Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 212 - 7. november 2003 Nr. 212 - 7. november 2003 7 Nýggj barnaverndarlóggáva: Gjalda men ikki valda Fyrsta viðgerð av nýggju barnaverndar- lóggávuni var í tingin- um mikudagin. Løg- tingsmenn fýlast á, at kommunurnar bert sleppa at yvirtaka fíggjarligu byrðina á barnaverndarøkinum, uttan at tær sleppa einsamallar at umsita økið. Løgtingsmenn ynskja greiðari upp- gávubýti millum land og kommunu, enn uppskotið frá Al- mannaráðnum leggur upp til. NÝGGJ BARNA- VERNDARLÓGGÁVA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Nýggj barnaverndarlóg- gáva var til fyrstu viðgerð í løgtinginum mikudagin. Sammett við galdandi lóg- gávu, ætlar landsstýrismað- urin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, at fremja umfatandi broytingar á bar naver ndarøkinum. Barnaverndin verður ikki ein landsuppgáva í framtíð- ini. Kommunurnar yvirtaka økið. Barnaverndirnar kring landið skulu eisini mannast av faklærdum fólki. Higar- til hevur hvør kommuna sær funnið hóskandi borg- arar til at manna barna- verndina, men henda mannagongd fer nú í søguna. Við yvirtøkuni fylgir fíggjarligi parturin eisini við. Kommunur hava higar- til lagt út fyri landið á barnaverndarøkinum, og síðani fingið peningin aft- urgoldnan frá Almanna- stovuni. Í framtíðini fíggja kommunurnar sjálvar økið Meginbarnavernd Heldur tilvildarliga valið av fólki í barnaverndum fer við nýggja uppskotinum í søguna. Útbúgvingin skal verða avgerandi fyri, um viðkomandi eigur pláss í eini barnavernd. Uppskotið hjá Almannaráðum leggur eisini upp til, at hvør kommuna framvegis hevur sína egnu barnavernd. Ikki øll eru samd í, at hvør kommuna skal hava sína egnu barnavernd. Kommunusamskipan Før- oya sigur í viðmerkingun- um til nýggju barnavernd- arlóggávuna, at hon metir, at barnaverndirnar áttu ikki verið fleiri enn níggju í tali, sum svarar til eina barna- vernd fyri hvørja sókn. Yvir øllum kommunalu barnaverndum verður ein sokallað Meginbarnavernd. Meginbarnaverndin skal liggja undir landsstýris- manninum, og uppgávan hjá henni verður at sam- skipa allar barnaverndirnar kring landið. Óheppið Fleiri tinglimir vístu á í løgtinginum, at teir mettu tað verða óheppið, at barnaverndin í framtíðini bæði skal stýrast av landin- um og kommununum. Tað varð ført fram, at skal barnaverndarøkið latast til kommurnar, so eiga komm- urnar einsamallir at umsita økið. Ætlanin við eini Megin- barnavernd undir landsstýr- ismanninum sendir eitt óheppið tekin til kommur- nar um, at tær bert sleppa at gjalda, men kortini ikki at valda á barnaverndarøkin- um. Løgtingslimir hildu fyri, at neyðugt er við ein- um greiðum uppgávubýti millum land og kommuna á barnaverndarøkinum. Tungt øki Í løtuni kostar barna-vernd- arøkið góðar 50-60 mio. krónur árliga. Kommunur- nar yvirtaka tískil eitt tungt øki. Fíggingin skal fáast til vega við hægri kommunal- um skattaprosenti. Sam- svarandi skal landið lækka sítt skattaprosent. komm- unum. Eitt tal sum 0,9 % verður nevnt sum ein møguleiki. Hetta hevur við sær, at kommunurnar kring landið hækkað sítt prosent við 0,9%, men landið lækkar sítt skattaprosent samsvarðandi. Familjan skal spyrjast Børn eiga ikki at verða flutt frá foreldr- unum til eitt ókent umhvørvi uttan, at nærmasta familjan verður spurd eftir. Andrias Petersen heldur, at nærmasta familja hjá einum barni, ið er komið illa fyri, skal hava møgu- leika at taka sær av barninum, tí hon er í flestum førum besta loysnin fyri barnið. NÝGGJ BARNA- VERNDARLÓGGÁVA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í umrøðuni av nýggju barnaverndarlóggávuni hevði javnaðartingmaðurin, Andrias Petersen, eitt rætti- liga áhugavert sjónarmið. Andrias Petersen hevur í ar- beiðsørindum verið á kann- ingarferð í Danmark, har tað millum annað varð nomið við barnaverndarøkið. Hagtølini í Danmark vísa, at fleiri og fleiri børn verða árliga flutt frá for- eldrum teirra. Danir hava ásannað, at tað er trupul- leiki, og ynskja at gera okk- urt málið Andrias Petersen greiðir frá, at sviiar vóru í líkandi støðu í 80 árunum, og teir valdu eina eitt sindur øðr- vísi loysn. Ein loysn, sum javnaðartingmaður metir eisini skal roynast í Føroyum. – Áðrenn foreldrarættur- in yvir einum barni verður fluttur til ókend fólk, hava sviar ta manngongd, at tey nærmastu, tað verið seg ommur, abbar, fastrar os. fr, verða altíð spurd, um tey eru áhugað í at taka sær av barninum, ið er komið illa fyri. Úrslitið av svensku royndunum hava verið sera góðar, og danir umhugsað nú at nýta somu skipan, fortelur Andrias Petersen. Úrslitið av svensku skip- anini hevur verið, hagtølini, yvir har foreldrarætturin verður fluttur, er nógv lækk- að, tí barnið fær framhald- andi møguleika at veksa upp hjá nærmastu familju. Nógvir fyrimunir Andrias Petersen heldur, at fleiri fyrimunir eru við svensku skipanini. Heldur enn at flyta eitt barnið frá sínum vanliga umhvørvi til eitt ókent stað, eiga vit at gera alt fyri, at barnið sleppur framhaldandi at verða í heimliga umhvørv- inum. – Tað er nógv best fyri barnið, at tað sleppur at vera í sama umhvørvi, har tað kennir fólkini, ið passa ein. Tað kann bara vera ein fyrimunur fyri barnið, at tað frammanundan kennir familjuna, hugburðin og umhvørvið. Hyggja vit eisini søguliga, so var vanligt, tá skip gingu burtur, at tey nærmastu tóku sær av børnunum, so vit hava ein tradition fyri hesum, sigur javnaðartingmaðurin. Andrias Petersen er sann- førdur um, at skipanin í Svøríki eigur at vera gjørd til fasta mannagongd í Føroyum Identiteturin hjá einum barni verður aloftast skaptur í barnaárunum, og tá er tað ómetaliga týdning- armikið, at barnið hevur so tryggar umstøður sum møguligt. Ein góður máti er altíð spyrja familjuna hjá viðkomandi barni, ið er komið illa fyri, um tey kunnu vera við til at tryggja barninum ein tryggari upp- vøkstur, heldur Andrias Petersen. Javnaðartingmaðurin, Andrias Petersen, heldur, at nærmasta familjan hjá einum barni, ið er komið illa fyri, skal altíð spyrjast, um tey eru áhugað í at hjálpa barninum, áðrenn foreldrarætturin verður fluttur. Modelmynd: Jens Kristian Vang Hol í høvdið, sigur ein sjónvarpshyggjari, ið er kravdur eftir trífaldum sjónvarps- gjaldi. Einki húski kann áleggjast meira enn eitt sjónvarps- gjald, stendur greitt í kringvarpslógini. Kortini er Sjónvarpið farið at krevja heima- búgvandi børnum eftir sjónvarpsgjaldi HYGGJARAGJALD Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo – Hetta er alt ov galið. Sleppur Sjónvarp Føroya avstað við hesum, so skal okkara húski rinda 6000 krónur um árið í sjónvarps- gjaldi, og tað er tað bestemt ikki vert! Soleiðis sigur ein bersøg- in Niels Pauli Guðjónsson. Hann er ein teirra, sum í ólukkumát verður raktur av nýggja innkrevjingarháttin- um hjá Sjónvarpi Føroya. Tað er ikki meira enn eitt ár síðan, at øði stóðst av, at sjónvarpsgjaldið hækkaði úr 1600 upp í 2000 krónur. Nú vóru so aftur boð eftir fólki. Sjónvarp Føroya hev- ur sent bræv út til øll fólk, sum ikki eru skrásett sum hyggjarar. Tað, sum ger sonevndu »hyggjarakann- ingina« sermerkta er, at nú verða børn, sum búgva heima og eru yvir 18 ár og hava egið sjónvarp, eisini kravd eftir hyggjaragjaldi. Tað vil siga, at búgva børn yvir 18 ár heima og hava sjónvarp á kamarin- um, so skulu tey rinda 2000 krónur í sjónvarpsgjaldi. Býr omman í kjallaranum og hevur sjónvarp, so skal hon eisini rinda. Ein stór familja Heima hjá Niels Paula Guðjónssyni við húski býr mamma konuna, sum er yvir 80 ára gomul, tí hon hevur onga aðrastaðni at búgva. Sonurin, sum júst er fyltur 18 ár, býr eisini heima og hevur sjónvarp á kamarinum. Sostatt skal húskið eftir ætlan sjón- varpsins rinda 6000 krónur um árið í sjónvarpsgjaldi. Eitt gott hál, tá hugsað verður um, at tey rindaðu 1600 krónur fyri einum ári síðan. – Hetta er fullkomiliga hol í høvdið, tí vit síggja okkum sum eitt húski, ið er felags um alt hvønn dag. Vit eta saman og hyggja ofta sjónvarp saman, so tað gevur onga meining, at vit skulu rinda fyri trý. Sjón- varp Føroya er framman- undan einki at reypa av, og slapp eg undan at rinda tær 2000 krónurnar, so gjørdi eg eisini tað. Tað má eg liva við, men at rinda trífalt, tað er ovboðið, sigur Niels Pauli Guðjónsson. Hann undrast eisini á, at sjónvarpið nýtir ein inn- krevjingarhátt og Útvarpið ein annan, hóast talan er um somu lóggávu. – Ímynda tær, at Útvarpið gjørdi tað sama? So skuldu vit rinda yvir 10.000 krónur um árið í lurtara- og hyggj- aragjaldi. Heilt erligt, tað er ov nógv av tí góða, sigur Niels Pauli. Tulka lógina Húskið hjá Niels Paula er ikki tað einasta, sum heldur Sjónvarp Føroya hava lopið framav. Yvirhøvur øtast fólk, men tey tora ikki at stíga fram av ótta fyri, at SvF bankar uppá. Spurningurin er, at um SvF hevur loyvi til at gera, sum gjørt verður. Í lógini um kringvarp verður sagt, at »ongum húski kann verða álagt at rinda meira enn eitt sjónvarpsgjald«. Tað hevur Útvarp Føroya tulkað soleiðis, at eitt húski merkir eitt gjald. Markið gongur við, um ein íbúð verður leigað út. Sjónvarpið hevur hinveg- in valt at fara víðari. Farið verður eftir børnunum og eftir foreldrunum, um tey búgva hjá børnunum og hava egið sjónvarp. Tað hevur fingið ilt í tingfólk, sum tóku málið upp, tá løg- tingið hevði ófráboðaðar fyrispurningar á skránni mikudagin. SvF fer eftir børnunum Í so ágangandi. Tað heldur Jógvan Arge, formaður í Mentanar- nevndini, um nýggja innkrevjingarháttin hjá Sjónvarpi Føroya. Børn yvir 18 ár, sum búgva heima, verða kravd eftir hyggjara- gjaldi, og tað hevur fingið ilt í tingfólk flest HYGGJARAGJALD Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Innkrevjingin hjá Sjónvarp- inum fekk mest umrøðu, tá Løgtingið hevði ófráboðað- ar fyrispurningar á skránni mikudagin. Tingmaður Javnaðarflok- sins, Kristian Magnussen, vildi hava landsstýriskvinn- una við mentamálum at svara sær, um hon tók undir við átakinum hjá Sjónvarpi Føroya, har farið verður eftir fleiri hyggjaragjøldum í hvørjum húski. – Í lógini verður sagt, at einki húski eigur at rinda meira enn eitt sjónvarps- gjald. Tað er síðan stramm- að upp í eini kunngerð. Øll trúðu, at nú fáa øll bara eitt gjald, men nú verður so farið eftir børnunum. Tað er onga aðrastaðni, at definit- iónin er so smøl av einum húski, sigur Kristian Magn- ussen. Landsstýriskvinnan við mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, veik undan spurningin, um hon tók undir við tiltakinum. Hon segði seg ikki hava havt málið í sínum hondum, men segði tingfólk fáa høvi at viðgera kringvarpslógina í næstum. Í so ágangandi Partamaðurin hjá landsstýr- iskvinnuni, Jógvan Arge, er formaður í Mentanar- nevndini hjá løgtinginum. Hann tykist ikki glaður fyri framferðarháttin hjá Sjón- varpinum. – Eg havi ikki hugt eftir lógum og reglum, og málið er ikki viðgjørt í Mentanar- nevndini, men hetta fyri- kemur mær í so ágangandi. Serliga aftaná ta stóru hækkingina, sum varð játt- að teimum í fjør. Men ann- ars er hetta eitt fyrisiting- arligt mál, sum landsstýris- kvinnan eigur at taka upp, sigur Jógvan Arge við Sosi- alin. Hann er sjálvur progr- ammleiðari í Útvarpinum, men hann heldur kortini ikki, at skeggið situr ov tætt høkuni í hesum føri. Tingmenn krevja svar Fleiri tingmenn tóku harð- liga til orðanna í tinginum mikudagin. Jógvan á Lakj- uni úr Fólkaflokkinum, sum er fyrrverandi formað- ur í Mentanarnevndini, kravdi eina upprudding og segði, at Sjónvarp Føroya átti at verið steðgað beinan- vegin. Partamaðurin Jákup Mikkelsen, sum áður hevur víst evninum áhuga, sigur somuleiðis, at hetta er púra burturvið. – Tíðin hevur víst, at vit als einki hava fingið aftur- fyri, at sjónvarpsgjaldið varð hækkað. Tað er út um alt mark, um Tjóðveldis- flokkurin, sum umsitur málsøkið, góðtekur fram- ferðina hjá sjónvarpsstjór- anum, og um ikki annað, so eiga vit at steðga hesum í mentanarnevndini, sigur Jákup Mikkelsen, sum er limur í Mentanarnevndini. Tingfólk ilskast um innkrevjing Løgtingslóg nr. 22 frá 1998 § 20. Til Sjónvarp Føroya skal rindast sjónvarps- gjald. Landsstýrismaðurin í loftmiðlamálum áset- ur í kunngerð nærri reglur um, hvør skal rinda sjónvarpsgjald, hvørji tól koma undir gjalds- skyldu, og nær gjaldsskyldan byrjar ella heldur uppat. Ongum húski kann verða álagt at rinda meiri enn eitt sjónvarpsgjald Fakta Ommur, børn og foreldur fyri seg. Tess fleiri búgva í einum húski, tess meiri vil Sjónvarp Føroya hava inn í hyggjaragjaldi C M Y K 7 6