hósdagur 25. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
Gunnhild
og várrøddir
PopTop
í Grasagarði
Leygardagin klokkan 16 fer toppurin av ungum
popparum at kappast í Grasagarði í Havn
Frá PopTop konsertini í fjør í Grasagarði
DAGFINN OLSEN
Síðani 1988 hevur verið
skipað fyri Pop Top kon-
sertum. Hetta er forum, har
ungir tónleikarar sleppa at
royna seg og kappast.
Leygardagin klokkan 16
fara 5 ungir bólkar á pall í
Grasagarði í Havn. Bólkar-
nir hava vant í vetur í
Skansastovu, Margarinfa-
brikkini og í Studentaskúla-
num. Eins og undanfarin ár,
verður konsertin hildin í
samstarvi við Mjólkavirki
Búnaðarmanna.
Á konsertini verður høvi
at hoyra fjølbroyttan tón-
leik. Umframt øll sløg av
tónleiki, leika bólkarnir eis-
ini heimagjørt tilfar.
Óivað verður trupult at
finna vinnaran í ár, tí bólk-
arnir eru javnt góðir, sigst.
Men tað er áskoðarafjøldin,
ið skal døma. Síðsta tíman
av konsertini sleppa lurtarar
at atkvøða. Í fjør atkvøddu
meira enn 300 lurtarar, so
tað ræður um at atkvøða fyri
sínum yndisbólki.
Vinnarar á ólavsøku
Vinnararnir av Pop Top
konsertini sleppa at spæla á
ólavsøkukonsertini. Um-
framt fáa teir T-troyggjur frá
MBM. Allir luttakarar fáa
eitt karton av Pop Top at
sløkkja tostan við, eftir pall-
framførslurnar.
Síðan byrjan hava ikki so
fá luttikið á Pop Top kon-
sertunum og fleiri hava ver-
ið at sæð og hoyrt seinni.
Eitt av nøvnunum er t.d.
Mark No Limits
Úr skránni
AIRBACKS (Skansastova)
Uni R. Debess, guitar &
sang,
Jóanes
Reinert,
trummur, Jógvan á Mýrini.
El.bass & sang, Herfinn
Árnafjall, klaver & sang.
SALUTE (Skansastova)
Høgni Fagraberg guitar &
kór,Hans-Edward Andrea-
sen, sang, Ísak Sambleben,
el.bass, Rúni K. Mouritsen,
trummur.
Salute hevur verið til í 8
ár og teir í bólkinum hava
broytt oftani musikskíl. Nú
hava teir blandaðan musik-
stíl. Teir siga sjálvir, at teir
hava ongatíð verði so goður
sum nú í ár.
Program, alt heimagjørt
(ca. 20-30 min)
1 My Inspiration
2 End of Days
3 What tke Hell
4 Mother
5 Mr. Pshyco
6 Battlefield part 3
E-POT (Studentaskúlin í
Hoydølum) Petur Olsen, el.
bass, Heri Trondusen, rødd
Jógvan Rasmussen, guitar
og rødd., Hans Erling
Guttesen, trummur
Bárður Justinussen, guitar.
Teir spæla ymiskan tón-
leik, bæði villan og stillan
– teir spæla alt frá cafétón-
leiki til harðan rocktónleik
– teir spæla ofta til konsert
og næstan bara egnan tón-
leik – teir have spælt sam-
an í 6 mánaðir – teir vera
við í studentaskúla-fløguni
»ROCK ALL«
PÁLL FINNUR PÁLL
(Studentaskúlin í Hoydøl-
um)
Páll Hammer, klaver
Finnur Jensen, rødd
Páll Oddur Rubeksen, guit-
ar og rødd
Bólkurin eitur so, tí at teir
sumeru við í Bólkinum eita
Páll, Finnur og Páll. Bólk-
urin byrjaðu fyri einum
mánað síðani og eru so at
siga nýggir innanfyri tón-
leikaheimin. Tónleikastíl-
urin er sera friðaligur. Tað
er bara klaver, guitar og
røddir og teir syngja bara á
føroyskum.
KRIT
Edmund í Garði.
Gunnhild Andreasen er,
hóast ung, millum
royndastu kórsangarar,
men hevur eisini roynt
seg á øðrum økjum
innan sang
Leygarkvøldið fer Gunnhild Andreasen á
pall á Meiarínum í Havn, saman við øðrum
kendum røddum
DAGFINN OLSEN
Undir heitinum Várrøddir,
verður
leygarkvøldið
skipað fyri sonevndum
musical
evening
‚a
Meiarínum.
Og umframt at vera vár-
røddir, so eru tað kendar
røddir, ið mynda kvøldið.
Gunnhild Andreasen tel-
ist millum royndastu og
vakrastu røddir, ið vit eiga
í Føroyum. Hon hevur síð-
ani á heilt ungum árum
verið við í kórhøpi. Hon
tekur sangin í álvara og
roynir at menna seg innan
hesa grein. Hon hevur
m.a. verið á skeiði í
Danmark fyri stuttum.
Men umframt kórsang,
so hevur Gunnhild eisini
roynt seg innan aðrar
greinar av sangi og sungið
solo. Á skránni leygar-
kvøldið er breitt úrval av
tí, hon hevur fingist við
seinastu mongu árini.
Gestasangarar leygar-
kvøldið eru Eivør Páls-
dóttir og Malan Eyðuns-
dóttir, sum kemur á
marknaðin við solofløgu
um stutta tíð.
Tónleikarar verða Sta-
men Stantchev, Edvard
Nyholm Debess og Herluf
Lützen. Gesatónleikari er
Karsten Vogel.
Atgongumerki fáast í
Kunningarstovuni í Havn
og við dyrnar og tey kosta
100 krónur. Tiltakið Vár-
røddir byrjar klokan 22
leygarkvøldið.
100 nýggj ansingarpláss til
børn klár í Havn um eitt ár
– Tey fyrstu 40
dagrøktarplássini
verða klár í okt-
ober mánaða í ár
og næsta summar
verða 60 pláss
tøk afturat
ÁKI BERTHOLDSEN
Um eitt gott ár verða nýggj
ansingarpláss til 100 børn
afturat tøk í Havnini.
Og tey verða á trimum
dagstovnum, sum standa í
hvør sínum enda í býnum.
Elin Lindenskov, for-
kvinna í Sosialu nevnd hjá
Tórshavnar Býráð, sigur, at
talan er um at byggja ein
nýggjan stovn.
Men harafturat verða
tveir stovnar afturat bygdir
út.
Tann nýggi stovnurin,
sum skal byggjast, verður
bygdur í Vesturbýnum, úti
á Landavegnum niðanfyri
skrivstovuna hjá SEV er.
Staðarnavnið er Á Fløt-
um, siga tey.
Arbeiðið at fyrireika
byggingina eru komnar
rættiliga væl áleiðis og ar-
beiðið verður boðið út í
næstum.´
Ætlanin er so at fara undir
sjálva byggingina heilt
skjótt, so at stovnurin verð-
ur liðugur og klárur at taka
í nýtslu næsta summar.
–Hetta er ein stovnur til
60 børn, sum í høvuðsheit-
um verður barnagarður.
Tað verða tríggjar stovur
í hesum barnagarðinum við
20 børnum á hvørjari stovu.
Men ein av hesum stov-
unum veðrur kortini ein
smábarnastova til tvey og
trý ára gomul børn, so talan
verður um 40 barnagarðs-
pláss og 20 smábarnapláss
á hesum stovninum.
Afturat hesum barnagarð-
inum, verða tvey býlingshús
eisini bygt út, so at pláss
verður fyri 20 børnum aft-
urat á hvørjum.
Talan er um býlingshúsið
Millum Gilja og á Ternu-
ryggi og tey verða liðug
seinni í ár, helst í oktober,
sigur Býráðið.
Lættir trýstið
Hesi 100 plássini, sum
koma afturat, fara at lætta
trýstið á dagrøktarøkinum
eitt sindur.
Men Elin Lindenskov á-
sannar, at hetta er verri enn
so nóg mikið til at nøkta
tørvin, tí bíðilistarnir verða
bara longri og longri og nú
eru næstan 400 børn á bíði-
lista at fáa dagrøktarpláss í
Havn.
Elin Lindenskov sigur, at
fólkavøksturin í Havnini
hevur verið nógv størri enn
nakar hevði roknað við.
– Tí er tað greitt, at tann
málsetningur, býráðið hevur
sett sær á dagrøktarøkinum
má endurskoðast, tí hann fer
als ikki at nøkta tørvin.
Hon sigur, at í 1996 setti
býráðið sær fyri at nøkta
tørvin á barnaansingarpláss-
um við at útvega 30 pláss
um árið í 10 ár, tí so skuldi
tørvurin verið nøktaður í
2006.
–Men gongdin higartil
hevur víst, at hesin málsetn-
ingur má endurskoðast, so
at meiri ferð kemur á ar-
beiðið. Tí hóast vit hava
útvegað væk meiri enn tety
30 plássini um árið síðani
1996, halda vit ikki tørn, tí
bíðilistarnir verða bara lngri
og longri. Sostatt má bý-
ráðið endurskoðað ætlanina
so at hetta økið verður rað-
fest hægri, sigur Elin Lind-
enskov.
Sjálv heldur hon, at tann
næsti stovnurin, sum skal
byggjast, má byggjast á
Argjum.
Barnaansing
armynd: J. Kr
Býráðið hevur sett sær fyri, at í 2006 skuldi tørvurin á barnansing í Havn verið nøktaður. Men so má ferðin setast
munandi upp, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd
Prísirnir á bensini og
olju enn á veg uppeftir
ÁKI BERTHOLDSEN
Tað er onki nýtt, at føroy-
ingar hava ilskast, hvørja
ferð, teir eru farnir á eina
støð at fylla sær tangan.
Men nú ber av, tí so vítt,
vit hava fingið uppspurt,
hevur hvørki bensinið, ella
dieseloljan nakrantíð kostað
meiri enn tey gera í løtuni.
Í løtuni kostar ein litur av
blýfríum bensini hjá Shell
8,73 krónur og kaliumben-
sinið kostar 8,86 krónur fyri
liturin.
Og tey eru mong, sum
meta, at prísirnir fara enn
longur upp.
Stjórin á Shell í Føroyum,
Hákun Djurhuus, sigur, at
teir eru ikki so fegnir um at
spáa ov nógv um framtíð-
ina.
Men hóast Hákun Djur-
huus ikki ger so nógv av at
meta um framtíðina, so sig-
ur hann gongdin í Føroyum
fylgir gongdini aðrastaðni,
tí hetta er ikki ein sjálv-
støðugur marknaður.
Men eftir spádómum úr
øðrum norðurlondum, er
fryktandi fyri, at prísirnir
fara enn longur upp og teir
kunnu fara heilt upp um
níggju krónur fyri liturin.
Seinast bensinið fór upp,
var 18. mai, tá ið tað dýrk-
aði 10 oyru liturin.
Tvær krónur í trý ár
Sostatt kann staðfestast, at
bensinprísirnir eru nógv
hækkaðir seinasti árini. Til-
samans eru prísirnir hækk-
aðir einar tvær krónur hesi
seinastu trý árini.
Tá ið blýfría bensinið var
dýrast í 1997, kostaði tað
7,96 krónur, í 1998 kostaði
tað 7,64 og í fjør kostaði tað
8,11 krónur.
Sama gongdin
Sama gongdin hevur verið
í dieseloljuni, tí nú kostar
hon 4,50 fyri liturin úr tang-
anum, og hetta er tað mesta,
hon nakrantíð hevur kostað.
Seinast dieseloljan hækk-
aði, var eisini 18. mai, tá ið
hon dýrkaði 4 oyru liturin.
Oljan 10 oyru ov dýr
Tað eru ikki bara bileigarar,
sum merkja sviðan av
hækkandi olju- og bensin-
prísum, tað gera húsarhald-
ini so sanniliga eisini.
í Løtuni kostar ein litur at
húsarhaldsolju frá Shell
3,60 krónur fyri liturin.
Tá ið hon ksotaði mest í
fjør, kostaði hon 3,31 krón-
ur fyri liturin og í 1998
kostaði hon 2,97, tá ið hon
var dýrast.
Men 1998 var eisini árið,
tá ið oljuprísirnir botnaðu,
og tá ið hann var lægstur í
1998, kostaði húsarhalds-
oljan 2,56 krónur fyri lit-
urin.
Herfyri samtykti Løgting-
ið at leggja oljuavgjaldið
fast á 80 oyru fyri liturin og
tað hevur sína ávirkan á
prísin.
Hevði gamla skipanin
verið galdandi, hevði prís-
urin á húsarhaldsolju verið
umleið 10 oyru bíligari fyri
liturin enn hann er.
Fyrr var oljuavgaldið
nevniliga ásett alt eftir,
hvussu nógv oljufeløgini
keyptu oljuna fyri, og jú
hægri prísurin var, jú lægri
varð avgjaldið.
Samanfallandi orsøkir
Hákun Djurhuus sigur, at
tað eru fleiri samanfallandi
orsøkir til, at oljuprísirnir
eru blivnir so høgir.
–Í høvuðsheitum er talan
um útboð og eftirspurning,
so tá ið minni er til, dýrkar
oljan.
Hinvegin hevur dollarin
bara gingið uppeftir og upp-
eftir og tað ávirkar eisini
prísin, tí olja verður keypt í
dollarum. Og harafturat øk-
ist nýtslan av bensinið um
summari, so tað er ikki ó-
vanligt, at prísurin fer upp
um summarið.
Tað eru fleiri samanfallandi orsøkir til, at prísirnir á olju og bensini eru so høgir nú.
Hevði løgtingið ikki broytt oljuavgjaldið herfyri, hevði oljan verið umleið 10 oyru bíligari
Olju/
bensinmynd:
Jens kr.
Í løtuni eru bæði prísirnir á olju og bensini methøgir í Føroyum, men meting-
arnar siga, at teir fara enn longur upp