Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 1997síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið = fo Nr. 113 — 18. JUNI 1997 Hjarnar Djurhuus, fyrrv. umboðsmaður hjá Lloyds Register: — Vit mugu ikki gloyma krøvini og førleikan -Tad skal helst ikki ganga okkara virkjum, sum tad gekst fleiri smærri donskum og norskum, tå frålandavinnan tók seg upp i hesum londum. Tey komu i figgjarligar trupul- leikar, ja, nógv fóru á húsagang, tí tey hugsaðu bert um, at tað politiskt var tryggjað teimum at kunna luttaka men gloymdu króvini og førleikan segði Hjarnar Djurhuus, fyrrverandi umbodsmadur hjå Lloyds Register, tå skipad varð fyri skeiði á Hotel Føroyum nú um dagarnar fyri umboðum fyri vinnulív, stovnar oo. Hjarnar Djurhuus segði: Tá tú hoyrir navnið Lloyd's Register, kemur ein vanliga at hugsa um skip og skipasmíð, og tað er ikki so legið, ti Lloyd's Register er heimsins størsta skipa- klassingarfelag, og eisini tad elsta, stovnsett so tidliga sum í 1760 At hetta felag ein dag skuldi koma at hava við oljuvinnuútbúna at gera, kundi walisarin Edward Lloyds, á hvers kaffistovu í mið-London, felagið varð stovnað, ikki koma til hugs, tí ikki fyrr enn 100 ár seinni í 1859 var Edwin L. Drake so heppin at bora seg niður á olju á 21 m dýpi í Titus- ville í USA, og tann fyrsta framleiðslan frá frálanda- boripalli byrjaði so seint sum í 1947 í Meksikanska Golfinum. Dýpið, har pallurin stóð, var bert 7 m Nú meira enn 200 ár eru liðin, síðan Lloyd's Register varð stovnað, er klassing av skipum framvegis høvuds- arbeiðið hjá felagnum, men síðani oljufeløgini fyri 50 árum síðani byrjaðu at vísa áhuga fyri frålandavinnu, hevur L loyd's Register ver ið við í hesi vinnu, ein vinna, ið serliga seinastu 20 árini er vaksin nógv, vísti Hjarnar Djurhuus á Sýnsváttan Lloyd's Register gevur sýnsváttan fyri allan oljuút- búnað, ið nýttur verður í frálandavinnu, og felagið ger eisini góðskukanningar fyri almennu myndugleik- arnar Higartil hevur Lloyd's Register verið við í meira enn 800 stórum frálanda- verkætlanum, ið fevna um bæði betong- og stálbyggi- verk. Við hesum verkætlan- um eru 130 pallar í Norð- sjónum, har sýnsváttan er skrivað fyri bretsku stjórn- ina. Ta tíðina oljupallarnir, ið eru góðkendir hjá Lloyd's Register varð tosað um, at fyrireikingar til oljuleiting við Føroyar vóru komnar so langt áleiðis, at føroysk virki, ið umhugsaðu at vera við í eini oljuvinnu, ið vón andi er fyri framman, vóru við at gera fyrireikingar. Og hann helt fram - Tað er serliga í sambandi við hesar fyrireik- ingar, at Lioyd's Register bjóðar sær at vera til hjálpar við síni vitjan, tí tað skal helst ikki ganga okkara virkjum, sum tað gekst fleiri smærri donskum og norsk- um, tá frálandavinnan tók seg upp í hesum londum Tey komu í fíggjarligar trupulleikar, ja, nógv fóru á húsagang, tí tey hugsaðu bert um, at tað politiskt var tryggjað teimum at kunna luttaka, men gloymdu krøv- ini og førleikan, segði hann. — Skalt tú vera við í olju- vinnu í dag, helt Hjarnar Djurhuus fram, er tað ikki nóg mikið, at tú sjálvur Hjarnar Djurhuus arbeitt í fleiri ár hjá Lloyds Register í Danmark, áðrenn hann kom til Føroya. Her var hann eitt skifti umboð fyri felagið heldur, at tú hevur eitt væl- virkandi virki, nei krøvini eru millum annað hesi * Tú skal kunna prógva, at tú hevur eina góðskustýr- ing, ið lúkar Ld. krøvini hjá ISO 9000 * Tú skal helst kunna vísa til royndir hjá virkinum * Handilslig og fíggjarlig krøv verða sett, har tú skal prógva, at tú fíggjar- liga er nóg væl fyri at lúka krøvini í sáttmálanum * Og myndugleikarnir seta eisini síni krøv viðvíkj- andi heilsu, trygd og um- hvervi Drúgvar royndir — Ljoyd's Register hevur drúgvar royndir í sambandi við fleiri av hesum krøvum og kann vera til hjálpar at menna virkið soleiðis, at førleikin verður í lagi, segði Hjarnar Djurhuus og helt fram - Tá onkur helt fyri við ein skipara, ið gjørdi klárt Frá fundinum, sum Lloyds Register skipaði fyri á Hotel Fóroyum herfyri. Mynd Jens K. Vang at fara avstad, at veðurván- irnar vóru ikki góðar, svar- aði hesin, at tað hevði ikki so nógv at síga fyri hann, ti hann heyði so góða mann- ing og so gott skip, at hann mest sum kundi royna í øll- um veðri, men legði hann afturat, at fyri onnur skip høvdu veðurvánirnar størri tydning Vit hava eingi veðurtíð- indi, ið kunnu siga okkum frá, hvussu veðrið verður um $ ella 10 år, líka so lítið sum vit hava nakran tíð- indaflutning, ið kann siga okkum, hverjar avbjóðingar vit koma at hava um 5 ella 10 ár, men givið er, at tey virki, ið hava ta dugnalig- astu leiðsluna og tey dugna- ligastu starvsfólkini, fara sum frá líður at hava teir bestu møguleikarnar at fáa tey bestu úrslitini, og eitt gott úrslit er nú einaferð ikki bert til gagn fyri virkið sjálvt og tað folk, ið har starvast, men eisini fyri alt samfelagið Síðani endaði Hjarnar Djur- huus við hesum orðum A ferð vestur móti tí ókenda, leitandi eftir nýggj um heimlandi, funnu okk- ara forfedrar Føroyar og bú- settust her. Vakrar vóru oyggjarnar, tå tær Ssoust í havsbrúnni, eitt fjallaland í havinum, her vóru djúpir fjarðir og smøl sund, her vóru brett fjall vid grónum líðum og dølum, her var fiskur í havinum, seyður í høgunum og fuglur í bjørg unum Hetta er landið, vit arvaðu eftir forfedrum okkara Er olja í førøyskum hav eki, er hetta ein partur av okkara arvi, ein arvur, sum hevur bíðað eftir at verða fingin til hóldar. Ein arvur sum okkara forfedrar høvdu eins og okkara eftirkomarar líka góðan rætt til, og tí etga vit at hava virðing fyri hes um møguliga arvi Ein annar arvur, vit hava fingið frá okkara forfedrum, er okkara mál og mentan Ansað eigur at verða eftir, at árinið frá tí svarta gull- inum ikki verður soleiðis, at hesin arvur blívur burtur í eini møguligari gulltíð, og sum frá líður bert verður eitt ekkó frá eini farnari tíð, ið er farin med alla, segði Hjarnar Djurhuus í rødu síni á skeiði á Hotel Føroyum, sum Lloyds Register skip- aði fyri Vit hava OPIÐ hoskvøld: frå kl. 17.00-24.00 friggjakvøld: frå kl. 17.00—03.30 leygarkvøld: frå kl. 17.00-03.30 sunnukvøld: frå kl. 17.00-24.00 Tørsgøta 1) * 100 Tórshavn Tlf. 19696 j á L