hósdagur 25. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Norsk - føroysk sam-
vinna í framtíðini
HETTA er tann tíðin, tá ferðafólkini byrja at koma
til Føroya. Norrøna er júst farin undir summar-
siglingina, og Atlantsflog er farið og fer undir fleiri
av sínum týðandi rutum, eitt nú til Aberdeen og
Stavanger. Hetta er eisini tann tíðin, tá útlendskir
sendiharrar í Danmark banka upp á dyrnar og
vilja hitta fólk, sum teirra land hevur brúk fyri at
hava góð viðurskifti við.
HERFYRI vitjaði nýggi bretski sendiharrin í Dan-
mark, og mánadagin kom nýggi norski sendiharrin
í Danmark til Føroya. At nettupp tvey av næstu
grannalondum okkara og tvey lond, sum vit hava
og helst fara at fáa enn betri samband og sam-
vinnu við, hava fingið nýggjar sendimenn í Dan-
mark - og sum eisini hava Føroyar sum sítt ábyrgd-
arøki - leggja leiðina til Føroya nærum um sama
mundið er kanska eitt positivt tekin. Nú um dag-
arnar úttalaði býráðsformaðurin í Havn seg um
nettupp samvinnu okkara við tveir týðandi sam-
starvsbýir í Skotlandi og Noregi. Eingin ivi er um
í okkara verð, at Stórabretland og Noreg verða
tvey lond, sum vit føroyingar fara at hava nógv
meira samstarv við í framtíðini, ikki minst vegna
góða sjóvegis og loftvegis sambandið. Henda
samvinna okkara, sum longu er, kann mennast
munandi tað verið seg innan fiskivinnu, ídnað,
aling, tøkni, oljuvinnu og eisini ferðavinnu. Ynskið
og økti áhugurin frá bæði okkum og grannum
okkara at fáa størri samvinnu kundi so eisini verið
ein góður møguleiki hjá nýggja ferðavinnustjór-
anum at fylgt upp. Bøtta ferðasambandið skuldi
verið ein so upplagdur tjansur fyri at fáa fleiri
norðmenn, bretar og skotar henda vegin at ferðast.
Tað er eisini nakað, sum nýggi norski sendiharrin
í Danmark eigur at hava í huganum, nú hann og
konan síggja og uppliva vakra land okkara.
UMFRAMT at menna samvinnuna á økjum vit
longu samvinna á, so eiga vit eisini at seta skjøtil
á samvinnuna á tí nýggja vinnuøkinum, sum fevnir
um oljuna og tí harvið fylgir. Tí er tað eisini áhuga-
vert at merkja sær, at sendiharrarnir í tveimum av
fremstu oljulondunum um okkara leiðir, vitja og
tað nettupp í eini tíð, har føroyingar eru við at seta
spónin í. Tað skal vera vón okkara, at norsku
sendiharrahjúnini kenna seg væl í Føroyum, og at
tey koyra fingurin í jørðina og vita, hvussu føroy-
ingar og norðmenn best kunnu samvinna á olju-
økinum. Undanmaður Dagfinn Stenseths, Thor-
vald Stoltenberg var í Føroyum fyri tveimum árum
síðani, og tá legði hann upp til, at man frá norskari
síðu vildi taka initiativ til eitt samstarv á oljuøkinum.
Hetta sama hava bæði undanfarni forsætisráð-
harrin og nú eisini sonur hansara í hesum embæti
sagt seg fúsar til. Áhugavert hevði verið, um norski
sendiharrin hevði kunnað fylgt hesum upp og
komið við nøkrum ítøkiligum uppskotum um,
hvussu norska oljutjóðin kann geva sítt íkast til,
at føroyingar fáa eina oljuvinnu, sum gagnar hes-
um samfelagnum sum frægast. Meðan bretar hava
sagt seg vilja hjálpa við fysiska karminum kring
loyvisgeving til oljuleiting, kundu norðmenn kanska
hjálpt føroyingum at minka um teir negativu av-
leiðingarnar oljumenningin kann hava á eitt lítið
og viðkvæmt samfelag. Thorvald Stoltenberg hevði
stórar vissiónir um hesa samvinnu, men hann fekk
aðrar altjóða uppgávur,sum forðaðu honum í at
gera tær til veruleika. Nú hevur eftirmaðurin
møguleikan at taka um endan, har Stoltenberg
slepti og gera orð hansara til veruleika. Báðum
londum til gagns. Dagfinn Stenseth skal vera
vælkomin til at byggja brýr millum Føroyar og
Noreg.
Framsýning í Sørvági
Hós- og fríggjadagin 25. og 26. mai, verður stór og fjølbreið framsýning á
Flakavirkinum í Sørvági
Hósdagin og fríggjadagin
25. og 26. mai skipar Kjøl-
bro Heilsøla fyri stórari
framsýning í matstovuni á
flakavirkinum í Sørvági.
Frá tí at heilsølan byrjaði
sítt virksemi, hevur tað ver-
ið heilt nattúrligt at bjóða
fiskiflotanum alla ta vøru
og útgerð, sum hoyrir
skipum til. Hetta hevur so
ført við sær, at Kjølbro
Heilsøla er blivin ein leið-
andi heilsøla, tá tað snýr seg
um fiskiflotan.
Á framsýningini, sum er
meira ætla sjófólki, útgerð-
afeløgum,
virkjum
og
handlum, verður nógv at
síggja. Av tí at Kjølbro í 99
fekk umboð uppá ta heim-
skendu oljuna TEXACO,
verða sjálvandi vørur frá
Texaco at síggja á hesari
framsýning. Kjølbro fekk
eisini fyrst í 2000, umboð
uppá 66 N. Hetta er eitt
vælkent íslenskt merki,
sum
selur
oljuklæðir,
dressir,
arbeiðsklæðir,
trygdarskógvar og nógv
nógv annað. So 66 N verð-
ur eisini at síggja á fram-
sýningini.
Umframt olju og klæðir
til vinnulívið, kemur Kjøl-
bro eisini at vísa fram knív-
ar frá Frost, húkar frá Mus-
tad, styvlar frá Bekina og
nógv nógv annað. Í stutt-
um tíðindaskrivi frá Kjøl-
bro verður sagt, at opið er
báðar dagarnar frá kl. 17 til
21 og at øll eru vælkomin.
Bragi - eitt tíðarrit fyri bók og mentan
Fríggjamorgunum 26. mai
skipar Smyril-Line fyri
bridgeferð við Norrønu.
Hetta er eitt afturvendandi
tiltak sum skipað verður fyri
á hvørjum ári. Umborð á
Norrønu skipar Per Kalls-
berg fyr ymiskum bridge-
kappingum. Spælararnir,
sum hava verið við undan-
farin ár lata væl at ferðini
og enn eru pláss eftir til
ferðina í ár. Øll, ið hava hug
at spæla brigde kunnu tekna
seg til Bridgeferðina. Tekn-
ing fer fram á Smyril-Line.
Fyriskiparin biðjur fólk
tekna seg skjótast gjørligt,
soleiðis at hann veit hvørjar
kappingar hann skal skipa
fyri. Vinningar verða latnir
til vinnandi pørini.
Bridgeferð við Norrönu
Nú fæst onnur útgáva av
mentanarritinum Braga í
leysasølu fyri 76 kr. ein-
takið. Tað fæst til keyps eitt
nú í H. N. Jacobsens Bóka-
handli, í Bókasøluni í SMS,
í Horninum í SMS og í Alfa
Bókahandli í Klaksvík.
Bragi inniheldur bók-
mentaligt tilfar og hesaferð
eisini tilfar um myndlist.
Harumframt verður tann
nýggjasti skaldskapurin í
Føroyum umvældur, meðan
føroysk mentanarviðurskifti
í breiðum týdningi eisini
verða viðgjørd í blaðnum.
Føroyskir útisetar geva
blaðið út.
Ætlanin við Braga er, at
blaðið skal vera ein miðil,
sum vendir sær til ein breið-
an lesaraskara til kunningar
um tað týdningarmesta,
sum hendir á føroyska
mentanarpallinum. Tað inn-
iheldur ummæli og greinar
skrivaðar av føroyingum,
sum dagliga fáast við ment-
an og bókmentir, og er so-
statt staðið, har ymisk sjón-
armið kunnu roynast og
sammetast við onnur. Bragi
roynir bæði at finna tað ser-
staka í mentan okkara, og
at seta serføroysku mentan-
arfyribrigdini inn í eina
størri, norðurlendska evro-
peiska heild.
Onnur útgáva av Braga
inniheldur tilfar sum t.d.:
· Grein um skaldskapin hjá
Williami Heinesen. Mal-
an Marnersdóttir skrivar;
· Samrøðu við Jóanes Niel-
sen um yrkjaravirksemið;
Oddfríður
Rasmussen
skrivar;
· Samrøðu við Hansinu
Iversen um hennara upp-
fatan av myndlistini í Før-
oyum
og
uttanlands.
Kinna Poulsen skrivar;
· Ummæli av nýggjastu
bókunum hjá Tóroddi
Poulsen, Jóanesi Nielsen
og Jens Paula Heinesen
o.o.
· Fastir teigar sum t.d. Bók-
in kring heimin, sum hes-
aferð hyggja nærri at bók-
mentarákunum í Svøríki
og Noregi.
Bragi hevur ikki peninga-
ligan vinning í hyggju og
er óheft politiskt og átrún-
aðarliga.
Bragi er 64 síður til stødd-
ar og er í litum. Tað kostar
76 kr. í leysasølu, og 65 kr.
eintakið hjá haldarum. Tað
ber til at tekna seg sum
haldara
á
heimasíðuni
www.bragi.dk, ella við at
senda
eitt
t-bræv
til:
bragi@mail.tele.dk
Kirkjukonsert verður fríggj-
akvøldið 26. mai í Fugla-
fjarðar kirkju kl 20:30. Tað
er Fuglafjarðar gentukór, ið
fer at syngja.
Í august fer kórið til Aal-
borg og Skagen á konsert-
ferð. Kórið fer at vitja ung-
dómskórið í Skalborgs
kirkju, sum var og vitjaði í
Fuglafirði fyri trimum árum
síðani.
Kórleiðari er Frits Jo-
hannesen, orgulfylgisspælið
hevur Heðin Kambsdal, og
klaverfylgisspælið hevur
Eyðun á Lakjuni.
Fuglafjarðar gentukór hevur kirkjukonsert
Arbeiðið við barnsburðar-
grunninum steðgað
Nevnin, ið skuldi fyrireika ein almennan barnsburðar-
grunn, hevur fyribils lagt frá sær. Orsøkin er, at limirnir
ikki fáa samsýning fyri arbeiðið
JOHN JOHANNESSEN
Tey, sum umboðaðu fakfel-
øgini í arbeiðsbólkinum, ið
skuldi fyrireika ein almenn-
an barnsburðargrunn hava
lagt hetta arbeiði á hillina.
Orsøkin er, at tey onga sam-
sýning fáa frá almennu
myndugleikunum fyri tað,
tey gera.
Ætlanin var, at arbeiðs-
bólkurin skuldi vera liðugur
við arbeiði sítt áðrenn
summarfrítíðina, soleiðis, at
grunnurin kundi setast á
stovn í ár. Men hetta verður
helst ikki veruleiki.
Kortini eru fólk tó ikki
heilt givin at fyrireika
barnsburðargrunnin. Tí enn
arbeiða
embætisfólk
í
Vinnumálastýrinum
við
hesi ætlan. Men landsstýr-
ismaðurin í vinnu- og ar-
beiðsmarknaðarmálum,
Finnbogi Arge, vísir á, at
Vinnumálastýrið hevur av-
markaðar kreftir. Tí kann
ikki væntast, at arbeiðið fer
at ganga eins skjótt fyri seg,
sum tað hevði gjørt, um ar-
beiðsbólkurin var virkin.
Fíggjarmálastýrið
skal gjalda
Hóast tað er landsstýris-
maðurin í vinnu- og ar-
beiðsmarknaðarmálum, ið
hevur ábyrgdina av arbeið-
inum við at seta á stovn ein
almennan
barnsburðar-
grunn, er tað Fíggjarmála-
stýrið, ið ger av, um arbeiðs-
bólkurin skal fáa samsýning
ella ikki. Somuleiðis er tað
Fíggjarmálastýrið, ið skal
rinda hesa samsýning.
Men Fíggjarmálastýrið
heldur ikki, at tey, sum um-
boða fakfeløgini í arbeiðs-
bólkinum, eiga at fáa sam-
sýning fyri arbeiðið.
Fíggjarmálastýrið metir,
at umboðini eiga at gera ar-
beiðið
av
náttúrligum
áhuga. Grundgevingin fyri
hesum er, at grunnurin
nevniliga kemur limunum í
fakfeløgunum til góða.
Landsstýrismaðurin
í
vinnu- og arbeiðsmarknað-
armálum, Finnbogi Arge,
hevur roynt at fingið Fíggj-
armálastýrið til at rinda ar-
beiðsbólkinum samsýning,
men hann hevur fingið at
vita, at talan er um eitt prin-
sippmál.
Skilir Fíggjar-
málastýrið
Hóast Finnbogi Arge hevur
roynt at fingið Fíggjarmála-
stýrið til at rinda samsýning
til arbeiðsbólkin, er hann
samdur við Fíggjarmála-
stýrinum. Hann vísir á, at
tá limirnir í arbeiðsbólkin-
um umboða ein ávísan á-
hugabólk, ið fær ágóða av
arbeiðinum, gjørt verður í
arbeiðsbólkinum, er tað
heldur áhugabólkurin, ið
eigur at rinda limunum
samsýning.
Finnbogi Arge ger annars
greitt, at hann heldur tað
vera stóra skomm, at arbeið-
ið við almenna barnsburð-
argrunninum skuldi steðga
upp av slíkari óneyðugari
orsøk.
Kvinnufelagssamskipan-
in harmaðist eisini í bløð-
unum herfyri, um at arbeið-
ið at seta á stovn barnsburð-
argrunnin er steðgað.
At hendan samgongan
skuldi seta á stovn almenn-
an barnsburðargrunn er
staðfest í samgonguskjalin-
Uttanríkisráðharrin
til Føroya á fund
Mánadagin kemur danski uttanríkisráðharrin, Niels Hel-
veg Petersen, til Føroya at vitja. Hann skal millum annað
hava fund við løgmann, landsstýrið og uttanlandsnevndina
JOHN JOHANNESSEN
Eftir ætlan kemur danski
uttanríkisráðharrin, Niels
Helveg Petersen, til Føroya
á arbeiðsvitjan mánadagin
og fer avstað aftur mikudag-
in.
Uttanríkisráðharrin skal á
ferðini millum annað á fund
við løgmann, landsstýrið og
uttanlandsnevnd løgtings-
ins. Á hesum fundum skulu
partarnir viðgera ymisk
uttanlandsmál.
Hugsast
kann, at nýggi fríhandils-
sáttmálin við Russland
verður viðgjørdur, somu-
leiðis sum ES, WTO og
NATO
eisini
verða
á
skránni.
Tað er vanligt, at danski
uttanríkisráðharrin viljar í
Føroyum eina ferð um árið.
Av
løgmansskrivstovuni
siga tey, at fundirnir millum
uttanríkisráðharran
og
landsstýrið vanliga geva
nakað fyri báðar parar.
Á fundunum er nevniliga
vanligt, at uttanríkisráðharr-
in, eins væl og landsstýrið,
kunnar um tey mál, hann í
løtuni tekst við, somuleiðis,
sum ymsir trupulleikar við-
víkjandi uttanlandsmálum
verða viðgjørdir.
Tað er Ríkisumboðið, ið
leggur ferðina hjá Niels
Helveg Petersen í Føroyum
til rættis. Hagani siga tey,
at skráin fyri ferðina enn
ikki er heilt liðug. Orsøkin
til hetta er, at fólkatingið
hevur longt tingsetuna, og
tí er ikki heilt greitt, um
uttanríkisráðharrin
júst
kemur mánadagin ella hann
verður nakrar dagar seink-
aður.
Ætlanin var, at barnsburðargrunnurin skuldi setast á stovn í ár, men nú er arbeðið
steðgað, tí limirnir í arbeiðsbólinum ikki fáa samsýning
um.
Niels Helveg Petersen, uttanríkisharri, kemur á vitjan
ADIDAS Samba
skógvar til børn
bláir/hvítir
fyrr 299,-NÚ 199,-
ADIDAS Canvas
skógvar
fyrr upp
til 499,-
og mong
onnur
góð tilboð
NÚ 200,-
ADIDAS
jakkar til børn
fyrr 599,-NÚ 399,-
Sosialurin - 311820
ÍTRÓTTUR • N. Finsensgøta 5 • Postsmoga 268 • 110 Tórshavn
Tel. 31 14 03 • E-mail: sporthd@post.olivant.fo
ADIDAS Samba
skógvar til vaksin
bláir/hvítir
fyrr 399,-NÚ 299,-
Renniskógvar
fyrr upp
til 799,- NÚ 300,-
Renniskógvar
fyrr upp
til 599,- NÚ 200,-
NIKE
skógvar til børn
fyrr upp
til 399,- NÚ 150,-