fríggjadagur 7. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 212 - 7. november 2003
Nr. 212 - 7. november 2003
11
Nú líður so mikið væl við arbeiðinum við Norður-
bryggjuni í Keypmannhavn, at hetta komandi ment-
anarhúsið kann lata dyrnar upp í hesum mánaðinum.
27. november er ásettur til at vera sjálvur vígsludagurin.
Lat okkum alt fyri eitt ynskja stigtakarum og brúkarum
tillukku við hesum tiltakinum og má tað gerast ikki
bert ein savnandi mentanardepil men eisini karmur um
frið og semju millum menniskju og lond. Í einum
heimi, har ófriður og órættvísi framvegis merkir
gerandisdagin so nógv og er ein álvarslig hóttan, hava
vit brúk fyri stovnum, húsum og karmum, sum ikki
einans skulu hálova og menna mentan, men sum eisini
við síni hjáveru kunnu mótvirka ófriði og órættvísi
millum lond og menniskju. Karmum, sum byggja á
kunnleika og kærleika millum fólk.
Nettupp eitt fleiritjóða mentanarhús sum hetta kann
hava týdning í so máta. Mentan og kunnleiki hvør um
annan eigur at hava víðari sikti enn "bara" tað at kunna
fegnast og gleðast í sínum og um sítt egna umhvørvi.
Hesi kunnu og eiga at geva okkum øllum íblástur til at
skapa ein betri og ríkari heim fyri okkum øll.
Ætlanin við Norðurbryggjuni er at seta fokus á smá-
tjóðirnar í Útnorði, Grønland, Ísland og Føroyar. Tað er
gleðiligt, at serliga danir hava tikið stig til at skapa
okkum henda nýggja karm og møguleika. Har vit
kunnu savnast og sínámillum geva hvørjum øðrum
nakað, og har vit samtíðis kunnu vísa umheiminum
vegin til okkara kæru lond og mentanir. Gjøgnum slíkt
hús kunnu vit koma nærri umheiminum, og umheim-
urin nærri okkum.
Útnorður fyllur nógv meira á heimspallinum enn vit
gera okkum greitt. Hóast fá so eru vit stór – stór í
tilfeingi og stór í mentanarligum ríkidømi. Ríkidømi, ið
ikki bert skal halda lív í okkum, men sum eisini skal
gagna restini av heiminum. Vit eru rík í so mangar
mátar. Ikki bert hava vit stór tilfeingi í undirgrund og í
havinum, vit hava eisini eina náttúru og eina mentan,
sum gera okkum til nakað serligt. Góð 300.000
menniskju hava fingið eitt so ómetaliga stórt ríkidø mi
at troyta og umsita – ja fingið tað til láns frá okkara
eftirkomarum – at vit eiga eisini at umhugsa, hvussu
hetta ríkidømi so ella so kann vera við til at skapa ein
betri heim fyri onnur eisini.
Tað kann vera eina slíka uppgávu, sum Norðurbryggjan
eisini kann vera savnandi um. Har vit við okkara egnu
mentan og hjáveru í Útnorði og okkara óavmarkaða
ríkidømi kunnu geva okkara íkast til stríðið fyri frið og
rættvísi. Hví ikki síggja Norðurbryggjuna eisini sum ein
av mongum lyklunum til eina betri verð, har vit kunnu
vera fyrimynd fyri onnur samtíðis sum vit við hesum
húsi eisini kunnu fáa íblástur frá øðrum. Tá hevur
Norðurbryggjan tænt sínum endamáli. Latið ikki hetta
góða mentanarhús gerast eitt tiltak fyri tey fáu og tey
múgvandi. Latið tað gerast eitt fólksins mentanar- og
friðarsinshús. Eitt evarska lítið forum, sum kann geva
eitt stórt íkast til tað góða og menna ndi í okkum
menniskjum. Ein lítil pallur, sum torir at vera við til at
flyta mørk á tí stóra altjóða palli, ið vit øll, rík sum
fátæk, ung sum eldri, sjúk sum frísk, hvít sum svørt,
kristin sum muslimar, ja øll eru partur av.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Norðurbryggjan
– nakað meira
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hergeir Nielsen
Javnaðarflokkurin hevur nú
í fleiri umførum seinastu
árini sæð seg noyddan at
brúka nazistisku oddafisk-
arnar í stríði sínum fyri at
verða hoyrdur í føroyskum
politikki.
Sjálvur floksformaðurin
kendi seg kallaðan at brúka
hetta ótespiliga og skitna
vápnið undir valstríðnum
seinast, og er í skrivandi
løtu farin at kunna okkum
um, at tey í javnaðarflokk-
inum eru farin at taka dagar
millum propagandakynstr-
ið hjá Hitler og tað hjá dr.
phil, Joseph Goebbels.
Sum skilst, so er tann
seinni meiri átuligur og
viðkomandi at brúka í
føroyskum politikki heldur
enn tann fyrri. Hann er jú
bæði dr. phil og eitur Jo-
seph, frættist nú av sosial-
demokratiska fjallinum.
Vit onnur halda nakað
heilt annað um hesi bøl-
menni og eru hvørki upp á
for- ella eftirnavn við tey,
og taka harafturat størst
møguligu frástøðu tí poli-
tikki, sum legði alt Evropa í
oyði.
Umrøðan av føroysku
fíggjarlógini avmarkaði seg
so heldur ikki til bara at
grava hesi viðtýggi upp úr
eiminum.
Nýggjari
og
meiri viðkomandi saman-
beringar vóru eisini neyð-
ugar fyri at allýsa og flokka
okkum tjóðveldisfólk sam-
an nøkrum av teimum ver-
andi bølmennunum eitt nú í
ETA.
Ein tingmaður javnaðar-
floksins fekk so eisini átalu
frá formanninum í einum
seinni umfari, tá ið hann
fyri aðru ferð kendi seg
kallaðan
og
endurtók
skuldsetingar sínar um
sambandið millum Tjóð-
veldisflokkin og ETA.
Eftir mínum tykki var tað
ein undanstøkking at siga,
at talan var um ein spurn-
ing, ið ikki skuldi átalast.
Talan var púra greitt um
eina niðurstøðu og staðfest-
ing av eini samanrenning
millum
ein
útlendskan
yvirgangsfelagsskap og ein
føroyskan flokk, og tað er
álatuvert, tá tað verið borið
fram á løgtingsins talara-
palli. Eisini tá ið niðurger-
andi ákæran er ílatin eitt
spurnartekin.
Lættliga kann eitt og
annað gleppa tingmonnum
av munni, sum betri var
ósagt, og ikki ber til at tiga
við afturvirkandi kraft.
Sjálvur fekk eg lítlan
tíma frammanundan átalu
frá formanninum fyri at
siga Andrass Samuelsen,
fyrrverandi formann sam-
bandsfloksins, hava forðað
fyri at 2.000 kr. vóru latnar
Føroya Fólkaháskula við
teirri grundgeving, at tað
var betri at hjálpa føroying-
um á danskar háskúlar.
Hetta var í 1927, og varð
hetta sagt í einum aftursvari
til annan tingmann.
Løgtingsformaðurin helt
tað vera skeivt at endurgeva
deyðar menn, sum ikki
fingu svarað fyri seg.
Sum tingmaður eigur tú
at fylgja formansins átal-
um, hóast tjakið á tingi
gerst í so tannleyst, um
deyðir menn verða dripnir
uppaftur, og okkum ikki
unnist møguleika at endur-
geva teir upp á gott og ilt.
Eg haldi framvegis mína
útsøgn vera rímiliga sámu-
liga, og ta hjá javnaðar-
manninum í so niðrandi.
Mín útsøgn er átalað og so-
statt vánaligur tingsiður,
meðan orðalag javnaðar-
floksins hevur vunnið sær
hevd á tingi eftir avgerð
formansskapsin, og sostatt
vert at taka uppaftur. Sig so
tað.
Skuldsetingarnar
móti
tjóðveldisflokkinum hava
nú nøkur ár á baki, og hava
hesir ótespiligu hógvar
javnan stungið seg upp, tá
ið andaligi førningurin hjá
mótstøðufólki okkara hev-
ur skotið seg.
Vit minnast soleiðis for-
mann javnaðarfloksins, og
onkran sambandsmannin
eisini, hava syft ákærur av
hesum slag eftir okkum
undir valstríðnum, og stásið
verður hildið við líka enn
dagin í dag.
Mær vitandi hevur tjóð-
veldisflokkurin einki havt
við nazistarnar at gera, og
einki í floksins politikki ber
brá av nøkrum samanhangi
tann vegin. Meðan vit í
tjóðveldisflokkinum stutt
sagt einki hava ella høvdu
til felags við hesi bølmenni,
ið týndu 6 mió fólk undir 2.
heimsbardaga, stóð danski
javnaðarflokkurin teimum
munandi nærri, tá høvið
beyðst.
Tá brúk var fyri at hevda
suverenitetin, ella fullveldi
yvir Føroyum, vóru trygd-
arviðurskifti okkara slept
upp á fjall, meðan danski
forsætismálaráðharrin,
Stauning, bjóðaði nazistun-
um vælkomnum til Dan-
markar at vera, og álegði
dønum at meta hesar sum
egnu vinir teirra.
Hesin Stauning var javn-
aðarmaður og stóð høgt í
metum millum føroysku
lagsbrøður sínar.
Hóast ríkilig høvi, so
kundi eingin okkara droymt
um at kasta føroyska javn-
aðarflokkinum nakað sum
helst fyri í so máta, og vón-
andi gerst tað seinur dagur,
at nakar okkara ger tað.
Tað mest tragiska í øllum
hesum rokinum er, at talan
var ikki um tilvildarlig
mistøk, ella at nakað glapp
nøkrum úr munni í sinnis-
muni.
Boðskapurin var væl
fyrireikaður og festur á
blað í skrivaðari talu. Tjóð-
veldisfólk skuldu í sama
posa sum hópdrápsmenn,
mordarar og yvirgangs-
menn av ringasta slag.
Rætthugsandi javnaðar-
fólk hava sjálvandi nógv
hægri mið og mál, men
floksformaður teirra hevur
tíverri í fleiri umførum vart
avstumpaða boðskapin sum
sín egna.
Vanligi føroyingurin trýr
sjálvandi ikki einum orði
av hesum perfidu skuldset-
ingum teirra, men ein
eftirmetingin er so sjálv-
andi, at javnaðarflokkinum
onkursvegna
hvítvaskar
nazistar og onnur yvir-
gangsfólk í samanbering-
um sínum við friðarligar
føroyingar.
4.800 vóru ov nógv til
jarðaferðina
hjá
Karl
Dönitz, skrivaði Karl Otto
Meyer í Flensborg Avis, tá
5.000 fólk fylgdi eftir-
manni Hitlers til gravar
tann 6. januar 1981.
Tey áttu heldur at havt
krógva seg, enn at vakt upp
gomul minni, segði Karl
Otto, sum er ein kendur
stríðsmaður móti nazism-
uni og fyri donskum áhuga-
málum á marknaleiðini
Danmarkar Týskland mill-
um.
Nú kenna vit so nøkur
afturat, ið áttu at krógva seg
burtur.
4.800 ov nógv
Regin Eikhólm
Lygnin hevur ferðast runt
hálvan heimin áðrenn sann-
leikin nær at lata seg í
skógvarnar, sigur Mark
Twain
(1835-1910).
Kanska gevur hetta okkum
eina ábending um, hví
veruleikin er tyngri at
dansa við enn fiktiónin.
Eitt viðkomandi dømi
um hetta er tá Katrin Dahl
Jakobsen ( KDJ) á tingi í
eini viðmerking til fíggjar-
lógina
9/10-03, í einum broti
valdi at átala varaløgmann
fyri hansara propaganda
framferð, og vantandi sann-
leikavirði. Eitt nú tá hann
beint undan fólkatingsval-
inum
proklameraði
at,
"oljan er funnin". Hetta var
ósatt, men tað vistu fólk
ikki, og tí gav hetta fólki
eina
óveruliga
ósanna
optimismu. At geva fólki
falskar vónir og mála alt
ljósareytt, og harvið fyri-
gykla fólki ein annan veru-
leika, var eitt nógv brúkt
amboð undir 2. veraldar-
bardaga, førdi KDJ fram.
"Eg troysti mær ikki at
nevna navnið á tí persónin-
um, men nakað av hesum
snildunum
hava okkara
konservativu nationalistar
eisini brúkt."
Ikki Hitler men
partiellar Goebbels
snildir
Temaðið í omanfyristand-
andi hjá KDJ er um propa-
ganda og ósannindini hjá
varaløgmanni.
Við
at
associera ella samantvinna
2.
veraldarbardaga
við
propaganda og lygn, kemur
eittans navn fram á skerm-
in,
nevniliga
Joseph
Goebbels
(1897-1945),
ræðandi demagogur og
propagandaministari v.m.
Í viðmerkingini hjá KDJ
er heilt einfalt ongin annar
associatións møguleiki enn
Goebbels. Vert er tó at
leggja til merkis, at eingin
beinleiðis
samanbering
verður gjørd, men bert ein
partiel ábending. Hon sigur
nevniliga, at "nakað av hes-
um snildunum hava okkara
konservativu nationalistar
eisini brúkt."
At varaløgmaður hesi
seinastu 5-6 árini hevur
verið ein ræðandi dema-
gogur
og
propaganda-
ministari, eru vit mong sum
kunnu taka undir við.
Tey, sum ivast í hesum
pástandi, kunnu gjøgnum-
ganga bløðini í hesum
tíðarskeiðnum
og
har
síggja, hvat loysingarher-
ferðin hevur borðreitt við
úr verbalkøstinum. Eisini
kunnu áhugað lesa "Frá-
greiðingina um 80-árini,
Føroya Løgting §19 nevnd-
in 2000", og "Færøerne i
bankkrisens tegn, Richard
Mikkelsen,
Handelshøj-
skolens forlag 2001", og
samanbera við útsagnir hjá
varaløgmanni.
Er tað hinvegin onkur
sum ynskir meiri loysingar-
propaganda so les "Myten
om rigsfællesskabet, Høgni
Hoydal, Lindhardt og Ring-
hof 2000" ella síggj nýggja
filmin hjá Ullu Boye Ras-
mussen um sama evni.
Hvussu uppstóð lygnin
Hvussu uppstóð lygnin um,
at KDJ skal hava saman-
borið varaløgmann við
Hitler himself? Helst ein
kærkomin møguleiki til at
flyta fokus frá fiktiva
politikkinum hjá varaløg-
manni og samstundis niður-
gera og seta anstøðuna við
KDJ í ringt ljós. Hinvegin
so ljóðar Hitler av meiri
enn Goebbels. Men her
hevur pennaførarin hjá
varaløgmanni,
Sjúrður
Skaale, gjørt eitt mistak, tí
Hitler ynskti at ekspandera
og fáa "Lebensraum", með-
an olmussudýrið varaløg-
maður, ein konservativur
nationalromantikari, ynskir
tað mótsatta. Frá at vera í
einum
ríki
við
yvir
2.044.431 km2 so ynskir
varaløgmaður at minkað
tað til 1399 km2. Við ørðum
orðum, so eru Hitler og
varaløgmaður
tvær
in-
kommensurablar støddir,
tvs at teir kunnu als ikki
samanberast, tí teir vilja
hvør sítt! Nú umboðar
varaløgmaður bert 25% av
okkum føroyingum, og er tí
politiskt ov lítil til at hata
og ikki nóg stórur til at
elska. Varaløgmaður líkist
tí líka so lítið Hitler, sum
undirritaði
líkist
Kong
Salamon.
Innlit frá løgtingsskriv-
stovuni og niðurstøða frá
Fróðskaparsetrinum
Tað sum fekk undirritaða at
taka pennin, og ringja til
løgtingsskrivstovuna, fyri
at fáa útskrift av KDJ’s
viðmerking, var tað sum
stóð í sosialinum 1/11-03,
har
Eyðun
Andreasen,
fólkalívsfrøðingur
frá
Fróðskaparsetrinum verður
biðin um at siga sína hugs-
an um málburðin herfyri í
løgtinginum. Fyrsta svarið
er "Andalig armóð" , og
seinni verður sagt, at "Sein-
asta dømið, tá løgtings-
kvinnan Katrin Dahl Ja-
kobsen samanbar lands-
stýrismannin Høgna Hoy-
dal við Hitler, heldur hann
vera tað grovasta, hann
hevur hoyrt á tingi."
Vit fáa tó ikki at vita, út
frá hvørjum upplýsingum
fólkalívsfrøðingurin kem-
ur til sína bersøgnu og ein-
týddu niðurstøðu, ella um
tað kanska er journalisturin
ið borðreiðir við Goebbels
doktrinini: "Endurtak eina
lygn nóg ofta og fólkið trýr
tí." Hetta kundi annars
verið áhugavert at vita.
Omanfyristandandi und-
irstrikar, at KDJ hevur rætt
í sínum associatiónum, tí
hetta minnir alt ov nógv um
fordums
kendan
fram-
ferðarhátt. Fyrst illgitingar
við ósannindum og propa-
ganda og eftirfylgjandi
kemur blástemplingin frá
hægri lærustovni av vís-
indaligum autoriseraðum
persóni (professorførleika)
í góðari trúgv og intaktum
trúðvirði.
Skal hetta ikki gerast
dagligur kostur, mugu vit
tora at siga frá ella rópa
varskó.
At tora
At tora, er at missa fótafesti
eitt bil, men ikki at tora, er
at missa lívið, sigur Søren
Kierkegaard
(1813-55).
Katrin Dahl Jakobsen tordi,
men tað kostaði henni eina
heksajagt!
Hennara djarva viðmerk-
ing - hóast av summum
mistulkað - hevur longu
sett gongd í eina viðkom-
andi og tiltrongda debat um
etikkin í føroyskum poli-
tikki. Tað verið seg í løg-
tinginum,
landsstýrinum
ella í valorrustum og í
fjøllmiðlunum yvirhøvur.
Hetta í sjálvum sær var eina
heksajagt vert. Kanska
varaløgmaður et al. tekur
mistulkingina
sum
ein
maður og biður um um-
bering. "Livet forstås bag-
læns, men må leve for-
læns", sigur Søren Kierke-
gaard!
VIÐMERKINGAR
Propagandaherðferðin hjá varaløgmanni et al. heldur fram
– hesaferð á heksajagt eftir Katrin Dahl Jakobsen
Hvør skapti blómurnar sungu vit í gróthúshjallinum
guð í himlinum sungu vit og tá ið genturnar fyri eitt fimmogtjúgu oyra
knappaðu blusuna upp og avdúkaðu síni surrealistisku eydnuhjól
og fingu okkum at mala rundan um okkum sjálvar í elektriskum
heilaskjálvta vistu vit at guð eisini hevði skapt
sólina og stjørnurnar
og tá ið vit sóu prædikumannin fara framvið
við sínari bíbliu undir arminum
og tá ið vit sóu naglarnar í hurðini og greipurnar ið hingu har
á bjálkunum og hømiliurnar ið toygdu seg inn millum rimarnar
sum leiftrandi tarabløð og tá ið vit sóu hvussu hugagóðar ritupisurnar
kulkaðu í seg seiðamurtarmnar vit høvdu fiskað til teirra
gjørdist okkum greitt at guð eisini hevði skapt fiskarnar vit vistu
at guð hevði skapt teg og meg og at guð var góður —
jú sanniliga guð elskaði okkum smádreingir
fingu vit ikki alt vit peikaðu á sluppu vit ikki at síggja
og nema við alt tað vit droymdu um -
ja sanniliga er guð góður
hann elskar øll børn og hann vil fegin leiða tey gjøgnum lívið
hann vil fegin leiða tey heilskapað uttan um allar forðingar og meinbogar
á vegnum uttan um arabisku sáplarnar og jødisku grátimúrarnar
uttan um heilagu kríggini og sjálvmorðsbumburnar
uttan um parfumeraðu kardinalarnar sum sova við opnum munni
og pynta seg við rúsandi sólstrálum
uttan um pedofilo klerkarnar onanerandi niður í katólsku doypifuntarnar
uttan um týningarlegurnar og síðhærdu hvalastingararnar
ið syngja hari hari undir fremmandum
og álvarsomum stjørnum
meðan nátt er í havnargøtum
og menn ganga í gummiskóm og drekka whiskey
uttan um rullandi vertshúsini og altetandi bønhúsini
uttan um piercaðu búkdansarinnurnar í Filadelfia og øðrum samkomum
uttan um merkiligu klivplanturnar í Kelduni
uttan um grillbarrirnar og pylsuvognarnar
og bonaðu dansigólvini
uttan um heimleysu ólukkudýrini ið dálka gongubreytirnar
og kirkjugarðarnar uttan um balsameraðu fyllibytturnar
útstappaðar við dálkaðum revsiváttanum vánaligum yrkingum
sum klistra til rivjabeinini
men hann vil eisini vísa teimum
blomstrini sum vaksa sjálvt í skitnastu bakgørðunum
millum nálir og fløskubrot
millum hattleysar standmyndir og skríggjandi kuvøsur
vísa teimum at eisini í hellum undir jørð og millum huldfólk
er lívið heilagt
hann vil vísa teimum at sjálvt í ullveldinum føroyar
er vargur í mappudýrunum at har eru fólk sum skríggja
til helvitis við kommunismuni til helvitis við kapitalismuni
vísa teimum at sosialisman er fagrasta yrkingin
hann hevur skrivað í teirra óspiltu hjørtum
men hann hevur so nógv um at vera
hann hevur úr at gera við at taka sær av teimum vaksnu
ið ongantíð verða liðug við síni kríggj
og sínar pínligu kærleiksgølur
og tí plantar hann síni smíl á vegirnar
har tey syngja sum hvít fótaspor á svarta asfaltinum
og í steinsettu túnunum
og eisini um veturin tá ið kavin er lagstur
kaga tey uppundan í alskyns litum sum nýklaktar balletdansarinnur
úr túsund og einari nátt
men guð elskar eisini allar prestar og hann sigur við teir: komið til mín
og eg skal taka tykkum í favn og troysta tykkum
og eg skal geva tykkum eina reina blankafulltrú
so tit kunnu taka tykkum av mínum smáu og mínum konfirmantum
og leiða tey inn til lívið og útaftur
hinumegin.
66
Guð elskar øll børn og allar prestar
C
M
Y
K
11
10