Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Nr. 113 — 18. JUNI 1997 tíðindablaðið SST 15 Hvessingur, Argjabåturin og Drekin eru ikki til at taka Kappróður: Spenningurin tykist longu vera fokin um, hver fer at vinna FM hjá dreingjum, monnum umborð á 6-mannaførun- um og umborð á 8-mannaførunum Hóast bara tveir av seks FM kappróðrum eru fingnir frá hondini, so bendir nógv á, at tríggir bátar skara so mikið nógv fram úr, at illa ber til at ímynda sær, at teir verða hóttir Drekin, mannaður við dreingjum, Hvessingur, mannaður við monnum, og áttamannafarið hjá argja- monnum eru so mikið sann førandi, at:tað skulu stórar broytingar til, um teir skulu hóttast Og tá so bátarnir, sum kappast um tey næstu pláss- ini, eru meiri javnt góðir og so at siga taka stig frá hverjum ødrum, so hevur tað við sær, at kappingin um FM gerst uppaftur minni Drekin fleiri bátslongdir fremstur Dreingirnir umborð á Drek- anum lótu ongan iva vera um, hver eigur bestu mann- ingina. Tá teir komu á mál, vóru teir meiri enn tvær bátslongdir undan grannun- um av Argjum Hin báturin hjá Havnar Róðrarfelag, Sílið, var klárt frammanfyri Svan av Skála, sum á nordoyastevnu var nummar tvey. Við ødrum orðum kunnu vit siga, at øll trý heiðurs- merkjaplássini hesa ferð fóru til bátar úr Suður- streymi, og vit kunnu eisini staðfesta, at um høvudsstad- arungdómar og tey, sum eru komin aðra staðni frá hagar at læra og arbeiða, ikki vóru so íðin í kappróðri, so var sera tunnligt í yngsta mann- fólkabólkinum Skáladreingir fylgdu væl við eina góða løtu, men tå málið var gott og væl hálvt rógvið, dragnaðu teir, so bæði Blikur og Sílið fóru framum Hvessingur einaráðandi Eins sannførandi, sum Drekin er við dreingja- manning, so er Hvessingur mannaður við monnum Fyrstu løtuna sá út til, at Gongurólvur, sum var næst- bestur í Klaksvík, skuldi vera við í kappingini um fremsta plássið, men soleið- is skuldi tað als ikki vera Gongurólvur dragnaði frá Hvessingi, sum gjørdist púra leysur. Í staðin var stór kapping um næstfremsta plássið, og har gjørdist Gongurélvur stóri taparin Teir báðir bátarnir av Skála- fjørdinum, Sølmundur av eystara armi og Strålan av vestara armi, blandadu seg uppi, og tad eydnadist båtunum ur hesum økinum, sum áður hevur átt so stoltar kappróðrartraditiónir, at enda á heiðursmerkjapláss- unum Kollfirðingur var triðji bestur á nordoyastevnu, men í heimasjógvi endaði hann aftastur. Vit hava frætt, at onkrir teirra, sum róðu við á nordoyastevnu, vóru umborð á tíggjumannafar- inum í Kollafirði, og tað svíður, tá tað fer burtur av betra endanum. Argjamenn knáir Á norðoyastevnu var onganstaðni so javnt, sum tað var millum áttamanna- førini. Fýra bátar - Argja- báturin, Knørrur, Friggjarin og Gullbrandur - fóru mest sum javnir um málið, og tí var spenninurin stórur í Kollafirði Men tað var rættiliga skjótt, at argjamenn punkt- eraðu spenningsbalónina Víkarbáturin gjørdi eitt sprell, men so legði Argja- báturin seg á odda, og har var hann alla tíðina. Á mál- inum var hann leysur av hinum bátunum Ørvur stóð seg sera illa á norðoyastevnu, men hesa ferð bar betri til. Teir vunnu í harðari kapping við Gull- brandin næstfremsta pláss- ið, meðan Fríggjarin, sum var so spelkin á norðoya- stevnu, kom aftastur á mál. Nýggjur vinnari Eftir nordoyastevnu søgdu Drekin, mannadur vid dreingjum, Hvessingur, mannadur vid monnum, og åttamannafarid hjå argjamonnum eru so mikid sannførandi, at tað skulu stórar broytingar til, um teir skulu hóttast. Mynd: Jens Kr. Vang Argjabáturin legði seg tíðliga á odda í rórðinum á Sundalagsstevnuni, og har var hann allatíðina, Tá hann fór um málið var hann leysur av hinum bátunum. Mynd: Jens Kr. Vang vit, at kvinnurnar umborð á Gongurólvi, sum vann ta ferðina, vóru tær somu, sum mannaðu bátin í fjør. Tað er ósatt, tí eingin teirra róði við bátinum í fjør Hesa ferð vóru teir somu bátarnir á heiðursmerkja- plássunum, sum tað vóru á nordoyastevnu, men rað- fylgjan var broytt. Lómur av Argjum leyp avstad, men hann var rætti- liga skjótt settur uppá pláss, og so kappaðust Hvessing- ur, Jarnbardur og Gongu- rólvur um fremsta plássið Seinna partin av túsund metra teininum var tað heilt tætt teirra millum, og á mál- inum var Jarnbardur hin fremsti, eina hálva báts- longd undan Hvessingi, sum aftur var eina lítla báts- longd undan Gongurólvi. jh