mikudagur 18. juni 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EEN
Nr. 113 — 18. JUNI 1997 tidindabladid 5
Politivio-
Bjørn å Heygum, form. i rættarnevndini:
Stríðið í Vagi onki
við sjálvtekt at gera
Stjórin i P/F Føroya Fiskavirking hevur sett spurnartekin við tað, hann rópar
sjålvtekt í sambandi við blokaduna á flakavirkinum í Vági. Men Bjørn á
Heygum sigur, at talan er um heilt onnur tiltók enn sjálvtekt
GRÆKARIS DJURHUUS
MAGNUSSEN
— Tá vit tosa um sjålvtekt,
er talan um fólk, sum taka
„lógina“ í egnar hendur — á
sínum egna eki. Til dømis
er talan um sjálvtekt, tá ein
maður í staðin fyri at senda
boð eftir løgregluni, sjálvur
í húsum sínum leggur hond
á ein innbrotstjóv
Tað sigur Bjørn á Heyg-
um, advokatur og formaður
í rættarneyndini. Hann legg
ur annars dent á, at hann
ikki vil taka nakra stóðu til
viðurskiftini millum vág-
bingar og Fiskavirking sum
so. Hann úttalar seg bara
generelt um tað løgfrødiliga
í einum slíkum máli
- Men vit kunnu taka út-
gangssteði í málinum í Vági
(sama hendi í Skopun fyri
nøkrum árum síðani), sigur
Bjørn á Heygum
Hann sígur, at orsøkin til
at tú ikk: kanst tosa um
sjálvtekt í slíkum før: sum í
Vági er, at tey, ið standa fyri
blokaduni, ikki eiga økid
(løgfrødiliga), har blokadan
verður framd
Har er ikki talan um at
taka lógina í egnar hendur
á egnum ski, men á skinum
hjá einum ødrum. Tí kunnu
vit ikki tosa um sjálvtekt í
hesum førinum, sigur Bjørn
á Heygum
Ein samanbering við tað,
sum hendir í Vági, kann
vera henda:
Við síðuna av húsum tín-
um hevur tú ein bilskúrð. Í
bilskúrðinum stendur ein
frystiboks, sum tú vilt flyta
úr bilskúrðinum inn í kjall-
aran í húsum tínum. Men
uttanfyri hurðina til bil-
skúrðin hava fólk sett ein
lastbil, so tú íkki fært flutt
frystiboksina
Tá er heldur ikki talan
um sjålvtekt, men um heilt
onnur tiltøk, sigur Bjørn å
Heygum
Politiviðtekurnar
Bjørn á Heygum sigur, at
um blokadur verða framdar
á økinum hjá einum ødrum,
kunnu — politividtøkurnar
fyri avvarandi stad takast i
nýtslu. Hinvegin kunnu
politividtøkurnar vera rætti-
liga rúmsátt orðaðar, so at
týdningurin ella tulkingin
ikki er serliga neyv
Sambært politividtøk
unum í Havn, kanst tú geva
bót fyri at órógva. Sam
stundis kann løgreglan heita
á eina mannamúgvu at flyta
seg burtur frá einum ok! ella
líknandi
Verður ikki gjørt, sum
løgreglan biður um sambært
politividtøkunum, so kann
grein 119 í Revsilógini
takast í nýtslu, sigur Bjørn
Bjørn á Heygum, formaður í rættarneyndini, heldur tað
vera skeit at samanbera tað, sum hendir í sambandi við
flakavirkið í Vági, við sjálvtekt. Talan er um heilt onnur
og kanska álvarsamari tiltøk
r
i
Í
|
Blokadur, sum tann á flakavirkinum í Vági, kunnu endað
við fongsulsrevsing í 6 mánaðir
á Heygum
Sambært hesi greinini í
Revíslógini kann ein, ið
forðar embætisfólki at gera
arbeiði sítt, revsast við bót
ella hefti — og í skerpandi
føri kann viðkomandi fáa
upp í 6 mánaðar fongsuls
revsing
r
|
Bjørn å Heygum visir t6
á, at í trætum ella blokad
um, sum snúgva seg um eitt
slag av arbeiðsósemjum,
verður vanliga alt gjørt fyri
at sleppast skal undan, at
løgreglan verður blandað
uppí
ulsrevsing
f politividtøkunum fyri
„Landkommunerne pá
Færgerne“ stendur m.a.
um skil (og óskil) á økj-
um í kommununum :
Pá offentlig vej og pá
andre steder, hvortil der
er almindelig adgang, så-
som beværtninger, bu-
tikker og forlystelsessted-
| er, må der ikke foregå
| noget, hvorved andre til-
| stedeværende eller ombo-
ende forulempes, den off-
entlige orden forstyrres
eller færdselen hæmmes,
såsom opløb eller sam-
menstimlen af menn-
esker, slagsmål, skrigen,
råben, højrøstet syngen
eller anden støjende,
voldsom eller fornærme-
lig adfærd. Det er lige-
| ledes forbudt uden fyld-
| estgørende grund at bank-
| epå porte, døre eller vin-
| duer, ringe på port- eller
| dørklokker eller foretage
lignende handlinger.
Vegir f hesum vidtøk-
um eru at skilja sum ein
og hvør almenn ella pri-
| vat gøta, vegur, plåss,
| brúgv, tunnil, skot, rás,
| trappa ella tílíkt lendi.
Í politividtøkunum fyri
| Tórshavn frá 1975, og
| seinast broytt við fráboð-
| an 19. oktober 1992,
stendur millum annað:
„Bardagi, rópan, geyl-
an, harðmæltur songur,
harðskapur ella onnur
ólátað, ørkymlandi ella
tílík atferð, sum kann
hava vid sær ólag í
tøkurnar
| Sambært politiviðtókunum kunnu
| fólk, sum blokera ólógliga, fáa bót
ella verða dómd hefti ella fongs-
almennum reglulag ella
ampa øðrum hjåstøddum
ella fólki, ið býr har um
vegir, mugu ikki fara
fram á vegnum ella ødr-
um stóðum, har atgongt
er fyri almenning, td.
handlum og almennum
skrivstovum, skemtistød-
um, badstødum, almanna
nátthúsum og flutnings-
fórum, teirra millum leig-
uvognum.“
Sagt verður víðari í 2.
petti um „Gætur eftir
reglulag v.m.“, at „fara
slíkir tilburðir fram á
stóðum, har ikki atgongt
er. fyri almenning, og
háva teir við sær ólag í
almennum reglulag, kann
politiið áseta, at givið
verður uppat við teim-
um.“
Í grein 5 í politividtøk-
unum fyri Havnina stend-
ur, at bannað er á ella upp
at veg ella ødrum støðum,
har atgongt er fyri al-
menning, at tíggja sær
ólíkliga, t.d. við ólíklig-
um orðum ella gerðum.
Í grein 7 stendur: „A
teimum stødum umrødd
eru í grein 3, 1. petti, má
tyrping ella mannatrongd,
sum kann hava við sær
ólag í almennum reglu-
lag, ikki fara fram. Politi-
ið kann siga persónum, ið
staddir eru á neyndu stød-
um, frá teimum áseting-
um, ið neyðugar eru til
tess at byrgja fyri, at ólag
á henda hátt kemur á
alment reglulag.“
Vestmannaprestur
onga viðmerking til
grein um samkynd
| Grein í Fóringinum um samkynd hevur fingið ilt í Hera Eysturlíð, urgu-
Í
Í
| leikara og tíðindamann
| GRÆKARIS DJURHUUS
MAGNUSSEN
„Kortanei at gifta sam-
kynd“
Tað er heitið á grein í
Føringinum herfyri. Í
greinini tosar Dånjal Høj-
gaard við fleiri føroyskar
prestar um evnid at gifta
samkynd. Nidurstødan í
greinini er, at stórur meiri-
luti av føroysku prestun-
um siga kortanei at gifta
————————
samkynd per
Ein teirra, ið úttalar seg
til Føringin, er Uni Næs
sóknarprestur í Vestmanna
Hann vísir á, at har ein
skriða er lopin, er onnur
væntandi
— Kirkjan stendur á einum
álvarsomum vegamót
Hvat við teimum pedufilu,
skulu vit eisini loyva tí, spyr
vestmannaprestur
Tað er hesin svinasti
spurningurin, um tey pedo-
filu, ið hevur fingið ilt í
Hera Eysturlíð
Í einum lesarabrævi í
Sosialinum og Dimmalætt-
ing spyr Heri Eysturlíð, um
Uni Næs er í ørviti
„Góði Uni! Sum prestur
ert tå almennur persónur og
kanst tessvegna ikki loyva
tær at siga hvat sum helst
alment“, sigur Heri Eystur-
líð í greinini
Hann vísir á, at um Uni
Næs sammetir pedofilar og
samkynd, so vil hann
mæla vestmannapresti at
lesa upp á hesi bæði fyri
brygdi
— Tað kann ikki bera til,
at ein útbúgvin teologur
ikki dugir so frægt á at
skyna, sigur Heri Eyst
urlíð
Tá vit tosaðu við Una
Næs í gjár, hevði hann
ongan hug at gera við-
merking ul lesarabrævið
hjá Hera Eysturlíð.