Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 1997síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 tíðindablaðið Nr. 113 — 18. JUNI 1997 Nú er aftur tætt í toppinum Fótbóltur Í deild kvinnur: HB fekk bert javnleik á Eiði, og næstu liðini fingu øll stig. Sumba fekk sín næsta javnleik uttan at skora, og Skála tapti aftur Tað gjørdist tættari í topp- inum í bestu kvinnudeildini eftir dystirnar í fjórða um- fari av landskappingini Oddaliðið HB hevði dyst á Eiði, har tað er trupult at fáa øll stigini vid sær, og tað eydnaðist heldur ikki hjá HB. Kl og LÍF spældu javnt í Lorvík, og B36 vann sín dyst móti Skála við greiðum muni. I Sumba fekk herma- liðið sín næsta målleysa javnleik í ár HB var omaná leikliga í dystinum, sum var spældur á Mølini á Eiði. Serliga fyrra hálvleiki hevði HB nógv spæl, men tað eydn- aðist teimum ikki at gera nakað mál hesi trý korterini. Hinvegin tóku Eiðiskvinn- urnar kjansin, tá tær fingu hann. Og tað fingu tær stutt fyri hálvleiki, tá Lydia Vest- urtún skoraði sítt næsta mál í ár Í seinna hálvleiki royndi EB at koma meira við í dystin, og tær byrjaðu væl eftir steðgin. HB kom tó fyri seg aftur, og tað eydnaðist teimum at javna EB-leiðsl- una við máli, sum Ann Han- sen gjørdi Javnleikur var eisini úrs- litið av dystinum, og við tí úrslitinum mist HB fyribils tryggu oddastøduna hjá sær, men tær eru framvegis fremst, eitt sug frammanfyri grannarnar B36 Rakul sá reytt B36 hevði dyst móti Skála Gundadali, og eins og seinastu tveir dystirnar mátti Skála lúta við fleiri málum. Skála-hiðið er ikki tað, tað var í fjør, og tað merkist tå garv: eikarar ikki eru við Hjá B36 er stødan betri »g hóast førovameistaranir máttu spæla uttan topp- kjúttan Rakul N. Joensen í meginpartinum av dystin- um, eftir at hon fekk reytt kort fyri at sláa bóltin við øndi var eingin irupul eiki at fáa sigurin I leim Brei iddin á B36-liðnum er el stórri enn á Skála-lið num, og tå toppskjúttin reyk it, vóru tað aðrar sum tóku sær av málunum. Sólva Joensen og Arnbjørg Dan- ielsen skoradu tvær ferðir og verjuspælarin Sólgerð Viderg setti punktumið við máli til 5-0 Hini úrsltini lagaðu seg sera væl fyri B36, tí øll hini liðini í oddinum fingu bert eitt stig burtur úr 4. umfari iðir stuðuls- B36 tók seg fram um LÍF og Kl og er nú á 2. plássi LÍF javnaði Í Lorvík var dystur millum tvey av oddaliðnum, og hann endaði við javnleiki 2 - LIF var å odda i hålv- leikinum, eftir at KI hevði gjørt sjålvmål, men beint eftir steðgin tók KI sær um reiggj, og skoraði tvær ferð- ir. Báðu ferð var tað Maria Jacobsen. sum skoraði. og málini vóru sera lík. Hon royndi seg við høgum skoti úti frá, og hvergu ferð fekk LIF-målverjin fatur á bolt inum. Seinnu ferðina sat bólturin dygst úti við stólp an Men LIF kláraði at javna leiðsluna hjá KI, og fekk meira burtur úr hesaferð enn tá liðini fyri tveimum víkum síðani huttust steypakappingini. Tá vann KI, men toppskjúttin Krist na Eyðbjørnsdóttir við sínum SYrgdi sjeynda mål: í år burtur ur hesumdysunum k Í t på fekk Eitt Stig g liðið helt seg vid javn- eiki frammanfyri KI, og er triðja pláss Aftur málleyst í Sumba Bæði Sumba og B68 faldaðu sína úrteku í stig um, tá liðini hittust á Kross inum sunnudagin Hverki av liðunum klár- aði at gera mál, hóast kjans- ir vóru til tað, og tey máttu lata seg noyða við eitt stig í part. Hetta er aðru ferð í ár, at Sumba spælir málleysan dyst á heimavelli, og higar- til hava tær ikki klárað at Nú er aftur tætt í toppin- um, og HB og B36 liggja á fremstu plássunum. Mynd: Elisabeth G. Magnussen skorað í teimum fýra lands- kappingardystunum, sum tær hava spælt. Nógv mál eru ikki í Sumba-liðnum, tí í fjør skoraðu tær bert seks mál í allari kappingini, og tað var tríggjar ferðir so lítið sum næsta liðið Men bæði Sumba og B68 tóku seg eitt sug fram um Skála, sum er botnlið í løt- ini. Skålakvinnur hava bara tapt, síðani tær í fyrsta um fari fingu javnt móti B68 g stødan sær ikki góð út Eitt lið flytir í ár bein- eiðis niður í 2. deild, og næstaftasta liðið skal spæla ti fremsta liðnum í 2 jeild um eitt pláss í bestu leildin:. Hetta er ein liður í etlanini at minka um talið iv liðunum í bestu deildini il seks lið Næstu ferð verður botn- ystur millum Skála og Sumba á Skála. i, og tad er av Íslórum týdningi fyri Skálakvinnur at fáa okkurt tur úr. Skulu tær hava mugu tey helst liðunum, sum iggja í botninum, og Sumba er eitt av teimum Annars hittast oddaliðini í innanhýsisdystum. KÍ og B36 fara at dystast í Klaks- vík, og í Gundadali verður spennandi dystur millum HB og LIF. Seinasti dystur- in verður millum. B68 og EB á Svangaskarði ein stig i år tast frá ek Í | —— — | Hagtølini i 1. deild kvinnur 4. umfar, 15. juni Sumba-B68 0-0 (0-0) EB-HB 1-1 (1-0) 1-0: Lydia Vesturtån 1-1: Ann Hansen B36-Skåla 5-0 (1-0) 1-0: Ambjørg Danielsen 2-0: Sólvá Joensen 3-0: Arnbjørg Danielsen 4-0: Sólvá Joensen 5-0: Sólgerð Viderø LÍF-KÍ 2-2 (1-0) 1-0: Sjålvmål 1-1: Maria Jacobsen 1-2: Maria Jacobsen 2-2: Kristina Eyðbjørnsdóttir Næstu dystirnir 22/6 Skåla-Sumba 22/6 B68-EB 22/6 KI-B36 22/6 HB-LIF 28/6 LIF-B36 29/6 Sumba-KI 29/6 EB-Skåla 296 HB-B68 Stødan I. HB (S) . B36 (M) „LÍF KÍ . EB ' Sumba B68 (U) . Skåla + in — ? Fo, Ninw-æWwo | | i i DO | då] ON LA Bi 5 Þa ia ia pel í æ< - | Målskjåttar Theresa Johnsson, HB .. HØ Kristina Eydbjørnsdåttir. LÍF . sirisueie (5) Rakul N. Joensen, B36 ......... Rannvá Andreasen, KI... Sólvá Joensen, B36 ............. Maria Jacobsen, KÍ ................. ssrinsvrunnnðinniúnu Á Malena Josephsen, KÍ Paula Mikkelsen, KÍ... UR Arnbjørg Danielsen, TO Lydia Vesturtún, EB een egciri KB) Sólgerð Viderø, B36 … Anja Weihe, B36 den Hanna Joensen, B68 .................. Andrea á Rzgni, B68 :;…...…. sebrsistereeeherseAREE Rannvá í Túni, BOB meer tinden Maria Niclasen, EB .................... Eyðver úr Dímun, HB .............. Birita Ellefsen, HB ................... Ann Hansen. HB ..... Vivian Johansen, HB Maria Johnsson, HB ........ Eyðver Thomsen, HB... Vivian Thorleifsson, HB... Súsanna Jacobsen, KÍ ever Mariann Joensen, Kl . ; Margretha Heinesen, LÍF .. Beinta Joensen, LÍF .................i....iis...erenederer Gudny Langgaard, LÍF ...-.reerearieren Ølly Lervig, LIF....rmereeerreeiiterernee riste Elisa Heinesen, Skála .. Elin Jacobsen (y), Skåla….. Marjun Mikkelsen, Skála á... Sjålvmål … NN: 7 H 5 5 3 3 3 3 2 2 | “| } | | | > Í | | | I 71 I | I … I | I | ] | .} ;1 | sega ever nr anne s RER Hær eHar er AES 4