Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: | Jan Múller Randi Jacobsen | Fyritaksstjóri: | Krisjan Dahl | Blaðfólk: Lysingar og søla: Áki Bertholdsen, Internet: http:/'www.cybernet.dk/faroe-news Marjun Dalsgaard Eirikur Lindenskov, | Dagny Joensen, | Grækaris D. Magnussen | | | Í | Í Eyðun Klakkstein, Ljósmyndari: | Jens Kristian Vang Utgevari uppseting og prent: Sp Sosialurin Bustadur: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: | sosialur 8 olivant fo e—g Landsstýrið svevur Oddagrein NÚ hava teir arbeitt við ætlanini í fleiri ár. Umsókn hevur ligið í landsstýrinum í langa tíð. Men gakk - eingin áhugi er í landsstýrinum fyri málinum TAÐ snýr seg um Fuglafjarðarætlanina - um at gera Fuglafjerð til ein pelagiskan middepil í Norðuratlants havi HAVSBRUN er eitt av teimum mest støðugu virkjunum í landinum. Hesi seinastu árini hevur verið arbeitt við ætlanum at fjøltåtta framleiðsluna soleiðis at virkið kann taka ímóti størri nøgdum og soleiðis, at ein stød- ugt vaksandi partur av fiskinum kann fara til konsum heldur enn at verða gjørdur til mjøl. FLEIRI týðandi stig á leiðini eru tíkin og framd, eitt nú er sprongt inn í fjallið fyri at geva pláss fyri kulda- goymslum. Nú sildin tykist at vera komin afturíaftur hava fuglfirðingar roynt at sannføra landsins hægstu myndugleikar um, at okkurt må gerast fyri at fåa sildina og eisini annan pelagiskan fisk til høldar - og tað á ein slíkan hátt - at hetta gevur mest virði til samfelagið TAÐ eru skjótt ár síðani, at stigtakararnir til ætlanina at gera Fuglafjørd til ein pelagiskan miðdepil í Nord uratlantshavi vendu sær til landsstýrið við hesi ætlan Ynskið var - ikki at fáa eina slangu niður í landskassan - men at fáa landssstýrið sinnað til at vera við í útbygg- ingini av havnini. Tað skuldi ganga drúgv tíð, áðrenn landsstýrið lat við seg koma men hóast hálvhjartað lyfti er framvegis einki hent. Landsstýrið tykist ikki at hava nakran vinnulívspolitikk yvirhevur. Í hvussu er finst eingin málsetningur ellamiðvísur politikkur. Alt er løtuvinningspolitikkur. Og tað er punkteraða Fugla- fjarðarætlanin eitt gott dømi um UM somu tíð gerast okkara kappingarneytar sterkari og betri fyri. Føroyingar, sum í pelagiskan fiskinum og her serliga sildini, hava atgongd til eitt stórt riki- demi, verða noyddir til at standa og hyggja at, meðan aðrir vinna gull burtur úr støduni. Hetta er einki minni enn ein háðan av tí arbeiði, sum er gjørt á Havsbrún øll árini og somuleiðis ein fallitterklering til landsstýrið í eini tíð, tá vit veruliga hava brúk fyri at fáa vinnuni fleiri bein at standa á enn bara teir niðurfiskaðu botn- fiskastovnarnar EFTIR OKKARA tykki átti landsstýrið at farið nógv meira inn í hesa ætlan enn tað hevur sagt seg vilja. Tað átti at lagt alla hugsandi orku í at stuðla ætlanini figgj- arliga og á annan hátt. Okkara samfelag kann ikki yvirliva, um tað bara verður arbeitt út frá einum karráum antin - ella marknaðarbúskapi. Soleidis sum viðurskiftini eru í hesum landi er neyðugt, at tað al- menna er við so ella so. Sjálvandi skal framleiðslan á tí pelagiska miðdeplinum í Fuglafirði hvíla á lensemi, og tað fer hon helst eisini at gera, men fyri at seta nakað stórt og gott í gongd, so má tað almenna vera við. Tí ein stuðul frá tí almenna nú kann geva tí sama almenna tíggjufalt aftur um ikki so nógv ár. Her er bara talan um at gera eina iløgu í framtíðina. TAÐ skal tí vera vón okkara, at landsstýrið - heilhjartað - fer inn og stuðlar hesi verkætlan - soleiðis at tað munar og soleiðis at gongd kemur á. Tað ber eisini til at bíða seg í hel. Fuglfirðingar hava okkara fulla stuðul í hesi ætlan. Og gerst einki við hesum landsstýrinum, so er bert eitt at gera, og tað er at fáa aðrar flokkar framat, sum duga at síggja tað skilagóða í hesi ætlan. TAÐ má vera hugtungt hjá teimum monnum og kvinn- um, sum hava arbeitt á virkinum í Fuglafirði øll hesi ár nú at síggja, hvussu landsins hægstu myndugleikar vanvirðia teirra arbeiði og teir lunnar hesi hava lagt, nú hesir stóru meguleikar, ið tykjast liggja fyri framm- an at útbyggja virkið og framleiðslun, gleppa okkum úr hondum. Sosialurin Lesarabrav Nú mega vit fáa fólkakirkjuna foroyska Nú er tíð uppá at fáa ta før- oysku fólkakirkjuna leysa av tí donsku, um tað ikki er ov seint. Við hesa gongd, sum nú hevur verið eina tíð í tí donsku fålkakirkjuni, kann hon næstan ikki verða nevnd kristin kirkja. Har verður alt møguligt loyvt, sum ikki hoyrir heima í eini kristnar: kirkju. So læti okk- um varðveita okkara gomlu kirkju, so møguligt. Stóra tékk skal okkara bispur hava, fyri at hann noktar at taka við hasum, sum danskir kirkjumenn óspilta sum ætla at fáa inn í okkara kirkju. Kirkjufólk »Heimsins bestu sjómenns Bleiv eitt sindur illa vid, tá eg læs í »Søfart«, um tvey føroysk fraktskip, sum vóru afturhildin av Port State Control í Skotlandi, vegna ov vánaliga útgerð. Sefart skrivar »en lang række al- vorlige mangler«. Hetta er ikki góð reklama fyri Før- oyar ella føroyska skipaflot an Krøvini til skip eru strong og tey verða strangari. Før- oyingar sleppa ikki undan IMO krøvunum, skulu teir halda fram við at sigla Tey bæði afturhildnu skipini lúkaðu ikki SOLAS ella STCW krøvini Tað eru óiva fleiri skip undir førøyskum flaggi, sum ikki lúka IMO krøvini Hetta má skipaeftirlitið syrgja fyri við at kanna skipini Føroyingar samanlíkna seg ofta við danir ella norð- menn, tá tað snýr seg um skip, fisk o.a., men tá tað snýr seg um tryggleika, sigla teir sin egna sjógv, tí tryggleiki umborð kostar pening, og tað vilja teir ikki gjalda fyri Her kunnu teir bólkast við russum, grikkum, liberum, bert fyri at nevna nøkur lond Flestu donsku reiðarí eru við at innkoyra Quality & Safety Management System samsvarandi IMO's »ISM code«. Hetta meta danir vera neyðugt fyri at vera kappingarførir á altjóða marknaðinum Tá danir kunnu fáa skip ini at koyra við n'gv stórri úreiðslum - lønir, pensións- gjøld eru nógv hægri enn í Føroyum, haraftrat kemur so øll endurútbúgving (kur- sus), og QA/SMS sum kost- ar nógvan pening - kunnu føroyingar eisini Ella er tað bert løtuvinn- ingur tað snýr seg um í Før- oyum? Vónandi vóru tey bæði skipini bert eindømi Vinarliga Bjarni Joensen,skipari >M/T Danchem East< Sambandsmenn á sjálvstýrisveitslu Nú hava tveir framstand- andi menn úr Sambands- flokkinum verið á Alands- oyggjunum og hátíðarhildið teirra sjeyti og fimm ára dag. síðan teir fingu sjálv- stýri Hvat munnu hesir menn hava sagt har yviri? Munnu teir hava greitt teimum frælslyntu álendingum frá at teir hoyra til ein flokk, sum stríðist við hond og fót ímóti sjálvstýri í sínum egna landi? Teir máttu havt ring- an smakk í munninum, meðan teir vóru ímillum alt hatta fólkið, sum øll hava strítt fyri frælsi í sínum landi. Ég hevði skammast, um eg var í teirra stað Sjálvstýrismaður Nordvesten '97 Nú styttist til Nordvesten '97 verður set í Vágstúni týsdagin 1. juli 1997 kl 16.00, har skrúðgonga vid norskum, donskum og før- oyskum dansifólki við tí nú heimskenda Klaksvíkar Hornorkestri á odda gongur úr Klaksvíksgarðinum og heim í Vágstún. Jógvan við Keldu, býráðformaður setur stevnuna, og verða eisini rødur frá hinum luttakandi londunum. Umframt konsertir, út- ferðir, listaframsýningar og aðrar framsýningar, bæði við heimligum kenningum, eins og noregsmonnum og dønum, er næstan hvønn dag sjónleikur, fólkadansur og -tónleikur á skránni. Eis- ini eru kjakløtur á skránni: mikudagin 2. julí 1997 kl. 16.00 verður kjakløta í Skúlanum við Osånna við heitinum Udkanten, det skabende menneske har m.o. Jóan Pauli Joensen, professari og Tróndur Djur- huus, sjónvarpsstjóri saman við rithøvundum og rektar- um úr Noregi og Danmark leggja fyri - kjakfundurin er almennur, eins og allir hinir. Hóskveldið 3. juli 1997 kl. 19.00 verður Den Fæ- røske dans, skik og brug í Skålanum, har Eydun And- reassen, professari og Bryn- jolf Lamhauge, lærari greiða frá Í hesum sambandi verður ein listaframsyning av An- ker Eli Petersen sett upp í Skálanum. Anker Eli Pet- ersen kemur sjálvur at greiða frå um Sjúrðark væd- ini útfrá klippmyndum, hann hevur gjørt. Ola Jonsmoen, rektari greiðir frá um Huldu Gar- borg, sum fyrst í 1900 var í Føroyum fyri m.a. at kunna seg um tann føroyska dans- in, og tók við sær aftur til Noregs, tað tey nú kalla »Færø-steg« í norska fólka- dansinum. Internetið er eisini slopp- ið við! Hvønn dag er inter- netcafé uppi á Tekniska skúla, har áhuga kunnu sleppa at royna seg á net- inum frá kl. 14.00-16.30 Aldursmark er 15 ár. Eisini 12 teldur kunnu vera á net- inum í senn, og verður sak- køn hjálp at vegleiða - hesin kann tó verða nakað smá- byttur, um øll 12 eru púra óroynd á internetinum. Internetið er jú ein sera opin skipan, har alt - bæði líkt og ólíkt finst. Netið kann eisini verða nýtt sum ein miðil - tú kanst í teksti og myndum, ja eisini ljóði vísa á ta mentan, sum ser- eyðkenni á tínum staði. Tí verður í hesum sambandi við einum Internet-kjakløtu á Tekniska Skúla fríggja- dagin 4. julí 1997 kl. 16.00 set á skránna: >Udkanten og kultur imod den store verden«. Kjakløtan verður skipað sum video-ráð- stevna við Nørre Nissum Gymnasium - nærhendis Lemvig - um stórskýggja. Ein framsýning, sum ber heitið Pá sporet af Norden verður at síggja alla vikuna uppi á Tekniska skúla frá kl. 15.00-17.00. Eisini í Fuglafirði I fuglafirði verða eisini til- tek alla vikuna við útferð- um, gongutúrum, konsert- um, framsýningum, sjón- leiki, fólkadansi og -tónleik á skránni. Ein serlig fram- sýning verður um Grind og grindedrab - Skik og bruk, som Grindamanna- felagið skipar fyri. Henda er opin allar dagarnar frá kl. 16.00. Umframt Nordvesten '97 fyrireika fuglfirðingar seg til varmakeldustevnu, sum verður vikuskiftid 5.-6. juli 1997 Afturvendandi tåttur å varmakeldu eru tær sera góðu listaframsyningarnar, sum hava verid lika sidan 1969. Vid framsyningum er mangur spirin kveiktur til listamann. Listaframsyn- ingarnar i Fuglafirdi, sum altíð hava verið við breiðum úrvali, fáa so í ár vitjan av norksum og donskum lista- monnum. Listaframsýning- in, sum verður í skúlanum verður opin hvenn dag frá mikudegi kl. 16.00, tá ið ein norskur fólkadansarabólkur eisini er við. Nordvesten '97 endar við samkomu í Fuglafirði leyg- ardagin 5. juli 1997. Tað er skipað fyri serlig- um sambandi um Lorvíks- fjørð allar Nordvesten '97 dagarnar seint á kveldið MF Pride siglur kl. 23.00 av Klaksvík og 23.30 av Lorvík og um Varmakeldu- stevnuna av Fuglafirði seinni um náttina