Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-06-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 1997síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A ———"-— Nr. 114 — 19. JUNI 1997 tíðindablaðið P F 3 Ruddingardagur og joansøkubål heima å Sandi Leygardagin verdur rudd ingardagur heima á Sandi Hetta er eitt tiltak, sum Ungmannafelagið „Virkið“ skipar fyri á hverjum ári Tiltakið byrjar við, at bygdarfólkið verður boðið í Ungmannafelagshúsið at fáa sær kaffi og kaku. Síðan verður farið at rudda í bygd- ini, og alt, sum kann brenn- ast, verður koyrt oman á sandin. Um kveldið verður bálið kynt, og her verður sungið og talað Í ár hevur Ungmanna felagið bidid Julionnu Jo ensen um at halda rødu Undirhald verður eisini bæði fyri børn og tilkomin, og fólk kunu keypa sær pylsur og annað Kveldið endar við góðum dansi í Ungmannafelags- húsinum, har Geislar spæla. „Virkið“ væntar, at fólk fara at taka væl undir við tiltakinum Við skótunum í Kirkjubøhagan Sunnudagin skipa KFUM- skótarnir á Argjum fyri gongutúri í Kirkjubøhagan Gingið verður eftir gomlu torvgøtuni, Suður í Dalin og heim aftur um Reynavatn og Risastovu Eyðun á Borg fer at greiða frå um minnisvarðan, um áirnar og torvheiðarnar Skótarnir kynda legubál við skótasmáttuna, og Petur Jacob Siogvardsen fer at halda midsummarrøduna Skótarnir heita á fólk um at hava matpakka við og meta við Arhja kirkju kl 13.30 Øll eru vælkomin vid henda tårin rd Raðstevna um Á mæ - årin av kyksilvuri Urslitini av kyksilvurkanningini i Føroyum verda løgd fram å rådstevnu í Norðurlandahúsinum mánadagin Sunnukveldið byrjar ein altjóða ráðstevna um heilsu- árin av kyksilvuri í Norð- urlandahúsinum Rådstevnan heldur fram til mikudagin Månamorgunin kl. 9 byrj- ar fakligi parturin av ráð stevnuni, og her fer m.a Eilif Samuelsen, landsstyr- ismadur í granskingar- og umhvørvismålum, at røda Seinni å fyrrapartinum fara Pál Weihe, yvirlækni, og Philippe Grandjean, pro- fessan, at siga frá urslitinum av kyksilvurkanningunum í Føroyum Føroyska kanningin serliga åhugaverd Umleið 200 granskarar úr øllumheiminum koma higar at luttaka í hesi rådstevnu at viðgera spurningi um kyksilvurdálkingina av heimsins høvum og vandan fyri skaðiligum árinum á nervaskipanina Fleiri kanningar verða lagdar fram, men mest åhugaverd er kanningin, sum varð gjørd av yvir 1000 føroyskum børnum, fødd í 1986-87. Fleiri av børn- unum vóru í vanda fyri at fáa nógv kyksilvur í seg or- sakað av kostinum hjá mammuni, meðan hon gekk við barninum. Granskarar hava fylgt børnunum síðan, og tá tey vórðu sjey ára gomul, varð nervaskipan teirra kannað. Kanningin er tann størsta av sínum slag, og úrslitini av kanningin verða fyri fyrstu ferð løgd fram á hesi ráðsteynu Aðrir granskarar fara at lýsa umfatandi kyksilvur- dálkingina í Amazonlandi- num, har ein fjøld er í vanda fyri at fáa heilaskaða. Líkn- andi kanningar eru gjørdar á Seychellunum, á Medeira, í Tanzania og ti arktiska Kanada Seta tiltøk i verk Nýggju årslitini fara vænta- ndi at hava við sær, at mark- virðini fyri dálking av hes- um eitrandi metallinum verða lækkað. Amerikansk ir myndugleikar hava longu í hyggju at seta stór tiltek í verk fyri at forða meira dålking av umhvørvinum Kyksilvur er serliga vandamikið fyri føstur og småbørn. Tí hevur kosturin hjá kvinnuni, sum er við barn, nógv at siga fyri, um barnið kann fáa skaða í nervaskipanina. I Føroyum er grind høvudsorsøkin til, at fólk fáa kyksilvur í lík amið af AK PP Alt óruddið verður savnað saman niðri á sandinum, har jåansøkubålid verður Í Djurslandi fært tú dans- ka náttúru - stórir skógir, heiðar og ongir. Og íkki av bestu minst: nakrar baðistrondunum í land- inum! Óteljandi møguleikar eru fyri gisting í Djurslandi - vallaraheim, camping- pláss, hotell, feriuhotell - nógv ymisk eru at velja ímillum Mentanin blómar í Djurs- landi. Tað sermerkta um- ráðið hevur igjøgnum tidir- nar fingið nógv listarfólk at koma til Djursland. Eis- ini eru 80 kirkjur og nógv slott í Djurslandi Leg Prisdømi: $ | | ”- - små } Dronningens Ferieb 44 vælinnrættad feriuhus. i serliga vøkrum umhvørvi Uppihaldsrumi v/peis, køkur, 2 sovikømur, baðirúm og eyka toilett eru í øllum húsunum Prísir fyri 4 fólk í 1 viku Vaksin, fyri hvenn Bern, fyri hvenn Nógv er at gera og fara til í Djurslandi. Okkurt er til allar aldursbólkar, so sum riding, golf, súkkling, fisk- 3.095,- ing, windsurfing, kaving, kanosigling, gongutúrar, tennis, sigling 0.8 Til Djursland við Atlantic Airways Stena Hotel Grenaa Førandi hotellið í býnum. Svimji- hylur uttanfyri og allir hentleikar á kemrunum Prísir fyri 2 fólk í 1 viku Flogið verður úr Feroyum mikudagar og sunnudagar. Iroknað prísin er: Flogferð Vaksin, fyri hvenn Vágar - Tirstrup/Århus og Bern, fyri hvenn aftur. Flutningur millum Nærri fæst at vita á ferðaskriv- stovum kring landið og hjá Atlantic Airways TI. 33900 - Fax 33990 floghavn og uppihaldsstad og uppihald á ti staðnum, tú hevur valt. Her hava vit valt 2 dømi