Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fr sosialurin, tysdagin 17. juni Sigid okkum frå, um onkur tíðindi eru at frætta. Ringid ella faxið! Sosialurin, t el 11820, Fax 14720 Tad gekk hardliga fyri seg móti endanum av dystinum millum B36 og VB. Spælandi venjarin hjá B36, Tomistav Sivic gjørdi seg inn á tveir VB'arar, og saman við- Eyðuni Kjærbo hjá VB var hann sendur av vellinum. Mynd: Jan Miiller B36-formadurin: Sivic skaddi umdømid hjá Fótbóltur: Men B36 formaðurin roknar ikki vid, at spælandi venjarin fær reytt kort frå felagnum. Tad er rættiliga sannlikt, at Allan Mørkøre og Tomislav Sivic verða leikbannaðir fleiri umfør Fýra ferðir høvdu dómar arnir reyða kortið á lofti, tá sjeynda umfar í fótbólts landskappingini varð spælt sunnudagin Birgir Sondum vísti stutt fyri hálvleik Mikkjali Dan relsen hjá FS Vágum reyða kortið eftir ógvusligt frí spark ímóti Jan Dam hjá HB. Allan Mørkøre hjå KI fekk í Gøtu reytt kort stutt fyri leiklok. tå hann fyri aðru ferð fekk gula kortið og í Gundadali vórðu Eyð un Kjærbo hjá VB og Tomi slav Sivic hjá B36 sendir undir brúsuna, tá tað bara restaði ein lítil løta, og stød an var 4-0 til B36 Eyðun Kjærbo varð út vístur, tí hann fyri aðru ferð í sama dysti fekk gult kort, meðan Niklas á Líðarenda vísti Sivic av vellinum fyri eftir lítlari løtu at hava gjørt seg inn á tveir vágbingar Mannagongdin Tá dómarin hevur reyða kortið á lofti, skal hann skrivliga boða Fótbóltssam bandinum frá, hví hann hev ur givið reytt kort og so tekur kappingarnevndin støðu til, hver sektin skal vera Oftast er talan um av greiðsluspurning, tí áseting arnar viðvíkjandi gulum og reyðum kortum eru so greiðar, men vidhvørt er tal an um serlig mál, har mett verður, at leikbannið skal vera longri, enn tað vanliga er, og í slíkum førum fáa feløgini søkina til ummælis áðrenn endaliga avgerðin um sekt verður tíkin Tá kappingarneyndin hevur tikið sína avgerð i slíkum førum, hava feløgini møguleika at senda málið innfyri démsnevndina, sum síðani tekur stóðu Long leikbann Mikkjal Danielsen og Eyð un Kjærbo fáa neyvan leik bann, sum eru longri, enn tað er fyriskrivað í áseting unum, meðan tað er ógvu liga sannlikt, at Tomislav Sivic og Allan Mørkøre longu hava fingið summar fri frá landskappingini, og skulu vit meta út frá roynd unum undanfarin år, so kundi tað hent, at teir heldur ikki sleppa at spæla so nógv eftir summarfrítíðina Allan Mørkøre fór í holt við dómaran, Oddmar And reasen, tå hann hevði fingið seinna gula og harvið reyða kortið. Tað stóðst eingin skaði av, men vanliga verð ur tað sektað harðliga, um dómarin bara verður hóttur Uttan iva hevur onkur av vágbingunum provokerað fyrrverandi VB venjaran Tomislav Sivic, sum hevndi seg so dyggiliga og so lítið ítróttarliga, at alt talar fyri at hann verður ódrúgvur á vellinum og kanska eisini á beinkinum í nógv umfør Klappurin tóktist fara rætti- liga niðurfyri hjá B36 venj- aranum, sum fyrst slerdi ein mótsteðumann, og so stút- iði móti andlitinum á einum eðrum Tað rr eyðsýnt. at hanr isti, hvat hann hevði gjørt tí hann var á veg út av vøll inum, áðrenn dómarin fekk reyða kortið upp úr lumm anum Beint ímóti felagsandanum Kristian á Neystabø er for maður í B36, og hann á sannar, at atburðurin hjá spælandi venjaranum var skitin plettur á umdømid hjá felagnum, og at hetta kast aði svartan skugga á væl uppiborna sigurin ímóti vågbingum Hetta kom stak illa vid Maðurin verður sektaður av FSF eftir tí, sum er ásett í reglunum, og tað mugu vit sjálvsagt taka til eftirtektar men fyri mær og okkum tel ur hetta meiri enn so, sigur formaðurin, og so útgreinar hann Vit hava í mong ár havt stór“ ungdómsarbeiði, og vit hava gjørt nógv fyri at ala fram rætta andan og hug burðin í teimum ungu, bæði tá tey eru á vellinum, tá tey ferðast, og tá tey eru í fel- agshúsinum. Tá tey so síggja okkara fremsta venj- ara bera seg soleiðis at tað seg sjálvt, at:tað um at 133 ein Írammaná Men fær hetta aðrar f ur fy? venjaran enn tær sum Fótbóltssambandið dselur Tað fær tað, men eg dug! ikki at siga nú, hverjar tær verða. Eg kann siga so mikið, at venjarin fær eina ávarðing frá okkum. Um eg so má siga, so fær hann gula kortið, men eg tori eisini at síga, at hann fær ikki reyða kortið. Men hvussu vit loysa hetta, mugu vit tosa um innanhýsis, áðrenn vit fara í fjølmiðlarnar við tí Men at hetta er ómetaliga óheppið, tað skal eingin ivi vera um, sigur Kristian á Neystabø, formaður í B36 Onkur hevur nevnt, at tað er ov stór ábyrgd hjá venj aranum bæði at vera ein av berandi kreftunum inni á vellinum og at hava ábyrgd ina av beinkinum, men tað hevur formaðurin onga við merking til Í venjingarlegu Formaðurin heldur annars, at hetta var ein óheppin byrjan uppá vikuna, sum teir skulu spæla fyrsta Inter- toto dystin í okkara felag Men nú mugu vit royna at fáa sum frægast burturúr Vit spæla á Svangaskarði nú leygardagin, og so verður ein rúgva av uppgávum Síðsti dysturin í Intertotc Cup verður í Grikkalandi leygardagin 15. juli. Vit fara úr Føroyum 9. juli, og tá vit hava spælt, steðga vit har niðri í eina viku. Ætlanin er at liggja í venjingarlegu, har vit fara at fyrireika okkum til stóru avbj6dingarnar sum liggja fyri framman í landskappingini. Okkara hevuðsmál er at vinna fyrsta meistaraheitið síðani 1962, og tað fara vit at fyrireika okkum so væl til, sum tað ber til Nú má nevndin gera av, hvussu vit takla hatta, sum hendi sunnudagin, og so mugu vit arbeiða við, at:tað ikki oyðileggur nakað fyri felagið. At foreldur og við haldsfólk eru hørm um, at venjarin bar seg soleiðis at, tað skilji eg væl, og eg vil enn eina ferð undirstrikað, at hatta er avgjørt ikki nak- að, sum vit í nevndini brýggja okkum um, sigur B36 formaðurin jh