Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 109 — 12. JUNI 1997 tíðindablaðið +50 9 ss Sundalagsstevnan Hetta vikuskiftid verður Sundalagsstevan hildin í Kollafirði. Tiltókini á stevnuni eru mong og fjølbroytt. Umframt kappróður og hondbólt, verður millum annað skipað fyri framsýning av gomlum myndum, framsyning av ellisakførum o.s.fr. Myndin omanfyri varð tíkin mikudagin, tá 1. flokkur í Kollafjarðar skúla hugnaði sær í frálíka veðrinum. Saman við teimum á myndini er Trygvi Samuelsen, lærari Mynd: Jens Kristian Vang Nógv spennandi tiltøk verða á Sundalagsstevnuni í Kollafirði Komandi viku- skiftið verður Sundalagsstevn- an, og í år verður stevnan hildin í Kollafirði. Tiltókini á eru sum vanligt mong Sum hevuðsfyrireikari av steynuni stendur Kollafjarð- ar Ítróttarfelag Sundalagsstevnan skiftir millum Kollafjørð, Hósvík og Hvalvík Longu hóskveldið verður fyrsta tiltakið á stevnuni, tá stórt stevnubingo verður í bygdarhúsinum Fríggjakveldið klokkan 18.00 fer stevnuteitid av bakkastokki. Stevnuteitid verður ført fram í bygdar- húsinum. Seinni um kvøld- ið verður so dansur í bygd- arhúsinum, har tann kendi Countrybólkurin úr Klaks- vík fer at spæla. Fríggja- kveldið verður eisini dansur í tjaldinum við bátahylin, har tað sera væl umtókta orkestrið Kjølar úr Kolla- firði fer at spæla Leygardagurin byrjar við tí sonevndu grandprix súkklukappingini, har allir teir kendastu súkklararnir úr landinum fara at kappast Klokkan 14 verður stevn- an sett av Bjarna Djurholm. løgtingsmanni. Í sambandi við setanina, ið fer fram á kaiøkinum - við Vestsalmon fara ítróttarfólk saman við kappríðarum at: ganga skrúðgøngu frá kappróðrir- neystinum og inn á kaiina Eisini fara Kollafjarðar sangkór og Vestmanna hornorkestur at seta sín dám á setanina Gomlir kappróðr- arbátar Aðrenn FM kappróðurin byrjar verða tveir róðrar - gomul seksmannafør og åttamannafør vid manning frå 80'unum. Klokkan 15 byrjar so FM kappróðurin. Meðan kappróðurin fer fram, verður ymisk sela á kaigkinum og okkurt til børnini at stytta sær um tíð- ina við. Beint aftaná kapp- róðurin handar Øssur av Steinum vinnandi mann- ingum steyp og heiðurs merki A parkeringsplássinum við skúlan skipa skótarnir fyri tivoli og øðrum Eisini verður kalfisøla í skótahús- inum Í skúlanum verða ymsar framsyningar, ið Fornminn- isfelagid og Bygdarsavnið í Kollafirði skipa fyri. Hesar framsýningar umfata foto- myndir av gomlum kollfirð- ingum, stadarnøvnum í Kollafirði, fornlutum og gomlum bókum úr Ting- garðinum. Í hesum samb- andi hevur Fornminnisfel- agið mat- og køkutombola í skúlanum. Umframt hesar framsýn- ingarnar verða húsini hjá Peri opin, har fólk fara at tóta. Eisini verður ein lista- framsýning í skúlanum, við luttøku av lokalum listar- fólkum. Í bygdarhúsinum verður matsela, steynuteitið yg um kveldið dansur við Black Panters. Í gjaldinum verður barnadiskotek og seinni um kveldið dansur við Kjølum. Midnáttarsamkoma Klokkan 23 verður midnátt- arsamkoma við báli. Rød- ari verður Niklái Petersen, og hendan samkoman verð- ur hildin við ánna niðan fyri Missiónshúsið. Bæði leygarkvøldid og sunnukveldið verða åtimøti við skúlan. Sunnudagurin byrjar við kirkjugongd, har Marjun Bæk prestur prædikar. Klokkan 14 verður tann ár- liga kappríðingin við Leynarvatn, har ymisk onn- ur tiltøk eisini verða. Hondbóltur, kappsigl- ing og ellisakfer Klokkan 14 byrjar hand- bóltur í skúlagarðinum, har øll liðini hjá KIF sleppa at royna seg. Kappast verður móti Neistanum. Í fimleik- arhøllini verður flogbóltur. Við skúlan verður eisini áhugaverd framsýning av ellisakførum. Skipad verdur fyri kapp- sigling. Hvussu hendan kappsigling verður skipað er alt treytað av veðri og vindi. Annars verða tey flestu tiltøkini frå leygardegnum uppafturtikin sunnudagin. Vist verður annars til skrånna i blødunum. Inni i blaðnum er samrøda við Hendrik Joen- sen, sum sigur frá søgum úr Kollafirði. Grein er eisini um FM kapp- róðurin 0.3. 1997 ri issi siss