fríggjadagur 7. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 212 - 7. november 2003
Nr. 212 - 7. november 2003
13
Mikudagin 5. no-
vember fylti Føroya
Landsbókasavn 175
ár. Í hesum sambandi
var móttøka á stovn-
inum í J.C. Svabos-
gøtu hendan dagin.
Durita Joensen, settur
landsbókavørður,
beyð vælkomin og
Malan Marnersdóttir,
rektari á Fróðskapar-
setri Føroya, segði
eisini nøkur orð
Tað eru ikki nógvir stovnar
sum kunnu halda 175 ára
føðingardag.
Men
tað
kundi Landsbókasavnið 5.
november 2003.
Durita Joensen, settur
landsbókavørður,
meðan
Martin Næs er í farloyvi,
segði í síni røðu m.a. at eitt
tíggju ára skeið er kanska
ikki so langt, tá man verður
175 ár, men hesi seinastu
tíggju árini, síðan Lands-
bókasavnið helt sín 165 ára
føðingardag, vóru kanska
nøkur av teimum mest
hendingarríku í søguni hjá
stovninum.
Stórar broytingar eru
farnar fram, sum bæði vit
sum arbeiða á bókasøvnun-
um og lánarar hava merkt.
Vit eru farin so at siga
"world wide" . Við bóka-
savnslógini frá 2002 er
bókin, frá at vera nærum
einaráðandi, vorðin til at
verða bara ein av mongum
miðlum, sum eiga innivist á
einum bókasavni, segði
Durita Joensen. Hon helt
tað vera áhugavert at kunna
staðfesta at hóast allar
hesar
broytingar,
var
grundhugsjónin hjá Færø
Amts Bibliothek í 1828 og
hjá Føroya Landsbókasavni
í dag tann sama: Bóka-
savnið er fyri øll og
ókeypis.
Færøernes Amtsbiblio-
thek bleiv stovnað 5. no-
vember 1828 og í oktober
1829 stóðu nýggju bóka-
savnshúsini í Quillings-
garði liðug. Fyrsti bóka-
vørðurin var Jens David-
sen, sum doyði í 1878.
Í 1920 var útlánið hjá
bókasavninum
flutt
í
Fútahúsini úti á Reyni,
meðan lesistovan framvegis
varð í Quillingsgarði. Í
1931 varð flutt inn í nýggju
bókasavnshúsini á Debes-
artrøð. Húsini vóru 228 fer-
metrar og kostaðu 80.000
krónur.
24.
september
1980
vórðu nýggju bókasavns-
húsini í J.C. Svabosgøtu
tikin í nýtslu. Gólvvíddin er
1800 fermetrar og tey kost-
aðu 8,6 mió.
Á Landsbókasavninum er
ein áhugaverd framsýning
sett upp í sambandi við
føðingardagin, sum vísr
alla søguna hjá stovninum.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føroya Landsbókasavn 175 ár:
Kanska hendingarríkastu árini
í søgu Landsbókasavnsins
Tríggir vetaranar innan bókmentir, f.v. Rólant Lenvig, Johannes Andreas Næs og Petur Jacob Sigvardsen
Mynd: Jens Kristian Vang
Durita Joensen, settur landsbókavørður, beyð
vælkomin í 175 ára føðingardag
Mynd: Jens Kristian Vang
Her eru millum onnur Erhard Jacobsen,bókavørður á Landsbókasavninum, og Símun Arge
fornfrøðingur
Mynd: Jens Kristian Vang
Malan Marnersdóttir, rektari
á Fróðskaparsetri Føroya,
helt eisini røðu
Mynd: Jens Kristian Vang
Nógv fólk vitjaðu Landsbókasavnið á føðingardegnum, f.v.
Andras Mortensen, Jóhan Hendrik Winther Poulsen og Hanus
Samuelsen
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fimm ættarlið
Tann 17. oktober fingu Fía Lindenskov og Steingrímur Funding í Havn ein son. Her er hann avmyndaður í fanginum á
oldurabbanum, Jóhannus Jacobsen í Fuglafirði, vanliga nevndur Skómakarin. Frá vinstru síggjast Jóna Lindenskov, langomma,
Fía Lindenskov, mamma, Jóhannus, oldurabbin, við tí lítla og Elin Lindenskov, sum er omman. Umframt at vera oldurabbi hjá
hesum lítla, er Jóhannus eisini oldurabbabeiggi, tí bróðir hansara, Jákup Sigurð, var langabbi Steingrím.
Dagurin
7. november. Engelbrekt, deyður í 1225. Týskur
munkur, sum longu 30 ára gamal gjørdist erka-
biskupur í Köln. Sum kirkjupolitikari tók hann sær
fyri at bøta um mong viðurskifti, sum vóru farin av
lagi. Fekk, sum vera man, nógvar fíggindar, sum
gingu saman í ráð og myrdu hann.
Navnið er týskt, av fólkaslagnum anglar saman
við orðinum bjartur.
Hósdagin
6.
november
hevði Aksal Poulsen í
Sumba starvast 25 ár á
Frímerkjadeildini hjá Post-
verki Føroya.
Aksal
er
sumbingur,
foreldrini vóru, Elvira, f.
Magnussen, og Poul Mid-
jord Poulsen, bæði úr
Sumba. Elvira passaði hús
og heim, meðan Poul var
sjómaður.
Aksal var sjómaður og
sigldi við fiskiskipi í mong
ár. Í 1975 og 76 sigldi hann
við Smyrli hjá Strand-
ferðsluni,
síðan
koyrdi
hann lastbil hjá sildaverk-
smiðjuni í Lopra, til hann
kom til Havnar og fekk
starv á Frímerkjadeildini,
har hann bleiv settur í fast
starv 6. november 1978. Í
1988 flutti Aksal aftur til
Sumbiar, har hann hevur
arbeitt fyri Frímerkjadeild-
ina og ger tað framvegis.
Aksal er ógvuliiga áhug-
aður í fulglalívi og tað
munnu vera fá, sum hava
størri savn av fuglum enn
hann. Summir fuglar eru
rættiliga sjáldsamir. Hann
var eisini tann sum tók stig
til at stova Føroya Fugla-
frøðifelag og er ein av
oddamonnunum í felag-
num. Aksal veit so nógv
um fuglar sum fáur. Hann
hevur eisini eitt stórt savn
av summarfuglum og veit
rættiliga nógv um føroysk-
ar steinar. Eisini hevur
hann stóran áhuga fyri
seyði.
Aksal
er
giftur
við
Beintu, f. Hjelm, úr Vági.
Foreldini hjá henni vóru
Lissy, f. Tausen, og Henn-
ing Hjelm í Vági. Lissy var
fyristøðukvinna fyri heima-
hjálpini í sunnaru helvt í
Suðuroy, og Henning hevði
reinsaríið á Fossi í Vági.
Beinta og Aksal eiga
dóttirna Gunnvá, 25 ár, og
sonin Poul, 17 ár.
5. november tók Charlotta
á Váli sæti á tingi fyri Jenis
av Rana, løgtingsmann,
sum er í farloyvi. Charlotta
varð næst á lista Mið-
floksins í Suðurstreymoyar
valdømi.
Samtykt varð uttan at-
kvøðugreiðslu, at Charlotta
á Váli Olsen, ið áður hevur
verið á tingi, tók sæti á
tingi fyri Jenis av Rana.
Aksal Poulsen:
25 ára starvsdag hjá Postverki Føroya
Smyril Line hevur frá 4.
november 2003 sett Heðin
Joensen sum deildarstjóra
fyri øllum farmavirksemi
felagsins.
Heðin er 38 ára gamal og
hevur síðani 1999 starvast
sum sølu- og marknaðar-
leiðari á farmadeildini hjá
Smyril Line, áðrenn tað var
hann frá 1996-99 sølu- og
marknaðarleiðari hjá Eim-
skip.
Frá 1983-1996 starvaðist
Heðin hjá Føroya Fiska-
sølu, haðani hann varð
útlærdur í "Shipping" og
"Transport". Í tíðarskeið-
num hjá Fiskasøluni var
hann eisini nøkur ár uttan-
lands.
Heðin Joensen:
Nýggjur deildarstjóri
hjá Smyril Line
Charlotta á Váli Olsen
á ting
C
M
Y
K
13
12