Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 212 - 7. november 2003 15 15 14 Nr. 212 - 7. november 2003 VIÐMERKINGAR Hallur Hjalgrímsson Keypmannahavn Eg má siga, at skelkurin í morgum tá boðini bórust, um Jákup á Borg var farin norðum, hevði ikki veri størri, um so triði heims- bardagi var byrjaður. Dán- ilsið var um at gerast til coma, men eg megnaði tó, at redda tí við at leggja meg aftur eina løtu. Tá eg var komin so mikið fyri meg aftur, at beinini kláraðu at halda mær, fór eg í telefonina at fregnast um hettar veruliga var so. Og jú, so pínaknút var fønix vendur aftur til øskuna. Hvat ið er hent og ikki, hetta er tykkara ábyrgd eina!!! Eg má spyrja, tykkum í nevndini, sum eg forrestin í fyrstu atløgu gevi alla ábyrgdina, um hvussu tit hava borið tykkum at, síðan tit hava megna, at lata okkara "kanska týdningar- mesta spælara" gleppa okk- um av hondum. Fyri mín part, kann eg siga, makan til kleyvarskap, skal man leita leingi eftur. Hugsa sær, at tað fíggjarliga sterk- asta felagið í landinum, skal bíta seg sjálvt so fast í halan, er einki minni enn stór skomm. Kanska er gumpurin, ið situr á penga- kassanum, nú vorðin so tungur, at hann má flytast við krana. Trupulleikin kann tó gerast, hvaðani peningurin fyri leiguna av krananum skal koma. Kanska kunnu tit fáa gentur og dreingir í yngru deild- unum, at selja nakrar luta- seðlar, til frama fyri "gumpflyting" í nevnd fe- lagsins. Ársins Neyðrakett! Eitt er púra vist, mann kann ikki vera nøgdur við eina nevnd, ið arbeiðir eftir reyv, og eftir mínari metan bein- leiðis ímóti áhugamálum felagsins. Málið má vera, at gera alt fyri at vera best, og ikki øvugt. Í Grein á internet- sosialinum 6. nov, við heitinum "Ein katastrofa hjá B36" var at lesa, hvat formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, hevði at siga til, at Jákup nú hevði gjørt sáttmála við grannarnar úr HB. Ikki kann sigast annað enn at hann tóktist sær fá- mæltur, tað er sum vera man til at skilja. Tó vóru tað tvey ting, sum eg beit merki í, hann segði: "Sjálv- andi kemur maður í mans stað". Eftir mínum tykki er hettar tað sama sum at siga, at tað ongan týdning hevur fyri B36, at Jákup er farin. Heilt erligt, hvat er tað fyri ein maður í skal koma í hansara stað? Tað trúgvi eg ikki, at eg eri einsamallur um at vilja vita. Hann segði víðari: "Sum eg skilji tað, so hevur hann fingið eitt sera gott tilboð frá HB". Makan til oyravatn, hoyrir man ikki ofta. Kristian! Hví kom tað "góða" tilboðið ikki frá B36? Nei tit, ikki vánaliga um- beringar, tað kunnu vit ikki brúka til naka sum helst. Eg vil tí við hesum skjóta upp, at øll nevndin í B36 sum hon er, verður "nomi- nera" til ársins neyðraket, tit hava sanniliga uppiborið tað! ..... SKOMM tit, stór skom. PS: Tillukku HB, góða eydnu Jákup. B36! Ja ... tit um tað!! Skommin í B36! Gudmund Isfeldt Úti í Rættará standa eini gomul, sjarmerandi og snotulig hús. Tey eru gomul og søgulig. Fyri mongum árum síðan høvdu húsini og økið har á leið stóran týdn- ing fyri Havnina. Til dømis búði (í uml. 1850) katólski presturin Bauer har. Bauer lat byggja fyrstu katólsku kirkjuna og hann hevði prýðiligan urtagarð, ið havnarfólk vóru sera hug- tikin av. Tá Bauer fór av landinum, blivu ognirnar seldar og og eitt stutt skifti bleiv kirkjan brúkt til annað endamál. Tá kirkjan bleiv niðurtikin blivu nøkur av vindeygunum sett í húsini hjá Lias í Rættara niðri í Rættará, har okkurt vind- eyga sæst enn, men tíverri eru flest teirra fjald aftan fyri plátum. Skomm at for- minni fáa sovorna lagnu. Sethúsini hjá Bauer hava verið nýtt til navigatións- skúla og frú Joensen hevur havt skúla har. Hyggja vit at gomlum myndum úr Havn, so grettir ikki at Bauers hús ella Christines Minde uppi á. Húsið. Í dag vera gomlu nøvnini sjáldan brúkt, men í staðin fyri rópt, húsið í Rættará har, sum hvala- beinini standa. Í dag verður tíverri ikki hugsað um søgulig virði. Skommina hava vit (nútíðar havnarfólk og føroyingar sum heild), ið ikki virðis- meta farna tíð og lutir tess, men lata tey forfarast ella fjala tey burtur av nútíðar ørskapi. Nútíðar ørskapur verður framdur norðan fyri húsini í J. C. Svabosgøta 21 Vestanfyri Christinesminde liggur grannahúsið, ið hevur adressu J. C. Svabo- sgøta 21. Á økinum uppi yvir Christines Minde gongur okkurt fyri seg, ið als ikki hóskar inn í søgu- ligu myndina. Eigarirnir eru farnir at grava út fyri einum parker- ingsøki (betongdekki) beint omanfyri gomlu húsini. Øki har parkering skal gerast til J. C. Svabosgøtu 21, er sera lítið og jarðar- munurin er so mikið stórur, at um eitt dekk ella plat- formur verður gjørdur, so verður gamla søguliga húsið køvt og myrkalagt. Um hettar vitleysi fer at fara fram vóni eg at onkur í framtíðini sær tað ørskapin í hesari dáragerð. Fyri at forða ætlaða ør- skapin, havi eg heitt á Tórshavnar Kommunu um at steðga hesum vitleysa projekti alt fyri eitt. Tað er nógv fyri at bilar og tørvurin á parkerings- økjum, hava fingið so nógv at siga og so góðan rætt her í samfelagnum, at alt annað og onnur virði bert verður skúgvað til viks. Kosta hvat tað kosta vil. Latið forminnini hava frið Hans B. Hansen Tað er nú langt síðani ein skrivaði um alternativa íbúðarbyggjan í Føroyum hvar í ein vísti á at fólka- pensjónistar høvdu ikki ráð at sita í egnum sethúsum, við tí fólkapensjón, í øll fáa kring alt landið! Henda hugsanin, og tað at kunna leiga út íbúðir, fyribils í fimm ár og nýta hetta tíðarskeið, at kunna etablera seg til at kunna yvirtaka íbúðir, við laga- ligum lánitreytum, er for- treytin/grundarlagið í dag! Høvdu vit ikki Húsaláns- grunnin fingu vit onga alternativa íbúðarbyggjan framda í Føroyum, politik- arar, embætisfólk, fulltrúar, serfrøðingar, skula fáa gjørt sær nógv greitt kring alt landið í dag! Eg vil loyva mær at siga at banki og sparikassi, fremja tað grovastu dis- krimineran, av egnum við- urskiftafolkum, hvat í ein sjálvur hevur uppliva í Havnini, tá ein ikki kundi lána upp á uppsparda pen- ingin! Eg skal siga at banki og sparikassi letur slíkt ganga út yvir tey, ið fáa arbeiðs- loysisstuðul, almannaveit- ing, forsorgarhjálp, pen- sjónir, ið ikki vera samett við sáttmálabundnu lønir, kring alt landið í dag! Eg má siga banki og sparikassi vera stak vána- ligir kappingarneytar hjá Húsalánsgrunninum ið hjálpir teim í vera diskrimi- nera sum áðurnevnt, ið er veruleikin sum støðan er kring alt landið í dag! Vit skulu koma tí nógvu íbúðarspekulatión og íbúð- arhávar til lívs, ið hevur rakt barnafamiljur og ein- støku, ið íbúðarhávarnir hótta við at seta út á gøt- una, góðtaka tey ikki ó- menniskjaligu lívskorini ídag! Tað er stak vánaligt tá eingin av politikarum kem- ur til hugs at fáa endur- skoða, dagført leigulógina ið er ótíðarhóskandi og fáa sett eina nýggja leigunevnd og áseta leigu av íbúðum, sethúsum! Eg hevði tað hugsan at fólkapensjónistar, kunna undir somu treytum leiga barnafamiljum sethúsini, tey kunnu yvirtaka eftir fimm árum við forkeyps- rætti, tey kunnu keypa við lagaligum lánitreytum! Banki og sparikassi skulu ikki tosa í fjølmiðlunum um kappingaravlagan á alternativa íbúðarmarknað- inum, tá vit hyggja eftir teirra treytum, og fólki ið ikki hava uppspardan pen- ing og fastar ognir! Eg haldi at tíðin er komin at sleppa barnafamiljum og einstøkum, undan at leiga vánaligar íbúðir, fyri okursprís frá íbúðarhávum, øll diskriminera av banka og sparikassa, skulu fáa sínar íbúðir. Eg havi eisini áður víst á aðrar møguleikar hvørs fólkapensjónistar fáa innrætta kjallaraíbúð, í egnum sethúsum og eitt av børnunum síðani flytir inn, ið kann leiga ella selja egnu íbúð/sethús. Eg havi tað hugsan at tilkomnu børnini eiga at taka sær av egnum foreldr- um, á ellisárum, á sama hátt sum tey tóku sær av teim í barna- og ungdóms- árum, hvat tey hava uppi- borið at fáa ídag! Tíanverri fara ikki øll til- komin børn, so væl við egnum foreldrum, áðrenn og aftan á ellisárini kring alt landið tað síggja vit tá hesi setast hvør upp ímóti hvør øðrum, og tá tað kem- ur til arvastríðið. Eg kann altíð koma aftur til hesa alternativu íbúðar- byggjan í Føroyum, og eg haldi at vit skulu hava Húsalánsgrunnin sum eitt alternativ til banka og sparikassa við deildum kring alt landið! Alternativ íbúðarbyggjan í Føroyum! C M Y K 14