hósdagur 25. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 99 - 25. mai 2000
JAN MÜLLER
Sambart tíðindum í fjøl-
miðlunum seinastu dagar-
nar hevur danska flogfel-
agið Mærsk Air søkt flog-
ferðslumyndugleikarnar um
loyvi at lækka prísin á
ferðaseðlum millum Føroy-
ar og Danmark og víðari til
Frakland og Grikkaland í
hásesongini. Herfyri góvu
somu myndugleikar Mærsk
loyvi til at lækka prísin á
ferðaseðlum millum Før-
oyar og Danmark uttan fyri
sjálva hásesongina.
Landsstýrismaðurin
í
Vinnumálum,
Finnbogi
Arge hevur sent áheitanina
til meting hjá Kappingar-
ráðnum, sum mælir til at
játta umsóknini, um so er
at danska Kappingaráðið
kann siga gott fyri henni tvs.
um lýkur tey krøv, sum
annars verða sett til slíkar
umsóknir, eitt nú hvat við-
víkur kappingarføri, dump-
ing ol.
Magni Arge, stjóri í At-
lantsflog hevur ikki stórveg-
is viðmerkingar til málið í
løtuni, tí teir kenna ikki
innihaldið í umsóknini frá
kappingarneytanum. Hann
kann bert gera viðmerk-
ingar til tað, sum er komið
fram í fjølmiðlunum.
-Er talan um prísir millum
Danmark og Føroyar ella er
talan um gjøgnumgangs-
prísir úr Føroyum og víðari
til ferðastað í t.d. Suður-
londum spyr Magni Arge?
Soleingi man ikki veit tað
er ringt at gera viðmerk-
ingar.
-Men um so er at talan
er um ferðaseðlar heilt til
Grikkalands, unnar tú so
ikki føroyingar bíligari
ferðir suðeftir í summar?
-Eg unni føroyingum alt
tað besta, eisini langt fram
í tíðina. Nú hava vit bygt
upp loftferðsluna eftir nøkr-
um karmum, sum hava ver-
ið galdandi í nógv ár, og tað
eru teir karmarnir, sum nú
eru við at broytast. Vit máttu
taka eina broyting í apríl við
stuttari ávaring, og tá segði
man, at hetta var nakað
serligt fyri lágárstíðina, og
nú stendur so ein onnur
avgerð fyri framman, sum
snýr seg um háárstíðina. So
mugu vit bara taka støði í
teimum avgerðum, sum
verða tiknar.
Ikki sama førleika
Stjórin í Atlantsflogi sigur
víðari, at tað er greitt, at teir
hava ikki sama førleika til
at kunna kombinera tingini
Mugu tosa um hvat vit
vilja við føroyskum flogfelag
Viðmerkingar:
Biskoppernes besøg på Færøerne
Hvordan vinder vranglære
indpas? Vranglære vinder
indpas
blandt
andet
p.gr.a. manglende opgør.
Egentlig går man ikke ind
for det, der sker, men da
man ikke er villig til at
løbe troens risiko og tage
opgøret med vranglæren,
så bliver man siden hen
nødt til at forsvare den. På
denne måde driver man
sig selv længere og læng-
ere ud af frafaldets vej.
1988
I 1988 hørte Jakob Magn-
ussen, at flere biskopper var
villige til at ordinere per-
soner, der levede i homo-
seksuelle parforhold, til
præster i Den danske Folke-
kirke, og han udbrød spon-
tant: »Nu står da ødelæg-
gelsens vederstyggelighed
på hellig grund«. Når det
gælder homoseksuelt sam-
liv, sagde han: »Det er me-
get vigtigt, at mennesker
lærer at se sandt på sig selv
og søger hjælp mod en
dragning mod eget køn, så
at de ikke konfirmeres i
deres afsporing og får deres
liv ødelagt derved. Jesus
lever og frelser også i dag«
(Kristelig Dagblad 4/8-
1988).
1995
I februar 1995 opfordrede
bl.a. præsterne Jákup Rein-
ert Hansen, Jónsvein Bech
og Høgni Poulsen kirke-
folket til at støtte en erklæ-
ring fra præster i folke-
kirken. Erklæringen sagde
bl.a., at hvis der ved bis-
koppelig forordning gives
præster pålæg eller blot til-
ladelse til at velsigne par-
forhold mellem personer af
samme køn eller på anden
måde at tilkendegive en
kirkelig legitimering der-
af (evt. tilsløret i form af
»skriftemål« eller forbøns-
handling), da sættes præs-
ten i åbenlys modstrid
med både ordinationsløf-
tet og præsteløftet, som
inder ham til at »forkynde
Guds ord rent og ret (purt),
således som det findes i de
profetiske og apostoliske
skrifter og i vor danske
evangelisk-lutherske folke-
kirkes symbolske bøger«.
Derfor erklærer vi en sådan
forordning for at være et
magtmisbrug fra biskop-
pens side og et bedrag over
for dem, der tager del deri.
Flere af de andre færøske
præster var med i denne er-
klæring og flere tusinde
folkekirkemedlemmer tog
imod opfordringen fra bl.a.
de tre præster, og gav deres
støtte. Enhver kan spørge
sin præst, om han ikke var
en af dem, der underskrev
erklæringen.
1997
I 1997 skete det. De gav 11
af de 12 biskopper tilladelse
til at tilkendegive en kirke-
lig legitimering af parhold
mellem personer af samme
køn (udtalelse af 28. ok-
tober 1997). Kun den fær-
øske biskop fastholdt, at
homoseksuelt samliv strider
imod Skriften (Trúboðin nr.
19, 5. november 1997). De
11 biskopper misbrugte alt-
så deres magt. De var og er
med til at bedrage mennes-
ker, og de har sat præsten i
åbenlys modstrid med både
ordinationsløfte og præste-
løfte (jvf. erklæringen fra
1995). De ødelægger menn-
eskers liv. Det er ødelægg-
elsens vederstyggelighed,
der står på hellig grund (jvf.
Magnussens ord i 1988).
1998
I sin formandsberetning på
Heimamissiones årsmøde i
1998 sagde Heri Tróndheim
i forbindelse med de 11
biskoppers tilladelse til, at
registreret partnerskab kan
gudstjenesteligt markeres i
kirken, at Heimamissionen
skal stå på vagt i kirken, og
at vi som kirkefolk skal sige
fra. I den forbindelse hen-
viste han til den resolution,
som otte danske kirkelige
organisationer havde ud-
arbejdet, hvor der bl.a.
siges, at vi ud fra Guds Ord
må opfordre menigheder og
kirkelige organisationer til
ikke at bruge de præster og
biskopper til prædikanter
som legitimerer homo-
seksuelt samliv (Trúboðin
Nr. 9, 7. maj 1998). Det er
så den samme opfordring,
Heimamissionen nu har
gentaget i forbindelse med
jubileumsfesten (Dimma-
lætting og Sosialurin d. 23/
5-2000).
2000
Nu da vi skal fejre den
kristne tros komme til Fær-
øerne, kan det undre, at det
skal ske ved at invitere bis-
kopper, der går foran i af-
kristningen i deres hjem-
lande (Danmark og Sve-
rige). At der er menigheds-
råd og præster, der siger nej
tak til at deltage i dette fra-
fald og vil fastholde os på
den kristne tro, kan vi andre
kun være taknemmelige for.
De gør livet lettere for os
andre. Det gør livet lettere
for os andre, når præsten
følger Guds Ord, er villig
til at bære byrden for os og
med os, og vil være en sand
hyrde, der værner sine får.
Det skal de have tak for.
Peter O.K. Olofson
Klaksvig 23/5-2000
út frá Danmark, tí Atlants-
flog hevur onga flúgving út
frá Danmark. Sjálvt um At-
lantsflog skuldi gjørt avtalur
við onnur flogfeløg um rut-
ur aðrastaðni, so kemur man
ikki at hava sama atgerðar-
frælsi.
-Er hetta ein ein spurn-
ingur, sum er nær tengt at
tí, um vit skulu hava eitt
alment føroyskt flogfelag
ella ikki?
-Tað dugi eg ikki at siga.
Men vit hava so avgjørt
brúk fyri at fáa skorið út í
kortið, hvat vit vilja við
einum føroyskum flogfelag.
Og man hevur eisini tørv á
at fáa at vita, hvørja menn-
ing myndugleikarnir ynskja
á infrastrukturøkinum í
framtíðini.
-Tolir Atlantsflog ein
niðurskurð í ferðaseðla-
prísinum millum Danmark
og Føroyar í hásesongini?
-Hetta er ein sera hypotet-
iskur spurningur. Men ein
skal ikki vera professari fyri
at staðfesta, at størsta inn-
løgutíðin er um summarið.
Og viknar hon, so manglar
innløgan.
-Men er Finnbogi Arge,
gevur hann Mærsk enn eitt
loyvi at lækka prísin, við
at byggja upp eina nýggja
„Postverksgølu“?
-Tað mugu tit spyrja hann
um. Eg havi onga orsøk til
annað enn at vera loyalur
yvirfyri aktionerunum og
arbeiðsgevaranum.
-Men metir tú, at lands-
stýrið við at fara so langt
er við at skera ta grein av,
sum tað situr á?
-Tað mugu teir meta um.
Mugu bíða at meta
-Hevur ynskið hjá Mærsk
at lækka prísirnar í lág-
sesongini verið eitt pluss
ella minus fyri Atlants-
flog?
-Tað er ov tíðliga at siga
enn. Ein kann siga, at ferðsl-
an er munandi vaksin í mai
og er serliga fallin í lut hjá
hinum partinum, tí hann
hevur havt størri kapacitet
at
taka
við
tí
økta
flutninginum. Men tú verð-
ur noyddur at hyggja eftir
úrslitinum yvir eitt longri
tíðarskeið, tí tú veit ikki
hvussu tað kemur at ávirka
ferðamynsturið teir fylgj-
andi mánaðirnar, so eg
trúgvi ikki, at ein kann meta
um tað fyrr enn í september.
Magni Arge heldur tað
vera sera týdningarmikið at
fáa greiðu á nú er, at fáa
sett nakrar karmar út í kort-
ið fyri og undir hvørjum
treytum tú kanst reka flog-
ferðslu í Føroyum og hvat
tú vil við flogferðsluni í
Føroyum í heila tíkið. So
mást tú stýra hareftir.
- Vit hava so avgjørt brúk fyri at fáa skorið út í kortið, hvat vit vilja við einum
føroyskum flogfelag. Og vit hava eisini tørv á at fáa at vita, hvørja menning
myndugleikarnir ynskja á infrastrukturøkinum í framtíðini sigur stjórin í
Atlantsflogi, Magni Arge, nú Mærsk hevur søkt um loyvi at lækka prísirnar í
hásesongini, sum er veruliga innløgutíðin hjá føroyska flogfelagnum
Magni Arge, stjóri
í Atlantsflog
Flutningsstuðulin broyttur
Vinnuhúsið skrivar í dag, at broytingarnar í lógini um fiskivinnustuðul, er
samtykt í løgtinginum. Broytingin hevur við sær, at tað nú aftur fæst stuðul til
at flyta fisk frá landingarstað til virkingarstað
SVEINUR TRÓNDARSON
Beint áðrenn løgtingið fór
til hús, samtykti tingið eina
broyting í lógini um fiski-
vinnustuðul.
Broytingin
hevur við sær, at allur fisk-
ur, sum er seldur um upp-
boðssølu ella á landingar-
miðstøð fær landingarstuð-
ul, um so er, at hann verður
fluttur til virkingar í økjum,
har sund ella firðir skilja,
skrivar Vinnuhúsið mána-
morgunin.
Hetta merkir, at fiskur,
sum t. d. er landaður á Eiði
ella á Tvøroyri, fær stuðul,
um hann skal flytast um
sund til virkingar.
Broytingin er galdandi frá
1. januar í ár, og umsóknir
um stuðul, skulu vera Løn-
javningarstovuni í hendi í
seinasta lagi tveir mánaðir
eftir, at flutningurin er farin
fram.
Samstundis, sum lógin er
broytt, er stuðulsupphæddin
eisini broytt. Verður fiskurin
fluttur um eitt sund ella ein
fjør, verða 15 oyru latin fyri
kilo. Verður fiskurin fluttur
um tvey sund ella tveir firð-
ir, er upphæddin 25 oyru
fyri kilo.
Stuðulin til flutning av
feskum virkaðum fiskaúr-
dráttum til avskipingarhavn
og stuðul til flutning av
frystum fiski til virkingar í
økjum, har firðir ella sund
skilja, er tann sami, tó í
mesta lagi 200 túsund krón-
ur fyri frystan fisk.
Broytingin í kunngerðini
er galdandi frá tí degi kunn-
gerðin er lýst, skrivar Vinn-
uhúsið.
Eingin var í neyð kortini
Tveir mans umborð á einum skipi við bryggju í Havn hoyrdu týsdagin nakað,
sum teir hildu vera frá einum skipi í neyð. Vædderen fór eysturum Nólsoynna
at leita eftir skipinum, men har var einki skip
SVEINUR TRÓNDARSON
Týsdagin stóðu tveir mans
á brúnni á einum skipi, sum
lá við Tórshavnar Skipa-
smiðju. Brádliga hoyrdu teir
gjøgnum VHF’in brot úr
eini samrøðu, sum gav
greiðar ábendingar um, at
eitt skip var í neyð.
Orð, sum »brúk fyri
pumpum« og »manningin í
bátarnar« hoyrdust, saman
við navninum á skipinum,
sum skuldi vera »Magnus
Heinason«, og positiónini,
sum var sjey míl eystur úr
suðurendanum av Nóls-
oynni.
Menninir boðaðu Færøe-
rnes Kommando frá, men
teir fingu um Tórshavnar
Radio staðfest, at talan var
ikki um Magnus Heinason,
tí hann lá norðanfyri og um-
borð var alt, sum tað skuldi.
Kortini valdi Færøernes
Kommando at senda Væd-
deren, sum júst var farin av
Havnini, til uppgivnu posi-
tiónina at hyggja um talan
kundi vera um eitt annað
skip, sum veruliga var í
vanda. Av tí at tað ikki var
greitt, um leitað varð eftir
einum skipi, ella eftir bjarg-
ingarbátum, var leitingin
eitt sindur truplari, og tí
vóru bæði tyrla og skip
brúkt í leitingini.
Tíbetur vísti tað seg
skjótt, at vera óneyðugt at
leita meir, tí einki — púrt
einki — var í økinum, har
leitað varð.
Tyrlan gjørdi tað, sum
kallað verður, »Expanding
Square search«. Tá leitar
hon í ein radius av 5 sjómíl
frá positiónini, meðan Væd-
deren sjálvur sigldi við ætt-
ini. Tíbetur var einki at
finna, og eftir stuttari tíð
kundi leitingin steðgast.
Bygdarstevna á Skála
Summarstevnur-
nar eru byrjaðar.
Um vikuskiftið var
bygdarstevna á
Skála, har kapp-
róðurin, sum vera
man, var høvuðs-
attraktiónin
Edvard Joensen
Bygdarstevna var á Skála
um vikuskiftið. Sum vanligt
vóru ítróttartltøk, tivoli,
kristiligir fundir og tílíkt á
skránni.
Kappróður var seinna-
partin
sunnudagin,
har
onkrir nýggir bátar vórðu
royndir fyrstu ferð. Og tað
gekk væl hjá summum
teirra. Til dømis vann
Frúgvin úr Miðvági gentu-
róðurin,
meðan
nýggi
Havnarbáturin vann 10-
mannafarsróðurin.
Hesin róðurin var kanska
eitt sindur spennandi av tí,
at eisini Eysturoyingur var
við. Hann hevur vunnið alt,
sum hevur verið róð, sein-
astu tvey árini. Men á Skála
gjørdist hann aftastur fyri
fyrstu ferð nakrantíð. Bara
tríggir bátar vóru við í 10-
mannafarsróðrinum. Um-
framt Havnarbátin, sum
vann, og Eysturoying, sum
varð nummar trý, var eisini
Vestmenningur við.
Nýggi Havnarbáturin er,
sum skilst, als ikki mann-
aður. Men manningin á Ørvi
avgjørdi at royna bátin
hendan dagin á Skála, og
tað gjørdu teir væl, má sig-
ast.
Annars varð skipað fyri
dansi í tvimum støðum í
Ítróttarhøllini leygarkvøld-
ið. Bæði í sjálvari høllini og
í Bygdarsalinum. Fyri yms-
ar aldursbólkar. Og tað gekk
væl, frættist av Skála.
Súkklukapping var bæði
fyri børn og vaksin. Og eftir
kappróðurin
sunnudagin
seinnapart, var møti í Nerija
og sjavskapping í pension-
istahølunum.
Umframt tað vanliga
stevnutivoliið á havnarlag-
num.
Kappróður er fastur táttur á einihvørjari føroyskari summarstevnu
Mynd: Edvard Joensen
Minst líka sjálvsagt, sum kappróðurin, er tivoli á bygd-
arstevnunum. Tað er als eingin loyna, at stevnurnar í
stóran mun verða hildnar fyri fáa pengar til ítróttar-
feløgini
Mynd: Edvard Joensen
Minnir um Súsonnu
á Sondum Henriksen
Fødd 03.11.1963 Deyð 05.02.2000
Tá ein setist at skriva nakrar reglur niður á blað um
vinkonu mína leita tankarnir so ómetaliga nógv til eitt
menniskja, sum er farið og har saknurin er sera stórur
hjá teimum, ið mistu, og hjá okkum øllum, ið vóru so
góð við Súsannu, men Guðs vegir koma vit ongantíð
at skilja.
Lag: Ongantíð er frá mær vaði
Vetur við at vera farin
várið kagar upp um garin
– gleðir seg til blómublað
sum úr moldini spretta glað.
Ungdómslív er eins og blóma
á mangt vakurt er at hóma.
Súsanna hon frøddi seg
yvir lívsins gylta eg.
Vinkonur vit góðar vóru
fyri mær hon alt segði
»Sandafløttur« okkar rás
hildu – alt gekk upp á stás.
Mamman hon var hennar besta
nú mong minni góð tey bresta.
Øllum sínum livdi nær
mong góð løtan inni har.
Kærleikslongsul fekk takið
Bjarki bleiv tín besti maki!
Fýra børn har runnu glað,
alt so sorgarleyst til ein dag.
Tíni børn tú vildi læra
sunnudagsskúla altíð fara,
sjálv so »trúføst« sæst tú har
still tú livdi Gudi nær.
Ei vit skilja Harrans vegir
tað er sum at Gud hann tegir
tá hann tekur síni heim
burt úr heimsins gleði gleim.
Mangan sáran saknin møta
soleiðis var henda løta
sorgartám um bygdarlag
mong ein hondin stillan bað.
Tit, ið eftir syrgin sita.
Maður, børn og onnur vita
at ein dag er endað stríð,
vit sum mangan spyrja hví.
Aftan hválvið er ein staður,
har Guds flokkur syngur glaður,
tey við pálmagrein í hond
bíða øll á lívsins strond.
Æra veri minnið um teg góða Súsanna
Vinkona tín Guðrun