Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sv á … På vr 4 æ ie es * DAGNY JOENSEN 1 rå vil cru stødd i Nordurlanda husinum, har Vår Jacobsen g Påll Danielsen hava å tikið sær at skipa fyri væl umtéktu føroyakvøldunum summar Páll Danielsen, sjónleik ari, og Vár Jacobsen, sum lesur dramaturgi á Universi tetinum í Århus, eru serliga fegin um at fáa møguleikan at vera heima við børnunum í tríggjar mánaðir Børnini eru seks ára gam- la Bára og sonurin Ari, sum er trý ára gamal Foreldrini eru ára gomul, og hava frá ungum árum tikist við sjónleik. Páll Danielsen hevur arbeitt í Sjónleikarhúsinum og í Grímu. áðrenn hann fór nið- ur at útbúgva seg til sjón- leikara. Fyrstu árini eftir út- búgvingina arbeiddi hann á Arhus Teater, og er nú við í yrkisleikbólkinum „,K aska- de“, sum ferðast við barna- sjónleiki kring landið í Dan- mark. Í løtuni spæla tey sjónleikin „Freka Kragan“ 4) Fri í vikuskiftinum - Fyrimunurin við at ferð- ast vid sjónleiki er, at leikar- arnir fåa høvi at uppliva landið. Annar fyrimunur er at spæla fyri børnum, og so tað. at bert verður spælt í dagtímunum og at tú hevur frí í vikuskiftunum, sigur Páll Danielsen Vár Jacobsen hevur síð- ani 1992 lisið dramaturgi, og nú er bert eftir at skriva høvudsritgerdina Tað er so vælsignað tíðindablaðið M] fr Nr. 108 — 11. JUNI 1997 fridarligt i Havn - Vit kundu avgjórt hugsað okkum at komið heimaftur, men so noyðast vit at hava okkurt at gera, siga tey bæði Vár Jacobsen, dramaturgur og Páll Danielsen, sjónleikari, sum í ár skipa fyri fóroyakvóldunum í Norður- landahúsinum Um at hava børn, meðan Vár hevur fingið sær út búgving. og Páll hevur ver ið bundin allan sólarringin í sjónleikarhúsinum, sigur Vár, at tað hevur gingið av bera væl, men at kravið er, at ein er stødufastur og dug- ir at tilrættisleggja sær ar- beiðið - Fyrimunurin er, at tú ikki nýtist at fara frá húsum við børnunum kl. sjey á morgni. Við hvert skal eg meta kl. níggju á universi- tetinum, og aðarar dagar ar- beiði eg við sjálvlestri heima, so tað er ein góð kombination, sigur Vår Jac- obsen - Vit hava umframt tað langa súmmarfrítíð, og tá kunnu vit koma heim við børnunum at ferðast, sigur Páll. Hann er júst heimkom- in, men børnini hava longu verið heima í 14 dagar, og tað er stórbroyting, sigur Páll Danielsen. - Vit búgva í miðbýnum í Arhus, og tað, at koma til Føroya kennist eins og tå eg sum smågenta f Havn før á bygd at ferðast. Her er sø vælsignað fridarligt í Havn í mun til har vit búgva, sigur Vár Jacobsen - Børnini hoyra ljóðini á ødrvisi hátt her, tí bert eitt ljóð hoyrist í senn. Í Århus er so nógvur larmur har vit búgva, at tú ikki kanst skilja eitt ljóð frá ødrum. Nýggur heimur - Ein dagin vit fóru til hand- ils, spurdu børnini, hvat tað var fyri ljóð vit hoyrdu. Vit komu júst framvið einum sethúsum, har ein maður gekk við plenuklippara, sig- ur Vár Jacbsen og Páll Dan- teisen leggur aftrat: - Tað er ótrúligt so nógv børnini eru broytt eftir bert 14 døgum. Nú tosar beiggin um skrukkur og hósnarung- ar. Heima hjá okkum i Ar- hus tosar hann bert um „Spiderman“, sum er ein sterkur ævintýrafigurur, sig- ur Páll Um framtíðina, siga tey bæði Vár og Páll, at tey kundu hugsað sær at komið heimaftur at búgva, men at tað verður neyðugt at hava nakað at gera, so familjan kann klára seg - Mín ætlan var eftir út- búgvingina, at koma heim- aftur at arbeiða. Vit vóru bæði við í „Glataðu Spæli- monnunum“, og eg havi eis- ini havt nakrar uppgávur í útvarpinum. - Møguleikarnir at vinna pening eru betri í Danmark Um tå t.d. ikki ert við í nøk- rum leiki í tveir - tríggar mánaðir, so kanst tú breyð- føda teg við at gera lýsingar 0.2., til næsti leikur byrjar. - Í Føroyum er nærum vert flakavirkið til at taka. Tað er eisini í lagi, og vit sjónleikarar hava gagn av at royna vanliga arbeiðs- lívið, men um tað verður gjørt undir trýsti. so fæst einki gagnligt burturúr - Tað er munur at fara á flakavirki at arbeiða við ein- um endamáli innan leikyrk ið, ella um tú bert gert tað, tí tað er neyðugt Stersta marran - Eg eri dagdroymari burt- urav. Størsta marran er, at eg ikki kann breydføda børnini, sum eg havi sett í heimin, sigur Páll Daniel sen, ið kortini viðgongur, at tað liggur nógv á láni, sum hann fegin vildi roynt í Føroyum.T.d. bara tað at sleppa at „spæla“ á føroysk- um. Hóast hann nú er vand- ur við danska málið, so er tað kortini ikki sc náttúrligt sum á móðurmálinum, og tað krevur eisini hópin stórri fyrireiking málsliga. Vár Jacobsen er samd, men hon vil samstundis, at tey skulu hava nakað at koma heim til, um ikki fast- ar uppgávur, so kortini okk- urt at halda um Vit búgva í miðbýnum í Århus, og tað, at koma heim til Føroya, minnir meg um tá eg sum smá genta í Havn, plagdi at fara á bygd at ferðast sigur Vår Á myndini litli Ari, Vár, Bára og Páll Vit mugu skapa okkum møguleikarnar sjålvi, sigur Vår Jacobsen, sum í síni út búgving hevur kunnleika at undirvísa á studentaskúla Dramaturgar hava ofta eis ini til uppgávu at verða leið- arar í sjónleikarhúsum Hennara útbúgving fevnir m.a. um at sundurgreina tekstir, søgu. teknik og ym isk stilsløg, og at arbeiða við sjónleiki Sum dømi nevndir Vár Jacobsen, at foruyakveldini í Norðurlandahúsinum eru sum skræddaraseymað til hennara útbúgving. Upp gávan er at skapa eina framførslu, skipa tilfar og fáa fólk til ymsu uppgåv- urnar, gera lýsingar og ann- ars alt, sum hevur við eina framførslu at gera. Páll Danielsen og Vár Jacobsen hava kortini roynt seg í føroysum yrkissjón- leiki. Tá tey vóru um 20 ára gomul. - Vit vóru í 1985/86 við í leikbólkinum „Gríma“, og vit fingu 5000 krónur um mándin í løn, men tå leik- urin var liðugt spældur, høvdu vit einki at liva fyri, og noyddust at búgva heima hjá foreldrunum