Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 Nr. 109 — 12. JUNI 1997 Vilja steðga oljuleiting á Atlantsmóti: Greenpeace tikið Rokkin -Við at hertaka Rockall vilja vit vísa øllum heiminum, at stundin er komin til at gevast við allari oljuleiting. Atlantsmótið er eitt av nýggju leitingarókjunum og eftir okkara tykki, eigur eingin olja at takast upp her í heilatikid sigur talskvinna hjá Greeenpeace. Hóast fokus her verður sett á leitingina í bretskum sjógvi skilur Sosialurin , at Føroyar eru einki undantak. JAN MULLER Greenpeace i Bretlandi hev ur tikid Rokkin ella Rock- all. Hetta henda gjåramorg unin. Ein tyrla setti trý fólk niður á einsamalla klettin í Norduratlantshavi í einum yvirlivilsishylki Sue Cooper, pressutals- kvinna hjå Greenpeace i London sigur við Sosialin, at tey hava gjørt hetta fyri at móttmæla alla oljuletting á Atlantsmótinum te. „At- lantic Frontier“, sum er alt tað stóra gkið millum Het- land og Føroyar og so økid sunnan fyri millum Føroyar og Irland -Vit vilja hava alla olju leiting steðgaða orsakað av tí ávirkan hon hevur á veð- urlagsbroytingar Uppá fyrispurning um Grcenpeace við tiltøkum sínum á hesum leiðum eis- ini vil steðga oljuleiting við Føroyar, sigur talskvinnan, at tað ger tað -Okkara grundleggjandi sjónarmið er, at øll nýgg leiting í heila tikið eftir olju eigur at steðgast, tí vit kunnu ikki loyva okkum at brenna bara so mikið sum ein fjórðing av teimum goymslum vit kenna til í dag - uttan at hetta skal fáa álvarsligar fylgjur Vit tosaðu við ein kam panjuleiðara hjá Green peace í Danmark herfyri og segði hann, at atgerð- irnar og kampanjan hjá Greenpeace í Bretlandi hevdi einki við fóroyska økid ella Føroyar at gera! -Kampanjan í løtuni legg ur seg eftir bretskum sjógvi. men okkara mál er at taka hetta mál upp globalt. So í veruleikanum mótarbeiða við øllum nýggjum leiting- um, eisini tí í Føroyum Sue Cooper sigur, at or- søkin til at tey hava valt Rockall í hesi herferðini er tann, at heili fýra lond gera krav uppá Rockall og tí vona tey, at stjórnirnar í øllum hesum londum fara at geva tiltakinum ans Greenpeace vil eisini vísa á dupultmoralin hjá stjórn um, sum ødrumegin siga, at neyðugt er við ultøkum fyri at verja veðurlagið. men hinumegin skunda undir oljuleiting Gevist við oljuleiting og tit fáa Rokkin aftur Greenpeacetalskvinnan sigur, at stjórnin kann fáa Rokkin aftur. tá hon steðgar leitingini eftir olju. -So tey trý fólkini hava gjørt seg út til at vera á klettinum leingi Stutt frá Rokkinum liggur so ert av skipunum hjá Greenpeace Uppá fyrispurning um Greenpeace eisini hevur í hyggju at gera seg inn á feløgini, sum leita eftir olju, eitt nú við at forða teimum í at gera seismiskar kann ingar sigur Sue Cooper, at Greenpeace í sínum kam panjum móti oljuleiting fer ikki at siga nakað um, hverji tiltøk felagsskapurin fer at taka til í framtíðini Hon váttar tó, at Green- peace hevur valt út júst At- lantsmótið í herferð síni móti oljuleiting og fram leiðslu um allan knøttin fyri at gera heimsins leið- andi ídnaðar- og oljufram leiðandi tjóðir varugar við álvaran í herferðini hjá fel agsskapinum Sosialurin skilur, at fólk í oljuvinnuni taka vaksandi virksemi há Greenpeace á Atlantsmóti í stórum álvara. ti júst hetta økid hevur so stóran týdning í leitingini hjá oljufeløgunum eftir nýggjum olju- og gasskeld- um Herfyri útsetti BP fram leiðsluna frá tí fyrstu olju- kelduni vestan fyri Hetland í óvissa tíð. Orsekin er sam- bart BP tann, at teir hava funnið onkur brek á útbún THE ATLANTK FRONTIER Oil and Gas Exploration and Production SW PS N FAEROE Á) ISLANDS al a - * p + SHETLAND aðinum, sum stendur á hav- botninum og hetta vilja teir bóta um. Ovåttadar keldur vilja tó vera við, at ein orsøkin kann vera óttin fyrr, at Greenpeace skal gera álvara av at steðga fram- leiðsluni so ella so Soleiðis sær yvirlivils- shylkið, sum Greenpeace hevur fest fast í Rokkin Innan eru trý kend Green- peacefølk Tað er ikki so langt síð- ant, at umboð fyri Green peace mótmæltu framleiðsl uni á Foinaven uttan fyri høvudsskrivstovuna hjá BP í Aberdeen Tað er greitt, at vid til tøkum sinum å Atlants mótinum hevur Greenpeace etsini sett fokus á Føroya- leiðirnar, og spurningurin er, um hetta kann fáa ávirkan á kanningarnar og komandi oljuleitingina á fóroyska landgrunninum Eingin ivi er um, at fer tað at eydnast Greenpeace at Kort, sum Sosialurin fekk frá Greenpeace-høvuds- borgini í London í gjár. steðga oljuleiting vestan fyri Hetland og við Rockall tvs. skamt frá okkara egna marki, so kemur tårurin eis- ini til Føroyar, tá fyrsta út bjóðingarumfar hevur verið og oljufeløgini av álvara skulu til at:leita eftir olju Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerk ing frå Oljufyristtingini ella nøkrum oljufelag til hetta