mikudagur 18. juni 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 113 — 18. JUNI 1997
tíðindablaðið
få fi
13
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun kGolivant.fo
Havnarbåturin kann eisini
á tvey túsund metrum
Kappróður: Av-
rikið hjá kollfirð-
ingum boðaði frá,
at teir ætla sær at
vera við í kapp-
ingini, meðan
vestmenningar og
serliga skálamenn
als ikki livdu upp
til tað, sum rokn-
að var við
Havnarbáturin, sum vann
FM heitið í 1996 hevur ikki
sama møguleika at gera seg
galdandi í ár. Soleiðis hevur
ljóðað millum kappróðrar
áhugað, og frágreiðingin
hevur verið, at havnarmenn
eru bestir á eitt túsund met-
rum, og í ár verður tað bara
á ólavseku, at tíggjumanna
før fara at rógva styttra tein
in
Men á Sundalagsstevnuni
í Kollafirði staðfestu teir
umborð á einasta tíggju
mannafarinum í høvuds-
staðnum, at teir megna
eisini at standa seg á tvey
túsund metrum. Teir vunnu,
og hetta var fyrsta ferðin,
at Havnarbáturin vann á
longra teininum síðani á
Sundalagsstevnuni í Hval-
vík í 1992. Tá teir vunnu
FM í fjør, var tað m.a. ti
teir vunnu tveir róðrar. Báð-
ir vóru á styttra teininum.
Annar var á jóansgku, og
hin var á Glavsøku.
Kløkkir av Kjell
Hans Petur Weihe er báts-
formaður umborð á Havn-
arbátinum. Hann situr á lær-
inum í bakborði, og hann
dylur ikki, at teir vóru
kløkkadir av teimum um-
borð á Kolli:
— Á norðoyarstevnu kapp-
aðust vit við Vestmenningin
og Skálabátin, og teir báðar
hildu vit okkum hava aftan-
fyri okkum. Skálabáturin
fór væl afturum rættiliga
tíðliga, og tá vit fóru undir
endaspurtin sóu vit aftur á
Vestmenning. Men vit
høvdu ikki roknað so nógv
við Kolli, og vit vóru eitt
sindur klekkir, tá vit
hoyrdu, at munurin millum
okkum og teir var so lítil.
At teir standa seg so væl,
ger tað uppaftur meiri
spennandi. Eg rokni við, at
bæði skálamenn og vest-
menningar fara at koma aft-
uríaftur, og tað skal heldur
ikki vera nøkur loyna, at vit
leingjast eftir at síggja fleiri
av teimum aftur, sum hava
gjørt seg galdandi fyri ikki
so nógvum árum síðani, t.d.
Eysturoyingur, Nólsoyingur
og Vágbingur, sigur Hans
Petur Weihe, sum er ættaður
av Skála og í síni tíð var trý
ár umborð á Svani (teir
vunnu tvey FM heiti), áðr-
enn hann flutti til Havnar
og nú hevur verið umborð
á Havnarbátinum í fleiri ár.
Umborð á Havnarbátin-
um hevur manningin nógv-
ar royndir. Seks av mann-
ingin vóru við í fjør, tveir
vóru við Gongurólvi, sum
vann FM í fjør, ein hevur
áður verið við Argjabát-
inum, ein hevur verið við
Knørri, og róðursmaðurin
hevur áður stýrt Gongu-
rólvi. Havnarbáturin stóð
seg væl fyrrapartin av ní-
tiårunum, men í 1994 og
1995 gekk meiri striltið. Í
fjør komu onkrir av teimum
gomlu umborð aftur, so tal-
an er um menn við sera
drúgvum royndum.
Aldursbýtið umborð á
Havnarbátinum er kanska
eitt sindur sjálvsamt. Har
eru fýra, sum eru omanfyri
tríati ára aldur, og allir hinir
eru yngri enn 25 ár.
Legdu eitt sindur um
Havnarbáturin man vera
tann kappróðrarbáturin í
landinum, sum hevur flestu
viðhaldsfólkini, og á norð-
oyastevnu vóru nógv úr
hevuðsstaðnum í Klaksvík
fyri at fylgja við. Teir høvdu
vunnið bygdastevnuna á
Skála frammanundan, og tí
var talan um satt vónbrot,
tá tað ikki eydnaðist í fyrstu
FM stevnuni. Kanska var
hetta orsøkin til, at so nógv
færri viðhaldsfólk vóru í
Kollafirði, hóast teinurin
norður hagar er munandi
styttri, enn hann er til
Klaksvíkar
Kappr6drarkøn siga, at
avrikið hjá Havnarbátinum
var fyrimyndarligt á Kolla-
firði, og bátsformaðurin
hevur sína frágreiðing uppá,
hví tað hilnaðist betur hesa
ferð, enn tað gjørdi seinast:
— Vit róðu alt ov títt í
Klaksvík. Tá fingu vit hann
ikki at skikka sær, sum vit
vildu, og tað hevði við sær,
at vit títtaðu uppaftur meiri,
og so gekk uppaftur verri.
Uppundir Sundalagsstevn-
una vandu vit meiri seigan
róður, uttan at vit á nakran
hátt kunnu sammetast við
bátarnar, sum rógva mest
seigan, og tað eydnaðist nóg
væl.
Stóra vónbrotið
Tað man vera langt ímillum,
at Skálabáturin stendur seg
so illa, sum hann gjørdi hesa
ferð. Tað verður sagt bæði
um hann og um Vestmenn-
ingin, at teir eru nógv verri,
tá lotið er ímóti, enn teir eru,
tá lotið er undan, ella tá tað
Øll hagtølini frá
kapprodrinum å
Sundalags-
stevnuni síóa'
er stilt. Frågreidingin er, at
manningarnar eru so sera
lættar.
Harafturat halda teir á
Skála, at teir komu illa fyri
tíðliga í róðrinum, tá teir
vórðu kroystir millum tveri
bátar. Tá duttu teir afturum,
og tað eydnaðist ongantíð
at vinna hetta innaftur.
ollfirdingar vóru ikki við
á norðoyastevnu, men hesa
ferð gjørdu teir rættiliga um
seg. Teirra róðrarsnið er ser-
ligt, sammett við nógvar av
hinum. Kollfirðingar rógva
sera seigan róður.
At teir ikki vóru við í
Klaksvík komst av, at fleiri
hava verið burturstaddir. Nú
hava teir vant eitt stutt skifti,
og lá teir megnaðu at standa
seg so væl hesa ferð, so er
sannlíkt, at teir fara at vera
við í kappingini um fremsta
plássið í róðrunum, sum eru
eftir.
jh
|
4
———wer%38
Teir umborð á Havnar-
bátinum fegnaðust eftir
sigurin á Sundalags-
stevnuni. Nakað óvænta
fingu teir harða kapping
frå Kjøli, sum tók øll á
bóli. Havnarbáturin
kláraði tó at halda seg
fremst og vann róðurin.
Mynd: Jens Kristian
Vang