fríggjadagur 7. november 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 212 - 7. november 2003
Nr. 212 - 7. november 2003
3
Áhugafelagið hjá
Miðvágs Bóltfelag
skipar fyri eydnuhjóli
í bygdarskúlanum í
Miðvági sunnudagin.
Eisini verður
lutaseðlasøla
INNSAVNAN
Edvard Joensen
Miðvági: Miðvingar fara at
hava eydnuhjól í bygdar-
skúlanum
sunnudagin.
Byrjað
verður
klokkan
17.00. Eisini verða luta-
seðlar seldir.
Tað er áhugafelagið hjá
MB, sum skipar fyri tiltak-
inum, sum er árligt aftur-
vendandi tiltak, ið vanliga
verður hildið hesa árstíð-
ina.
Felagið sigur í tíðinda-
skrivi, at á lutaseðlunum
verða góðir vinningar. Til
dømis nevna tey 500 litrar
av olju, føroyskt krov, ræst-
an fisk, lampu og tær um
hesa tíðina obligatorisku
karamellurnar,
umframt
ymiskt annað.
Sagt verður í tíðinda-
skrivinum, at tann pening-
ur, sum inn kemur, verður
brúktur til viðlíkahald av
MB húsinum og av fót-
bóltsvøllinum.
Í áarførinum týsdagin
kom meira vatn í
Hórará í Vestmanna,
enn gott var. Tað fleyt
yvir og fylti okkurt
tún á veg undan
brekkuni
VATN
Edvard Joensen
Arbeiði við nýggju út-
stykkingini í Vestmanna
gjørdi, at vatn rann inn í
túnini hjá fólki í granna-
lagnum týsdagin.
Vestmanna Kommuna er
í ferð við at gera eina
nýggja útsykking klára
uttan fyri Hórará í granna-
lagnum hjá Miðalsbrekku.
Í hesum sambandi hava
teir gjørt eina byrging um
ánna og lagt rør í, so vatnið
kortini skal kunna renna,
sum vanligt.
Men í áarførinum týs-
dagin svølgdu rørini ikki,
og vatnið floymdi upp um
byrgingina. Tað gjørdi, at
tað rann aðrar vegir, enn
vanligt hevur verið og
ætlað var, sigur Hilbert
Elisson
hjá Vestmanna
Kommunu.
Úrslitið var so, at tað
floymdi inn á okkurt tún í
grannalagnum, sum legðist
undir. Onkur sandrúgva,
sum lá á leiðini varð tikin
við, og møguliga er onkur
smærri skaði hendur, sigur
hann. Men seinnapartin
mikudagin hevði komm-
unan kortini onga slíka
fráboðan fingið.
Arbeiðið er tryggjað, so
tað skuldi ikki staðist nakar
fíggjarligur
missur
av
tilburðinum. Hvørki hjá
kommununi ella teimum,
sum møguliga hava verið
fyri skaða.
Talan var ikki um áarlop
sum so, sigur Hilbert Elis-
son, hóast slík ikki eru heilt
ókend í Vestmanna.
Bratt er í bygdini, og
serliga tá toybil er, eru
áarlopini hervilig, sigur
hann. Men hesaferð var
bara talan um serliga nógv
avfall, og tað gjørdi so, at
rørini, ið løgd eru, meðan
arbeitt verður, ikki kláraðu
at taka ímóti.
Myndirnar hevur Jóan
Pauli Wilhelmsen, umsjón-
armaður hjá Vestmanna
Kommunu tikið.
Vatnflóð í Vestmanna
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum
gleddu meg á 90 ára føðingardegnum
17. oktober, tykkum sum komu
í føðingardag, sungu fyri mær, sendu
mær blómur og fjarrit, og ringdu meg
upp. Tit gjørdu mær dagin minnisríkan.
Bestu heilsanir
Andrew Godtfred
Eydnuhjól í Miðvági
Tøkk
Eina hjartans tøkk til øll tykkum ið
mintust meg á mínum 90 ára degi við
blómum, fjarritum, heilsanum og gjørdu
mær dagin ógloymandi.
Vinarliga
Jovina Jacobsen, Haldórsvík
Frímerkjadeildin hjá
Postverki Føroya
hevur sent jólamerk-
ini 2003 á marknaðin.
Í ár eru jólamerkini
jólatrøll, soleiðis at
skilja at í ár eru
motivini bindingar-
mynstur. Um okkurt
plagg ikki varð liðugt
bundið til jóla varð
tað jólatrøll
JÓLAMERKIR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað er listamaðurin Edward
Fuglø sum hevur teknað
jólamerkini 2003. Hann
hevur gjørt eitt ark við ym-
iskum bátsmanstroyggju-
mynstrum og jólanissum
ella jólatrøllum.
Edward Fuglø teknaði
eisini jólamerkini í 1997,
1999 og 2001.
Jólastákan er tiltikin, og
var tað ikki minni á gomlu
bóndagarðunum. Alt skuldi
vera liðugt til jóla, og stór
skomm var tað hildið at
vera, um tað ikki eydnaðist
at fáa okkurt liðugt, hann
ella hon vóru farin í holt
við. Hálvlidna verkið varð
hongt upp í roykstovuni, so
at øll kundu gera gjøldur
burtur úr hesum jólatrølli,
sum tað varð kallað.
Yvirskotið
av
jóla-
merkjasøluni fer sum van-
ligt til Jólamerkjagrunnin,
ið hevur til endamáls at
stuðla tiltøkum millum
børn og ung í Føroyum.
Millum annað hevur Jóla-
merkjagrunnurin latið stuð-
ul til tiltøk fyri tey brekaðu
og
menningartarnaðu,
ítróttar og skótaarbeiði og
til bókaútgávur.
Jóla-
merkini
eru
jólatrøll
Jólamerkini 2003 hevur
listamaðurin Edward
Fuglø teknað
C
M
Y
K
3
2
Lmqfjbo^º^o ^o_bfºpdlkdafo
?bqof ^o_bfºprjes∞osf
E≠hh^º q≠k^pqrpq∞ºf
?bqof hrka^k∞dapbjf
I≠dof hlpqk^ºfo
∫hbvmfp p^jphfcqf jfiirj rqq^keŁpfp abfiafo
Phgˆq^of ld c≠oof qbibclk^sdobfºpiro
Jfkkf sfºiÒh^e^iap¸qobfºpiro