endar við, at Jónsvein og Birgir undir- halda á pallinum við sangi. Sunnudagin kemur Ang- ela og Hannibal at undir- halda børnunum- nøkur børn frá Prix Føroyar 2003 tiltakinum koma at syngja. Síðsta tiltak hetta kvøldið verður at Jens Marni Han- sen og Ólavur Øster koma á pallin at undirhalda. Vælumtókta sjón- varpsrøðin, Nikolaj og Julie, tekur øll hyggjaramet á sjónvarpssrásini DR. Heili 1.750.000 fólk hugdu sunnukvøldið at seinasta parti av røðini, og tað eru enn fleiri hyggjarar enn trúlovilsið hjá Fríðr- iki og Mary Donalds- son kundi savna saman. HYGGJARAMET Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Endin á sjónvarpsrøðini, Nikolaj og Julie, var uttan iva stóra kjakið á nógvum kaffistovum mánadagin. Sjónvarpsrøðin hevur verið sera vælumtókt í Føroyum, og nógv ung sum gomul hava við stórum spenningi fylgt við hvørt sunnukvøld. Í Danmark hevur røðin eisini verið ómetaliga væl- umtókt. BT skrivar, at sunnudagin hugdu í alt 1.750.000 fólk eftir seinasta partinum av røðini. Hyggjaratalið sunnukvøld- ið var størri enn trúlovilsið hjá Fríðriki og Mary, og tað sigur ikki heilt lítið. Í alt hava 38 mio. fólk sæð teir 22 partarnar. Leysatíðindi vilja verða við, at seinasti partur av Nikolaj og Julie varð tikin upp við fýra ymiskum handritum. Hetta varð gjørt fyri, at eingin skuldi fáa frænir av, hvussu sendirøð- in endaði. Søren Sveistrup, ið hevur skrivað handritið, sigur við BT, at ætlanin var alla tíð, at sendirøðin skuldi enda við, at Nikolaj og Julie funnu saman aftur Peter Mygind, ið spældi Nikolaj, sigur við Ekstra- blaðið, at seinasta scenan varð tikin upp heili 42 ferðir. Teir 42 svimjitúrar- nir høvdu eisini við sær, at Peter Mygind lá sjúkur eftir upptøkurnar. Tað er ikki bara í Føroy- um og Danmark, at sendi- røðin, Nikolaj og Julie, er vælumtókt. Danska sendi- røðin er útnevnd til at kapp- ast um eina Emmy seinni í ár. Nikolaj og Julie tekur øll met Høllin á Skála verður aftur karmur um SøluRásina í ár C M Y K 3 2 Eg eri flutt ... í egin høli á Niels Finsensgøtu 38 (har Bethel var fyrr). N. Finsensgøta 38, kj. . Tlf. 31 80 70 Maria