fríggjadagur 7. november 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 212 - 7. november 2003
Nr. 212 - 7. november 2003
5
Ein heldur øðrvísi
føroyskur filmur sær
dagsins ljós næsta
summar. Tað er ein
filmur um, hvønn
týdning tað hevur at
summi eru til reiðar
at lata blóð fyri at
onnur kunnu liva
BLÓÐGÁVA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hvør blóðgáva kann
verða við til at bjarga fleiri
mannalívum, Tí er tað so
ómetaliga týdningarmikið,
at tað altíð er nokk av fólki,
sum er til reiðar at lata
blóð.
Òlavur Samson er virkin
blóðgevari í Klaksvík og
hann heldur, at tað hevur
stóran týdning at upplýsa
fólki um, hvønn týudning
tað hevur, at føroysku
sjúkrahúsini altíð hava nóg
mikið av blóðgevarum.
Og nú eru blóðgevararnir
í Klaksvík farnir undir eitt
heldur óvanligt tiltak. Teir
eru nevniliga farnir undir at
gera ein upplýsandi film
um, hvussu stóran týdning
tað er, at fólk bjóða seg
fram at geva blóð.
Ólavur Samson sigur, at
tað eru teir báðir Jógvan
Eliasen og Niclas Heri Ják-
upsson, sum gera filmin, ið
varar 10 - 15 minuttir.
Aðalskrivarin í danska
blóðgevarafelagnum, Niels
Mikkelsen, sum eisini er í
altjóða blóðgevarafelagn-
um, FIODS, er ráðgevari
fyri at geva filminum ta
røttu, fakligu vektina.
Eggja fólki til at verða
blóðgevarar
Endamálið við filminum er
at eggja fólki til at bjóða
seg fram at lata blóð.
– Hetta er ein filmur, sum
skal vísast í sjónvarpi og
hann skal vísa álvaran í, at
sjúkrahúsini
altíð
hava
nokk av blóði.
Hann verður gjørdur á
breiðbandi, so at tað eisini
skal bera til at selja hann á
øðrum málum.
Filmurin er komin væl
áleiðis og tey hava sett nøs-
ina upp eftir at filmurin
skal vera liðugur næsta
summar.
– Ætlanin er at gera ein
dag í árinum til altjóða
blóðgevaradag. Tað er sumt
sum bendir á, at hesin dag-
urin verður 11. juni og vit
miðja ímóti at filmurin
verður liðugur tá, sigur
Ólavur Samson.
– Filmurin skal vísa,
hvussu blóð verður latið og,
hvussu blóð verður brúkt.
Hann sigur, at í sambandi
við vanlukkur er tað við-
hvørt brúk fyri heilt nógv-
um blóði í einum og tí hev-
ur tað alstóran týdning, at
tað altíð er nóg mikið av
blóðgevarum, sum altíð eru
til reiðar at fara á sjúkrahús
í skundi at lata blóð, eisini
tá ið teir verða vaktir mitt á
nátt og teir verða noyddir at
bróta svøvn.
Men tað eru eisini fólk,
sum hava ymsar sjúkur sum
gera at tey kunnu ikki liva,
uttan at tey regluliga fáa
ymisk evni, sum er vunnið
úr blóði frá øðrum og so-
statt kann ein blóðgáva
verða við til at bjarga fleiri
mannalívum, alt eftir, hvat
teimum bagir og hvørjum
tilfari úr blói, tey hava brúk
fyri.
Klaksvíkar upp í
altjóða samstarv
Klaksvíkar Blóðdonorlið,
er eitt virki felag og tað
hevur nú meldað seg inn í
altjóða felagið, FIODS,
sum er altjóða felagið fyri
blóðgevararar.
Millum
annað
gevur
hetta okkum møguleika at
senda ung fólk uttanlands
at læra, hvussu vit best
eggja fólki til at gerast
blóðgevarar.
Annars skipar Klaksvíkar
Blóðdonorlið fyri hugna-
kvøldið um hesa tíðina
hvørt ár. Í ár var hugna-
kvøldið
mánakvøldið
í
matstovuni á Klakvíkar
Sjúkrahúsi, har borðreitt
var við smurdum bitum,
mandlurísi, kaffi, te og
kaku.
Tað vóru eini 80 fólk á
fundi, har eisini áðurnevndi
Niels Mikkelsen helt fyri-
lestur um ymisk viðurskifti,
sum hava við blóðgávu at
gera og um, hvussu hesi
viðurskifti
eru
skipað
uttanlands.
Ì nevndini í Klaksvíkar
Blóðdonorlið eru Òlavur
Samson, Karin Jacobsen,
og Kristian Jørgensen.
Sjálvur
letur
Ólavur
Samson væl at støðuni í
Klaksvík. Í Klaksvík eru
einir 350 blóðgevarar og
hann sigur, at tilgongdin er
størri enn frágongdin.
– Eftir altjóða viðurskift-
um er tað áleið. Men tað
besta er, at 10 % av fólkin-
um eru blóðgevarar.
– Okkara endamál, sum
blóðgevarar, er, at tað skal
altíð verða nóg mikið av
blóði á goymslu í Føroyum
og at tað skal altíð vera nóg
mikið av blóðgevarum, eis-
ini tá ið ein vanlukka
hendir, sum krevur stórar
nøgdir av blóði í einum.
Ólavur Samson sigur, at
endamálið við at vera blóð-
gevari er ikki júst, at tú
skalt verða boðsendir tvær
ferðir um árið at lata blóð.
– Tað er í lagi, at blóð-
gevarar ógvuliga sjálvdan,
ella ongantíð verða boð-
sendir. Endamálið er, at
sjúkrahúsið altíð hevur
nokk av fólki at heita á, tá
ið brákomin tørvur á blói
stingur seg upp, og tað
kann vera so skjótt, tí tá ið
ein vanlukka hendir, er tað
altíð sum snarljós úr bláum
lofti.
Verður tað brúk fyri so
nógvum blóðgevarum í
framtíðini, nú Ùtvarpið
segði at sviar høvdu gjørt
blóð, sum teir høvdu givið
einum sjúklingi?
– Ja, Niels Mikkelsen
segði at tað vóru so nógvir
trupulleikar við tí gjørda
blóðinum og at hann hevði
ilt við at síggja annað enn
at tað altíð fer at verða
neyðugt við blóðgevarum.
Tað tekniska í hesum sær
hann seg ikki føran fyri at
koma inn á, men tað segði
so hesin Niels Mikkelsen,
sum fylgir gjølliga við
gongdini.
Tey, sum hava alnet og
hava áhuga í at vita meiri
um blóðgávur, kunnu fara
inn á www.fiods.org
Tey lata sítt egna blóð
fyri at onnur kunnu liva
Her fáa tveir klaksvíkingar
silvurnál fyri at hava latið
blóð 25 ferðir. Vinstrumegin
er tað Sigurd Syderbø og hin
er Ziska Joensen sum fáa
nálirnar. Tað er Sigrid
Niclasen sum handar
teimum nálina og ytst til
høgru stendur Karin
Jacobsen og hyggur at
Myndina tók Ólavur Samson
Niels Mikkelsen, aðalskrivari í danska blóðgevarafelagnum og limur í altjóða felagnum fyri
blóðgevarar, FIODS, sigur, at tað fer altíð at verða brúk fyri blóðgevarum, hóast sviar nú hava
gjørt blóð, tí tað eru so nógvir trupulleikar við gjørdum blóði
Oyndarfjørður:
3.000 tons av laksi skulu takast
Herfyri kom hol á ein
av aliringunum, sum
liggja á Oyndarfirði.
Hetta er nakað, sum
hendir av og á, men í
hesum førinum er tað
so óheppið, at ILA-
smitta er staðfest á
Oyndarfirði, og tí er
vandi fyri, at smitt-
aður laksur er sloppin
út
LAKSUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er felagið, Norðaling,
ið Vestsalmon rekur, sum
eigur aliringarnar og fiskin
á Oyndarfirði.
Á Vestlaksi, sum er eitt
av feløgunum í "ketuni",
siga tey, at óvist er, hvussu
leingi hol hevur verið á
nótini í tí eina aliringinum.
Enn er fiskurin, sum eftir
gongur í ringinum, ikki
tikin, og tí er eisini óvist,
hvussu stórt tal av laksi er
sloppið úr nótini.
Ikki sjúkur
Fyri nøkrum mánaðum síð-
an varð ILA-smitta staðfest
í alibrúkinum hjá Norðal-
ing á Oyndarfirði, men á
Vestlaksi siga tey, at fiskur-
in í ringinum, sum hol kom
á, var ikki sjónliga sjúkur.
– Eingin fiskur doyr í
hesum ringinum, og sjónlig
tekin eru ikki til sjúku, siga
tey á Vestlaksi.
So skjótt, funnið varð út
av, at hol var á nótini, varð
nótin bøtt, og síðan er
eingin fiskur sloppin út.
3000 tons
Á Oyndarfirði svimja 1,4
milj. laksar, og nú ILA-
smitta er staðfest, verður
fiskurin tikin so við og við.
Tað er P/F Kryvjing í
Klaksvík, sum slaktar og
kryvur fiskin fyri Norðal-
ing.
Ein brunnbátur við lokað-
um ventilum flytur laksin av
Oyndarfirði til Klaksvíkar.
Á Vestlaksi siga tey, at
meginparturin av fiskinum
á Oyndarfirði er tøkuførur,
og tað er tann størsti fisk-
urin, sum fyrst verður tikin.
Fyri nøkrum mánaðum
síðan varð ILA-smitta
staðfest í alibrúkinum hjá
Norðaling á Oyndarfirði, og
mangt bendir nú á, at ILA-
smittaður fiskur er sloppin úr
tí eini nótini. - Men fiskurin
í júst hesi nótini bar ikki
sjónlig tekin um sjúku, siga
tey á Vestlaksi
Vandi er fyri at laksurin smittar
- Tað skal næstan
meira enn vanligt
hepni til, um ILA-
smittaði laksurin ikki
smittar onnur alibrúk
í landinum, sigur
landsdjóralæknin,
Bjørn Harlou
LAKSUR OG ILA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landsdjóralæknin, Bjørn
Harlou, heldur, at stórur
vandi er fyri, at ILA-
smittaði laksurin, sum er
sloppin úr aliringinum í
Oyndarfirði, fer at smitta
laks í øðrum alibrúkum í
landinum.
Tað er ógvuliga óheppið,
at slíkt hendir, men spurn-
ingurin er, hvussu byrgjast
kann
uppfyri
tílíkum
óhappum.
Fleyt omaná
– Vit vita ikki enn, hvussu
nógvur laksur er sloppin út,
tí enn er laksurin, sum
svimur eftir í nótini, ikki
tikin, sigur Bjørn.
Hann vísir á, at var talan
um nakrar fáar laksar,
hevði vandin fyri smittu
ikki verið so stórur, men í
hesum førinum er líkt til, at
tað er eitt stórt tal, sum er
sloppið úr nótini.
Bjørn sigur, at teir, sum
eiga alibrúkið á Oyndar-
firði, løgdu til merkis, at
fóðurið, sum fer í ringarnar,
ikki bleiv uppetið.
– Stórur partur av fóður-
inum fleyt omaná sjónum,
og tí varnaðust menn, at
okkurt var áfatt. Tá ið nótin
varð kannað, sást, at hol var
komið á, sigur hann.
Tað var í mars í ár, at
ILA-smitta varð staðfest á
Oyndarfirði, men á Vest-
laksi siga tey, at sjónlig tek-
in eru ikki um sjúku í um-
talaðu nótini, sum hol kom
á.
– Tá ið smittan er staðfest
í alibrúkinum, kunnu vit
rokna við, at laksurin í
nótini antin var smittaður –
ella, at smittan var ávegis,
sigur Bjørn.
Villur laksur
Vit spurdu eisini Bjørn
Harlou, um ILA-smitta
stavar frá aling – ella, um
hetta er ein sjúka, sum
laksur altíð hevur borið.
Hann sigur, at ILA-sjúka
finst eisini í villum laksi,
og eingin ivi er um, at
smittan er eldri enn øll
aling.
– Fiskurin í einum ali-
ringi gongur tættur, og tí
gerst sjúkan meira um-
fatandi, enn tá ið hon rakar
villan laks. Villur laksur,
sum gerst sjúkur, kann
saktans doyggja, áðrenn
hann smittar annan villan
laks. Viðurskiftini í náttúr-
uni kunnu ikki samanberast
við viðurskiftini í eini ali-
nót,
sigur
landsdjóra-
læknin, Bjørn Harlou, at
enda.
Kristian Sofus Dav-
idsen fór úr Føroy-
um í 1920-unum og
hevur ongantíð vitj-
að aftur á klett-
unum. Tá ið hann
fylti 100 ár í fjør,
vóru ættarfólk úr
Føroyum og vitjaðu
FØÐINGARDAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár, 6. november, fylti
æðuvíkingurin, Kristian
Sofus Davidsen, 101 ár.
Kristian, sum býr í
Kanada, flutti úr Føroyum
fyri mongum árum síðan
og hevur ongantíð vitjað
aftur á klettunum.
Tá ið Kristian í fjør fylti
100 ár, vóru ættarfólk hjá
honum úr Føroyum í Kan-
ada og vitjaðu.
Eins og aðrir føroyingar
tá á døgum, fór Kristian
úr Føroyum í 1920-unum
at finna sær arbeiði.
Hann búsetti seg í Kan-
ada og hevur sum nevnt
ongantíð vitjað aftur í
Føroyum øll hesi mongu
ár.
Tey, ið vitjaðu Kristan á
hansara 100 ára føðingar-
degi í fjør, høvdu ein
góðan túr har yviri.
Æðuvíkingur í
Kanada 101 ár
– ILA-smitta finst eisini í villum laksi, og eingin ivi er um, at smittan er eldri enn øll aling.
Men munurin er tann, at fiskurin í einum aliringi gongur so tættur, og tí gerst sjúkan meira
umfatandi, enn tá ið hon rakar villan laks, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni
C
M
Y
K
5
4