Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 111 — 14. JUNI 1997 Ll tidindabladid Térshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag hevur fund vid álitisfólkini gjáramorgunin Mynd: Jens Kristian Vilja javnsetast við hini starvsfolkini Dagróktarmammurnar bakka ikki - vilja hava somu kor sum hini starvsfólkini hjá Tórshavnar býráð EIRIKUR LINDENSKOV Grundleggjandi krav okk ara er, at vit koma undir somu viðurskifti, sum hini starvsfólkini hjá Torshavnar Býráð. Hetta er tað minsta kravið, og vit bakka ikki Hetta siga tær báðar dag røktarmammurnar hjá Tors havnar Býráð, Signa Hammer, sum er nevndar limur í Tórshavnar Komm unala Starvs- og Tænastu mannafelag og Ada Bisp. sum er álitisfólk hjá dag røktarmammunum Tær halda, at stundin er komin at siga fólkið, hvat málið - og harvið verkfallið - veruliga snýr seg um Vit gjørdust imir í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumanna- felag fyri tveimum árum síðani. Vit vildu hava somu grundleggjandi vidurskift- ini, sum hinir limirnir í fel- agnum, men tað fingu vit ikki, siga tær - Vit fáa ikki barnsburð- arfarloyvi, men mugu á Al- mannastovuna at fáa dag- pening Trupulleikin hjá dagrøkt- armammunum er tann, at tær ikki verða skattaðar av einum tridingi av lønini Hetta er sum eitt endurgjald, og verður tí íkki roknað sum løn. Av somu orsøk verður dagpeningur teirra roknaður út eftir hinum 2/3 av lønini, soleiðis at ein dagrøktar- mamma í farloyvi einans fær 80% av hesum - umleið 3-4.000 krónur í dagpen- ingi, um hon fer í barns- burðarfarloyvi Eitt annað krav hjá dag røktarmammunum er at fáa somu rættindi, tá teirra egnu børn eru sjúk, sum hini starvsfólkini hjá Torshavnar Býráð fáa. Tey kunnu vera heima hjá børnum í tíggju dagar um árið, gerast børn int sjúk Vit fáa illa ukið frísk børn í heim okkara at ansa, tá vit hava gingið uppi í nætur við okkara egna sjúka barni, siga tær báðar Tær báðar eru als ikki í iva. Dagrøktarmammurnar skulu hava somu kor og rættindi, sum hinir limirnir í felagnum, men hesum er leiðslan í býráðnum ikki samd í Tað einasta, býráðið hey - ur góðtíkið av krøvunum hjá dagrøktarmammunum er, at:álitisfólk teirra skal verða eftirspurt, um starvs- fólk verður flutt í annað starv o. s. fr Krevja frægari arbeiðsumsteður Annað mál, sum dagrøktar- mammurnar vilja hava greiði á, eru arbeidsumstød- urnar. Kravið til teirra er, at heimið skal standa opið frá klokkan 7.30 á morgni til 17.15 á kveldið. Vit skulu sostatt verða einsamallar við børnunum í 9 3/4 tímar um dagin. Hett- a er uttan nakran stødg - vit fáa ikki farið frá børnunum eina einastu létu, siga tær Dagrøktarmammurnar krevja, at tær fáa hesi við- urskiftini í sersáttmálan. Ikki at stytta arbeiðsdagin, men at dagurin verður defi- neraður sum 8,5 tímar Fólk hava jú átta tímar arbeiðsdag. Eitt korter má leggjast afturat í báðum endum. Tíðin út yvir hetta kann so metast sum yvirtíð halda tær Eisini vilja dagrøktar mammurnar hava eitt eyka gjald fyri at ansa teimum smæstu børnunum - teim um, sum eru millum 1/2 og 3 ár, tí meira arbeiði er í at ansa hesum børnum Býráðsformaðurin hevur sagt, at býráðið hevur játtað 115.000 krónur til eina spælistovu. Hetta halda dagrøktarmammurner eisini vera sera gott. Men hatta hevur einki við sáttmálan hjá okkum at gera. Talan er í hasum føri um arbeiðsamboð, sum ar beiðsgevarin eigur at rinda fyri, síga tær báðar Ada Bisp og Signa Hammer, sum halda, at vit eiga ikki at blanda tingini saman. Spælistovan er í løtuni í Arnes Minde á Kirkjuvegi í Havn, har dagrøktar- mammur tvær og tvær skift ast um at ansa børnunum Vit eru 62 dagrøktar- mammur og 300 børn, so tú kanst ætla, at ofta er trongligt, siga tær . Í hesum sambandi vísa tær tó á, at broytingar eru við at fara fram í løtuni, sum tær fegnast um. Einki hoyrt frá Verkfallið hjá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag stend- ur við. Gjáramorgunin var fund ur fyri álitisfólk. Andreas Poulsen, formaður í felag num sigur, at Térshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag einki hevur hoyrt frá semings monnunum, hóast hetta hevur verið frammi í fjøl miðlunum Við útvarpið fyrrakvøldid segði afturvísti Kristian Magnussen, landsstýris maður, at tað var landsstýrið sum lá í buktini - og ikki vildi gjalda meira Leivur Hansen, borgar stjóri segði í gjár, at orðini hjá Kristian Magnussen vóru nýggj fyri sær Hann útskrivaði ein blankokekk, segði hann við útvarpið Dagrøktarmammurnar bakka ikki Verkfallið stendur við enn, og Andreas Poulsen, for- maður í Tórshavnar Komm- unala Starvs- og Tænastu- mannafelag letur væl at í so máta. — Verkfallið virkar 100%. Verkfalsvaktir eru á teimum stødum, vit halda verða neyðugt, og verkfallið er væl lagt til rættis Dagrøktarmammurnar, Signa Hammer og Ada Bisp siga vid Sosialin, at tær bakka ikki fyrr enn grund- leggjandi krøvini eru komin f gjøgnum - at tær fåa somu viðurskifti, sum hini starvs- fóíkini hjá Tórshavnar Bý- ráð Lesarabræv Skulking í Kolla- fjarðar skúla 20. mars skulkaðu allir lær- arar í Kollafjarðar skúla, eftir ráðum Føroya Lærara- felags Hetta dró við brestin fjøl miðlarnar til Kollafjarðar Hetta skrivi eg sum eima Til Bergens . Til Esbjerg. (13.-16. juni) Skråseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. PA 2625, Sp/f Marco Polo, 100 Tórshavn Nevnd: Farin úr nevndini: lan Vang, Brobbersgøta 2, 100 Tórshavn Innkomin í nevndina: Sof- us Í Horni Hansen, Het- landsvegur 12, 100 Tórs- havn Skråseting Føroya tann 10. juni 1997 Kristin Balle vid Norrønu SP á stutta rætting til greinina í Sosialinum á síðu 6 tann 12 juni 1997 Hannemia Petersen i foreldrabólkinum Skråseting Føroya hevur i dag skråsett nidanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/f 1018, P/F Skemman, 100 Tórshavn Nevnd: Farin úr nevndini: Erika Lómstein Jacobsen, 160 Argir ; Innkomin í nevndina: Åsa Jacobsen, Steðlageta 13, 160 Argir Stjórn: Farin frá sum stjóri: Árni B. Jensen, Torfinsgøta, 100 Tórshavn innkomin sum stjóri: Stei- nar Hansen, 650 Toftir Skráseting Føroya tann 10. juni 1997 Kristin Balle