leygardagur 14. juni 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
RANDI JACOBSEN
Tá fólk hava gjørt eitt ålv-
arsligt brotsverk, sum tey
fáa harðan dóm fyri, kunnu
tey ikki sita dómin í einum
varðhaldi sum tí í Havn. Tey
skulu í afturlatin fongsul,
sum vit eingi hava í Føroy-
um, og tey fara tí til Dan-
markar at sita.
Í Danmark eru fleiri aft-
urlatin fongsul, og eitt av
hesum fongslum er Her-
stedvester. Fangarnir har
eru dømdir at sita í hvussu
er fimm ár. 130 fangar eru í
hesum fongslinum. Har er
ein kvinnudeild og ein deild
fyri grønlendingar
Í Herstedvester arbeiða í
løtuni fýra føroyingar sum
fangavørdar, og ein teirra er
Sigmund Jensen. Hann
roknar seg fyri at vera før-
oying, sjálvt um hann er
føddur í Roskilde, og påpin
er dani. Mamma hansara er
úr Nólsoy, og Sigmund
hevur altíð ferðast í Fer-
oyum og búði eisini her í
nøkur ár sum stórur skúla-
drongur
Sigmund var útlærdur
málari og heyði arbeitt sum
sveinur hálvt annað ár, tá
hann sá lýsing í bløðunum
um fangavørdsarbeidi í
Herstedsvester. Hann søkti
og byrjaði 1. oktober 1994.
Tað er trý ára royndartíð,
Brotsmenn eru vanlig fólk
— men okkurt er gingið galið hjá teimum
sum samstundis er em
útbúgving. so 1. oktober í
ár hevur Sigmund fast starv
í hesum afturlatna fongslin-
um
Sigmund vil ikki tosa um
tey, sum sita í fongslinum.
Føroyingar hava sitid í Her-
stedvester, men um nakar
situr har nú, vil hann ikki
siga, tí sigur hann nakað, er
so skjótt, at onkur kennir
aftur
Fyri at fáa arbeiði sum
fangavørdur krevst vanlig
skúlagongd, og gott er at
vera handverkari, tí í fongsl-
unum eru fleiri verkstaðir,
har fangarnir arbeiða, og
fangavørdarnir skulu helst
kunna vera við. Í royndar-
tíðini, útbúgvingini, hevur
fangavørdurin fleiri fak,
hann lærir um revsirætt,
psykologi, kriminalforsorg-
arlæru o.m.a.
— Alt snyr seg ikki um
trygd og ordan f einum
fongsli. Okkara uppgåva er
lika nógv at hjálpa fangun-
um, vit eru eitt slag av
sosialráðgevum, sigur Sig-
mund
Fleiri kvinnur eru eisini
fangavørdar, og tað er eing-
in forðing. — Eg haldi, at tað
ofta er ein fyrimunur, at
kvinnur eisini eru fanga-
verðar, tí viðhvert duga tær
betur at:tosa við fangarnar
Tað er so nógv, sum ein
fangi ikki kann gera sjálvur,
tí hann er avskorin frá um-
heiminum. Eitt nú øllum
pappírum mugu fangaverð-
arnir tí hjálpa fangunum
við. Tað kemur eisini tann
dagur, tá teir dømdu sleppa
út aftur, og fangaverðarnir
hjálpa tá td. við at finna
teimum eitt stað at búgva.
Arbeiða og í skúla
Arbeiðsdagurin gongur við,
at fangavørdarnir fara runt
at vekja og siga góðan
morgun. Fangarnir hava so
hálvan tíma til at gera seg
klárar, áðrenn teir fara til
arbeiðis. Um onkur er sjúk-
ur ella av onkrari orsek ikki
vil til arbeiðis, tekur fanga-
vørdurin sær av tí. Meðan
fangarnir arbeiða hava
fangavørdarnir altíð ymist
at Få fyri fangarnar.
fongslinum eru fleiri
verkstaðir, har fangarnir ar-
beiða, og teir fáa eisini løn.
Har er m.a. ein medalju-
verkstaður, eitt bókbindarí
og eitt brævbjálvavirki. Á
snikkaravirkinum gera
fangarnir borð og stólar,
sum verða seld uttan fyri
fongslið. Teir fangarnir,
sum um stutta tíð verða
latnir leysir, kunnu arbeiða
í gartnarínum. Vakstrarhús
eru eisini á fongsulsøkinum.
Men allir fangarnir ar-
beiða ikki alla tíðina. Ein
partur av fangunum hevur
lítla ella vánaliga skúla-
gongd, og í fongslinum
kunnu teir bøta um hetta við
at taka 8. og 9. flokk.
— Endamálið er alla tíðina
at gera fangarnar førar fyri
at venda aftur til tað vanliga
samfelagið.
Tí hava fangarnir eisini
vanligar skyldur sum onnur
fólk eisini hava, tí teir skulu
læra, at tað eru ymsar bund-
nar uppgávur. Teir gera
sjálvir mat, og teir fara
eisini sjålvir til handils —
innan fyri múrarnar.
Sigmund sigur, at sum
heild eru brotsmenninir
heilt vanlig fólk, men okk-
urt er bara gingið galið fyri
teir. Teir flestu eru eisini fitt
fólk.
Lesa nógv
Nógvir av fangunum vilja
bara hava frið, meðan teir
eru í fongslinum. Summi
fara í onkra útbúgving, og
summi lesa nógv, tí tað ræð-
ur um ot fáa tíðina at ganga.
Annars hevur fongslið
nógv at bjóða teimum av
frítíðarítrivum. Har er m.a.
fótbóltsvellur, og vidhvørt
verða fótbóltslið uttaneftir
boðin inn at spæla ímóti liði
av fangunum.
Sigmundi dámar væl í
Herstedvester. Í lærutíðini
hevur hann verið runt á øll-
um deildum, men til endans
verður hann fast onkra-
staðni.
— Tað er best at arbeiða
fast á einum stað, tí vit hava
jú við fólk at gera, og vit
eru kontaktfólk hjá fangun-
um.
Sigmund hevur júst verið
í Føroyum og ferðast í fimm
vikur, og hevði hann ikki
havt sítt góða arbeiði at far-
ið aftur til, hevði honum
dámt lítið at farið.
Sigmundur letur væl at
arbeiðinum í Herstedvester.
Starvsfelagarnir eru fittir,
og samanhaldið gott. Tað
hevur nógv at siga, tá tey
hava við so nógv ymisk fólk
at gera. Sjálvt um Sigmundi
dámar væl at vera fanga-
verður, er hann ikki heilt
vísur í, at hetta verður hans-
ara lívsstarv.
— Eg havi eisini ofta hugs-
að um at blivid politistur,
sigur hann.
Heimarøktin
Søkt verður eftir avloysara sum heima-
hjålpari i Skúvoy at byrja skjótast til ber.
Umsókn skal sendast til:
Eftirlitskvinna Sanna Petersen,
Heimarøktin,
210 Sandur, tlf. 61791
VW Golf 1.8GL
1996
Fyri ein av kundum okkara selist ein sera
væl hildin VW Golf 1.8GL frá mai 96.
km. 11.500.
P/f D. B. Bilar * Tlf. 10600