leygardagur 14. juni 1997síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
hevði hann endiliga fingið
eyga á hann, og nú var veg-
urin stongdur. Tað er eitt
samband millum hin opna
vegin til Lázarus, sum hin
ríki maðurin ongantíð gekk,
og hin stongda vegin, sum
nú var avbyrgdur við einum
óferum dýpi. Tað er ein lóg
í tilveruni, sum til ber at
halda lítið um sum gamlan
fordém, ið tú kanst bróta
ferð eftir ferð, uttan at lógin
ger um seg og tekur um
kverkrarnar á tær. Hon er
har bara og heldur fram at
vera har, sjálvt um eingin
menniskja roknar við henni
Tí tann lógin er ikki gjørd
av menniskjum og kann
heldur ikki verða avtikin av
menniskjum, heldur ikki
við fólkaatkveðu. Tað er
hetta álvara í tilveruni, og
tað hava menniskjuni í
grundini altíð vitað. Jesus
kom ikki fyri at taka hetta
álvara út úr tilveruni. Hann
kom ikki fyri at siga, at lóg
in ikki geldur. Hann kom, ti
at lógin geldur, og tí at øll
hava brotið hana. Hann kom
sum sannleikin til teirra,
sum alla tíðina royna at
venda um upp á sannleikan
í staðin fyri at umvenda seg
sjálv. Hann kom sum veg-
urin fyri tey, sum vegurin
er stongdur fyri. Vegurin til
ferlsu er ikki vegurin til
Låzarus. Vegurin til frelsu
er Jesus aleinaður. Men ti
Hann er vegurin til frelsu,
er tað nú ein vegur til Láz
arus, sum vit kunnu ganga
Ti Jesus er frelsuvegurin, er
tað ein kærleikans vegur
millum okkara og Lázarus
Luther hevur hesa niður-
stóðu um prædikutekstin í
dag: »Sostatt síggja vit av
søguni um henda ríka
mannin, at tað er émøguligt
at leska, har tað ikki er
trúgv, og ómeguligt at
trúgva, har tað ikki er kær
leiki<
Vit hava frímóð á dóma-
degi, sigur Jóhannes í epistl-
inum, sum lisin varð frá alt-
arinum. Hvussu kann tá
tann, sum er dømdur av
egna lívi sínum, meta dómi
Guðs við frímóð? Jú, tí, sig-
ur hin sami Jóhannes, Hann
elskaði okkum fyrst.
»Fyrst« - tað merkir: meðan
vit enn vóru í móðurlívi,
áðrenn vit høvdu nakað at
geva Guði; ikki so mikið
sum eitt skríggj. íkki so
mikið sum grát áttu vit
Hann elskaði okkum fyrst
Seks ríkir beiggjar vita
tað ikki. Og tí eru te'r fá-
tækir
Men Lázarus er navngiv-
in til at vita tað. Navn hans-
ara er stytting av hebraiska
navninum »Eleazar«, ið
merkir: »Honum, sum Gud
hjålpir«. Gud er vernd og
verja, ein hjálp í trongdum,
ið aldri svíkur (46. sálmur
2.). Hann skal taka í høgru
hond tína, tá ið tú sekkur..
Amen!
Bestu barna- og ungd6msbøkur í Noregi
í 80-unum koma nú á føroyskum!
Kempurnar falla eitur
fyrsta krimisøgan um teir
báðar Virgar og Vitra, oslo-
dreingirnar, ið koma sær
upp í líkt og ólíkt. Ingvar
Ambjørnsen hevur skrivað
søguna, og Sjúrður Gull-
bein týddi úr norskum
Vit báðir, Vitri er heiti á
krimi-rødini. Higartil hev
ur Ambjørnsen skrivað 9
bøkur í rødini, og hóast
norskir ummælarar ivadust
í, um ikki Virgar og Vitri
fóru at missa flogið eftir at
fyrstu bøkurnar fingu av
bera góð ummæli, so hevur
høvundurin megnað at:hild
ið bókmenmtaliga staðið — og
spenningin! Bøkurnar koma
allar í Danmark. Sveríki og
Tyskland:, har Ambjørnsen
er giftur og hevur búð i
nógv ár. Fyri Vit báðir,
Vitri-bøkurnar hevur hann
fingið Cappelenprisin
komin á IBBYs Honour List
fingið Ungdommens bok
pris, og harafturat valdi
norska Bókhaldarafelagið
aðru bókina í rødini, Deyð-
| in á høvudsfarstødini, a
! vera bestu barna- og ung
dómsbók í 80-árunum
Virgar og Vitri eru 13 år,
tá ið rødin byrjar. Allar bók
urnar eru spennandi, men
tað er ikki bara sjálv krimi
søgan, ið ger tær lesiverd
ar. Høvundurin er sera sam
felagsmedvitandi, og hver
bókin viðger ávíst evni. t.d
rúsevni, umhvørvisdålking
og eldáseting. Og sum allir
sannir krimi-høvundar er
hann ógvuliga neyvur í lýs
ingum sínum av umhvørv-
inum. Aftan fyri hverja bók
liggur stórt kanningarar
beiði
Í hesari fyrstu er evnid
nýnasisma og fremmanda
hatur: Ein morgunin er
skúlagarðurin bumbaður í
pappiri við rasistiskum
orðavavstri, og inni í skúl
anum hevur onkur gjørt her
verk. Virgar og Vitri verða
illa við, og so líðandi koma
teir eftir, at ein fremanda
líggindaligur felagsskapur,
Norskar kempur, sum fólk
hava aftrast at tíkið í ål
ara, stendur fyri hesari og
ødrum atsóknum við
Virgar og Vitri sanna
skjótt, at Norsku kempurnar
eiga at verða tiknar í álvara
tí áðrenn teir vita av, eru teir
ta sperdir: Sannleikans
eygu vóru blå. Ísblá, Iskøld
Eg hevði sæð tey einaferð
fyrr... Nú sá hann meg sum
FIGGINDA. Okkum, meg
og Vitra. Sjålvt pistølina
sum hann helt i hondini
ræddist eg minni enn eyg
uni! Hann sat ovast uppi á
grótrúgvumi við pistølini
móti okkum. Og eg ivadist
ikki i, at hon var lika ektad
sum maskinbyrsan i rygg
sekkinum … (søgubrot)
Vit búðir, Vitri 1, KEMP-
Ingvar Ambjørnsen
URNAR FALLA, er um-
brotin og prentað á Dimma-
lætting, og Helgi Justinus
sen hevur bundið inn. Bók-
in er 152 síður og kostar kr
125
Bøodilin í speglinum
ummæli av yrkingasavninum hjá peturi jensen >Ongin sól er til«
tár í ringrás
nema eigaran
sum ikki grætur
Soleiðis stendur í fyrstu
yrkingini í nýggja yrkinga-
savninum eftir Petur Jensen,
Ongin sól er til. Og sum oft-
ast eru yrkingarnar partur av
hesari ringrás av mótsetn-
ingum og mótsagnum. Her
eru tár, men eingin grætur
Her er ein sjúklingur, sum
einki feilar. Her er lív, her
er ein verð, men eingin sól
er til. Hetta kann tykjast
dapurskygt. Men tað skald
ið sigur, verður sagt við
vissu. Yrkingarnar eru settar
saman av stuttum reglum,
sum mynda langar streymar
yvir síðunum, eins og stand
myndir, ið eru vi at rapa
Einki í hesari verð er trygt,
og vit kunnu einki vita
Byrjanin verður avnoktað,
og endin vrakaður. Og
»cinki« stendur fram sum
ein spegilsmynd av »alt«
Men hetta veit skaldið ið
hvussu er, og tað verður sett
fyri lesaran á ein hátt, sum
fær ótryggleika at broytast
til vissu. Í yrkingunum er
ofta ein persónligur í itøki-
.petur jensen
ligur kristindómur til stað-
ar, sum t.d. i Við grøv Jud-
asar. Skaldið fer aftur til ta
tíðina, har alt gekk fyri; tað
regnar/å grøv Judasar. Ella
gongur alt fyri seg á okkara
tíð? Tað kann eisini vera
Skaldið hevur onga ræðslu
fyri fyribrigdum, hugtøkum
og spurningum, sum kunnu
tykjast fløkt ella háfloygd
Alt metist — eg'ið, Jesus og
judas. Og alt gongur fyri seg
á sama stigi. Formurin er
einfaldur og reinur. Í yrk-
| undurin
Vikuskiftið D Vikuskiftið Síða-17
ingunum megnar hann at
skapa sjónir av metum og
hendingum í staðin fyri at
fløkja seg inn í metaforur
Ofta eru brot av yrkingum
eins og aforismur, sum les-
arin kann bera vid sær
men kanska eru dreymar
lind annad enn
trilvanin eftir at vakna
og ikki vita um
vit hava sovið
Judas fær sær navnabroyt
ing. Og tú, ið stendur har
við skuldarkenslu, kyssir
bødilin í speglinum farvæl
Eingin sól er til, minst av
øllum um dagin
Tað, ið verður sagt, verð
ur kanska ikki beinleiðis av-
noktað. Eingin fatan av
verðini, lívinum ella trúnni
er meira røtt enn ein onnur
Alt hevur (minst) tvær síð
ur. Og bødilin, hver er tað?
Tú sjálvur. Hann sæst
speglinum, eins og Judas
ið var fyrsti sjálvmordari
skaldið kendi
Hetta er gott, heilskapað
og búgvið yrkingasavn. Tað
er sterkt og fult av áræði og
humor. Tað er myrkt. Ja
sjálvandi, men í hesum
myrkri er eisini ljós. Ongin
' sól er til er ein bók, ið eigur
at lesast og livast við. Hon
mótmælir øllum tulkingum
av sær. Tann svenski rithøv-
Birgitta Trotzig
hevur einaferð sagt: >Ég
lesi ikki bøkur fyri at eg skal
| mentast. Eg lesi, ti eg skal
| eta tær«. Og Ongin søl er
til er góður kostur
Tað skal eisini sigast, at
perman er óvanliga ljót og
keðilig, og hóskar illa til
eina so góða bók
skrivað hevur
Anna Mattsson
tíkið úr Oyggjaskeggja
nr. 5, juni 1997
Vit hava
OPID
håskvøld:
frå kl. 17.00-24.00
friggjakvøld:
frå kl. 17.00-03.30
leygarkvøld:
frå kl. 17.00-03.30
sunnukvøld:
frå kl. 17.00-24.00
Casablanca
Tårsgøta 11 * 100 Tórshavn
Tlf. 19696
Dagrøktarmamma
Vegna uppnormering av Dagrøktarskip-
anini i Runavikar kommunu, verður søkt
eftir dagroktarmammum, at byrja aftan
á summarferiuna.
Nærri upplýsingar starvinum viðvíkjandi
fáast frá Dagrøktarleidaranum á tlf.
== Dagrøktarskipanin
Í nr: ; í Runavíkar kommunu