fríggjadagur 7. november 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 212 - 7. november 2003
Nr. 212 - 7. november 2003
9
Leygarkvøldið verður
barna- og ungdóms-
konsert í SMS, har B-
Boys úr Danmark
fara at syngja. Men
áðrenn donsku
dreingirnir koma á
pallin, fara 4 føroysk-
ar gentur at royna seg
KONSERT
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Leygarkvøldið
verður
spennandi barna- og ung-
dómskonsert í SMS, har
kendi dreingjabólkurin, B-
Boys, fara at syngja. Teir
gjørdust kendir, tá teir
luttóku í Melodi Grand
Prix fyri børn og ung í Dan-
mark.
Tað eru teir tríggir, Kåve
og Mathias, báðir 13 ára
gamlir og 15 ára gamli
Sebastian, sum manna B-
Boys.
Á konsertini fara eisini 4
føroyskar gentur at syngja.
Tær eru Konni og Sólfríð,
báðar 12 ára gamlar, 17 ára
gamla Elin og Birgit, sum
er 8 ár.
Sum vit skrivaðu í gjár,
skuldi konsertin uppruna-
liga verða í Norðurlanda-
húsinum, men verður nú í
SMS í staðin.
Aðalmálini við konsert-
ini eru framvegis tey somu,
nevnliga at menna føroysk-
an sang og tónleik millum
børn og ung. Við tað, at í ár
er "Ár teirra brekaðu", at
lata eitt møguligt yvirskot
av konsertini fara til inn-
savningina av bussi til bú-
fólkið á Eirargarði.
Kostnaðurin er nú lækk-
aður munandi, og kostar
eitt atgongumerki til kon-
sertina í SMS leygardagin
einans 80 krónur.
Atgongumerki fáast í
Kunningarstovuni í Havn, á
fløgudeildini í 3-aranum og
í tivoli-tjaldinum á Torgin-
um í SMS.
Birgir Kruse, marknaðar-
leiðari í Norðurlandahúsin-
um, harmast um, at kon-
sertin ikki verður har.
- Í samband við "Ár
teirra brekaðu", lótu vit
húsið ókeypis til stuðuls-
konsertina, sigur hann.
Sólfríð Bech
av Tvøroyri
er 12 ára
gomul. Hon
vann Nósabarna-
prixkappingina í fjør
8 ára gamla Birgit Sivertsen úr Klaksvík gjørdist nummar trý í Nósabarnaprix-
kappingini í Norðoyggjum í ár
Elin Løkin úr Saltangará er 17 ára gomul. Hon elskar at synjga og hevur
fleiri ferðir framført, eitt nú á tiltøkum hjá Javna
Konni Kass Jacobsen úr Hoyvík er 12 ára gomul. Hon gjørdist vinnari av
Nósabarnaprix 2003
Føroysk børn syngja í SMS
Deyvafelag Føroya
hevur aftur í ár givið
út ein jólakalendara
JÓLAKALENDARI
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Jólini nærkast í hvørjum.
Tað er nú av álvara farið at
merkjast, at jólini eru í
hondum. Tann fyrsti jóla-
kalendarin er nú komin á
gøtuna.
Tað er nú blivin fastur
táttur hjá Deyvafelagnum
at geva ein jólakalendara út
á hvørjum ári. Í hesum
døgum verður kalendarin
seldur kring oyggjarnar.
Í ár er tað Hermundur
Zachariassen, sum hevur
teknað
jólakalendaran.
Hermundur
er
sjálvur
deyvur, og hann hevur áður
teknað kalendaran.
Jólakalendarin
kostar
fimmti krónur, og hvør
kalendari er samstundis ein
lutaseðil. Vinningarnir eru
gávukort, og drigið verður
tríggjar ferðir í jólamán-
aðinum. Fyrst mánadagin
1. desember, síðani mána-
dagin 8. desember og síðstu
ferð hósdagin 11. desem-
ber.
Deyvafelagið
takkar
frammanundan fyri góðan
stuðul á hvørjum ári og
vónar, at undirtøkan í ár
verður eins góð og undan-
farin ár.
Jólakalendarin
á gøtuni
Tann nýggi jólakalendarin
hjá Deyvafelagnum verður
seldur í hesum døgum.
Hermundur Zachariassen
hevur teknað kalendaran
Nýggjasta átakið hjá Tryggingarfelagnum:
Tryggingar á netinum
Tryggingarfelagið
Føroyar hevur gjørt
eina nýggja heima-
síðu, har brúkarin
ikki bert kann síggja
yvirlit yvir egnar
tryggingar, men eisini
ber til at tekna nýggj-
ar tryggingar á
netinum
HEIMASÍÐA
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Føroyingar skulu venja seg
við at nýta internetið meira.
Fyrst vóru tað ørindini í
bankan, og nú eru tað
tryggingarviðurskiftini,
sum
skulu
greiðast
á
netinum.
Størsta tryggingarfelagið
her á landi kundi hósdagin
vísa eina nýggja heimasíðu,
har tú kanst greiða at kalla
øll tíni viðurskifti við
tryggingingarfelagið.
Fleiri møguleikar eru á
heimasíðuni.
Brúkarin
kann síggja sínar egnu
tryggingar, rokna trygging-
argjald, bíleggja tilboð,
tekna tryggingar og boða
frá skaða.
Serliga ernir eru teir av,
at tað ber til at tekna trygg-
ingar á netinum. Hetta er
nakað, sum fá tryggingar-
feløg í danska ríkinum
kunnu bjóða sínum við-
skiftafólki.
Øll hava atgongd
Øll viðskiftafólk hjá Trygg-
ingarfelagnum Føroyar fáa
ein av fyrstu døgunum ein
brævbjálva, har tey fáa
brúkaranavn og loyniorð.
Tað vil siga, at tað ikki er
neyðugt at tekna seg sum
internet-brúkara hjá Trygg-
ingarfelagnum.
Ein annar fyrimunur við
hesi síðuni er, at kundin
hevur atgongd til trygging-
arfelagið 24 tímar um sam-
døgrið og tískil kann greiða
síni viðurskifti, tá tíð er til
tess.
Tryggingarfelagið hevur
havt eina heimasíðu síðan
1998, men hendan heima-
síðan hevur bert veitt upp-
lýsingar um felagið og virk-
semi tess. Tað hevur higartil
ikki verið møguligt hjá
kundanum at fremja nakað í
verki á heimasíðuni.
Jónsvein Simonsen frá
Tryggingarfelagnum sigur,
at arbeitt hevur verið við
hesi síðuni í umleið eitt ár,
og teir eru væl nøgdir við
úrslitið. Felagið hevur sein-
astu árini arbeitt við at
betra um telduskipanina á
stovninum sum heild, og
hetta er eisini eitt úrslit av
hesi gongdini.
Betra samskiftið
Tryggingarfeløg fáa ofta
skotið í skógvarnar, at
teirra vørulýsingar ikki eru
lættar at gjøgnumskoða, og
at tað kann vera torført hjá
einum kunda at fáa yvirlit
yvir sínar tryggingarmøgu-
leikar.
Við hesi heimasíðuni
roynir felagið at betra um
samskiftið við kundan, og
hetta er samstundis ein
roynd at gera tað lættari hjá
kundanum at tekna trygg-
ingar.
Tær tryggingarnar, sum
ein kann tekna á netinum,
eru fyri tað mesta av tí
slagnum, sum ikki krevja
nógva ráðgeving, men eru
einfaldar at gjøgnumskoða.
Tá kundin hevur gjørt
eitthvørt á netinum, verður
fráboðan send við teldu-
posti, og síðani kemur ein
brævbjálvi við sjálvum
tryggingarskjølunum.
Hetta átakið er serliga ætl-
að privatkundum.
Eitt annað forvitnisligt,
sum
heimasíðan
eisini
bjóðar, er, at tú kanst boða
frá einum skaða yvir inter-
netið. Eisini fer Trygging-
arfelagið at hava bilar til
sølu á netinum. Hetta eru
mest bilar við skaða, sum
áhugað kunnu síggja mynd-
ir av á heimasíðuni.
Tørvurin
Spurningurin er síðani, um
føroyingar eru tilreiðar at
taka eina slíka skipan til sín.
Havast skal í huga, at tað
vanliga internet-sambandið,
sum flestu húsarhald hava,
gongur ógvuliga seint fyri
seg, um vit samanbera okk-
um við grannalondini. Tað
kann eisini tykjast sum um,
at føroyingar ikki eru vanir
við at greiða síni persónligu
viðurskifti á internetinum
og tí fara at hava torført við
at taka eina slíka skipan til
sín.
– Vit hava gjørt eina
marknaðarkanning, har vit
hava spurt ein breiðan
skara av okkara kundum,
hvussu teir kundu hugsa
sær eina heimasíðu hjá
okkum, og har fingu vit ta
fatan, at tørvur er á eini
slíkari skipan, sigur Mortan
Poulsen, stjóri á Trygging-
arfelagnum Føroyar.
Hann vísir eisini á, at
fólk fara at kunna greiða alt
fleiri viðurskifti á netinum,
og tí er tað umráðandi at
vera við í hesi gongdini. So
hóast ein slík tænasta
møguliga ikki verður nýtt
so nógv at byrja við, so
stjórin ikki í iva um, at
tørvur er á slíkari heima-
síðu. Eisini hava peninga-
stovnarnir í fleiri ár havt
heimabanka, og tær roynd-
irnar vísa, at slíkar skipanir
verða nógv nýttar.
Heimasíðan er gjørd so-
leiðis, at hon ikki skal vera
tung at taka niður, og tí
skuldi tað ikki tikið so langa
tíð at greiða síni ørindir.
Ein annar fyrimunur við
hesum er, at minkað verður
munandi um talið á av-
greiðslum á skrivstovunum
hjá Tryggingarfelagnum,
nú fólk sjálv kunnu seta seg
niður heima við hús og
hyggja eftir viðurskiftun-
um.
Hetta fer at lætta mun-
andi um arbeiðsbyrðuna hjá
starvsfólkinum, sum síðani
kann nýta tíðina øðrvísi við
at veita hollari ráðgeving.
Tryggingarfelagið Føroy-
ar fer í næstum undir eina
lýsingarherferð í øllum
fjølmiðlunum, og hetta skal
fáa fólk at nýta hesa nýggju
heimasíðuna.
Teir tríggir Henry Olsen,
Mortan Poulsen og Jónsvein
Simonsen kunnu ernir sýna
fram nýggju heimasíðuna
hjá Tryggingarfelagnum
Føroyar
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8