Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juni 1997síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Luk. 16, Prædikutekstur 19-31 Bøn fyri prædiku Tad var tætt vid, at føtur mínir snåvadu, tað vantaði lítið, at eg gleið útav, Harri Men Tú hevur tikið í mína høgru hond. Tú leiðir meg við Tínum ráðum og tekur meg síðan til dyrdar. Hvønn havi eg annars í himni, bert eg eri hjá Tær, leggi eg eimki heimin! (úr 73 sálmi) Tað sigst um Fjúrtandi Ludvík í Fraklandi, at eing- n slapp at nevna deyðan, meðan hann var hjá. Eina ferð kom tó presturin í hirð hansara at siga: »Øll skulu doyggja'« Og kongurin skuldi hyggja so hvassliga upp á prestin, at hesin tók stur í aftur: »Næstan øll tygara hátign“ < Men ikk: fekk kongurin deyðan og vesaladómin burtur við at skava útyvir og krógva hann Tad fekk ríki maðurin heldur ikki. Hann livdi, sum var hverki deyði ella nakar møguleiki fyri glatan til, líka til hann var komin út í tað sjálvur, men tá var ov seint, sigur líknilsið okkum, dýpið vorðið ov stórt, so at ikki slapst yvirum Tað er nú, tað má henda, meðan tå livir her á fold, at tú mást venda um og leita til Hansara, sum er bót fyri syndir okkara, og hava tað samband við Guð og við næstan, sum einki lív - skal tað vera nakað veruligt lív - fær verið fyriuttan Trinitatis-tíðin við ti grøna litinum minnir okk- um alla tíð á henda vøkstur sum kristin menniskju. Og nógvir av prædikutekstun- um í trinitatis-tíðini fara fram í tí samanhangi, har Jesus er á veg niðan til Jerú- salem's fyri seinastu ferð Soleiðis við hesum tekstin- um í dag hin fyrsta sunnu- dagin eftir trinitatis. Tað er góð meining í tí, tí at líka- sum trinitatis-tíðin endar kirkjuárið, soleiðis verður tyngdin í tekstunum í trini- tatistíðini tikin úr endanum á lívi Jesusar Í tekstinum í dag sigur Jesus frá líknilsum, sum eru vend ímóti teimum pen- ingakæru farisearunum Allur 16. kapitulin hjá Luk- asi er ein uppgerð við fari- seararnar og peningagirnd teirra. Mammon er gudur teirra - og okkara við nógv meira, enn vit halda. Men til eru eisini aðrar girndir enn peningagirndin Allar hesar girndir hava tað til felags, at tær troðka Guð burtur úr lívi menniskj- ans, og júst tí eru tær so vandamiklar. Tær gera seg sjálvar til Guð. Líknilsið her verður kall- að líknilsi um ríka mann og Vikuskiftið Vikuskiftið Guð ella heimurin Prædikan, sum Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, helt á Norðoyastevnu 1997, 1. s.e. trin., í Klaksvíkar kirkju: Låzarus, men tað er spurn ingurin, um líknilsið ikki heldur átti at itið søgan um teir 6 beiggjarnar, ter, sum líkjast okkum, teir, sum ikki kunnu og ikki vilja hoyra um tann tvørliga næstrakær leika, heldur ikki um onkur reis upp frá deyðum Í staðin fyri at óttast og elskað Guð og soleiðis vera »rik í Gudi«, sum teksturin lisin frá altarinum, segði, gerst menniskjan rík í egn- um girndum og sovorðnum, sum bara førir burtur frå Guði og burtur frá næstan- um Guð ella heimurin havi eg sett sum yvirskrift henda sunnudagin. Noyðist tað at vera mótsetningur? Noyðist ein at velja? Fyrst av øllum mugu vit gera okkum greitt, hvat ið hugsað verður um við „heiminum“ í hesum sam- anhangi. Tað er ikki tann heimur, sum Guð hevur skapað. Hann er góður. Jørdin øll er full av dýrd Guðs. Tað finst nakað gott, sum kemur frá Guði, í sól- skininum og blómunum, í arbeiðsgleðini og foreldra- lukkuni, í sunnum líkami og góðum látri. Tílíkt hevur tú rætt til at gleðast um. Tú gevur Guði ongan heiður við at vanvirða tað. Men við »heiminum« meinar Halgabók ofta nak- að annað. Tað plagar at verða kallað hesin heimur- in, og tað merkir hesin falni heimurin, tann heimur, sum hevur gjørt uppreistur ímóti Guði; alt tað í tilveruni, sum ikki vil lýða Guð og vera so, sum Guð vildi. Tað er eitt slag av mót-heimi, ein mótsetningur til Guðs góða heim. Hann verður stýrdur av »høvdinganum í hesum heimi«, hann, sum eisim verður kallaður Oydileggj- arin, Manndráparin ella Fíggindin, tí at vera hansara er at oyðileggja, avskepla. spilla, plága og drepa. Valið millum Guð og heimin kann sostatt tykjast lætt. Men tað er tað ikki Oyðileggjarin hevur jú einki ímóti at lata okkum - fyribils - njóta av Guðs góðu gávum, bara vit ikki spyrja eftir Guði sjálvum. Hjá honum ræður tað um at halda okkum burtur frá Guði og ansa eftir, at vit einki hava við Frelsaran at gera og ikki koma undir ávirkan Andans. Fallið er har jú longu. Vit eru longu burtur frá Guði, alt síðan Freistarin fekk ein veðrætt í veru okkara. Verður eingin broyting, eingin umvend- ing, er tað hann, sum hevur sigrað. Tað er nóg mikið, at tú livir sum hin ríki maður- in. Tað stendur ikki skrivað, at hann var ein vánalig menniskja. Hann gjørði sum fólk gera flest: Hann gleddist við lívið, hann hevði hugna í mati og klæð- um, hann var glaður saman við vinum sínum. Hann hugsaði ikki bara um seg sjálvan. Vissuliga gloymdi hann biddaran Lázarus - men hver kundi taka sær av øllum vesalingum? Brødur sínar heyði hann í øllum før- um i huganum. Hann hugs aði um teir eisini í helheimi Tó gekk tað, sum tað gekk. Tað var eitt, hann gloymdi: Guð! Mósesi og profetunum - orði Guðs - spurdi hann ikki eftir. Tær heilsanir, sum Guð sendi honum, legði hann ongantíð í. Eitt vantaði honum - og júst tað var hitt eina neyðuga Líknilsið skal minna okk um á fyrsta boð, at tú mást ikki hava aðrar gudar. »Hoyr Ísrael! Harrin, vár Guð, Harrin er ein. Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum og av øllum måtti tinum - og tå skalt elska næsta tin sum sjålvan teg« Ríki maðurin gjørdi hvørki av hesum og endaði tí har, sum eingin innast inni vil enda. Hann læt seg lumpa, gav ikki orði Guðs ans og varnaðist tí heldur ikki næstan við dyr sínar Ríki maðurin er tú og eg. sum hava fyri neyðini at ganga í okkum sjálv, venda um og biðja um fyrigeving - og fáa hana frá Jesusi - og eiga at bera okkum ødrvisi at ímóti næstanum undir lið okkara. Tað kann vera ein hjúnafelagi, tað kann vera ein bórðir ella systir, foreld- ur ella børn, granni, bygda- felagi ella landsmaður, sum treingir til okkara hjálp í hesum tíðum, har so nógv vilja taka stuðlarnar undan hjúnalagnum, familjuni og temum smáu. Tey eru gávur frá Guði, sett undir lið okkara fyri at gleða okkum. Hvussu verða hesar gávur viðfarnar? Jesus ávarar teir peninga- kæru fariseararnar ímóti Mammon-gudinum. Hesa ávaring kunnu vit eisini taka til okkara Men tað er ikki vist, at Jesus fyri okkum í dag ikk! hevði tikið ein annan guð fram, sum tykist vera eins sterkur ella sterkari hjá okk um í dag. Hugsi her um orð ini í epistlatekstinum, um at Guð er kræleiki, og tað, at summi halda, at kærleiki er tað sama sum sex og gera sex til gudin í okkara tíð Rámandi er oddagreinin í danska blaðnum »Week endavisen« fríggjadagin í farnu viku (23. maí) um ætl anina at víga samkynd. har tað verður sagt: Tað tók tri ati ár at gera sex til gud kirkjuna til låturs og hjúna lagið til háð og spott Hvat hjálp er í ríkidemi, kirkju, sali, dóps- ella vigsl uváttan, um tú ikki hevur Guð sum gud. Hvat hjálp er i Skriftini, um hon ikki er orð Hansara, men bara verður mett sum tíðarbund ið mannaverk, tú til eina og hverja tíð kannst broyta, alt eftir sum lagið nú einaferð er, so at tað mótsetta fæst burturúr. Hvat gagnar tað manni, um hann vinnur all an heimin, men má beta aft urfyri við sál síni? Ella hvat skal maður geva í viðurlag fyri sál sína? Frá deyðum kemur eingin og sigur okk- um nakað, tí at Ein er longu komin, sum bað okkum halda sunnudag, varðveita orð síni og sakramenti, og meira fáa vit ikki. Men tað er eisini nóg mikið til frelsu. Rætt er tað, sum Jóhannes apostul skrivar í brævi sín- um, at Guð er kærleiki, men tað er ikki víst, at tað er tað, sum vit skilja við kærleika. Menniskju hava tað fyri at brongla alt so til. Tað er kærleiki, ið líður saman við og fyri tann, hann er góður við. Krossurin sigur til allar tíðir frá hesum kærleika, at so nógv kostaði tað Guði at vera góður við okkum Hvat kostar tað okkum at vera góð við næstan? >...millum okkara og tykkara er staðfest eitt ført dýpi, til tess at tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, ikki skulu kunna, og tey haðani ikki heldur skulu fara higar til okkara«. Tað er svar Abraham's ul hin rika mannin i helheimi, tå ið hann vil í samband við hin fátæka Lázarus. Fyrr hevði hann havt nógvar møguleikar til tað, tá ið I áz- arus lá fyri durum hansara, fullur í sárum. Men tá hevdi hin ríki maðurin ongan hug Hann hevði nóg illa sæð Lázarus. Hann rópti ikki og mótmælti ikki, gjørdi ikki kollvelting. Hann var lættur at koma framvið. Men nú