hósdagur 25. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
Seint
týskvøldið
kom
Gormur á Klaksvík við lín-
uskipinum Kvikk, sum fekk
maskinbrek týsdagin.
Tað var, meðan teir vóru
í holt við at draga línuna, í
ein útsynning úr Mykinesi,
at gearið brotnaði. Skiparin
legði stilt alt fyri eitt, og
sendi boð eftir skipinum hjá
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni.
Línuna mátti skipið lata
standa til ein annan klaks-
víksbát, Pison, at taka upp.
Reiðarin á Kvikk, Hans
Oluf Johannessen sigur, at
tað eftir øllum at døma er
ein splitta, sum er dottin úr,
og sum hevur gjørt, at ein
stong hevur gjørt um seg.
- Men av tí, at vit hava
steðgað motorinum beinan-
vegin, er skaðin ikki so um-
fatandi. Heilt hvussu umfat-
andi veit eg ikki, sigur Hans
Olaf.
Kvikk breyt gearið
Beint eftir midnátt týskvøldið kom
Gormur á Klaksvík við línuskipinum
Kvikk, sum hevði fingið maskinbrek í
ein útsynning úr Mykinesi
Tí veit hann í fyrsta um-
fari ikki nær Kvikk fer aftur
til fiskiskap, men í sama
viðfangi leggur hann aftur-
at, at teir frammanundan
høvdu ætlað, at skipið
skuldi á sleipistøð í næstu
viku, so tað er ikki óhugs-
andi, at alt nú verður gjørt
um eina leið.
- Tí rokni eg ikki við, at
vit fara út aftur áðrenn
Norðoyastevnu, sigur hann
og leggur smílandi afturat,
at nógvir av manningini
umborð á Kvikki eru so
ungir. — Teir vilja fegnir
hava Norðoyastevnuna við.
Annars sigur Hans Oluf,
at fiskiskapurin við Føroyar
er vánaligur í løtuni. Tá
skaðin hendi, hevði Kvikk
umleið 20 túsund pund inni,
og tað er lítið.
- Mai mánaði er ofta øgi-
liga vánaligur, so nú mugu
vit bara vóna, at tað verður
frægari í næsta mánað, sigur
Hans Oluf.
Kvikk hevur eisini ís-
landsloyvið, men hóast tað
kanska hevur verið frægari
fiskiskapur har yviri, so
verður tað ikki farið til Ís-
lands í fyrsta umfari.
Kvikk er 13 ára gamal og
tí eitt av teimum nýggjaru
skipunum í flotanum. Fyri
tey, sum hava eitt sindur av
áhuga fyri skipum, kunnu
vit siga, at tað er gamli Sat-
urn III, sum hevur fingið
navnið Kvikk eftir at hann
er seldur til Klaksvíkar
Kristindómur og politikkur í 20. øld.
Almennur fyrilestur verður
á Fiskirannsóknarstovuni
týskvøldið 30. mai 2000 kl.
18. Jens Holger Schjørring,
professari í kirkjusøgu,
heldur fyrilestur, ið hann
kallar: Kristindómur og pol-
itikkur í 20. øld.
Jens Holger Schjørring
starvast sum professari í
kirkjusøgu við Teologiska
Fakultetið á Aarhus Uni-
versitet. Hann hevur m.a.
skrivað ritgerð á týskum um
sambandið millum danska
og týska guðfrøði í Hitler-
tíðini og “Ökumenische
Perspektiven des deutschen
Kirchenkampfes”; um lut-
herdómin í 20. øld hevur
hann skrivað “From Fede-
ration to Communion. The
History of the Lutheran
World Federation 1947-
1997” og um Grundtvig m.
a. hesar bøkur “Grundtvig
og påsken” og “Grundtvigs
billedsprog og den kirkelige
anskuelse”.
20. øld var fram um alt
merkt av teimum báðum
heimsbardøgunum. Hvussu
hava heimsbardagarnir á-
virkað sambandið millum
tær kristnu kirkjurnar? Men
øldin var eisini merkt av ó-
semju millum kirkjurnar og
einavalds ideologirnar, ser-
liga nazismuna og komm-
unismuna. Hendan ósemj-
an fekk víttgangandi avleið-
ingar fyri kirkjurnar. Har-
aftrat var øldin merkt av tí
økumenisku rørsluni.
Í fyrilestrinum verður í
stuttum hugt at høvuðsrák-
inum í royndunum at skapa
sátt og semju millum
kristnu kirkjusamfeløgini.
Skattareglurnar munandi
lagaligari í grannalondunum
Havbúnaðarfelagið hevur
fleiri ferðir víst á, at skatta-
reglurnar eru munandi lag-
aligari í grannalondunum, t.
d. í Noregi. Á hesum økið
er kappingin tí ikki á jøvn-
um føti, skrivaði Vinnuhús-
ið herfyri í tíðindaskrivi.
Víst var til kanning, og
varð mælt til, at »carry
back« reglur koma inn í før-
oysku skattalógina, á sama
hátt sum í Noregi, t.v.s. at
skattur goldin eitt ár kann í
tvey ár verða goldin felag-
num aftur, um tað vísir seg,
at felagið fær undirskot inn-
an fyri hetta tíðarbil, og at
tíðarbilið, har hall kann før-
ast fram og dragast frá skatt-
liga úrslitinum, verður longt
upp í 10 ár.
Her er vert at viðmerkja,
at
Endurreisingarnevnd
landsstýrisins í áliti sínum í
1994 vísti á hesi viðurskift-
ir. Skattalóg okkara tekur í
hesum viðurskiftum støði í
tí donsku, ið er tillagað
donskum samfelagsviður-
skiftum og ikki einum sam-
felag, sum tað føroyska.
Bæði ali- og fiskivinnan eru
tengdar at náttúruviðurskift-
um og kunnu tí hava stórar
og óvæntaðar broytingar frá
ári til árs. Og hetta eigur
skattalógin at leggja upp
fyri.
Ókeypis dekkanningar
Sum eitt afturvendandi til-
tak síðani fyrst í 70‘unum
er Super Dekk nú aftur far-
ið at skipa fyri ókeypis
dekkeftirlitið, við orðu-
num latið okkum kannað
dekkini, áðrenn løgreglan
ger tað!
Sum flest allir bilførarar
vita, er tað sera umráðandi
at hava dekkini í lagi, tað
verður mynsturdypd, luft-
trýst og sporing, og júst í
hesum døgum er løgreglan
úti og ger grein 3 ella 77
kanningar, har eitt nú
dekkini verða gjølla kann-
að.
Dekk-kanningin
hjá
Super Dekk byrjaði í viku
20 og endar leygardagin í
viku 21, tann 27. mai, opið
er allar arbeiðsdagar sum
vanligt, frá kl. 08-17.
Leygardagin 27. verður
latið upp kl. 10 við eitt
sindur øðrvísi tiltaki, við
at tað verður skipað fyri
kappingum av ymsum
slag, og frá kl. 12 hava vit
pylsur og okkurt leskandi
til øll, sum koma at vitja.
Kappast verður um at
fáa tað stóra gummigeda-
dekki (uml. 300 kg.) sum
var við í »Føroya sterkasti
maður« upp at standa,
eydnast tað, er ein við í
lutakastinum um 4 Good-
year persónbila-dekk.
Børn 8-12 ár kappast um
at fáa eitt lastbilahjól (uml.
90 kg.) upp at standa,
eydnast tað, eru tey við í
lutakastinum
um
ein
Goodyear mini-trailara.
Tey
minstu
børnini
sleppa eisini at kappast, og
verður tað við at grulva og
klúgva um ymsar dekkfor-
ingar, klára tey tað, eru tey
við ú lutakastinum um ein
Goodyear leikutoysbil.
Gjáranáttina kom vaktarskipið Gormur á Klaksvík við línuskipinum, Kvikk, sum hevði fingið maskinskaða
Sosialurin - 311820
Treytað av nóg stórari luttøku verður í heyst aftur farið undir HD 1. part.
HD 1. partur er ein grundleggjandi ástøðilig innføring í lærugreinirnar
vinnubúðskap, samfelagsbúðskap, hagfrøði, vinnulívsrætt og teld.
Upptøkukrøv:
Hægri handilsskúla-, Students-, HF- og HT-prógv ella hægri útbúgving.
Eisini skal tann, sum ætlar sær at lesa HD 1. part, hava prógv í støddfrøði
á B stigi.
Til ber eisini at lesa onkra einstaka lærugrein, sum tú kanska hevur brúk
fyri í sambandi við arbeiðið.
Undirvíst verður mánakvøld og mikukvøld kl. 15.45-19.15.
Próvtøka verður í mai/juni 2002.
Áhugað fáa umsóknarblað og tilfar um HD 1. part við at ringja, telefaksa
ella senda teldupost til skúlan sg@hsh.fo okkum dámar best um tygum
nýta teldupostin.
Luttøkugjaldið er kr. 2.000,00 fyri hvørja lestrarhálvu ella 4.000,00 kr. um
árið. Stakgreinalestur hevur onnur gjøld.
Eru tygum í iva um okkurt við HD 1. parti ber eisini til at ringja til skúlan
á tel. 317177 mánadag-fríggjadag kl. 08.00-12.00 og 13.00-16.00.
Umsóknarfreistin er til 15. juni.
Marknagilsvegur 77 • Postsmoga 177 • FO-110 Tórshavn
Tel. 317177 • Fax 313374 • Teldupost: sg@hsh.fo
Brek í brennidepli
Týsdagin kom út nýggj bók, ið tekur upp eym evni, nevni-
liga, hvussu tað er at liva við breki og tískil vera í brenni-
deplinum
DAGFINN OLSEN
Á samkomu í MBF-húsi-
num týsdagin, løgdu Nico-
lina Dahl og Karen Heine-
sen fram nýggju bókina
Brek í brennidepli, sum tær
hava týtt úr svenskum og
lagað til føroysk viðurskifti.
Tað er rár hending, fyri
ikki at siga ongantíð, at bók
kemur út, ið sigur frá,
hvussu tað er at liva við
breki. Men Brek í brenni-
depli lýsir hetta við innliv-
ing. Høvundurin Berit La-
gerheim er lækni og barna-
sálarlækni. Eisini hevur hon
útbúgving innan meira nú-
tímans terapeutisk rák.
Í bókini sigur hon, at ein
við breki kemur í brenni-
depil og hon lýsir henda
brennidepil, so at bæði for-
eldur og starvsfólk fáa orku
til samstarv.
Bólkin vendir sær í stóran
mun til einstaklingin við
breki, familjuna, og starvs-
fólkini, sum við sínum ar-
beiði hava ávirkan á, hvussu
samspælið fer fram. Lesn-
aðurin kann vera hjálp til at
fáa dirvi at taka upp til um-
røðu torskild mál.
Nicolina Dahl beyð á
samkomuni týsdagin væl-
komin og greiddi frá bókini
og arbeiðsgongdini Hon
takkaði
stuðlum.
Hon
greiddi eisini frá, at tær báð-
ar, Nicolina og Karen,
gjørdu av at geva bókina út
á egnum forlag, nevnt Varp-
ið, tí tær vildu sjálvar ráða
yvir verkætlanini og so er
hetta eisini serstøk bók, og
óvist er, um annað forlag er,
ið vil geva slíkt út.
Týdningarmikið fyri tær
báðar hevur verið, at bókin
er skrivað við stórum kunn-
leika, men høvundurin hev-
ur eisini hjartað við.
Á samkomuni leiktu Heri
Kragesteen og Herluf Lüt-
zen eitt lag, sum teir sendu
inn til kappingina Vælskapt
Brek, ið var herfyri. Hetta
var sameining av live fram-
førslu og tónleiki á bandi.
Teir mettu, at hóast lagið
ikki vann ella gjørdist
nummar 2 ella 3 í kapping-
ini, so var tað tó so frægt,
at tað kundi hoyrast av øðr-
um. Og hesum høvdu teir
sanniliga rætt í.
Kári Sverrisson leikti síð-
ani 3 løg. Tvey teirra vóru
løg, ið eru sett til yrkingar
úr Kina, ið eru yrktar í tang-
tíðini, ið var umleið ár 800.
Hesar eru týddar til føroyskt
og riggaðu sera væl í útset-
ingunum hjá Kára. Hann
leikti eisini eitt lag, ið hann
hevur sett til orð heftir Hans
Jacob Kollslíð.
Bókin Brek í brennidepli
er 218 síður og kostar 230
krónur í bókabúðunum.
Karen Heinesen og Nicolina Dahl geva út bókina Brek í brennidepli
Kári Sverrisson og Heri
Kragesteen og Herluf Lützen
stóðu fyri hugtakandi fram-
førslum, tá Brek í brenni-
depli varð løgd fram týsdagin
Myndir: Dagfinn Olsen
Í eina tíð hevur bókin Søgu-
frøði.
Kelduviðgerð
og
háttaløg verið útseld, men
nú hevur Føroya Skúlabóka-
grunnur givið bókina út aftur
í broyttum líki. Tað eru teir
báðir Kári Jespersen og Jens
Pauli A. Nolsøe, lærarar í
søgu og samfelagsfrøði í stu-
dentaskúlanum í Hoydølum,
sum hava skrivað Søgufrøði.
Kelduviðgerð og háttaløg.
Søgufrøði. Kelduviðgerð
og háttaløg er ein metodu-
bók til miðnámsskúlarnar,
har ið flestu ástøðiligu am-
boðini eru savnað og um-
rødd, og hon lýkur tær treyt-
ir, sum kunngerðin í søgu
setur. Bókin er ætlað at vera
eitt amboð, ið kann hjálp
næmingunum til sjálvstøð-
ugt og kritiskt at skilja og
viðgera keldur og útlegging-
ar. Hon er ein søguhandbók
og skal nýtast í øllum arbeiði
við kelduástøði í søguundir-
vísingini.
Sum sagt er bókin í fyrsta
lagi ætlað undirvísingini í
miðnámsskúlunum,
men
hon kann eisini nýtast í øðr-
um hægri lærustovnum og
av lærarum í fólkaskúlanum.
Hjá almenninginum, sum
ynskir sær nøkur amboð at
skilja og meta um søguligar
spurningar eins væl og nú-
tíðar samfelagsspurningar,
er hon hent. Metoda er týdn-
ingarmikil, tí hon er tað am-
boðið, sum fólk nýta at velja
og vraka við, tá ið tey við-
gera dagsins samfelagsmál.
Aftast í bókini er leitorða-
listi.
Óli Petersen hevur við sín-
um tekningum og myndlýs-
ingum gjørt tekstin lættari at
skilja. Ingi Joensen og Jan
Jacobsen hava gjørt uppset-
ing og kápu og eisini havt ta
grafisku viðgerðina. Hest-
prest hevur gjørt umbróting-
ina og havt prentumsiting-
ina.
Tá bókin kom út í 1997,
skrivaðu bløðini m.a.:
Søgufrøði. Kelduviðgerð
og háttaløg er eitt gott dømi
um, at tað ber til at evna eina
lærubók á føroyskum, sum
bæði fakliga og í góðsku
annars ikki stendur aftan fyri
aðrar útlendskar bøkur á
sama stigi. (Fjølnir nr. 2
1998).
Við bókini eru næmingar
á miðnámsskúlunum betur
útgjørdir. Teir standa seg
betur við at læra hugtøkini á
egnum máli. (Dimmalætting
20. august 1997).
Onnur og broytta útgáva
av Søgufrøði. Kelduviðgerð
og háttaløg er 140 síður, í
litum, og hon fæst í bóka-
búðunum fyri 140,- kr.
Skalt tú skilja søguligar keldur ella meta um søguligar spurningar,
eisini nútíðar samfelagsspurningar, noyðist tú at hava amboð
Søgufrøði endurútgivin
Ein av myndunum í bókini Søgufrøði. Nú er onnur broytta útgáva komin út